Skip to main content

Kristin og keypmenninir

 

CCF 144

TSB D 426

 

1 Dóttir spurdi móður bráð:

- í skógum -

“Nú vil eg til skipa í ár.”

- Gullið ber hon út av sínum búðum.

 

2 “Hvussu skalt tú til skipa í ár,

tú veitst tær eingi bróðurráð?”

 

3 “Tað fer so mangur til skipa í ár,

sum ikki veit sær bróðurráð.”

 

4 “Far so, far so, dóttir mín,

at tú verður ikki eftir móður tíni!”

 

5 Kristin gongur í hestahús,

gráan gangara loysir út.

 

6 Hon loysir út ein, loysir út tvá,

hin besta legði hon saðil á.

 

7 Kristin ríður eftir sandi,

sum knørrur lá fyri landi.

 

8 “Her eru menn av knørri,

havið tit nakað at selja?”

 

9 “Vit hava skrúður og skarlak reyð,

tað er einki moyggjarkeyp.”

 

10 “Tit kastið tykra varning upp á land,

eg vil keypa silkiband.”

 

11 “Tú fært ikki vár varning at sjá,

uttan tú vilt upp á skipið gá.”

 

12 Hon steig sín fót í bryggjusporð,

annan inn fyri knarrarborð.

 

13 Hon sovnaði úti í skiparans favn,

vaknaði ikki fyrr enn í Týskland.

 

14 Kristin vaknaði upp og sá:

“Hvat er tað fyri land, eg síggi á?”

 

15 Svaraði ein við gullborin hand:

“Hatta kalla vit Týskland.”

 

16 “Eg eigi so reystar brøður tveir,

av loynistígum vita teir.”

 

17 Hegar ið hon teir nevndi,

hennara neyð teir kendu.

 

18 Teir tóku tað skip og alt hará,

- í skógum -

og sigldu so heim við systur tá.

- Gullið ber hon út av sínum búðum

 

CCF 144

TSB D 426

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4), 1848.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 134.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 34. bind, s. 20.

 

Heimild: Úr Skúvoy: Daniel Joensen, Dánjal í Jógvansstovu (1780 -1850), Skúvoy, 1848.

D 426 Kristin og keypmenninir (Woman falls asleep on ship which sails off with her)

cD, F, cS: Ein skipari lovar einari gentu at vísa henni tað, ið hann hevur at selja, og hon fer umborð á skipið hjá honum. (F: Hon sovnar og vaknar aftur í Týsklandi. Hon rópar eftir báðum beiggjunum hjá sær, og teir koma eftir henni og fáa hana heim.) Hon sovnar (D, cS: av víninum, sum verður boðið henni), og skiparin fer av stað. Gentan vaknar langt frá landi. Hon sigur seg eiga smá børn, sum hon má sleppa heim til, men skiparin sigur seg síggja, at hon er ikki mamma. Hon sleppur ikki heim aftur, fyrr enn hon hevur átt son og dóttur, og tey eru vorðin tilkomin, sigur hann. Gentan loypur á bláman og svimur heim aftur. cD, cS: Hon druknar. A n n a ð a v b r i g d i: cD, N, cS: Gentan vísir allar teir frá sær, sum koma at biðja um hana. cD, N, cS: Valuvant kemur at vitja hana (N: ílatin sum kvinna) og fær hana at koma við sær oman á skip sítt. Uttan at kenna hann aftur, viðgongur hon fyri honum, at hon hevur hug á Valuvanti. Hann gevur henni vín, hon sovnar, og hann fer av stað. (cN: Hon ætlar sær at leypa á bláman, cD, cN: sigur við hann, at hon má fara heim til børnini hjá sær.) Skiparin sigur henni, at hon sleppur ikki heim, fyrr enn hon hevur átt son og dóttur, og tey eru vorðin tilkomin, og síðani avdúkar hann fyri henni, at hann er Valuvant, sum hon elskar.

á føroyskum: CCF 144 (eisini á donskum, norskum og svenskum)