Skip to main content

Hústrúin og hovmaðurin

 

CCF 180

TSB F 21

 

1 Hústrúin sat við akur og skar,

- gylni ráð, spensi á -

tað kom ein hovmann og hana bað.

- Í rondutum brókum,

gylni ráð, spensi á,

hann lá deyður í Vendilsá

í rondutum brókum.

 

2 “Hoyr tú, hovmann, eg tali til tín,

sást tú nakað til bónda mín?”

 

3 “Mín kæra hústrú, tú ert vitin,

hvussu var tín bóndi litin?”

 

4 “Hansara stakkur var grøn sum leykur,

eyguni hevði hann sum ein heykur.

 

5 Hansara stakkur var apaldagráur,

silvurbeltið um bakið lá.”

 

6 “Jú so menn, at eg hann sá,

hann lá deyður í Vendilsá.”

 

7 Hústrúin varð so illa við,

hon fell sær í óvit niður.

 

8 “Mín kæra hústrú, ver ikki óð,

eg skal vera tær javngóður!”

 

9 Tey lógu saman ta longu nátt,

tey snakkaðu mangt, tey svóvu fátt.

10 Árla um morgunin, sólin skein,

tá kom bóndin ríðandi heim.

 

11 Bóndin inn um dyrnar sá,

hovmaður hjá hans hústrú lá.

 

12 Bóndin inn um dyrnar leyp,

hovmaður út av vindeyga kreyp.

 

13 “Tað kom ein hovmann og leyg í gjár,

at tú lást deyður í Vendilsá.

 

14 Eg befalti hann eystur og vestur,

- gylni ráð, spensi á -

eg las fyri honum pater noster.”

- Í rondutum brókum,

gylni ráð, spensi á,

hann lá deyður í Vendilsá

í rondutum brókum.

 

CCF 180

TSB F 21

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4), uppskrift hjá V. U. Hammershaimb, 1848.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 264.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 35. bind, s. 136.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Poul Mikkelsen (1819-1901), Vági 1848.

F 21 Hústrúin og hovmaðurin (Man deceives woman in order to sleep with her)

Ein hovmaður roynir at fjasast við eina bóndakonu. Konan spyr, hvar ið maður sín er, og hovmaðurin svarar, at hann hevur sæð hann deyðan. Síðani heldur hann fram við at ugga bóndakonuna og liggur nátt hjá henni. Um morgunin kemur bóndin aftur og tekur tey á bóli. Hovmaðurin sleppur sær til rýmingar út ígjøgnum vindeygað.

á føroyskum: CCF 180 (bert á føroyskum)