Skip to main content

Ásmundur skeinkjari

 

CCF 37 A

TSB E 73

 

1 Viljið tær nú lýða á,

meðan eg flyti fram,

kongur ræður for Írlandi,

Torstein nevni eg hann.

 

2 Kongur ræður for Írlandi,

tikin til góðar at evna,

raskar eigur hann synir tveir,

báðar kann eg væl nevna.

 

3 Raskar eigur hann synir tveir,

báðar kann eg væl nevna:

Halgir og hann Haraldur,

teir kunna væl dreingjum stevna.

 

4 Halgir hann var eldri av teim,

Haraldur var yngri,

hann var av øllum vænari,

tí fell honum forlag tyngri.

 

5 Halgir reið á markir út,

hann var riddarin snjalli,

rendi fyri Ervafoss,

ið stendur á Dovrafjalli.

 

6 Tríati favnar var bergið hátt,

sum søgur ganga frá,

kappin rendi for Ervafoss,

hann slóst í stykki smá.

 

7 Kappin rendi for Ervafoss,

hann slóst í stykki smá,

voldi tað risin, fyri var,

at hin á vølli lá.

 

8 Eftir livir hans sæla móðir

bæði við sorg og mein,

ei er eftir í ríkinum

meiri enn Haraldur sonur ein.

 

9 Eftir livir hans sæla móðir

við trega og tunga trá,

ei er eftir meir enn Haraldur,

um enn hann liva má.

 

10 Haraldur vóks í ríkinum,

Gud gav honum vøkst,

meira vóks hann í mánað ein

enn onnur børn í seks.

 

11 Haraldur vóks í ríkinum

skjótt og ikki leingi,

inntil hann fór á leikvøllir

íblant aðrar dreingir.

 

12 Hann vóks upp á leikvøllum

undir reyðum og grønum skildri,

lærdi allar listir tær,

ið sjálvur kjósa vildi.

 

13 Hann vóks upp á leikvøllum

íblant aðrar sveinar,

hvønn tann dag, teir reiðir vóru,

stóð teim stríð av meini.

 

14 Hann vóks upp á leikvøllum

snart og ikki leingi,

inntil hann gjørdist í høggum tungur.

hann bardi kongins dreingir.

 

15 Niður settust sveinarnir,

reiðir ið teir vóru:

“Líkari var tín bróður at hevnt

enn berja oss so stórum.”

 

16 Niður settust sveinarnir,

reiðir vóru teir tá:

“Líkari var tín bróður at hevna

enn berja oss og slá.”

 

17 Hann kastaði svørð og herklæði

og settist niður á fold,

tá ið hann hoyrdi sín bróðurs navn,

hann sortnar sum ein mold.

 

18 Svaraði Haraldur, kongins son,

hann studdist við stálið blá:

“Hvussu var hann at navni nevndur,

ið mín bróður vá?”

 

19 Svaraði ein av sveinunum,

riddari var hann snjallur:

“Tín fell bróðir fyri risanum,

ið býr á Dovrafjalli.”

 

20 Svaraði annar av sveinunum,

hann mælir for munni á sær:

“Tað var hesin grimmi risi,

tín bróðurs bani var.”

 

21 Haraldur stendur á grønum vølli,

allur í gulli skín:

“Nú lystir meg á Dovrafjall

at hevna bróður mín.”

 

22 Svaraði Haraldur, kongins son,

kinnar bar hann so reyðar:

“Enn vil eg á Dovrafjall

at hevna mín bróðurs deyða.”

 

23 Árla var um morgunin,

ið sólin fagurt skín,

Haraldur gongur í hallina

fyri kongin, faðir sín.

 

24 Haraldur stendur á hallargólvi,

tikin til góðar at evna:

“Nú lystir meg á Dovrafjall

mín bróðurs deyða at hevna.”

 

25 “Fátt er tær av hyggju komið,

tú hevur tagað leingi,

risin hevur av lívi tikið

so mangar raskar dreingir.

 

26 Fátt er tær í huga komið,

tú hevur tagað enn,

risin hevur av lívi tikið

so mangar raskar rnenn.”

 

27 Tá svaraði Torstein kongur,

slíkt er mikil tattur:

“Kvittar tú á Dovrafjall,

eg síggi teg ikki aftur.”

 

28 Svaraði hans sæla móðir,

kinnar bar hon so reyðar:

“Fellur tú fyri risanum,

so syrgi eg meg til deyða.”

 

29 Svaraði Haraldur, kongins son,

sum studdist við stálið blá:

“Tó skal eg á Dovrafjall,

tað standist hvat av ið má!”

 

30 Haraldur klæðist upp árla morgun.

ei hans faðir visti,

eingin veit á morgni at siga,

hvar hann á kvøldi gistir.

 

31 Út varð loystur gangarin,

ið kempan skuldi á ríða,

prýddur var hann við skarlak

niður á miðalsíðu.

 

32 Haraldur sprakk á gangara sín

yvir leysan loga,

studdist hvørki við skjøld, ei svørð,

og ei við saðilbuga.

 

33 Haraldur steig á gangara sín

og seg frá borgum dró,

fáur ríður tílíkur

yvir heiðinmark og skóg.

 

34 So reið Haraldur, kongins sonur,

lystiliga fram,

gyltir leika ringarnir,

hans góði gangari rann.

 

35 Haraldur reið á markir út

ta somu morguntíð,

hann kom upp á Dovrafjall,

sum vegir liggja víða.

 

36 Haraldur reið á markir út

ta somu morgunstund,

hann komst niður á Dovrafjall

í grønari lund.

 

37 Tríggjar sær hann ódnirnar

sær fyri eygum at standa,

eldurin og tað høga berg

og vatnið tað hitt langa.

 

38 Tríggjar sær hann ódnirnar

sær fyri eygum at stá:

eldurin og tað høga berg

og vatnið tað hitt blá.

 

39 Á bergið læt hann ikki halda,

ei á vatnið standa,

tað var hann Haraldur, kongins son,

hann ræð í bálið ganga.

 

40 Á bergið læt hann ikki halda,

ei á vatnið fríða,

tað var Haraldur, kongins son,

hann ræð í bálið ríða.

 

41 Fljótur er tann gangarin,

á grønum vølli rann,

bjartur var tann váðalogin,

um hestins hógvar brann.

 

42 Fljótur er tann gangarin,

á grønum vølli rennur,

bjartur var tann váðalogi,

um hann sjálvan brennur.

 

43 Haraldur hugsar við sjálvum sær:

“Undan skal eg ikki flýggja,

líta skal eg á skjøld og svørð

og so mína brynju nýggja.

 

44 Líta skal eg á skjøld og svørð,

so mína brynju nýggja.”

Tá hann slapp av eldi út,

tá mundi hann risan síggja.

 

45 Risin so til orða tekur:

“Ilt skal eg av tær gera,

eg skal seta teg upp á tein,

til krásir skalt tú verða.”

 

46 Svaraði Haraldur, kongins son,

mælir for sínum munni:

“Ongan skalt tú sigur rósa,

fyrr enn tú hevur vunnið.”

 

47 Svaraði Haraldur, kongins son,

hann heldur um gyltan mæka:

“Eg skal ikki mín bróðir verða,

tú lætst av lívi taka.”

 

48 Tað var Haraldur, kongins son,

sínum brandi streyk,

ikki visti risin av,

fyrr enn høvur av herðum feyk.

 

49 Vegið fekk hann risan tann,

so er komið til mín,

so glaður reið Haraldur, kongins son,

aftur for faðir sín.

 

50 Vegið fekk hann risan tann

alt fyri uttan sorg,

so glaður reið Haraldur, kongins son,

aftur í sín faðirs borg.

 

51 Haraldur gekk í hallina inn

og talar orðum so:

“Nú havi eg vegið risan tann,

ið mín bróður vá.”

 

52 “Eru hesi dømin sonn,

ið tú sigur fyri mær,

hann er eingin av Írlandi,

ið betur ber lov enn tær.”

 

53 Svaraði Haraldur, kongins son,

kinnar bar hann so reyðar:

“Tungum víggi stóð eg í,

tá ið risin gekk til deyða.”

 

54 Tað var Haraldur, kongins son,

hann kendi við sær alv,

hann settist niður í hásæti,

næstum borgin skalv.

 

55 Drekka teir í ríkinum,

so er komið til mín,

Torstein kongur av Írlandi

hann sparir ei mjøð, ei vín.

 

56 Drekka teir í ríkinum

á so mangan lund,

drekka mjøð og kláran vín

so glaðir á hvørji stund.

 

57 Haraldur situr í hásæti,

leitar við sveinar ráð:

“Hvar vita tit so væna junfrú,

ið mær er sámi at fá?”

 

58 Allir drýptu høvur niður,

eingin tordi svara

uttan ein so lítil svein,

hann letur so orðum fara.

 

59 Svaraði ein so lítil svein

í fyrsta orði tá:

“Sjúrður kongur á Upplondum

so væna dóttur ár.

 

60 Sjúrður kongur á Upplondum

so væna dóttur ár,

hana tykir mær sámi tín,

kundi tú hana fá.

 

61 Hon ber ikki bleika brá

undir sínum gula hári,

heldur tann fagra summarsól,

ið fagurt skín um várið.

 

62 Kinnin er reyð sum hummarsklógv

niður frá ljósum enni,

eingin er hon á Upplondum,

ið líknast kann mót henni.”

 

63 “Er hon so von og tekkilig,

sum tit sigið frá,

hagar streingi eg heiti mítt,

tað standist hvat av, ið má!

 

64 Hagar skal eg stevna mínum

bønarorðum fram,

biðja til dóttur Upplands kongs,

tað standist hvat av, ið kann!”

 

65 Svaraði annar av sveinunum,

fyrr hevði tænt hjá henni:

“Áður tú frúnna av neyðum festir,

sveitkast tær um enni.”

 

66 Svaraði annar av sveinunum,

henni hevði tænt hjá leingi:

“Áður tú frúnna til ektar festir,

fækkast tínir dreingir.

 

67 Uttan for hennara salin

standa teir hundar tólv,

allar mást tú deyðar hava,

tú stígur á brúðargólv.

 

68 Uttan for hennara salin

har liggja bjarnir fimm,

allar mást tú deyðar hava,

tú stígur í salin inn.”

 

69 Kongins dóttir á Upplondum,

mongum eykar hon sorg,

so er hon at navni nevnd:

frúgvin Ingiborg.

 

70 Kongins dóttir á Upplondum,

tað lystiliga vív,

hagar ríða teir sendimenn

ígjøgnum grøna líð.

 

71 Kongins dóttir á Upplondum,

tað lystiliga sprund,

hagar ríða teir sendimenn

ígjøgnum grøna lund.

 

72 Hagar ríða teir sendimenn,

teir vilja ta junfrú fanga,

hann letur teir í tornið seta,

og allir av lívi ganga.

 

73 Hagar ríða teir sendimenn,

bæði kongasynir og jallar,

hann letur teir í tornið seta

og tekur teir burtur allar.

 

74 Hann letur teir í tornið seta

bæði av ilsku og bræði,

men nevndur er Haraldur, kongins son

sum sigist í hesum kvæði.

 

75 Haraldur stendur og lýðir á,

sló so upp við gleim:

“Tó skal eg til Upplanda,

um eg komi ikki heim.”

 

76 Svaraði Haraldur, kongins son,

hann heldur um stálið stinna:

“Tó skal eg til Upplanda

kongins dóttur at vinna.”

 

77 “Fert tú teg til Upplanda,

sum søgur ganga frá,

far fyrst til mín sæla bróður,

leita við hann ráð!

 

78 Far fyrst til mín sæla bróður,

hann hevur vankað víða,

kunnig eru honum lokabrøgð

og allir loynistígar.

 

79 Far fyrst til mín sæla bróður,

ið har hevur verið leingi,

kunnig eru honum lokabrøgd

og allir loynigangir.”

 

80 Tá svaraði Torstein kongur,

hann sló so upp við gamni:

“Áður tú ríður av Írlandi,

tú tak við konganavni!”

 

81 Krúnaður varð tá kongurin,

herurin var so fegin,

sum tann fuglur, á viði situr,

er á ljósum degi.

 

82 Krúnaður varð tá kongurin,

fagurt var á at líta,

Torstein kongur av Írlandi,

hann sparir ei mjøðin hvíta.

 

83 Árla var um morgunin,

dagurin var ljús,

tá var Haraldur, kongins son,

til síni klæði fús.

 

84 Út varð loystur gangarin,

ið Haraldur skuldi á ríða,

prýddur var hann við skarlak

niður á miðalsíðu.

 

85 Haraldur sprakk á gangara sín

yvir saðilringar,

so reið hann á markir út,

hann læt hann goystan springa.

 

86 So reið Haraldur, kongins son,

hann dró fram yvir heiði,

av gulli vóru grímurnar,

tann galtagjørðin breiða.

 

87 So reið Haraldur, kongins son,

lystiliga fram,

gyltir leika ringarnir,

hans góði gangari rann.

 

88 So reið Haraldur, kongins son,

ígjøgnum lundina ein,

hann hevði ongan av sínum liði

uttan sín skjøldarsvein.

 

89 So reið Haraldur, kongins son,

tað lyftir av gyltum hjálmi,

borgir sær hann undan koma,

tað skyggir av rínarmálmi.

 

90 Har vóru grundir á gaddi settar

av hvítum marmorsteini,

takið av seigum syfrisheggi,

veggir av elfinbeini.

 

91 Haraldur reið at borgum fram,

vaks honum við til grimd,

sum Ásmundur yvir borði drakk

við monnum hundrað fimm.

 

92 Haraldur reið at borgum fram,

er mær ei á tí hól,

sum Ásmundur yvir borði sat

við monnum, hundrað tólv.

 

93 Uppi í miðjum grasagarði

har akslar hann síni skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

94 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Ásmundur yvir borði sat

við monnum hundrað fimm.

 

95 Haraldur stendur á hallargólvi.

eingin ið hann kendi

uttan Ásmundur skeinkjari,

ið reyðargull bar á hendi.

 

96 Svaraði Ásmundur skeinkjari,

gyrdur sat hann við brandi:

“Ver vælkomin, mín bróðurson,

kongur á Íralandi!

 

97 Ver vælkomin, mín bróðurson,

higar nú til mín,

drekk nú, hvat ið tær betur líkar,

mjøðin ella vín!”

 

98 “Lítið er mær um mjøðin tín,

hálvum minni um vín,

onnur havi eg ørindini

higar í dag til tín.”

 

99 Haraldur stendur á hallargólvi,

hann ræð so orðum siga:

“Nú lystir meg til Upplanda

kongins dóttur at biðja.”

 

100 “Fátt er tær í huga komið,

tú hevur tagað leingi,

kongurin hevur av lívi tikið

so mangar raskar dreingir.

 

101 Kongins dóttir í ríkinum

mongum eykar hon sorg,

so er hon at navni nevnd:

frúgvin Ingiborg.”

 

102 Svaraði Ásmundur skeinkjari,

sló tað í ein tattur:

“Kvittar tú til Upplanda,

tú kemur ikki aftur.”

 

103 Haraldur stendur á hallargólvi,

tók hans orð við reiði:

“Tó skal eg til Upplanda,

eg komi ei aftur úr teirri.”

 

104 “Hyr tú, Haraldur, mín bróðurson,

tú ger eftir mínum ráðum,

lat meg sigla undan um stund,

og bíða tú heima í náðum!”

 

105 Árla var um morgunin,

sólin roðar í lund,

Ásmundur vindur upp segl á skip

ta somu morgunstund.

 

106 Vant hann segl á fríðan falk

ta somu morgunstund,

snarliga skundar hann ferðini,

hann kvittar um Oyrarsund.

 

107 Vinda teir upp síni silkisegl,

gull við vovin rand,

stryka tey ei á bunka niður

fyrr enn við Uppland.

 

108 Lítin svein av smalaheiði

goymir at smalu og geit,

hann sær skip eftir havi koma,

havnir vilja leita.

 

109 Allar rekur hann smalurnar

saman á grønan vøll,

síðan akslar hann kápu blá,

hann gongur í kongins høll.

 

110 Síðan akslar hann kápu blá,

hann gongur í kongins høll:

“Eg eri meg í einum luti

vísari enn tit eru øll.

 

111 Eg eri meg av einum luti

vísari enn tit eru øll,

eg sær skip eftir havi koma.

seglini hvít sum mjøll.”

 

112 “Sært tú skip eftir havi koma,

seglini hvít sum lín,

vera man ríkur høvdingur

at biðja dóttur mína.”

 

113 Svaraði tá Sjúrður kongur,

letur so orðum siga:

“Vera man ríkur høvdingur

mína dóttur at biðja.”

 

114 Svaraði frúgvin Ingibjørg,

leit seg upp til skýggja:

“Lovið mær í grasagarð,

og latið meg sjálv hann síggja!”

 

115 Svarað frúgvin Ingibjørg,

har hon stóð á jørð:

“Hatta er Ásmundur skeinkjari,

sum higar dró í fjør.

 

116 Hatta er Ásmundur skeinkjari

bæði á brún og brá,

sjálv havi eg seymað

tey silkisegl í rá.”

 

117 Higar ið teirra snekkjan

kendi fagurt land,

lótu teir síni akker falla

á so hvítan sand.

 

118 Lótu teir síni akker falla

á so hvítan sand,

fyrstur steig Ásmundur skeinkjari

sínum fótum á land.

 

119 Fyrst steig Ásmundur skeinkjari

sínum fótum á land,

tá var frægur Sjúrður kongur

gingin oman til strand.

 

120 “Vælkomin, Ásmundur skeinkjari

higar heim til mín!

Lidnir eru fimtan vetur,

síðan eg væntaði tín.”

 

121 “Eg havi ligið í fimtan vetur

sjúkur undir oy.

Hvussu livir í ríkinum

hon hin væna moy?

 

122 Eg havi ligið í fimtan vetur

sjúkur undir lund.

Hvussu livir í ríkinum

hon tað væna sprund?

 

123 Eg havi ligið í fimtan vetur

sjúkur undir lín.

Hvussu livir í ríkinum

Ingibjørg, dóttir tín?”

 

124 “So livir hon frúgvin Ingibjørg,

henni skortar ei gullið reyða,

døprum huga er hon í

at syrgja tygara deyða.”

 

125 Ganga teir frá strondum niðan,

fagurt var á at líta,

Sjúrður kongur í Upplondum

hann spardi ei mjøðin hvíta.

 

126 Drekka teir í ríkinum

bæði úti og inni,

drekka mjøð og kláran vín

so glaðir á hvørjum sinni.

 

127 Drekka teir í ríkinum

á so mangan hátt

brúnan mjøð og kláran vín

dag sum døkka nátt.

 

128 Síðla var um aftanin,

alt gekk fólk at sova,

Ásmundur snúðist av høllini út,

hann festi hurð í klova.

 

129 Ásmundur gekk av høllini út,

sum har hevði verið leingi,

kunnig vóru honum lokabrøgð

og allir loynigangir.

 

130 Ásmundur gekk av høllini út

við trega og tunga sorg,

so gekk hann í moynnar sal

fyri frúnna Ingiborg.

 

131 Ásmundur gekk í salin inn

við trega og tungan anda,

upp steig frúgvin Ingibjørg,

hon bar honum drykk til handa.

 

132 “Vælkomin, Ásmundur skeinkjari,

higar nú til mín,

drekk nú, hvat ið tær betur líkar,

mjøðin ella vín!”

 

133 “Lítið er mær um mjøðin tín,

hálvum minni um vín,

onnur havi eg ørindini

í gullsalin til tín.

 

134 Onnur havi eg ørindini

í gullsalin til tín,

Haraldur kongur av Írlandi

hevur sent tær kvøðu sína.”

 

135 “Haraldur kongur av Írlandi,

síðst mundi okkur vara,

bæði væl og høviskliga

mást tú honum svara.”

 

136 Svaraði frúgvin Ingibjørg,

tað hitt væna vív:

“Eingin meg av ríki førir,

meðan mín faðir er í lívi.”

 

137 Svaraði frúgvin Ingibjørg

í annað orðið tá:

“Eingin meg av ríki førir,

meðan mín hevur faðir ráð.”

 

138 Svaraði Ásmundur skeinkjari,

stóð klæddur í brynju blá:

“Hann kann teg av ríki føra,

leggur tú sjálv til ráð.”

 

139 Tað var frúgvin Ingibjørg,

burtur frá honum gekk,

hon kom aftur við rúnargulli,

Ásmundi hon fekk.

 

140 Svaraði frúgvin Ingibjørg

alt fyri uttan vanda:

“Fá tú tínum bróðursyni,

kongi av Íralandi!

 

141 Fá tú honum tað fingurgull,

tann armaringin reyða,

ber hann tað yvir úlvhundar,

teir falla til jarðar deyðir!

 

142 Tekur hann hetta fingurgull

yvir teir at bera,

allir falla til jarðar niður,

teir kunnu honum einki gera.

 

143 Tú fá honum her tað fingurgull.

tann armaringin dýra,

ber hann tað yvir hvítabjarnir,

so væl kann tað teim stýra.”

 

144 Árla var um morgunin,

sólin víða skein,

leingist Haraldi, kongins syni,

Ásmundur kemur ei heim.

 

145 Árla var um morgunin,

sólin roðar í lund,

Haraldur vindur upp segl á skip

ta somu morgunstund.

 

146 Haraldur vindur upp segl á skip

ta somu morgunstund,

teir fingu ein so blíðan byr,

teir sigldu um Oyrarsund.

 

147 Vundu teir upp síni silkisegl,

gull í vovin rand,

strykaðu ei á bunkan niður

fyrr enn við Uppland.

 

148 Higar ið teirra snekkjan

kendi fagurt land,

lótu teir síni akker falla

á so hvítan sand.

 

149 Lótu teir síni akker falla

á so hvítan sand,

fyrst steig Haraldur, kongins son,

sínum fótum á land.

 

150 Fyrstur steig Haraldur, kongins son,

sínum fótum á land,

tá var Ásmundur skeinkjari

gingin niður til strond.

 

151 “Vælkomin, Ásmundur skeinkjari,

higar nú til mín,

drekk nú, hvat ið tær betur líkar,

mjøðin ella vín!

 

152 Drekk nú, hvat ið tær betur líkar.

mjøðin ella vín,

hvøssu tók frúgvin Ingibjørg

við bønarorðum mínum?”

 

153 “Tað svaraði frúgvin Ingibjørg.

tað hitt væna vív,

eingin seg av ríki førir,

meðan sín hevur faðir lív.

 

154 Tað svaraði frúgvin Ingibjørg,

eg sigi tær satt ífrá,

eingin seg av ríki førir,

meðan sín hevur faðir ráð.”

 

155 Tá svaraði Haraldur, kongins son.

stóð klæddur í brynju blá:

“Eg skal hana av ríki føra,

tað standi hvat av, ið má!”

 

156 “Men tær fekk hon tað fingurgull.

tann armaringin reyða,

bart tú tað yvir úlvhundar,

teir fullu til jarðar deyðir.

 

157 Tókst tú hetta fingurgull

yvir teir at bera,

allir fullu til jarðar niður,

teir kunnu tær einki gera.

 

158 Tær fekk hon tað fingurgull

tann armaringin dýra,

bart tú tað yvir hvítabjarnir,

so væl kundi tað teim stýra.”

 

159 Haraldur gekk frá strondum niðan,

hann var for ongum ræddur,

fylgdi honum Ásmundur skeinkjari

allur í jarni klæddur.

 

160 Uppi í miðjum grasagarði

aksla teir síni skinn,

og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn.

 

161 Og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn,

sum Sjúrður kongur við borðið sat

við monnum hundrað fimm.

 

162 “Vækomin, Ásmundur skeinkjari,

higar nú til mín,

drekk nú, hvat ið tær betur líkar,

mjøðin ella vín!”

 

163 “Lítið er mær um mjøðin,

hálvum minni um vín,

onnur hava vit ørindini

higar í dag til tín.”

 

164 Svaraði tá Sjúrður kongur,

mælir for munni á sær:

“Hvat er hatta for mikil kempa,

Ásmundur, ið fylgir tær?

 

165 Svaraði Ásmundur skeinkjari,

gyrdur stóð hann við brandi:

“Hetta er mín bróðurson,

kongur av Íralandi.”

 

166 Svaraði tá Sjúrður kongur,

letur so orðum skilja:

“Sig mær, ungi Ásmundur,

hvat man kappin vilja?”

 

167 Svaraði Haraldur, kongins son,

hann ræð so orðum siga:

“Tað eru míni ørindi

tygara dóttur at biðja.”

 

168 “Mangur ríkur riddarin

frúnna vildi fanga,

eg havi teir latið í tornið sett

og allar av lívi at ganga.

 

169 Mangur reystur edilingur

frúnna vildi fingið,

eg havi teir latið í tornið sett

og allar av lívi gingið.

 

170 Uttan for hennara salin

standa úlvhundar tólv,

allar skalt tú deyðar hava,

tú stígur á brúðargólv.

 

171 Uttan for hennara salin

har liggja bjarnir fimm,

allar skalt tú deyðar hava,

tú stígur í salin inn.”

 

172 Svaraði tá Sjúrður kongur,

hann skeinkir tann mjøðin hvíta:

“Kanst tú hesar treytir lúka,

frúnna skalt tú nýta.”

 

173 Svaraði Haraldur, kongins son:

“Fátt kann sterkum bella,

eg haldi tað einki roysni vera

úlvhundar til jarðar at fella.”

 

174 Svaraði Haraldur, kongins son,

sum gitið man vera víða:

“Eg kalli tað einki roysnisverk,

hvítabjarnir til jarðar at níga.”

 

175 Drekka teir í ríkinum

so glaðir á sína lund,

drukku mjøð og kláran vín

so kátir á hvørji stund.

 

176 Síðla var um aftanin,

alt gekk fólk at sova,

frændur gingu av høllum út,

teir festa hurð í klova.

 

177 Ásmundur gekk av høllini út,

sum gitið man verða leingi,

honum vóru kunnigir lokavegir

og allir loynigangir.

 

178 Ganga teir frá borgum út

síðla dag at kvøldi,

høgan síggja teir moynnarsal

glógva í hilmirs eldi.

 

179 Ganga teir frá borgum út

alt fyri uttan vanda,

høgan síggja teir moynnarsal

í hilmirs eldi standa.

 

180 Ganga teir eftir veginum fram,

hitan mundu teir kenna,

høgan síggja teir moynnarsal

í hilmirs eldi brenna.

 

181 Losna taka úlvhundar,

teir vilja teim einki líva,

eg svørji tann eið við mína trú,

teir vilja teir sundur ríva.

 

182 Hann tók hetta rúnargull

yvir teir at bera,

allir fullu til jarðar niður,

teir kundu honum einki gera.

 

183 Nú teir koma í grasagarð,

nú elvist meiri vandi,

losna taka hvítabjarnir,

javnt við borgir standa.

 

184 Hann tók hetta fingurgull

yvir tær at bera,

allar fullu til jarðar niður.

tær kundu honum einki gera.

 

185 Hann tók hetta fingurgull,

tann armaringin dýra,

bar tað so yvir hvítabjarnir,

so væl kundi tað teim stýra.

 

186 Deyðir liggja úlvhundarnir,

hvítabjarnir fimm,

síðan gongur Haraldur

í moynnarsalin inn.

 

187 Stillar liggja hvítabjarnir,

úlvhundarnir tólv,

síðan gingu frændur báðir

inn á salargólvið.

 

188 Ganga teir í moynnarsal

alt fyri uttan vanda,

upp steig frúgvin Ingibjørg,

hon bar teim drykk til handa.

 

189 Svaraði Haraldur, kongins son,

hann mælir for munni á sær:

“Tú statt upp, frúgvin Ingibjørg,

av landi fylg tú rnær!”

 

190 Svaraði frú Ingibjørg,

tað hitt væna vív:

“Eingin meg av ríki førir,

meðan mín hevur faðir lív.”

 

191 Svaraði Ásmundur skeinkjari,

hann stóð har skamt ífrá:

“Hann kann teg av ríki føra,

leggur tú sjálv tey ráð.”

 

192 Upp steig frúgvin Ingibjørg,

tað hon gjørdi tá,

fylgdi hon teim ein loyniveg

sínum sali frá.

 

193 Gingu teir av moynnarsal,

so er greint fyri mær,

kyndu eld í høgu borg,

sum kongurin inni var.

 

194 Teir løgdu eld í báðar galvar,

stokkar fyri dyr,

teir brendu inni Sjúrða kong

og alt hans valdra lið.

 

195 Teir brendu inni Sjúrða kong

við alt tað lið, hann ár,

frúnna og hennar mentarsnót

teir førdu londum frá.

 

196 Silki og so perlur

var eftir veginum breitt,

so varð hon frúgvin Ingibjørg

oman til strandar leidd.

 

197 Vundu teir upp síni silkisegl,

gull í vovin rand,

strika tey ei á bunka niður

fyrr enn við Íraland.

 

198 Tegar ið teirra snekkjan

kendi fagurt land,

lótu teir sínum akkerum falla

á so hvítan sand.

 

199 Lótu teir síni akker falla

á so hvítan sand,

fyrst steig Haraldur, kongins son,

sínum fótum á land.

 

200 Fyrst steig Haraldur, kongins son,­

sínum fótum á land,

og hon frúgvin Ingibjørg

undir hans høgru hand.

 

201 Og hon frúgvin Ingibjørg

undir hans høgru hond,

tá var sjálvur Torstein kongur

gingin niður á strond.

 

202 Svaraði Haraldur, kongins son,

hann studdist við stálið blá:

“Har skalt tú, faðir, síggja ta moy,

tú segði, eg kundi ei fá.”

 

203 Svaraði tá Torstein kongur,

mælir for munni á sær:

“Eingin er hon á Írlandi,

ið betur ber lov enn tær.”

 

204 Svaraði tá Torstein kongur

glaður for uttan ekka:

“Gangið nú í glæstriborg

tann brúna mjøð at drekka!”

 

205 Haraldur gekk av borðinum.

rættir fram ljósa hond,

fagurt var at lýða á

teirra festnarbond.

 

206 Drukkið varð teirra brúdleyp.

kátt var teirra lív,

gingu so bæði í eina song,

Haraldur og hans vív.

 

207 Drukkið varð teirra brddleyp

bæði við mjøð og vín,

so fór hvør, sum boðin var,

haðan heim til sín.

 

208 Livdu saman í ríkinum,

skortaðu ikki fíggja,

áttu børn og alvaðu av sær

ungar synir tríggjar.

 

209 Kvøðið havi eg hetta út,

so vítt sum eg kann venda,

tey kalla tað Ásmund skeinkjara,

ið komið er nú til enda.

 

CCF 37 A

TSB E 73

 

Handrit: Savn hjá V.U. Hammershaimb, AM, Access. 4c I [1].

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1941) Band  II, Teil 1, s. 68

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1999) 10. bind, s. 150

 

Heimild: Úr Sandoy: Ole Joensen, Óli í Kirkjugerði (1810 -1899), Skálavík, 1847.

E 73 Ásmundur skeinkjari (After revenging brother’s death man defeats wild animal by magic means to get a bride

 

Írakongur eigur tveir synir, Halgir og Harald. Ein risi í Dovrafjalli drepur Halgir, og tá ið bróðirin er tilkomin drepur hann risan í hevnisøku. So ætlar hann sær at biðja um Ingibjørg, dóttur Upplandskongs. Hann sigur pápabeiggja sínum, Ásmundi, frá ætlanum sínum. Ásmundur ávarar Harald og sigur, at Upplandskongur vil ikki biðlunum hjá dóttur síni nakað gott. Ásmundur biður Harald bíða, meðan hann sjálvur fyrst skal fara til Upplands.

Í Upplandi møtir Ásmundur Ingibjørg, sum gevur honum ein gandaring at hjálpa Haraldi, so hann sleppur fram við villu djórunum hjá pápanum. Ringurin ger, at Haraldur óskalaður kemur vegin fram til hús Ingibjargar.

Upplandskongur og menn hansara verða innibrendir í høll síni, og Ásmundur, Haraldur og Ingibjørg fara aftur til Írlands. Haraldur og Ingibjørg giftast.

á føroyskum: CCF 37 (bert á føroyskum)