Harra Pætur og Elinborg
CCF 158 B
TSB D 72
1 Harra Pætur og Elinborg,
børn vóru tey so ung,
løgdu sínum ástum saman,
mong eru forløg tung.
Og nú lystir meg [í dansin at gá,
meðan rósur og liljur tær grógva væl].
2 Harra Pætur og Elinborg,
børn vóru tey so rík,
løgdu sínum ástum saman,
mong eru forløg slík.
3 Leggur hann hendur um frúnnar háls
og mælir við hana blíða:
“Leingi vilt tú, Elinborg,
festarmoy mær bíða?”
4 “Bíða vil eg í níggju ár
við mína frænda ráð,
gifti meg ongum livandi manni,
um mín kongur bað.
5 Bíða vil eg í níggju ár
við mína frænda vilja,
gifti meg ongum livandi manni,
um enn kongur giljar.”
6 Harra Pætur stígur
[í] tann standandi floy:
“Eg forbjóði hvørjum manni
mína festarmoy.”
7 Harra Pætur stígur
í tann fremra stavn:
“Eg forbjóði hvørjum manni
at sova í hennar favn.”
8 Tá ið níggju ár umliðin vóru,
tá tók frúgv at leingjast,
akslar hon seg í kápu blá
í glasglugga at standa.
9 Frúgvin stendur í glasglugga,
sær á sína leið,
fagur var tann snekkjan,
eftir havinum skreið.
10 Elin stendur í glasglugga,
sær á sínar hendur:
“Nú man koma snekkjan tann,
ið áður var burtur send.”
11 Elin gongur til strandar oman
við sítt búgvið skreyt,
fagur var tann snekkjan,
fyri bryggjuni fleyt.
12 “Hoyrið tit, ríkir keypmenn,
hvat havið [tær] at selja?”
“Vær høvum skrúður og skarlak reyð,
besta ið frú kann velja.”
13 “Lítið er mær um skrúður,
minni um skarlak reyða,
mín bróðir er av landi burtur,
eg syrgi meg til deyða.”
14 “Hann var ei tín bróðir,
hann var tín biðlasvein,
hann er seg í Danmark
og ræður fyri borgum ein.
15 Hann er seg í Danmørk
og ræður fyri kongsins ríki,
hann hevur fest ta donsku frú,
hon er ikki tygara líki.”
16 Elin snúðist frá strondum niðan,
mestur var hon reið:
“Gud lati meg aldri liva tann dag,
eg spyrji teg orðum fleiri.”
17 Tað var frúgvin Elinborg,
sveipar hon seg í skinn,
so fer hon í høgaloft
fyri Eirik, bróður sín, inn.
18 “Hoyr tú, Eirikur, bróðir mín,
tað sigi eg tær av,
og tú skalt vera mín stýrimaður
yvir tað salta hav.”
19 “Sit væl heima, systir mín,
tú drekk við mær í dag,
eg kalli tað ei vera moynnasið
at sigla tað salta hav!
20 Tú sit nú heima, systir mín,
og drekk nú mjøð og vín,
eg kalli tað ei vera moynnasið
at sigla tann salta Rín!”
21 Elin snúðist av høllini út,
mestur var hon reið:
“Gud lati meg aldri liva tann dag,
eg biði teg orðum fleiri.”
22 Tekur hon allar moyarnar,
setir saman í ring,
og hon tók upp ein silvursaks,
og klippir teirra hár umkring.
23 Hon tók upp ein silvursaks
og klippir teirra hár,
síðan læt hon læra tær
tað jútska riddaramál.
24 Hon tók upp ein silvursaks
og klippir teirra klæði,
so gekk hon til strandar oman
sum ein [e]diligur maður.
25 Oman kom Eirikur, bróðir hennar,
á tann sama dag:
“Eg vil vera tín stýrimaður
yvir tað salta hav.”
26 “Eg seti ikki minni við
enn mín silvurkross,
tað kemur eingin kallmaður
higar um borð til os.
27 Eg seti ikki minna við
enn mínar stakkir tvinnar,
tað kemur eingin í stýriborð
uttan ein fátøk kvinna.
28 Eg seti ikki minna við
enn mín silvurring,
her kemur eingin kallmaður
á hetta skip um sinn.”
29 Fríggjadagin í páskaviku
løgdu tær út í hav,
tær komu ei til landanna,
fyrr enn nevndan mortansdag.
30 Rókust úti í myrkum havi
mánarnar tvá,
ongan vegin visti sær
til nøkur lond at sjá.
31 Rókust úti í myrkum havi
mánarnar tríggjar,
ongar vegir vistu sær
til nøkur lond at síggja.
32 Tað var frúgvin Elinborg,
stígur í fremra stavn:
“Lovið nú burtur olmussu
í Várharras navn!”
33 Summar lovaðu eina og tvær,
men Elin lovaði tríggjar,
tá tók tokan at lýsa í
for harra Pæturs bý.
34 Árla var um morgunin,
sólin roðar í ský,
tá tók tokan at lýsa í
for harra Pæturs bý.
35 Árla var um morgunin,
sólin roðar í fjøll,
tá tók toka at lýsa í
for harra Pæturs høll.
36 Yndug var tann snekkjan,
kendi fagurt land,
kastaðu sínum akkerum
á so hvítan sand.
37 Kastaðu sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrst so steig hon Elinborg
sínum fóti á land.
38 Uppi í miðjum grasgarði
akslar hon sítt skinn,
og so búgvin gongur hon
í høgu hallar inn.
39 Og so búgvin gongur hon
í høgu hallar inn,
sum harra Pætur við borðið sat
við monnum hundrað fimm.
40 “Sit væl, ungi harra Pætur,
við títt breiða borð,
plaga so allir danisveinar
halda síni orð.”
41 Harra Pætur frá borði sprakk
við silvurskál í hendi:
“Krist signi tíni eygun tvey,
so gjølliga eg teg kendi.
42 Hoyr tú, frúgvin Ingibjørg,
tú vert mær ikki vreið,
meðan eg fylgi mínum systursoni
tríggjar dagar á leið.
43 Meðan eg fylgi mínum systursoni
tríggjar dagar á leið,
komi eg ikki tann fjórða,
so vænta meg ikki meir.”
44 Gingu tey til strandar oman,
fagurt var tað lið,
harra Pætur og Elinborg
og Ingibjørg tann triðja.
45 Sára græt frú Ingibjørg,
tí hon var ikki hvøll,
henni fullu blóðug tár
niður á grønan vøll.
46 “Liv nú væl, frú Ingibjørg,
í tínum faðirs ríki,
nú havi eg fingið biðilin tann,
sum áður var burtur svikin.”
47 Vundu síni silkisegl
alt foruttan sorg,
glaður siglir harra Pætur
heim við Eliniborg.
48 Ingibjørg snúðist til hallar heim
við trega og tunga sorg,
glaður siglir [harra Pætur
heim við Elinborg.]
49 Tað var ungi harra Pætur,
fellur upp á síni knæ,
meðan hann frúnna Elinborg
til ektar festi sær.
50 Drukkið varð teirra brúdleyp,
kátt var teirra lív,
gingu so bæði í eina song,
harra Pætur og hans vív.
51 Fari seg eystur og fari seg vestur,
og farið til havsins enda,
tey koma bæði í eina song,
sum Gud vil saman senda!
Og nú lystir meg [í dansin at gá,
meðan rósur og liljur tær grógva væl].
CCF 158 B
TSB D 72
Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4).
Útgávur:
1. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 173.
2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 31. bind, s. 48.
Heimild: Úr Mykinesi: Rasmus Johannessen (1808-1849), Mykinesi, 1847.