Skip to main content

Harra Pætur og Elinborg

 

autodesk connectivityedmwsserverexe autocad 2007 oem autocad plotting autocad unit lisp autodesk autocad demo autodesk map 3d 2006 buy autocad software autocad betweenCCF 158 C

TSB D 72

 

1 Harra Pætur og Eliniborg,

børn vóru tey so ung,

løgdu sínum ástum saman,

mong vóru forløg tung.

 

Nú lystir meg í dansin at gá,

meðan rósur og liljur tær *grógva væl.

 

2 Harra Pætur og Eliniborg,

børn vóru tey so rík,

løgdu sínum ástum saman,

mong vóru forløg slík.

 

3 Leggur hann hendur um frúnnar háls,

mælir við hana blíða:

“Leingi vilt tú, Eliniborg,

festarmoy meg bíða?”

 

4 “Bíða vil eg í níggju ár,

við mínum frænda ráði,

giftast ongum livandi manni,

um enn kongur bað.

 

5 Bíða vil eg í níggju ár,

við mína frænda vilja,

giftast ongum livandi manni,

um enn kongur biður.”

 

6 Harra Pætur stígur

í tann standandi stavn:

“Eg forbjóði hvørjum manni

at sova á hennar arm.”

 

7 Harra Pætur stígur

í tað standandi floy:

“Eg forbjóði hvørjum manni

mína festarmoy.”

 

8 Tá ið níggju ár forgangið var,

tá henni tók at leingja[st],

síðan akslar kápu blá

í glasvindeyga at standa.

 

9 Elin stendur í glasvindeyga,

sær á sína leið,

føgur var tann snekkjan,

eftir havinum skreið.

 

10 Elin stendur í glasvindeyga,

sær á sínar hendur:

“Hetta má vera snekkjan tann,

sum fyrr var burtur send.”

 

11 Elin gongur til stranđar oman

við so fagurt treyt,

føgur var tann snekkjan,

fyri bryggjuni fleyt.

 

12 “Hoyrið tær, ríkir keypmenn,

hvat havið tær at selja?”

“Vær *høvum skrúður og skarlak,

tað besta ið frú kann velja.”

 

13 “Lítið er mær um skrúður

og minni um skarlak reyð,

mín bróðir er av landi farin,

eg syrgi meg til deyð.”

 

14 “Hann er ei tín bróðir,

hann er tín biðlasvein,

hann er seg í Danmark

og ræður fyri borg og heim.

 

15 Hann er seg í Danmark

og ræður fyri kongsins ríki,

hann hevur fest ta donsku frú,

hon er ei tygara líki.”

 

16 Elin snýst frá strondum niðan,

mestan var hon vreið:

“Gud lati meg aldri liva tann dag,

eg spyrji teg orðum fleiri.”

 

17 Uppi í miðjum grasagarði

akslar hon sítt skinn,

og so búgvin gongur hon

í hallir høgar inn.

 

18 Og so búgvin gongur hon

í høgar hallir inn,

sum Heiðrikur at borði sat

við manna hundrað fimm.

 

19 “Sit væl, Heiðrikur, bróðir mín,

glaður og drekk í dag,

tú skalt vera mín stýrimaður

yvir tað salta hav.

 

20 Sit væl, Heiðrikur, bróðir mín,

glaður og drekkur vín,

tú skalt vera mín stýrimaður

yvir tað salta Rín.”

 

21 “Set teg niður við mínum borði

*glað, og drekk í dag,

eg haldi tað ei vera moyggjasið

at sigla tað salta hav.

 

22 Set teg niður við mínum borði

*glað, og drekk nú* vín,

eg haldi tað ei vera moyggjasið

at sigla tað salta Rín.”

 

23 Elin snýst av hallini út,

mestan er hon vreið:

“Gud lati meg ikki liva tann dag,

eg biði teg orðum fleiri.”

 

24 Tekur hon allar moyggjarnar

setir saman í ring,

so tekur hon ein silvursaks

og klippir hár umkring.

 

25 Tekur hon upp sín silvursaks

og klippir teirra hárið,

síðan lærdi hon allar tær

tað jútska riddaramálið.

 

26 Tekur hon upp sín silvursaks

og klippir teirra klæði,

so gár hon til strandar oman

foruttan frænda ræði.

 

27 Tekur hon upp sín silvursaks

og klippir teim riddaraklæði,

so gár hon til strandar oman,

sum hon Elini ‘veaie’.

 

28 So gár hon til strandar oman,

sum hon Elini ‘veaie’,

har kom Heiðrikur, bróðir hennara,

upp á tann sama dag.

 

29 Har kom Heiðrikur, bróðir hennara,

upp á tann sama dag:

“Eg skal vera tín stýrimaður

yvir tað salta hav.”

 

30 Tað var frúgvin Elin,

hon ristir fyri sær kross:

“Tað kemur eingin kallmaður

innan borð til os.”

 

31 Tað var frúgvin Elin,

hon ristir kross fyri sær:

“Her kemur eingin kallmaður

innan borð við mær.”

 

32 Tað var frúgvin Elin,

hon stendur í stakki tvinna:

“Her kemur eingin í stýriborð

foruttan ein fátæk kvinna.”

 

33 Fríggjadagin í páskaviku

løgdu *tær út í hav,

*tær komu ikki til landa aftur

fyrr enn nevndan mortansdag.

 

34 Rókust úti í myrkum havi,

mánaðimar tvá,

ongantíð so kundu tey

til nakað land at sjá.

 

35 Rókust úti í myrkum havi,

mánaðirnar tríggjar,

ongantíð so kundu tær

til nakað land at síggja.

 

36 Svaraði frúgvin Elin,

hon stendur í fremra stavn:

“Lovið burtur olmussu

í Várharras navn!”

 

37 Summar lovaðu eina,

men summar lovaðu tvær,

uttan frúgvin Elin,

hon lovaði hvat hon sær.

 

38 Summar lovaðu eina,

summar tær lovaðu tvá,

uttan frúgvin Elin,

hon lovaði hvat hon sá.

 

39 Summar lovaðu eina og tvær,

men Elin lovaði tríggjar,

tá tók tokan at lýsa upp

for harra Pæturs býggjar.

 

40 Árla var um morgunin,

tá sólin roðar í fjøll,

tá tók tokan at lýsa upp

for harra Pæturs høll.

 

41 Árla var um morgunin,

tá sólin roðar í ský,

tá tok tokan at lýsa upp

for harra Pæturs bý.

 

42 Kastaðu sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrst steig hon Eliniborg

sínum fótum á land.

 

43 Fyrst steig hon Eliniborg

sínum fótum á land,

so tá allar moyggjarnar

undir hennara høgru hond.

 

44 Uppi í miðjum grasagarði

akslar hon sítt skinn,

og so búgvin gongur hon

í høgar hallir inn.

 

45 Og so búgvin gongur hon

í høgar hallir inn,

sum harra Pætur at borði sat

við manna hundrað fimm.

 

46 “Sit væl, ungi harra Pætur,

yvir títt breiða borð,

tað plaga so allir danisveinar

halda síni orð!

 

47 Sit væl, ungi harra Pætur,

við tíni donsku frúgv,

tað plaga so allir danisveinar

halda sína trúgv!”

 

48 Harra Pætur sprakk yvir breiða borð,

við síni silvurskeið í hendi:

“Krist signi tíni eygun tvá,

so gjølliga eg teg kendi.

 

49 Hoyr tú, frúgvin Ingibjørg,

tú ver mær ikki vreið,

meðan eg fylgi mín[um] systursyni

tríggjar dagar á leið.

 

50 Meðan eg fylgi mín[um] systursyni

tríggjar dagar á leið,

komi eg ikki tann fjórða,

so vænt[a] meg ikki meir.”

 

51 Gingu tey til strandar oman,

fagurt var tað lið,

Harra Pætur og Eliniborg

og Ingibjørg tann triðja.

 

52 “Liv væl, frúgvin Ingibjørg,

við tínum Onglands kongi,

nú hevur tú fingið biðilin tann,

eg lænti tær so leingi.”

 

53 Sára græt hon Ingibjørg,

tó hon var ikki hvøll,

henni runnu blóðug tár

og niður á grønan vøll.

 

54 Sára græt hon Ingibjørg,

við skarlak undir skinn,

meðan ungi harra Pætur

við frúnni stígur inn.

 

55 Vundu upp síni silkisegl

gul og vovin blá,

strikar ei á bunkan niður

fyrr enn á Elinar vág.

 

56 Kastaðu sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrst steig ungi harra Pætur

sínum fótum á land.

 

57 Fyrst steig ungi harra Pætur

sínum fótum á land,

og so frúgvin Eliniborg

undir hans høgru hand.

 

58 Tað var ungi harra Pætur,

fellur upp á síni knæ,

meðan hann frúnna Eliniborg

til ektar festi sær.

 

59 Farið so eystur og farið so vestur,

farið fyri heimsins enda,

 tey koma bæði í eina song,

sum Gud vil saman senda!

 

Nú lystir meg í dansin at gá,

meðan rósur og liljur tær *grógva væl.

CCF 158 C

TSB D 72

 

Handrit: Hanus Hanusson: Fugloyarbók, nr. 6. Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4).

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 176.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 31. bind, s. 55.

 

Heimild: Úr Fugloy: Hanus Hanusson, Sjeyndi Hanus (1794-1854), Hattarvík.