Risin í Hólmgørðum - Dysjadólgur - Virgar Valintsson
CCF 10 Ca
TSB E 123
1 Eina veit eg rímuna,
inni hevur ligið leingi,
gjørd um Virgar Valintsson
og aðrar reystar dreingir.
2 Tríggjar eru gøturnar,
ein víkur ífrá,
Virgar er riðin á heyggin fram,
sum hansara avi lá.
3 Tríggjar eru gøturnar,
ein víkur á heyggi,
Virgar er riðin á heyggin fram,
sum hansara avi liggur.
4 “Vakir tú í heygnum,
sæli avi mín?
Hetta er Virgar Valintsson,
komin er at hevna tín.
5 Vilt tú ikki, dysjadólgur,
brandin senda mær,
eg skal eld á heyggin seta,
brenna yvir tær.
6 Vilt tú ikki dysjadólgur,
brandin senda út,
eg skal eld á heyggin seta,
brenna upp tína búð.”
7 Ikki vildi dysjadólgur
brandin henda bróta,
báðar hendur um Miming treiv,
hann bað hann fullvæl njóta.
8 “Her skalt tú hava svørðið tað,
ið bítur á stáli sum steini,
í morgin skalt tú royna tað
í harða risans beini.”
9 Svaraði Virgar Valintsson,
svørð hevði fingið í hand:
“Hvar veitst tú mestan heilivág
vera her í land?”
10 “Tað stendur eitt hús í Hólmgørðum,
tað liggur til risans son,
tað er fult av heilivág,
ongan øðrum mun.
11 Tað stendur eitt hús í Hólmgørðum,
tað liggur til risans merki,
har er lás og lykil at,
tann Vilkus risin sterki.
12 Tað stendur eitt hús í Hólmgørðum,
hagar eru fáir fúsir,
har býr lás og lykil at
tann sterki Vilkus.
13 Har bíta eingir brandar á,
ei nakrar bitrar eggjar,
átjan alin er jarnstongin
til allar risans heyggjar.
14 Har bíta eingir brandar á,
eg sigi tær av tí sanna,
átjan alin er jarnstongin
til alla risans manna.
15 Har bíta ongar eggjar á,
ei nakrir brandar bjartir,
átjan alin er jarnstongin
til allar risans jaltrir.
16 Har bíta eingir brandar á,
tað vil eg fyri tær greina,
átjan alin er jarnstongin
til allar risans sveinar.
17 Kvittar tú í Hólmgarðar
á hesum sama heysti,
lat hann ikki eftir sita
hin snarpa Nornagest!”
18 Virgar leyp á gangaran sín,
ið hann sjálvur átti,
so reið hann á Sjúrðar fund,
sum føtur bera máttu.
19 Mitt í miðjum grasagarði
akslar síni skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn.
20 Og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn,
sum Hjaltrik kongur við borðið sat
við monnum hundrað fimm.
21 Virgar gekk í hallina inn,
sum søgan sigur frá,
næstur manni Hjaltriki
Sjúrður situr hjá.
22 Virgar gekk at borðinum,
hann tagdi ikki longur á sinni:
“Eg veit nógvan heilivág,
njóta vit hann at vinna.
23 Tað stendur eitt hús í Hólmgørðum,
tað liggur til risans son,
tað er fult av heilivág
og ongum øðrum mun.
24 Tað stendur eitt hús í Hólmgørðum,
tað liggur til risans merki,
har býr lás og lykil at
tann Vilkus risin sterki.
25 Tað stendur eitt hús í Hólmgørðum,
har eru fáir fúsir,
har byr lás og lykil at
tann sterki Vilkus.
26 Har bíta eingir brandar á,
ei nakrar bitrar eggjar,
átjan alin er jarnstongin
til allar risans seggjar.
27 Har bíta eingir brandar á,
eg sigi tær av tí sanna,
átjan alin er jarnstongin
til allar risans manna.
28 Har bíta eingir brandar á,
tað vil eg fyri tær greina,
átjan alin er jarnstongin
til allar risans sveinar.
29 Har bíta ongar eggjar á,
ei nakrir brandar bjartir,
átjan alin er jarnstongin
til allar risans jaltrir.”
30 So varð hann Sjúrður
glaður við tað mál,
hann breyt yvir borðinum
forgylta mjøðarskál.
31 So varð hann Sjúrður
glaður við tað orð,
hann breyt sundur mjøðarker
yvir sítt breiða borð.
32 Sjúrður leyp um borðið fram,
er mær greint ífrá,
uttarlaga á hallargólvi
komst hann fótum á.
33 Svaraði Virgar Valintsson,
mælir for munni sínum:
“Hoyr tú, Sjúrður Sigmundarson,
læna mær brynju tína!”
34 Svaraði Sjúrður Sigmundarson,
hann sá til sína verka:
“Hoyr tað, Virgar Valintsson,
tú læna mær Miming sterka!”
35 Riðu teir av garði burtur
við so lítið lið,
Sjúrður og snarpi Nornagestur,
Virgar var tann triði.
36 Tað var Sjúrður Sigmundarson
heim í garðin fór,
úti Vilkus, risans son,
fyri honum stóð.
37 “Ver vælkomin, Sjúrður,
higar út til mín,
drekk nú, hvat tær betur líkar,
mjøðin ella vín!”
38 “Lítið er mær um mjøðin tín,
hálvu minni um vín,
onnur havi eg ørindini
higar í dag til tín.
39 Statt væl, Vilkus, risans son,
úti fyri mær,
hevur tú nakran heilivág
til avlops her hjá tær?”
40 “Eg havi ongan heilivág
til avlops her hjá mær,
men hvaðan er handa mikla kempa,
Sjúrður, ið fylgir tær?”
41 “Hatta man vera maður tann,
øllum tykir mun,
hann var tann, ið risan vá,
hin sterki Valintsson.”
42 Svaraði Vilkus, risans son,
tá gjørdist hann vreiður:
“Tað var mín hin sæli faðir,
hann lá á Birtings heiði.
43 Takk havi tú, tú segði mær,
eg tað ikki visti,
nú skal brynja út liðið alt,
tí eg var tann, ið misti.”
44 Árla var um morgunin,
roðar fyri sól,
tá hevði Vilkus, risans son,
brynjað út hundrað tólv.
45 Tá hevði Vilkus, risans son,
brynjað út hundrað tólv,
tríggjar reystar herkempur
tær riðu har ímót
46 Teir høgga títt, teir líva lítt,
duplur hanga við stengur,
maktast Virgar Valintsson,
í víggi der hann stendur.
47 Teir høgga títt, teir líva lítt,
blóðið dreiv til ský,
maktast Virgar Valintsson,
ið víggi stendur í.
48 Svaraði Virgar Valintsson
fyrsta orðið tá:
“Hoyr tú, snarpi Nornagestur,
flyt meg hiðan frá!”
49 Tað var snarpi Nornagestur,
brandin undir hann skeyt,
tað gjørdi hann á skamri stund,
hann bar hann burt av breyt.
50 Sjúrður gekk í herin fram,
grummur og harður til víg,
avleiðis gekk hann risans her,
hann skildi hann sundur í trý.
51 Sjúrður tokar í herin fram,
mátturin við honum veks,
avleiðis gekk hann risans her,
hann skildi hann sundur í seks.
52 Sjúrður tokar í herin fram,
grummur og harður til víggja,
avleiðis gekk hann risans her,
hann skildi hann sundur í níggju.
53 Sjúrður tokar í herin fram,
er mær ei á tí hálv,
avleiðis gekk hann risans her,
hann skildi hann sundur í tólv.
54 Sjúrður tokar í herin fram,
slíkt er mikil undur,
avleiðis gekk hann risans her,
hann skildi hann víða sundur.
55 Virgar liggur undir heygnum,
tykir í tí mein,
at hin sterki Sjúrður
hann skal stríðast ein.
56 Virgar leyp undan heygnum,
tá møðin av honum rann,
svørji eg tann eið við mína trú,
hann feldi ein merkismann.
57 Teir høgga títt, teir líva lítt,
av dró barnagaman,
Sjúrður og Vilkus, risans son,
tá bar báðum saman.
58 Tað var Sjúrður Sigmundarson,
sínum svørði brá
hann kleyv Vilkus, risans son,
sundur í lutir tvá.
59 So riðu teir frændur tveir
víðan vegin fram,
kluvu hvønn um tvøra,
ímóti teimum rann.
60 So riðu teir frændur tveir
ígjøgnum grøna líð,
hvørki gól tá eftir teim
heykur ei nimman hýð.
61 So riðu teir frændur tveir
gjøgnum grøna lund,
hvørki gól tá eftir teim
heykur ei nimman hund.
62 Svaraði Virgar Valintsson,
svarar sum hann kann:
“Tú skalt ráða for Hólmgørðum,
tí tú vart tann, ið vann.”
63 Virgar reið av garði burt
við sínar gangarar tvá,
síðan hevði Sjúrður fyri
Hólmgørðum ráð.
CCF 10 Ca
TSB E 123
Handrit: J. Klemmensen: Sandoyarbók Dansk folkemindesamling 68, N3. 20, s. 261
Útgávur:
1. R. Long: Sandoyarbók I, s. 142
2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band I, Teil 3, s. 316.
3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 5. bind, s. 23
Heimild: Mikkel Thomassen, Garða-Mikkjal (1776-1847), Sandi, føddur í Skúvoy. Uppskrivað í 1822