Skip to main content

Belusar táttur

 

CCF 225

Einki TSB-nr.

 

1 Av skálkheitini upprunnin er

ein Belusargrýla, so fúl hon er,

full av teim skálkarinkum,

ein gang tey *kókaðu ketilost,

tá ætlaði Belus at gera krás

og hondina frá sær rakti,

bannað beistið knútin loysti til at stjala,

tá begynti tann deyði til at tala.

 

2 Tá tey kókaðu selaspik,

tá ætlaði Belus at gera svik

og hondina frá sær rakti,

Beladrong

sprakk í song,

puttaði tað so í bølið,

ballaði tað so innan í ein skøling.

 

3 Slíkt man vera Belusardrongur,

gott skal eingin trúgva honum longur,

eftir hann hevði tikið tað spikið,

sprakk úr seingini fram

sum hann,

tókti onga skamm,

hetta kalla vit trællar fyri allar,

sum spik innan í skølingar ballar.

 

4 Potturin yvir eldinum hongur,

nú reisist Belusardrongur,

tók hann til at munga, hans lunga,

svør um sína sjel,

nú kóka tey sel,

hetta fellur mær væl,

tí eg heiti Bel,

skar hann sær eitt stykki av flykki,

tonkti, tey sóu tað ikki.

 

5 Har stóð ein kista við einki lás,

tá ætlaði Belus at gera krás

og hondina frá sær rakti,

dralvastykkið

fekk hann ikki, í hjarta hevði,

tí hann tað undir borðið legði.

 

6 Eina ferð úti á skipi,

tá mundi Belus verið dripin,

tí hann vildi taka at baka

stóra holubreyð,

summir søgdu hann leyg,

tá var hann komin í neyð,

tí hann vildi stjala og fjala,

síðani við sín fúla sekk at kvala.

 

7 Ein jólaftan undir oy,

tá mundi Belus doyð,

út á sjógvin gleið,

svór so stóran eið:

“Tú hevur stolið upp úr holu,

eitur verði á tær hvør moli.”

Prestur fekk at hoyra sum fleiri,

vildi hann tá í myrkastovuna koyra.

 

CCF 225

Einki TSB-nr.

 

Handrit: a: Koltursbók (Fróðskaparsetur Føroya) I, s. 40, nr. 7.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 460.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2005) 36. bind, s. 177.

 

Heimild: Úr Koltri. Thomas Samuel Peter Rasmussen (1822-1908) Koltri, 1848.