Risin í Hólmgørðum
CCF 10 E
TSB E 123
1 Eg veit eina rímuna,
ið gjørd er um Virgar sterka,
Tíðriki kongi tjónar hann,
af reyðargull ber hann merki.
Grani bar gullið av heiði,
brá hann sínum brandi av reiði,
Sjúrður vann av orminum,
Grani bar gullið av heiði.
2 Tríggjar eru gøturnar,
ein víkur ífrá,
Virgar er riðin á heygin fram,
sum hans faðir lá.
3 Tríggjar eru gøturnar,
ein af heygi víkur,
Virgar er riðin á heygin fram,
sum hans faðir liggur.
4 Innarlaga í heyginum
ringla gamlar tenn:
"hvør er her í heygin komin
at vekja upp deyða menn?"
5 "Vakir tú í heyginum,
sæli faðir mín,
hetta er Virgar Valintsson,
fostursonur tín."
6 "Meðan tú ert mín fosturson,
og eg tín faðir besti,
fyrr skal rivna dalir og fjøll,
enn eg komi út í heyst."
7 "Vilt tú ikki dysjadólgur
brandin senda mær,
eg skal eld í heygin leggja
og brenna yvir tær.
8 Vilt tú ikki dysjadólgur
brandin senda út,
eg skal eld í heygin leggja,
brenna upp tína búð."
9 Ikki vildi dysjadólgur
heygin lata bróta,
báðar hendur um Mimaring treiv,
bað fosturson sín njóta.
10 Ikki vildi dysjadólgur
heygin lata brenna,
báðar hendur um Mimaring treiv,
brandin út at senda.
11 "Her skalt tú hava svørðið tað,
ið bítur á stáli sum steini,
ímorgin skalt tú royna tað
í hørðum risa beini."
12 Svaraði Virgar Valintsson,
sum svørð hevði tikið í hond:
"hvar veitst tú mestan heiluvág
vera her í londum?"
13 "Tað stendur eitt hús í Holmgørðum,
tað liggur til risans son,
tað er fult af heiluvág,
ongum øðrum mun.
14 Tað stendur eitt hús í Holmgørðum,
tað liggur til risans merki,
har ber lás og lykil at
Vilkus risin sterki.
15 Tað stendur eitt hús í Holmgørðum,
hagar eru frægir fúsir,
har ber lás og lykil at
hin sterki kappi Vilkus.
16 Har bíta eingir brandar á,
ei tær bitru eggjar,
átjan alin er jarnstongin
til alla risans seggja.
17 Har bíta eingir brandar á,
eg sigi tar af tí sanna,
átjan alin er jarnstongin
til alla risans manna.
18 Kvittar tú í Holmgarðar
á hesum sama heysti,
lat hann ikki eftir sitja
hin snarpa Nornagest.
19 Lat hann ikki eftir sitja,
hin snarpa Nornagest
og hann Sjúrða Sigmundarson,
tann afrekskappan reysta."
20 Virgar leyp á gangaran,
sum hann sjálvur átti,
so reið hann á Sjúrðar fund,
sum føtur bera mátti.
21 Mitt í miðjum grasagarði
akslar hann sítt skinn
og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn.
22 Og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn,
sum Hjálprek kongur á borði sat
við monnum hundrað fimm.
23 Virgar gekk í høllina inn,
søgur ganga frá,
næstur maður Hjalprek kongi
Sjúrður situr hjá.
24 Virgar gekk í høllina inn,
tagdi ei longur á sinni:
"eg veit nógvan heiluvág,
ljótum vær hann at finna.
25 Tað stendur eitt hús í Holmgørðum,
tað liggur til risans son,
tað er fult af heiluvág
og ongum øðrum mun.
26 Har bíta eingir brandar á
og ei tær bitru eggjar,
átjan alin er jarnstongin
til alla risans seggja.
27 Tí mátt tú búgva brandin væl
og gyrða tín hest við spora,
um tú hevur eitt átjan hundrað,
tú kant honum lítið forða.
28 Tí mátt tú búgva brandin væl
og girða tín hest við geira,
um tú hevur eitt átjan hundrað,
turvdi tær alvæl fleira."
29 Virgar stendur á hallargólvi,
mælir fyri sær:
"nú veitst tú af heiluvág,
Sjúrður, fylg nú mær."
30 So varð hann Sjúrður
glaður við tey orð,
hann breyt sundur mjøðskál
yvir breiðum borði.
31 Sjúrður leyp um borðið fram,
er mær greint ífrá,
uttarlaga á hallargólvi
komst hann føtur á.
32 Stíga á sínar hestarnar
reystir kappar saman,
kvitta so í Holmgarðar,
teir hildu sær at gaman.
33 Riðu teir af garði burt
við so lítið lið:
Virgar og snarpi Nornagestur
Sjúrður var hin triði.
34 Tað var Sjúrður Sigmundarson,
heim í garðin fór,
úti Vilkus risans son
fyri honum stóð.
35 "Statt væl Vilkus risans son
úti fyri mær,
hevur tú nógvan heiluvág
til avlops her hjá tær?"
36 "Eg havi nógvan heiluvág
til avlops her hjá mær,
hvaðan er hin mikla kempa,
Sjúrður, ið fylgir tær?"
37 "Hetta man vera maðurin,
ið øllum tykir um,
hetta er hann, ið risan vá,
hin sterki Valintsson."
38 Tað var Vilkus risans son,
tá gjørdist hann vreiður:
"tað var mín hin sæli faðir,
ið lá við Bjertings heygi.
39 Takk havi tú Sjúrður,
eg tað ikki visti,
nú skal brynja út liðið alt,
tí eg var hann, ið misti."
40 Árla var um morgunin,
tað roðar fyri sól,
tá hevði Vilkus risans son
brynjað út hundrað tólv.
41 Tá hevði Vilkus risans son
brynjað út hundrað tolv,
tríggir reystir kappar teir
ríða teim øllum ímót.
42 Tríggir reystir kappar teir
ríða teim øllum ímót,
fullu so búkar á jørðina niður,
sum teir varpa grót.
43 Teir høgga títt, teir líva lýtt,
dublur hanga við stengur,
møðist Virgar Valintsson
í víggi har hann stendur.
44 Teir høgga títt, teir líva lýtt,
blóðið dreiv í ský,
møðist Virgar Valintsson,
hann víggi stendur í.
45 Møðist Virgar Valintsson,
var komin í stóra treyt:
"Hoyr tú snarpi Nornagestur,
flyt meg hiðan af breyt."
46 Tað var hin snarpi Nornagestur,
brandin undir hann skeyt,
tað gjørdi hann á skamri stund,
hann flutti hann burt af breyt.
47 Virgar liggur undir heyginum,
kendi sær møði og mein,
tað var hin ungi Sjúrður,
hann mátti tá berjast ein.
48 Sjúrður tokar í herin fram,
grimmur og vreiður við,
avleiðis tróð hann risans her,
hann skildi hann sundir í trý.
49 Sjúrður tokar í herin fram,
mátturin í honum veks,
avleiðis tróð hann risans her,
hann skildi hann sundur í seks.
50 Fram reið Sjúrður við miklari reiði,
hann vil ikki undan flýggja,
avleiðis tróð hann risans her,
hann skildi hann sundir í níggju.
51 Sjúrður tokar í herin fram,
øllum tókti undur,
avleiðis gekk hann risans her
og skildi hann víða sundur.
52 Virgar leyp undan heyginum,
møði af honum rann,
tá var hann til ferðar fúsur,
hann feldi ein merkismann.
53 So riðu teir kappar tveir
víðan vegin fram,
teir kluvu hvønn um tvørar herðar,
ið móti teimun rann.
54 Teir høgga títt, teir líva lýtt,
teir lótu tá brandar fúka,
nógvir fullu á jørðina niður,
teir tróðu á manna búkar.
55 Teir høgga títt, teir líva lýtt,
av bar barna gaman,
Sjúrður og Vilkus risans son,
tá barst teimum saman.
56 Tað var Sjúrður Sigmundarson,
sínum svørði brá,
hann kleyv Vilkus risans son
sundur í luti tvá.
57 Hann kleyv Vilkus risans son
sundur í luti tvá,
tríggjar vóru kempurnar,
sum reystliga lið hans vá'.
58 So riðu teir frændur tveir
ígjøgnum grøna lund,
einki gól eftir í Holmgørðum
hvørki heykur ella niðmans hund.
59 Tað var Virgar Valintsson,
hann svaraði Sjúrða and:
tú skalt ráða fyri Holmgørðum,
tú vart hann, ið vann.
60 Virgar reið af garði burt
við sínar gangarar tvá,
síðan hevði Sjúrður ungi
fyri Holmgørðum ráð.
61 Kvøðið havi eg kvæði mítt
væl í góðum tíma,
nú búgvist eg at halda upp,
meg lystir ei longur at ríma.
CCF 10 E
TSB E 123
Uppruni: V.U. Hammershaimb: ”Færøiske kvæder I”, 1851
Útgávur:
1. V.U. Hammershaimb: ”Færøiske kvæder I”, 1851, s. 114
2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band I, Teil 3, s. 323.
3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 5. bind, s. 40
Heimild: V.U. Hammershaimb (1819-1909): ”Færøiske kvæder I”, 1851