Risin í Hólmgørðum ella Dysjadólgur
CCF 10 Da
TSB E 123
1 Eina veit eg rímuna,
sum inni hevur ligið leingi,
gjørd um Virgar Valintsson
og aðrar raskar dreingir.
Grani bar gullið av heiði,
brá hann sínum brandi av vreiði,
Sjúrður vá av orminum,
Grani bar gullið av heiði.
2 Eina veit eg rímuna,
sum inni hevur ligið enn,
gjørd um Virgar Valintsson
og aðrar raskar menn.
3 Tríggjar eru gøturnar,
og ein hon víkur ífrá,
Virgar er riðin á heyggin fram,
sum hansara faðir lá.
4 Tríggjar eru gøturnar,
ein at heyggi víkur,
Virgar er riðin á heyggin fram,
sum hansara faðir liggur.
5 Innarliga í heygginum
har ringla so gamlar tenn:
“Hvør er higar á heyggin komin
at vekja upp deyðar menn?”
6 “Vakir tú í heygginum,
sæli faðir mín?
Hetta er Virgar Valintsson,
er komin at hevna tín.”
7 “Um enn tú vart mín fosturson,
eg tín faðir betur,
fyrr skal rivna dalar og fjøll,
eg fari ikki út í vetur.
8 Um enn tú vart mín fosturson,
eg tín faðir besti,
fyrr skal rivna dalar og fjøll,
eg fari ikki út í heysti.”
9 “Vilt tú ikki, dysjadólgur,
brandin senda mær,
eg skal eld á heyggin seta,
brenna upp fyri tær.
10 Vilt tú ikki, dysjadólgur,
brandin senda út,
eg skal eld á heyggin seta,
brenna upp tína búð.”
11 Ikki vildi dysjadólgur
heyggin lata bróta,
báðar hendur um Mimming treiv,
hann bað hann fullvæl njóta.
12 Svaraði Virgar Valintsson,
sum svørðið hevði tikið í hond:
“Hvar veitst tú mesta heilivág
at vera her í landi?”
13 “Tað stendur eitt hús í Hólmgørðum,
tað liggur til risans son,
tað er fult av heilivág
og ongum øðrum mun.
14 Tað stendur eitt hús í Hólmgørðum,
tað liggur til risans merki,
har býr lás og lykil at,
tann Vilkus risan sterki.
15 Tað stendur eitt hús í Hólmgørðum,
har er fáur fúsur,
har býr lás og lykil at,
tann sterki Vilkusur.
16 Har bíta eingir brandar á,
ei nakrar bitrar eggjar,
átjan alin er jarnstongin
til allar risans eigur.
17 Har bíta eingir brandar á,
eg sigi tær av tí sanna,
átjan alin er jarnstongin
til alla risans manna.
18 Kvittar tú í Hólmgarðar
enn á hesum heysti,
lat hann ikki eftir sita,
hin snarpi Nornagestur!”
19 Virgar leyp á gangara sín,
sum hann sjálvur átti,
so reið hann í Sjúrðar lund,
sum føtur bera máttu.
20 Úti í miðjum grasagarði
akslar hann síni skinn,
og so búgvin gongur hann
í høga hallina inn.
21 Og so búgvin gongur hann
í høga hallina inn,
sum Hjalprekur á borði sat
við manna hundrað fimm.
22 Virgar gekk í hallina inn,
sum søgur ganga frá:
“Hvar eru míni Hjalprekur,
ið Sjúrður situr hjá?”
23 Virgar gekk í hallina inn,
tagdi ikki longur á sinni:
“Eg veit nógva heilivág,
njóta vit hana at vinna.”
24 Virgar gekk í hallina inn,
so er sagt ífrá:
“Tað stendur eitt hús í Hólmgørðum,
er fult av heilivág.
25 Tað stendur eitt hús í Hólmgørðum,
tað liggur til risans son,
tað er fult av heilivág
og ongum øðrum mun.”
26 So er hann Sjúrður
glaður við tey orð,
hann breyt sundur mjaðarker
yvir breiða borð.
27 So var hann Sjúrður
glaður við tað mál,
hann breyt yvir breiða borð
forgylta mjaðarskál.
28 Sjúrður leyp um borðið fram,
er mær greint ífrá,
uttarlaga á hallargólvi
komst hans fótur á.
29 Sjúrður leyp um borðið fram,
sum frá man frættast víða,
uttarlaga á hallargólvi
komst hans fótur niður.
30 “Hoyr tú, Sjúrður Sigmundarson,
eg bjóði tær út at ríða
á tann sama grønan vøll,
sum riddarar plaga at stríða.”
31 Svaraði Sjúrður Sigmundarson,
hann sá til sína verka:
“Hoyr tað, Virgar Valintsson,
tú læna mær Miming sterka!”
32 Svaraði Virgar Valintsson,
hann mælir fyri munni sínum:
“Hoyr tú, Sjúrður Sigmundarson,
tú læna mær brynju tína.”
33 Riðu [teir] av garði burtur
við so lítið lið,
Virgar og snarpi Nornagestur,
Sjúrður var tann triði.
34 Tað var Sjúrður Sigmundarson
heim í garðin fór,
úti Vilkus, risans sonur,
fyri honum stóð.
35 “Statt væl, Vilkus, risans sonur,
úti fyri mær,
hevur tú nakra heilivág
til avlops her hjá tær?”
36 “Eg havi onga heilivág
til avlops her hjá mær.
Hvar er henda mikla kempa,
Sjúrður, ið fylgir tær?”
37 “Hetta er tá maður tann,
sum øllum tykist um,
hatta er tann, ið risan vá:
tann sterki Valintsson.”
38 Tað var Vilkus, risans son,
tá gjørdist hann vreiður:
“Tað var mín hin sæli faðir,
sum lá upp á Birtings heiði.
39 Takk havi tú, at tú segði mær,
eg tað ikki visti,
nú skal brynja út liðið alt,
tí eg var tann, ið misti.”
40 Árla var um morgunin,
tað roðar fyri sól,
tá hevði Vilkus, risans sonur,
brynjað út hundrað tólv.
41 Tá hevði Vilkus, risans sonur,
brynjað út hundrað tólv,
tríggjar reystar herkempur
tær riðu tá har ímót.
42 Tríggjar reystar herkempur
tær riðu tá har ímót,
búkar fullu á jørðina niður,
sum tey varpa grót.
43 Høgga títt, teir líva lítt,
duplur hanga við stengur,
maktaðist Virgar Valintsson
í vígginum, sum hann stendur.
44 Høgga títt, teir líva lítt,
blóðið dreiv í ský,
maktaðist Virgar Valintsson,
ið vígginum stendur í.
45 Svaraði Virgar Valintsson
fyrsta orðið tá:
“Hoyr tað, snarpi Nornagestur,
flyt meg hiðan frá!”
46 Tað var hin snarpi Nornagestur,
brandin undir skeyt,
so doyði hann á skamri stund,
og bar hann burtur á breyt.
47 Sjúrður tokar í herin fram,
grimmur og *harður til víga*,
avleiðis gekk hann risans her,
hann skildi hann sundur í trý.
48 Sjúrður tokar í herin fram,
ei mátti við honum veks,
avleiðis gekk hann risans her,
hann skildi hann sundur í seks.
49 Sjúrður tokar í herin fram,
er mær ei av tí hól,
avleiðis gekk hann risans her,
og skildi hann sundur í tólv.
50 Sjúrður tokar í herin fram,
so øllum tókti undur,
avleiðis gekk hann risans her,
hann skildi hann víða sundur.
51 Virgar liggur undir Gudmundar heið,
má hann tykja í teim,
at hin sterki Sjúrður
hann skuldi so berjast ein.
52 Virgar leyp undan heygginum
og møðin av sær rann,
svørji tann eið við mína trú,
hann feldi ein merkismann.
53 So riðu tá frændur tveir
beinan vegin fram,
teir kluvu hvønn um tvørar herðar,
sum ímót teimum rann.
54 Høgga títt, teir líva lítt,
og lótu av brandi rúka,
nógv doyðu á jørðina niður,
teir tróðu á manna búkar.
55 Høgga títt, teir líva lítt,
og av bar barnagaman,
Sjúrður og Vilkus, risans sonur,
tá barst teimum saman.
56 Tað var Sjúrður Sigmundarson
sínum svørði brá,
hann kleyv Vilkus, risans son,
sundur í lutir tvá.
57 Hann kleyv risans son, Vilkus,
sundur í lutir tvá,
tríggjar vóru tá herkempur,
so reystiliga tað vá.
58 So reið hann, Sjúrður Sigmundarson,
beinan vegin fram,
hann kleyv hvønn um tvørar herðar,
ímóti honum rann.
59 So reið hann Sjúrður
ígjøgnum grøna lund,
einki gól eftir í Hólmgørðum,
hvørki heyk ella hund.
60 So kvittar hann Sjúrður
ígjøgnum grøna líð,
einki gól eftir í Hólmgørðum,
hvørki heyk ella hýð.
61 Tað var Virgar Valintsson,
talar sum hann kann:
“Tú skalt ráða fyri Hólmgørðum,
tú vart tann, ið vann.”
62 Virgar reið av garði burt
við sínum gangara tvá,
síðan hevði Sjúrður
fyri Hólmgørðum at ráða.
63 Kvøðið er nú kvæðið út,
og væl í góðum tíma,
nú er best at halda av
og ikki longur at ríma.
Grani bar gullið av heiði,
brá hann sínum brandi av vreiði,
Sjúrður vá av orminum,
Grani bar gullið av heiði.
CCF 10 Da
TSB E 123
Handrit: Fugloyarbók. AM Access. 4a, Nr. 42, s. 196
Útgávur:
2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band I, Teil 3, s. 320.
3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 5. bind, s. 31
Heimild: Úr Fugloy. Hanus Hanusson, Sjeyndi Hanus (1794-1854), í Útistovu, Hattarvík. Fyri 1854.