Skip to main content

Bænadikts kvæði

 

CCF 121 A

TSB D 432

 

1 Ein er greivi í Onglandi,

synir eigur sær:

Ísakur og Bænadikt

nevndir fyri mær.

 

Higar á øllum ættum,

innan tann rósinloga,

har bant eg mítt horsið tá,

sum riddarar á æru sova.

Higar á øllum ættum.

 

2 Ein er greivi í Onglandi,

synir eigur tveir:

Ísakur og Bænadikt,

nevna kann eg teir.

 

3 Bænadikt vóks í Onglandi,

við tað fór hann fram,

tungan hvør, ið tala kann,

bað tann sveini gott gagn.

 

4 Bænadikt vóks í Onglandi,

fagur sum nøkur kvinna,

so lá hár á herðar hans,

sum moyggjar reyðargull spinna.

 

5 Ísakur skal kongur vera,

dreingir leggið í minni,

Bænadikt skal á Koruna fara

at læra tukt og sinni.

 

6 So fór tann hin ungi svein

á Koruna heim,

hann kom ikki livandi

aftur til Onglands meir.

 

7 Kongurin eigur eina dóttur,

fagur sum heiður stjarna,

tey løgdu ást og kærleika,

tey vildu saman so gjarna.

 

8 Kongurin læt eina gullbreyt gera

til onkadóttur sína,

hvør sum hana treður fyrst,

hann skal láta lívið.

 

9 Svaraði junkarin Bænadikt

stóð og lýddi hará:

“Eg man troða ta gullbreyt,

tó ið lívið liggur á.”

 

10 “Hvør sum treður á gullbreytina,

vektarin liggur á,

eingin sá kleystur á Koruni

skal honum gjalda svá.

 

11 Hvør sum treður ta gullbreyt,

vektarin liggur í,

eingin sá kleystur á Koruni

skal frelsa hans unga lív.”

 

12 Tað var junkarin Bænadikt

legði sær lítið í minni,

hann tróð á ta gullbreyt

so ofta á mongum sinni.

 

13 Um dagin er hann á vatninum

og stýrir sín standri floy,

um náttina innan høgaloft

og spælir við vænu moy.

 

14 Hann var har um náttina,

hann var har um tvá,

einki tað barn, í staðnum var,

fekk har grunsul á.

 

15 *Einki tað barn, í staðnum var,

fekk har grunsul á,

fyri uttan kongsins njósnari,

hann gav har akt uppá.

 

16 Tað var junkarin Bænadikt

út á salin fór,

úti kongsins njósnari

fyri honum stóð.

 

17 “Hvør sum treður [á gullbreytina,

vektarin liggur á,

eingin sá kleystur á Koruni

skal honum gjalda svá.]”

 

18 Svaraði junkarin Bænadikt,

heldur á búnum knívi:

“Eg man troða gullbreytina,

kosta tað eygun tíni.”

 

19 Tað var hesin njósnari,

givið hevði akt uppá,

hann gár inn for Magnus kong

og sigur honum frá.

 

20 “Eg veki, eg veki teg, Magnus kong,

nú biði eg teg vaka,

Bænadikt er í moynnasal,

har skuluð tær hann taka.”

 

21 “Lýgur tú á Bænadikt,

týna skalt tú lív,

í hesum somu fótsporum

við hvøssum slíðraknívi.”

 

22 Árla var um morgunin,

heykamir fóru at gala,

upp stóð reystur Magnus kongur

og lýddi á teirra talu.

23 Margata vaknar á miðju nátt,

sær á hendur sínar:

“Eg beri angur um títt lív,

eg óttist dreymar mínar.”

 

24 “Hoyr tað, mín hin veldilig søta,

tú gev ikki dreymum geym,

vetunáttin er so long,

mangt kann berast í dreym.

 

25 Hoyr tað, mín hin veldilig søta,

tú tarvt ikki dreymum ansa,

við ærum skal eg byggja tann floy,

eg skal teg í hiðan heinta.

 

26 Var eg nú innan Ongland,

mín fagrasta rósa reyð,

eingin sá kleystur á Koruni

skuldi ráða mær til deyð.

 

27 Var eg nú innan Ongland,

mín fagrasta rósa skæra,

eingin sá kleystur á Koruni

skuldi vágað mær at svarað.”

 

28 “Tú ert nú her á Koruni,

tú veitst ikki hvussu fer,

hoyr tað junkarin Bænadikt,

Ongland er ikki her!

 

29 Tú ert nú her á Koruni,

tú veitst ikki, hvussu tað gár,

hoyr tað junkarin Bænadikt,

ei er bróðir hjá!”

 

30 Tað var junkarin Bænadikt,

út av salin fór,

úti reystur Magnus kongur

fyri honum stóð.

 

31 Tað var reystur Magnus kongur

tekur í Bænadikts skinn:

“Í dag skalt tú mín fangi vera,

óskyldur mágur mín.”

 

32 “Eg havi ei rovið, eg havi ei stolið,

ungur reið eg til hóva,

eg havi ikki blóðgað mann,

tað havi eg for Gud at próva.”

 

33 “Tú hevur ei rovið, tú hevur ei stolið,

ei hevur tú blóðgað mann,

tú hevur mína dóttur sovið,

vunnið mær last og skamm.”

 

34 Tóku teir junkaran Bænadikt,

bundu hans hendur og føtur,

víða dreiv tá blóðið út

um hans naglarøtur.

 

35 Tað var hansara sæla drotning,

fell fyri honum á knæ:

“Eina bøn, ið eg teg biði,

hana veit tú mær!

 

36 Eina bøn, ið eg teg biði,

hana vil eg fá,

um hin boldan Bænadikt,

við lív honum undan ná.”

 

37 “Hvørja ta bøn, ið tú meg biður,

allar skalt tú fá,

uttan junkaran Bænadikt

ikki við lívi ná.”

 

38 “Tú tókst meg av faðir míns landi

uttan mína frænda vilja,

hvørja ta bøn, ið eg teg bað,

tú skuldi mær onga synja.”

 

39 Drotningin snúddist av hallini út,

bæði av ilsku og reiði:

“Trúleysur ert tú, Magnus kongur,

halt so orðin fleiri!”

 

40 Ríggilig var frú Margata,

fell for faðir sín,

berføtt og í náttserki,

med eitt høvurlín.

 

41 “Eg vil einki av ríkinum hava

uttan mínar stakkar tvinna,

tæna mær fyri mat og løn

og fara sum fátæk kvinna.

 

42 Eg vil einki av ríkinum hava

uttan mín stakk og klæði,

gev mær hin balda Bænadikt,

vit skulu av landi bæði!

 

43 Eg eri borin til í tygara ríki

fimtan merkur brendar,

lat meg onga av teim fá,

men fara sum fátækt kvendi!”

 

44 “Gakk tú burt úr mínum eygum,

eg vil teg ikki hoyra,

sømir ei mínum bitra brandi

at leika í kvinnudroyra!”

 

45 Tá bað fyri honum barnið hvørt,

so mong ein ærlig moyggj,

tá bað fyri honum drotningin sjálv

út av Læknisoyggj.

 

46 Tá bað fyri honum barnið hvørt

á tí sama heysti,

tá bóðu fyri honum nunnurnar

út av Mariu *kleystri.

 

47 Fram gingu hans vinir og frændur

á hallargólv,

*buðu gull fyri Bænadikts lív

biskupar tólv.

 

48 Mikkjals kirkja í Lundini

glógvar innan við gull,

loysir ikki junkarans lív í dag,

hóið hon var innan full.

 

49 Svaraði junkarin Bænadikt,

gerst nú nýtur drongur:

“Fáið mær prest at skrifta mær

og biðið ikki fyri mær longur!”

 

50 Hann bar upp sítt skriftamál,

fagurt var at finna:

“Eina skjøn jumfrú havi eg lovað

og onga fleiri kvinnu.

 

51 Eina skjøn jumfrú havi eg lovað,

onga havi eg fest,

veit tað faðir av himmiríki,

tað eru syndir mest.”

 

52 Svaraði reystur Magnus kongur,

vildi vita hans mein:

“Sá skal trælurin høgga teg,

ið verstur er í heim.”

 

53 Svaraði junkarin Bænadikt,

tók tað orð for gamni:

“Ikki skal trælurin høgga meg,

eg eri ein góðsmans javni.”

 

54 Svaraði junkarin Bænadikt,

reyðargull bar á hand:

“Heykur, høgg mítt høvur av,

stilla væl skeiðarvand!”

 

55 Svaraði Heykur Heskaldason,

møðiliga fellir tár:

“Eg havi so leingi tænað tær,

 eg tað ei formár.”

 

56 “Hevur tú leingi tænað mær,

tú tað ei formár,

syndleyst verður tær hetta verk,

meðni eg biði teg svá.

 

57 Margata tekur sín gullkamb,

kembir hans gula hár,

fyri hvønn lokk hon greiddi,

fellir hon blóðig tár.

 

58 “Lat meg ikki síggja, mín veldilig søta,

at tíni eygun gráta,

eg kalli tað ei vera tygara skuld,

at eg má lívið láta!”

 

59 Tað var junkarin Bænadikt,

læt seg ei forsmá,

frúnna tók hann sær í favn,

og kongurin sjálvur tað sá.

 

60 Margata kembir hans gula hár

og setir á silkihúgvu,

Heykur høgg hans høvur av,

og junkarin fell á grúgvu.

 

61 Heykur hann høgg høvur

av hesum nýta dreingi:

“Hetta skal teg, Magnus kongur,

høggið skilja leingi.”

 

62 Tóku balda Bænadikts lík,

bóru á kirkju fram,

Gudis einglar av himmríki

móti honum rann.

 

63 Heykur stóð á gravarbakka,

sortnar sum eitt fold,

tá ið teir løgdu hans harras lík

niður í døkka mold.

 

64 Hann var ei longur í ríkinum

enn væl í tímar tvá,

tá lystir Heykur Heskaldason

aftur til Onglands gá.

 

65 Tað var Heykur Heskaldason

heim í garðin fór,

úti sjálvur Ísin kongur

fyri honum stóð.

 

66 “Hoyr tú, Heykur Heskaldason,

siga skalt tú mær,

hvar er hin baldi Bænadikt,

á Koruna fór við tær?”

 

67 “Eg kann ikki sannari

siga tær ífrá,

hann varð seg nú jarðaður

for dagarnar tvá.”

 

68 Til svaraði Ísin kongur,

bliknar á kinnum reyðum:

“Sig mær, Heykur Heskaldason,

hvat varð honum at deyða?”

 

69 “Kongurin átti eina dóttur,

fagur sum heiður stjarna,

tey løgdu ást og kærleika,

tey vildu saman gjarna.

 

70 Kongurin átti eina dóttur,

tað hitt væna vív,

veit tað faðir av himmiríki,

fyri hana læt hann lív.

 

71 Kongur var faðir hans sum hennar,

hvør skuldi tey atskilja,

tey vóru væl av ættum komin,

tí fremdu tey sín vilja.

 

72 Hann bað teg, Ísin, heilan vera,

muna sína sál,

hann visti ongan á jarðarríki,

hann vænti so gott frá.”

 

73 Hann læt upp tann krossin skera,

fólkið saman at stevna,

har komu tveir, sum biðin var ein,

Bænadikts lív at hevna.

 

74 Vundu upp síni silkisegl,

sjógvur á tanga dreiv,

sigldu so bæði nátt og dag,

nálin vísti teim leið.

 

75 Kasta síni akkeri

á so hvítan sand,

fyrst steig Heykur Heskaldason

sínum fótum á land.

 

76 Fyrst steig Heykur Heskaldason

sínum fótum á land,

møtti honum kongsins njósnari

á tann hvíta sand.

 

77 “Hoyr tú, ungi Larvas,

siga skalt tú mær,

hvar er ungi Bænadikt,

ið kalda Koruna bar?”

 

78 “Eg kann ikki sannari

siga tær ífrá,

hann varð seg nú jarðaður

for mánarnar tvá.”

 

79 Tað var Heykur Heskaldason

sínum svørði brá,

hann kleyv kongsins njósnara

sundur í lutir tvá.

 

80 Og so mintist Ísin kongur,

hvat verið hevði fyrr,

legði eld í báðar galvar,

stokkar fyri dyr.

 

81 Ikki vaknaði kongurin,

fyrr enn login læk so hátt:

“Hvør hevur mær tað óljóð gjørt

og brent os inni í nátt?”

 

82 Svaraði hansara drotning,

orðum var hon køn:

“Tað visti tú, Magnus kongur,

tú vildi ikki veita bøn.”

 

83 Til svaraði Magnus kongur,

login læk á honum:

“Sælur er sá í verøldini,

lýðir á dygga konu.”

 

84 Lótu einki eftir sær vera

uttan vatn og kaldan stein,

gróvu upp balda Bænadikts lík

og førdu til Onglands heim.

 

85 Settu líkið í grasagarði,

jørðin droyran drakk,

tað var mær av sanni sagt,

at liljan av harmi sprakk.

 

Higar á øllum ættum,

innan tann rósinloga,

har bant eg mítt horsið tá,

sum riddarar á æru sova.

Higar á øllum ættum.

 

CCF 121 A

TSB D 432

 

Handrit: Kvarthandrit Svabos Gl.kgl.Saml. 2894, 4to, vol. II, Nr. 6.

 

Útgávur:

 

1. Svend Grundtvig: Danmarks Gamle Folkeviser VIII-IX, udgivet 1905-1923 af Axel Olrik og H. Grüner-Nielsen, s. 108.

2. Chr. Matras legði til rættis: Svabos Færøske Visehaandskrifter, 1939, s. 280.

3. Føroya kvæði, (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 32.

4. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 34. bind, s. 24.

 

Heimild: Úr Vágum:  Jens Christian Svabo (1746-1824), Miðvági.

D 432 Bænadikts kvæði (Woman dies when her lover is executed by her family)

Bænadikt fær tokka til dóttur Magnus kong og verður hjámaður hennara. Ein tænastudrongur sigur hetta fyri kongi, sum ger av, at Bænadikt skal láta lív fyri hetta. Bæði drotningin og prinsessan biðja fyri lívi hansara, men kongur fær hann avhøvdaðan. (cN: Prinsessan doyr av sorg. Tey bæði verða grivin langt hvørt frá øðrum, men liljur grógva á gravum teirra og tvinnast saman.) Bróður Bænadikt frættir hetta og kemur at hevna. Hann drepur kong. D, F: Hann tekur líkið av beiggjanum við sær. Prinsessan doyr av sorg.

á føroyskum: CCF 121 (eisini á donskum og norskum)