Skip to main content

Harra Pætur og Elinborg

 

CCF 158 A

TSB D 72

 

1 Harra Pætur og Eliniborg,

børn vóru tey so ung,

løgdu sínum ástum saman,

mongum er forlag tung.

 

2 Harra Pætur og Eliniborg,

børn vóru tey so rík,

løgdu sínum ástum saman,

mongum er forlag slík.

 

3 Legði hann hendur á frúnnar háls,

myntist við hana blíða:

“Leingi vilt tú, Eliniborg,

festarmoy mín bíða?”

 

4 “Bíða vil eg í sjey vintur

uttan frænda ráð, giftist ikki livandi manni,

meðan eg liva má.

 

5 Bíða vil eg í sjey vintur

móti mínum frænda vilja,

giftist ikki livandi manni,

um enn meg kongur giljar.”

 

6 Harra Pætur stígur

í tann standandi floy:

“Eg forbjóði hvørjum manni

mína festarmoy.”

 

7 Harra Pætur stígur

í tann standandi stavn:

“Eg forbjóði hvørjum manni

[at] sova í hennara arm.”

 

8 Sjey vintur forgangnir vóru,

Elini tók at leingja,

akslar yvir seg kápu blá

í glasglugga at standa.

 

9 Elin stendur í glasglugga,

sær hon út so víða,

fagur var tann knørrin,

hon sær eftir havinum líða.

 

10 “Fullvæl kenni eg seglini,

fullvæl kenni eg rá,

fullvæl kenni eg knørrin tann,

ið harra Pætur ár.”

 

11 Elin gongur til strandar oman,

sínum borðum skeyt,

fagur var sá knørrin,

for bryggjuni fleyt.

 

12 “Hoyrið tit, ríku keypmenn,

hvat hava tit at selja?”

“Vit hava skrúður og skarlak reyð,

tað besta frú kann velja.”

 

13 “Lítið er mær um skrúður,

og ei um skarlak reyða,

mín bróðir er av landi úti,

tí syrgi eg meg til deyða.”

 

14 “Hann er ei tín bróðir,

hann er tín biðlasvein,

hann er sær í Danimark,

hann ræður for borgum ein.

 

15 Hann er sær í Danimark,

teir kalla hann harra Pætur ríka,

hann hevur fest ta dansku frú,

hon er ikki tygara líki.”

 

16 Elin gongur frá strondum niðan,

sveipar hon seg í skinn,

so gár hon í høgaloft

for Eirik, bróður sín, inn.

 

17 “Væl *sitið tær*, Eirikur, bróðir mín,

tað sigi eg tær av,

vilt tú vera mín stýrimaður

yvir tað salta hav?”

 

18 “Set teg niður við mínum borði,

drekk við mær í dag,

kalli tað ei vera moyggjasið

at sigla tað salta hav.”

 

19 Elin snúðist av hallini út,

mestan var hon vreið:

“Gud lati teg ikki liva tann dag,

eg biði teg bønir meiri.”

 

20 Tekur hon allar moyarnar,

setir saman í ring,

hon tók upp ein silvursaks,

hon klippir hár umkring.

 

21 Tekur hon allar moyarnar,

hon klippir av teim hár,

síðan lærir hon allar tær

tað jútska riddaramál.

 

22 Tekur hon allar moyarnar,

sker teim riddaraklæði,

so ganga tær til strandar oman,

sum Elin fyri er.

 

23 Eirikur gongur til strandar oman

pá tann sama dag:

“Eg vil vera tín stýrimaður

yvir tað salta hav.”

 

24 “Eg seti ikki minni við

enn mín silvurring,

eingin kemur kallmaður

innan skipakring.

 

25 Eg seti ikki minni við

enn mítt silvurkross,

eingin kemur kallmaður

inn á skip til os.

 

26 Eg seti ikki minni við

enn mín silvurkorða,

eingin kemur kallmaður

innan snekkjunnar borða.”

 

27 Enntá var tað Eliniborg,

dregur upp á seg glógva,

so gár hon til stýri at stá,

og ternurnar at rógva.

 

28 Rókust úti í myrkum havi

mánaðirnar tvá,

ongar vættrar fingu tær

til nøkur lond at sjá.

 

29 Rókust úti í myrkum havi

mánaðirnar tríggjar,

ongar vættrar fingu tær

til nakað land at síggja.

 

30 Ongar vættrar fingu tær

til nøkur lond at sjá,

fyri tann høga boðaslóð,

so fell tann bylgja blá.

 

31 Svaraði frúgvin Eliniborg

í fyrsta orði tá:

“Lovið heldur olmussu,

so fáa vit land at sjá!”

 

32 Summar lovaðu eina,

Elin lovaði tvá,

tá tók tokan at lýsa av,

tær fingu land at sjá.

 

33 Allar lovaðu eina og tvær,

Elin lovaði trinnar,

tokan tók so at lýsa av,

tær fingu land at kenna.

 

34 Árla var um morgunin,

sólin roðar í fjøll,

tá tók tokan at lýsa av

for harra Pæturs høll.

 

35 Fríggjadagin í páskaviku

fóru tær út í hav,

tær komu ikki til landanna

fyrr enn sankta Mortans dag.

 

36 Kasta sínum akkerum

á tann hvíta sand,

fyrst stígur frúgvin Eliniborg

sínum fótum á land.

 

37 Úti í miðjum grasgarði

akslar hon sítt skinn,

og so búgvin gongur hon

tær høgu hallir inn.

 

38 “Heil *sitið tær*, harra Pætur,

yvir yðra breiða borð,

plaga so allir høviskir sveinar

halda síni orð!

 

39 Væl *sitið tær*, harra Pætur,

og tann danska frú,

plaga so alhr høviskir sveinar

halda sína trú!”

 

40 Harra Pætur snúðist yvir borðið fram

við silvurskál í henđi:

“Signi Gud tíni eygun tvá,

so gjølla eg tey kendi.

 

41 Hoyr tú, frúgvin Ingibjørg,

tú ver mær ikki vreið,

meðan eg fylgi mínum systursoni

tríggjar dagar á leið.

 

42 Meðan eg fylgi mínum systursoni

tríggjar dagar á leið,

komi eg ikki aftur tann fjórða,

so vænta meg ikki meir.”

 

43 Svaraði frúgvin Ingibjørg,

tár á kinnar lá:

“Hann er ei tín systurson,

fullvæl kann eg tað sjá.”

 

44 Svaraði frúgvin Ingibjørg,

tár á kinnar glíggjar:

“Hann er ei tín systurson,

so væl kann eg tað síggja.”

 

45 Svaraði frúgvin Ingibjørg

í triðja orði tá:

“Kallmanna hevur hon yvirbrøgd,

men kvinnu hevur hon hár.”

 

46 Fylgdust tey til strandar oman

alt í einum liði,

harra Pætur og Eliniborg

og Ingibjørg tann triðja.

 

47 Ingibjørg stendur á hvítum sandi,

sára ið hon grætur,

Elin stendur í fremra stavni,

hirðir ei, hvat hon letur.

 

48 “Liv nú væl, frú Ingibjørg,

tú hitt danska sprund,

eg havi nú fingið mín festarmann,

eg lænti tær um stund!

 

49 Liv nú væl, frú Ingibjørg,

við títt elvargeingi,

eg havi nú fingið mín festarmann,

eg lænti tær so leingi!”

 

50 Grátandi snúðist frú Ingibjørg,

aftur í sína borg,

glaður siglir harra Pætur

heim við Eliniborg.

 

51 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu bæði í eina song,

harra Pætur og hans vív.

 

52 Farið fyri eystan, farið fyri vestan,

farið fyri verðsins enda,

tey koma bæði í eina song,

ið Gud vil saman senda!

 

CCF 158 A

TSB D 72

 

Handrit: Savn Schrøters 1825 (Ny kgl. Saml. 346,8°), nr. 11.

 

Útgávur:

1. Danmarks gamle Folkeviser IV, Udgivet 1869-83 af Svend Grundtvig, s. 256.

2. V.U. Hammershaimb: Færøsk Anthologi I, s. 260

3. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 170.

4. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 31. bind, s. 41.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Johan Hendrik Schrøter (1771-1851), Vági, 1825.

D 72 Harra Pætur og Elinborg (Maid fetches her betrothed from abroad)

Elinborg lovar at bíða eftir Pæturi ávíst áramál, meðan hann er í útlondum. Tá ið tíðin er farin, hittir hon ein skipara, sum sigur henni, at Pætur er trúlovaður aðrari gentu. Hon fer við skipi at leita eftir honum í fremmanda landinum. Tá ið hon kemur vegin fram, klæðir hon seg sum mann og leitar upp húsið, har ið hann er staddur. Pætur kennir hana aftur. Hann letst, sum hon er systursonur sín, og sleppur at fylgja honum/henni á leið. Soleiðis sleppa tey burtur og sigla av stað saman.

á føroyskum: CCF 158 (eisini á donskum, íslendskum, norskum og svenskum)