Skip to main content

Risin í Hólmgørðum - Dysjadólgur

 

CCF 10 Ba

TSB E 123

 

1 Tríggjar eru gøturnar,

og ein liggur ífrá,

Virgar er riðin á heyggin fram,

sum hans avi lá.

 

            Grani bar gullið av heiði,

            brá hann sínum brandi av reiði,

            Sjúrður vá av orminum,

            Grani bar gullið av heiði.

 

2 Tríggjar eru gøturnar,

ein víkur frá heyggi,

Virgar er riðin á heyggin tann,

sum hans avi liggur.

 

3 “Vakir tú í heygginum,

sæli faðir mín?

Hetta er Virgar Valintsson,

fostursonur tín.”

 

4 “Um enn tú ert mín fosturson,

eg tín avin besti,

um enn tað rivna dalar og fjøll,

eg fari ikki út í heysti.

 

5 Um enn tú ert mín fosturson,

eg tín avin betur,

um enn tað rivna dalar og fjøll,

eg fari ikki út í vetur.”

 

6 “Vilt tú ikki, dysjadólgur,

brandin senda mær,

eg skal eld í heyggin leggja,

brenna upp yvir tær.

 

7 Vilt tú ikki, dysjadólgur,

brandin senda út,

eg skal eld í heyggin leggja,

brenna upp tína búð.”

 

8 Ikki vildi dysjadólgur

heyggin lata bróta,

báðar hendur um Mimring hevði,

bað fosturson sín njóta.

 

9 Ikki vildi dysjadólgur

heyggin lata brenna,

báðar hendur um Mimring treiv,

og brandin út at senda.

 

10 “Tú hevur nú fingið svørð so gott,

tað bítur á stál sum steini,

í morgin skalt tú royna tað

í hørðum risa beini.”

 

11 Svaraði Virgar Valintsson,

Mimmaring helt í hand:

“Hvar veitst tú tann heilivág

mestan vera í land?”

 

12 “Tað stendur eitt hús í Hólmgørðum,

har eru fáir fúsir,

har ber lás og lykil at

tann sterki Filkús.

 

13 Tað stendur eitt hús í Hólmgørðum,

tað vendir til risans son,

tað er fult av heilivág

og ongum øðrum mun.

 

14 Har bíta eingir brandar á

og ei tær bitru eggjar,

átjan alin er jarnstong teirra

til allar risans seggjar.

 

15 Kvittar tú í Hólmgarðar

á hesum sama heysti,

lat hann ikki eftir sita

tann snarpa Nornagest!

 

16 Lat hann ikki eftir sita,

tann snarpa Nornagest,

og hann Sjúrður Sigmundarson,

tann avrekskappin reysti!

 

17 Lat teir ikki eftir sitja,

tann snarpa Nornagestin,

og hann Sjúrður Sigmundarson,

tann Fávnisbanan reystan!”

 

18 Virgar loypur lættur á

sín góða gangara grá,

ríður hann so á Sjúrðar fund,

sum føtur bera má.

 

19 Mitt í miðjum grasgarði

akslar hann sítt skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

20 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Hjalprek kongur á borði situr

við mann og hundrað fimm.

 

21 Virgar gekk í hallina inn,

som søgur ganga frá,

næsti maður Hjalprek kongi

Sjúrður situr tá.

 

22 Virgar stendur á hallargólvi,

væl kann tungu inna:

“Eg veit nógvan heilivág,

um lýta vit hann at vinna.

 

23 Tað stendur eitt hús í Hólmgørðum,

tað vendir til risans son,

tað er fult av heilivág

og ongum øðrum mun.

 

24 Tað stendur eitt hús í Hólmgørðum,

og har eru fáir fúsir,

har ber lás og lykil at

tann sterki Filkús.

 

25 Har bíta eingir brandar á,

og ei tær bitru eggjar,

átjan alin er jarnstong teirra

til allar risans seggjar.”

 

26 Virgar stendur á hallargólvi,

mælir fyri sær:

“Nú veitst tú av tann heilivág,

Sjúrður fylg nú mær.

 

27 Tá mást tú búgva vitrum væl

og gyrða tín við svørð,

um enn tú hevur eitt átjan hundrað,

tílíka rakar tú ferð.

 

28 Tá mást tú búgva teir bitru væl

og gyrða tín hest við sporar,

um enn tú hevur eitt átjan hundrað,

tú tarvt honum lítið forða.

 

29 Tá mást tú búgva teir bitru væl,

og gyrða tín hest við geiri,

um enn tú hevur eitt átjan hundrað,

tarvdi tær hálvar fleiri.”

 

30 Stíga á sínar hestarnar

raskar kempur saman,

kvitta so í Hólmgarðar,

teir hildu sær at gaman.

 

31 Tað vóru hesar rasku kempur,

heim í garðin fóru,

úti risin í Hólmgørðum

fyri teimum stóð.

 

32 Tað var Virgar Valintsson,

hann sínum svørði brá,

hann kleyv Haka risan

sundur í lutir tvá.

 

33 Mitt í miðjum grasgarði

aksla teir sítt skinn,

og so búnir ganga teir

í høgu hallir inn.

 

34 Og so búnir ganga teir

í høgu hallir inn,

sum Filkus risi á borði sat

við mann og hundrað fimm.

 

35 Sjúrður stendur á hallargólvi,

mælir fyri sær:

“Hevur tú nakran heilivág,

avlop sel tú mær!”

 

36 “Eg havi ongan heilivág

til avlops her hjá mær,

hvaðan er hesin mikil maður,

Sjúrður, ið fylgir tær?”

 

37 “Hetta man vera maður tann,

sum okkum tykir í mun,

hann vá Haka risan í gjár,

tann sterki Valintsson.”

 

38 “Takk havi, at tú segði mær,

nú eg tað ikki visti,

nú er at brynja út liðið alt,

og eg var tann, ið misti.”

 

39 Árla var um morgunin,

tað roðar fyri sól,

tá hevði Filkús, risans son,

brynjað út hundrað tólv.

 

40 Tá hevði Filkús, risans son,

brynjað út hundrað tólv,

Sjúrður og Virgar Valintsson

teir ríða tveir imóti.

 

41 Sjúrður og Virgar Valintsson

teir ríða tveir ímóti,

falla so búkar á jørðina niður,

sum tey varpa gróti.

 

42 Bardust tógva fullar dagar,

duplur hanga við stengur,

møddist Virgar Valintsson,

í blóði tar hann stendur.

 

43 Bardust fullar tógva dagar,

duplur hanga við ský,

møddist Virgar Valintsson,

og blóði stendur hann í.

 

44 Møddist Virgar Valintsson,

var komin í stóra treyt:

“Hoyr tú, hin snarpi Nornagestur,

ber meg hiðan á breyt!”

 

45 Tað var hin snarpi Nornagestur,

brandin undir hann skeyt,

tað gjørði hann á skamri stund,

hann bar hann á fagra breyt.

 

46 Virgar liggur undir heygginum,

kendi sær móði og mein,

tað var hin snari Sjúrður,

hann mátti tá berjast ein.

 

47 Fram reið Sjúrður við miklari vreiði,

hann vil ikki undan flýggja,

avleiðis tróð hann risans her,

hann trongdi hann sundur í níggju.

 

48 Virgar liggur undir heygginum,

møðin av honum rann,

tá var hann til ferðar fúsur,

hann feldi merkismann.

 

49 So reið Virgar Valintsson

víðan vegin fram,

klývur hann hvønn um tvørar herðar,

ímóti honum rann.

 

50 So reið Sjúrður Sigmundarson

víðan vegin fram,

klývur hann hvønn um tvørar herðar,

ímóti honum rann.

 

51 Klúgva teir hvønn um tvørar herðar,

ímóti teimum rann,

eftir stóð Filkús, risans son,

við sín triðja mann.

 

52 Tað var Filkús, risans son,

hann kreyp undir borgarlið:

“Hoyr tað, mín kæri Sjúrður,

tú gev mær grið!”

 

53 “Eg gevi tær gjarna lív og grið,

um lýtur tú hana at fáa.”

Har kom Virgar Valintsson,

hann høgg hans høvur frá.

 

54 “Gjarna gav eg tær lív og grið,

og lýtur tú hann at lúka.”

Har kom Virgar Valintsson,

hann skildi hans høvur frá búki.

 

55 Svaraði Virgar Valintsson,

hann svaraði Sjúrða and:

“Tú skalt ráða for Hólmgarðar,

tí tú vart tann, ið vann.”

 

56 Virgar reið av garði burtur

við sínar gangarar tvá,

síðan hevði Sjúrður fyri

Hólmgørðum ráð.

 

57 Virgar reið av garði burtur

við sínar gangarar fýra,

Sjúrður ráddi fyri Hólmgørðum

alla ævi sína.

 

            Grani bar gullið av heiði,

            brá hann sínum brandi av reiði,

            Sjúrður vá av orminum,

            Grani bar gullið av heiði.

 

CCF 10 Ba

TSB E 123

 

Handrit: Handrit Schrøters av Sjúrðar kvæði. Ny kgl. Saml. 345, 8vo. Nr. 9, s. 161

 

Útgávur:

1. Chr. Matras (ed.): J. H. Schrøters optegnelser af Sjúrðar kvæði (Færoensia 3), 1953 s. 66

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 313.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 5. bind, s. 15

 

Heimild: Úr Suðuroy. Jóhan Henrik Schrøter (1771-1851), Hvalba, 1818