Risin í Hólmgørðum ella Dysjadólgur
CCF 10 A
TSB E 123
1 Eg veit eina rímuna,
inni hevur ligið leingi,
gjørd um Virgar Valintsson
og fleiri reystar dreingir.
Fuglin í fjøruni hann eitur már,
silkibleikt er húgva hans,
so knept er han[s] hár.
Fuglin í fjøruni.
2 Gjørd um Virgar Valintsson,
royndur í avreksverki,
hartil Sjúrða Sigmundarson
og snarpan Nornagest.
3 Tríggjar eru gøturnar,
og ein víkur ífrá,
Virgar gekk á heyggin burtur,
sum hans avi lá.
4 “Vakir tú í heygginum,
sæli avi mín?
Hetta er Virgar Valintsson,
fostursonur tín.”
5 “Tóast tú ert mín fostursonur,
og eg tín avi betur,
um enn nú rivna dalar og fjøll,
eg fari ikki út í vetur.”
6 “Vilt tú ikki Miming
higar senda mær,
við báðum mínum hondum
eg bróti upp yvir tær.”
7 Ikki vildi dysjadólgur
heyggin lata bróta,
báðum hondum um Miming treiv,
hann bað sín son væl njóta.
8 Mælti Virgar Valintsson,
hann Miming fekk í hond:
“Hvar veitst tú nú heilivágin
mestan vera í land?”
9 Tí svaraði dysjadólgur,
hevði ligið leingi:
“Eg veit nógvan heilivág,
men tú vinnur hann einki.
10 Tað er eitt hús í Hólmgørðum,
sum liggur til risans son,
tað er nú fult av heilivág
og ongum øðrum mun.
11 Men kvittar tú [í] Hólmgarðar
á hesum sama heysti,
lat hann ikki sita,
tann Fávnisbanan sterka!”
12 Tað var Virgar Valintsson,
settist á gangaran reyð,
so reið hann á Sjúrðar fund,
so snart sum fálkur fleyg.
13 Mitt í miðjum grasagarði
akslar hann sítt skinn,
so gekk hann í høgaloft
fyri Sjúrð hin unga inn.
14 Kongins hall var skipað væl
bæði gul og blá,
næsta manni Hjalprek kongi
Sjúrður situr hjá.
15 “Statt upp, Sjúrður Sigmundarson,
eg krevji teg fyrsta sinni,
nógvan veit eg heilivág,
um tú ert maður at vinna.
16 Tá mást tú búgva teg bitrum væl
og gyrða tín hest við spora,
um enn tú hevði havt átjan hundrað,
tað kundi honum lítið forðað.
17 Har kunnu lítið svørð á bíta ,
ei heldur bitrir brandar,
átjan alin er jarnstong hvør
til allar risans gantar.”
18 Riðu so av hallini út
við so fáum liði,
Virgar og Sjúrður Sigmundarson
og Nornagestur hin triði.
19 Tað var Virgar Valintsson,
hann heim í garðin fór,
úti Vilkus risans son
fyri honum stóð.
20 Svaraði Sjúrður Sigmundarson,
mælti so for seg:
“Hevur tú nakran heilivág
avlops selja mær?”
21 “Ongan havi eg heilivág
avlopis hjá mær,
hvaðan er hasin mikli maður,
Sjúrður, ið fylgir tær?”
22 “Hetta man vera maður tá,
í okur tekur mun,
hetta var hin, ið risan vá,
tann sterki Valintsson.”
23 “Hav tú takk, tú segði mær,
og eg tað ikki visti,
nú skal brynja út liðið alt,
tí eg var tann, ið misti.”
24 Árla var um morgunin,
sólin roðar í fjøll,
tá hevði Vilkus, risans son,
brynjað út hundrað øll.
25 Tá hevði Vilkus, risans son,
brynjað út hundrað tólv,
Sjúrður og Virgar Valintsson
teir riðu har tveir ímót.
26 Bardust fullar tógva dagar,
duplur hanga við stengur,
møddist Virgar Valintsson,
í blóði har hann stendur.
27 Harra Gud í himmiríki,
mikil er tín makt,
so var Virgar í víggi staddur,
opin fell hann aftur.
28 Tað var hin snarpi Nornagestur,
brandin undir hann skeyt,
tók hann Virgar Valintsson,
hann bar hann burt av breyt.
29 Sjúrður gjørdist í høggum tungur,
øllum tókti undur,
avleiðis gekk hann risans rekkar,
trongdi teir miðjan sundur.
30 Sjúrður gjørdist í høggum tungur,
tað mundu flest øll síggja,
avleiðis gekk hann risans menn,
trongdi teir sundur í níggju.
31 Virgar liggur undir heyggjunum,
tóktist líða mein,
at hin snarpi Sjúrður
hann skuldi berjast ein.
32 Virgar leyp undan heyggjunum,
sum skeinur hevði fingið,
báðum hondum um Miming treiv,
hann ruddi fyri sær geingi.
33 So bardust teir frændur báðir
víðar vøllir fram,
eftir stóð Vilkus risans son
við sín triðja mann.
34 Tað var Vilkus risans son,
hann kreyp undir borgarlið:
“Kæri Sjúrður Sigmundarson,
gev tú mær nú grið!”
35 Mælti Sjúrður Sigmundarson
nú so fyri seg:
“Gjarna gevi eg tær grið og frið,
um tú kanst skjóla teg.”
36 Tað var Sjúrður Sigmundarson,
hann vendi honum ífrá,
tá kom Virgar Valintsson,
hann hjó hann í lutir tvá.
37 Mælti Sjúrður Sigmundarson,
hyggi[n] fyri seg:
“Eg havi vunnið tann heilivág,
men takka mást tú meg!”
38 Mælti Virgar Valintsson,
varð honum so fyri munni:
“Sjúrður, tak mót heilivág,
tú ert tann, hann hevur vunnið!”
39 Virgar førdi burt heilivág
á gangarum tvá,
síðani hevði Sjúrður
á Hólmgørðum ráð.
40 Virgar førdi burt heilivág
á tveimum gangarum sínum,
men Sjúrður ráddi fyri Hólmgørðum,
tað vil eg fyri øllum tína.
Fuglin í fjøruni hann eitur már,
silkibleikt er húgva hans,
so knept er han[s] hár.
Fuglin í fjøruni.
CCF 10 A
TSB E 123
Handrit: Handrit Svabos Gl.kgl.Saml. 2894, 4to, vol. I, Ne. 14, s. 225. Uppskrivað 1781-82.
Útgávur:
1. Chr. Matras (ed.): Svabos Færøske Visehaandskrifter, 1953, s. 87.
2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band I, Teil 3, s. 311.
3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 5. bind, s. 9
Heimild: Jens Christian Svabo (1746-1824), Miðvági, 1781-82
E 123 Risin í Hólmgørðum (Virgar gets the sword Mimering from his dead father and kills a giant)
Virgar Valintsson fer inn í gravarheyg pápa síns og spyr hann, um hann kann fáa svørðið Mimaring. Pápi hansara gevur honum tað og sigur honum, at risin Vilkus ræður yvir Hólmgørðum. Risin eigur lekjandi smyrsl. Eftir ráðum frá pápanum hevur Virgar Sjúrð og Nornagest við sær.
Teir koma til Hólmgarðar og spyrja, um teir kunnu fáa nakað av lekjandi smyrsli. Risin sigur seg ikki hava nakað til avlops, og bardagi brestur á. Saman drepa Sjúrður og Virgar risan. Sjúrður hevur Hólmgarðar.
á føroyskum: CCF 10 (bert á føroyskum)