Skip to main content

Regin smiður

 

CCF 1 Ca [I]

TSB E 51

 

1 Vilja tær lýða og ljóð geva mær,

so er mær greint ífrá,

Buðlin kongur og Gunnar kongur,

eg kvøði um báðar tá.

 

2 Sigmund nevni eg

tann jalsins son,

tað var ungan Hjørdis,

hon var hans kona.

 

3 So glaðiliga drekka teir

síni jól,

og tíguliga seta teir

sín teknarstól.

 

4 Ófriður gekk á

ta heilu høll,

so manniliga tá vardu teir

tá Buðla kongins fjøll.

 

5 Ófriður gekk tar

niður við strand,

so manniliga vardu teir

tað ríka kongins land.

 

6 Ríða teir í bardøgum,

eingin kemur heim,

eftir livir Hjørdis

við sorg og mikil mein.

 

7 Ríða teir í bardagi,

láta teir sítt lív,

eftir livir Hjørdis,

Sigmundar vív.

 

8 Hjørdis akslar sær

kápu blá,

so gekk hon í herin fram,

sum Sigmundur lá.

 

9 “Liggur tú her, Sigmundur,

søti mín,

eru tað nakað grøðandi

sárini tín?”

 

10 “Seint manst tú, Hjørdis,

fáa til tey ráð,

at geva tey smyrslini,

sum grøða kann míni sár.

 

11 Hundins synir skaðan

voldu tá av,

eitur var í svørðinum,

teir bóru móti mær.

 

12 Seint manst tú, Hjørdis,

fáa til tað ráð,

at geva tey smyrslini,

sum grøða kann míni sár.

 

13 Tá ið eg tað fyrsta

sárið fekk,

sundur gekk mítt svørðið

í tógva lutir gekk.

 

14 Tá ið eg fekk tað

annað sár,

innarlaga at hjartanum

hyggi at tí gár.

 

15 Tak tú hesar

svørðslutir tvá,

lat tú tað til smiðju bera,

til ungan son tú fár.

 

16 Tað, ið tú hevur í vónunum,

og tað er sveinsbarn,

tú føð tað væl við alvi upp,

tú gev tí Sjúrðar navn.

 

17 Frænur eitur ormurin,

á Glitraheiði liggur,

Regin hann er góður smiður,

men fáum er hann dyggur.

 

18 Gakk tú teg at fossinum,

tú kasta stein í á,

tak tú tann av hestunum,

sum ikki víkur frá!

 

19 Tak tú tann av hestunum,

sum ikki víkur frá,

í forðum varð hann kallaður,

hann eitur Grani grá.”

 

20 Grátandi snúðist Hjørdis

Sigmundi frá,

allar hennara hirðkonur

tær stóðu henni hjá.

 

21 Hjørdis fall í

óvit niður,

allar hennara hirðkonur

tær stóðu henni við.

 

22 Frúgvin læt seg við barni ganga

níggju mánar sínar,

til at hennara stundum leið,

hon føðir ein svein so fríðan.

 

23 Frúgvin læt seg við barni ganga

níggju mánar taldar,

til at hennara stundum leið,

hon føðir ein svein so baldan.

 

24 Tað er enn sum oftum er,

duld eru dupul mein,

frúgvin er gingin í høgaloft,

hon føðir ein ungan svein.

 

25 Sveipar hon hann í klæði rein,

tá ið hann kom í heim,

Sjúrð biður hon nevna tann

hin geviliga svein.

 

26 Sveipar hon hann í klæði rein,

væl skal ríkum falla,

síðan læt hon presti bera,

Sjúrð biður hon kalla.

 

27 Barnið varð borið frá kirkjuni

aftur for móður sín,

meira legði hon røkt á hann

enn alt sítt gull í skrín.

 

28 Barnið varð borið frá kirkjuni

og sett á móðurs fang,

meira legði hon røkt á hann

enn alt sítt gull og land.

 

29 Hann vóks upp hjá síni móður,

Gud gav honum vekst,

meira vóks hann í ein mánað

enn onnur árini seks.

 

30 Hann vóks upp hjá síni móður,

mikil gevin góð,

meira vóks hann í ein mánað,

enn onnur árini tólv.

 

31 Hann vóks upp í ríkinum,

tann geviliga mann,

Hjalprekur kongurin

hann fostraði hann.

 

32 Hann vóks upp í ríkinum

skjótt og ikki leingi,

til hann gjørdist í høggum tungur,

hann bardi kongins dreingir.

 

33 Hann var seg á leikvellinum

burtur blant aðrar dreingir,

hvønn tann tíð teir reiðir vóru,

stóðst hans stríð á meingi.

 

34 Hann var seg á leikvelli

burtur blant aðrar sveinar,

hvønn tann tíð teir reiðir vóru,

stóðst hans stríð á meini.

 

35 Niður settust sveinarnir,

reiðir vóru báðir:

“Líkari var tær faðir at hevnt,

enn berja os so sára.”

 

36 Niður settust sveinarnir,

og reiðir ið teir vóru:

“Líkari var tín faðir at hevnt

enn berja os so stórum.”

 

37 Sjúrður kastar reyðum skildri

niður á døkka fold,

tá ið hann hoyrdi sín faðirs deyð,

tá sortnaði hann sum ein mold.

 

38 Kastaði hann svørð og herklæði,

hann lystir ei longur at leika,

so gekk hann for sína móður

við reyðar kinnar og bleikar.

 

39 “Hoyr tú, sæla móðir mín,

tú sig mær satt ífrá:

hvøssu var hann á navni nevndur,

ið mín faðir vá?

 

40 Hvøssu var hann á navni nevndur,

ið mín faðir vá,

hvat fell hann for hvassa svørð,

ella doyði hann á strá?”

 

41 “Eg kann ikki sannari

siga tær ífrá:

tað vóru teir Hundingssynir,

ið tín faðir vá.

 

42 Tað vóru Hundingssynirnir,

ið tín faðir vá,

tað verður ikki meðan tú livir,

tú sømdir av teim fár.”

 

43 Sjúrður svarar síni móður,

alt væl sum hann kann:

“Ofta hevur vaksið lítlum rakka

hvassar tenn í rann.”

 

44 Sjúrður svarar síni móður,

alt væl sum hann kundi:

“Ofta hevur vaksið ungum rakka

hvassar tenn í munni.”

 

45 Hon gekk seg at kistuni,

nógv hevði gullið inni:

“Her skalt tú síggja tey blóðmerki,

ið tín faðir varð í vigin.”

 

46 Hon gekk seg at kistuni,

ið nógv var í gull og fæ,

hon tekur upp ta blóðigu skjúrtu,

kastar honum á knæ.

 

47 “Gakk tú teg at fossinum,

tú kasta stein í á,

í forðum var hann kallaður,

hann eitur Grani grá.

 

48 Tak tú hesar

svørðslutir tvá,

eitt annað javngott svørðið

út av teim at slá.

 

49 Regin smiður býr seg

handan fyri á,

honum skalt tú bera hesar

svørðslutir tvá.

 

50 Frænur eitur ormurin,

á Glitraheiði liggur,

Regin hann er góður smiður,

av fáum er hann dyggur.”

 

51 Hann gekk seg at fossinum,

hann kastar stein í á,

hann tók tann av hestunum,

sum ikki víkti frá.

 

52 Hann tók tann av hestunum,

sum ikki víkti frá,

í forðum varð hann kallaður,

hann eitur Grani grá.

 

53 Sjúrður er riðin

fyri dyrnar fram,

Regin kastar øllum smíði,

tók sær svørð í hand.

 

54 “Hoyr tað, ungi Sjúrður,

tú hevur verið mær kær,

dvølst tú nakað í ríkinum,

tú ver í nátt hjá mær!”

 

55 “Eg kann ikki, Regin smiður,

dvøljast hjá tær,

Hjalprekur saknar meg

úr hásæti hjá sær.

 

56 Smíða skalt tú mær svørðið

virðiliga og væl,

bæði skal eg vega við tí

jarnið so sum stál.

 

57 Smíða skalt tú mær svørðið

skært og so reint,

bæði skal eg vega við tí

jarnið so sum stein.”

 

58 Regin gekk at stórum stiðja,

legði jarn í eld,

tíggju mánarnar

tað hevði hann tað í gerð.

 

59 Tíggju mánar

hevði hann tað í gerð,

tá var hin snari Sjúrður

riðin aðra ferð.

 

60 “Ver vælkomin, Sjúrður,

smíðað havi eg svørð,

bilar tær hvørki hug ella hjarta,

tú verður til víggja før.

 

 

61 Smíðað havi eg tær svørðið

virðiliga og væl,

bæði skalt tú vega við tí

jarnið so sum stál.

 

62 Smíðað havi eg tær svørðið

skært og reint,

bæði skalt tú vega við tí

jarnið so sum stein.”

 

63 Sjúrður gongur at stórum stiðja,

høggur alt við fart,

sundur hans svørðið

í tógvar lutir brast.

 

64 “Deyðan ert tú, Regin smiður,

av mær verð,

fyri tú vildi svíkja meg

í tínari váknagerð.

 

65 Smíða skalt tú mær annað,

og smíða skalt tú tað so,

vit tað, reystur Regin smiður,

lív skalt tú ikki fá.”

 

66 “Smíði eg tær annað,

og verður tað ikki so,

hjartað úr orminum

tað leggi eg treytir á.”

 

67 “Fyrst ríði eg í randarný

teir Hundsins synir at finna,

so ríði eg á Glitraheiði,

tað fýsir meg minni.”

 

68 Tað var Sjúrður Sigmundarson,

hann kortar hann ei eyð,

so reið hann í randarný,

hann hevndi sín faðirs deyð.

 

69 Tað var Sjúrður Sigmundarson,

reisir fram yvir skóg,

møtti honum ein gamal maður,

hann settist niður á ló.

 

70 Har kom maður á víða vøll fram,

eingin ið hann kendi,

eyga hevði hann eitt í heysi,

svenskan boga í hendi.

 

71 “Hoyr tað, Sjúrður Sigmundarson,

tú ert so rask ein mann,

enn hvar stendur tín ferðin,

íhvar ríður tú fram?”

 

72 “Eg reið meg í randarný

Hundsins synir at hevna,

nú ríði eg á Glitraheiði,

roysnisverk at vinna.”

 

73 “Hvør hevur biðið teg, Sjúrður,

grava tær gravir tvær?

Deyðan hevur sami maður

ætlað tær.

 

74 Dvøl tú Regin smið,

spar ei sjálvan meg,

hann er tann versti svíkjari,

og svíkja vil hann teg.

 

75 Hann er tann versti svíkjarin,

og svíkja vil hann teg,

hann hevur svikið faðir tín

í sínari váknagerð.

 

76 Hann hevur svikið faðir tín

í sínari váknagerð,

hoyr tað, snari Sjúrður,

samlíkt ger hann við teg.

 

77 Grav tú tær ta triðju,

tú grav hana skemst ífrá,

ein mun av eitrinum

tað lívir hon tær tá.

 

78 Grav tú enn ta fjórðu,

tú grav hana har íhjá,

síðan skalt tú, Sjúrður,

á jørðini stá.”

 

79 Tríati eitur fossurin,

ið ormurin undir tiggur,

høvur og sporl á jørðini liggur,

bukt á homrum liggur.

 

80 Uppi standa bæði bøksli,

búkur á homrum lá:

“Ið hvør er so hugdjarvur,

ið vega torir tá.”

 

81 “Sjúrð skalt tú nevna meg,

Sigmundar son,

tað var hin unga Hjørdis,

sum var hans kona.

 

82 Sjúrð skalt tú nevna meg,

Sigmundar svein,

tað var hin unga Hjørdis,

hon bar meg í heim.”

 

83 Ormurin skreið á gullinum,

hann gjørdi so langt eitt skrið,

Sjúrður situr á Grana baki,

hann ger seg sjálvan til.

 

84 Ormurin skreið á gullinum,

sum frá man frættast víða,

Sjúrður situr á Grana baki,

hann býr seg til at stríða.

 

85 Sjúrður gav so stórt eitt høgg

av so miklum móði,

hann kundi illa á jørðini standa

fyri eitur og ormablóði.

 

86 Sjúrður gav so stórt eitt høgg,

slíkt var mikið undur,

tá skalv bæði leyv og lund,

hann kleyv hann um miðju sundur.

 

87 Sjúrður stakk til hjartað,

vegurin var trongur,

tríati alin

var teinurin langur.

 

88 Sjúrði varð so heitt á hendi,

hann brá sær upp í munn,

fuglar og so villini djúr,

og øll vórðu honum kunn.

 

89 Tað søgdu honum villini fuglar,

uppi sita í eik:

“Sjálvur skalt tú, Sjúrður,

eta av tíni steik.”

 

90 Sjúrður stokti hjartað,

av teininum dró,

Regin legst at drekka

ormins blóð.

 

91 Tað var Sjúrður Sigmundarson,

sínum svørði brá,

hann kleyv reystan Regin smið

sundur í lutir tvá.

 

92 Árla var um morgunin,

tað roðar fyri sól,

hann bindur upp á Grana bak

gullkisturnar tólv.

 

93 Tólv gullkistur

hvørjumegin tá,

síðan setst hann Sjúrður

at ríða omaná.

 

94 Síðan setst hann Sjúrður

at ríða omaná,

Grani sprakk yvir Lindáir,

vreiður var hann tá.

 

95 Sjúrður reið á skógnum fram,

ei hans móðir av visti,

eingin veit á morgni at siga,

hvar hann á kvøldi gistir.

 

96 Hesturin vendi, hagan kendi,

honum var leiðin kunn,

Sjúrður svav á teirri nátt

undir ein kaldan runn.

 

97 Sjúrður svav á teirri nátt

undir ein kaldan runn,

tað vil eg for sanheden siga,

hann gisti 'tea olderun'.

 

98 Sjúrður saðlar gangara sín

um eina morgun snimma,

hon fylgdi Sjúrða so langt á leið,

men nú grætur 'olderina'.

 

99 So gongur hann Grani

grót sum grønan vøll,

tílíkur kemur eingin heim

á Buðla kongins høll.

 

100 So gongur hann Grani

grót sum hvítan sand,

tílíkur kemur eingin heim

á Buðla kongins land.

 

CCF 1 Ca [I]

TSB E 51

 

Handrit: Hammershaimb's Collection. AM, Access. 4c II [2].

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Chr. Matras greiddi til útgávu, 1951) Band  I, s. 86.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 2. bind, s. 7

 

Heimild: Úr Norðuroyum

E 51 Regin smiður (Sigurd revenges his father’s death and kills the serpent Fafnir)

Sigmundur brýtur svørð sítt og verður deyðiliga særdur í bardaga ímóti Hundings sonum. Áðrenn hann doyr, sigur hann konu síni, Hjørdis, at hon fer at fáa son, og at hon skal geva honum Sjúrðar navn. Hann fer at hevna deyða faðir sín. Sigmundur gevur henni brotna svørð sítt. Regin smiður skal evna nýtt svørð burtur úr pettunum.

Sjúrður veksur til evnaligan ungan mann, og tá ið hann fer ov ógvisliga við vinmonnunum, biðja teir hann heldur fara og hevna deyða faðir sín. Sjúrður fer til móður sína og fær at vita, hvussu drápsmaður pápans eitur. Hann fær brotna svørðið, velur hestin Grana til sín sjálvs og fer til Regin smið. Regin noyðist at smíða svørðið Gram.

Sjúrður ríður í bardaga og ger av við Hundings synir. Saman við Regini fer hann av stað at drepa ormin Fávnir, egna beiggja Regins. Ein gamalur, einoygdur maður (frábr.: A, D, F: Nornagestur) ávarar Sjúrð ímóti Regini. Sjúrður vegur ormin og etur hjarta hansara, og soleiðis verður hann førur fyri at skilja fuglamál. Eisini fuglarnir ávara hann ímóti svikagerðunum, sum Regin hevur í huga, og síðani drepur Sjúrður Regin. Hann fermir allar dýrgripir ormsins á Grana bak og fer heim aftur.

á føroyskum: CCF 1 A: I, Ba-b: I, C ør. 1-100, D: I, E: I, F, G ør. 1-107 (bert á føroyskum). Fyrsti táttur av ”Sjúrðarkvæðum”.