Skip to main content

Grips kvæði

 

CCF 57 A

TSB E 150

 

1 Viljið tær nú lýða,

ljóð geva mær,

Ólav nevni eg kongin tann,

ið fyri Noregi ræður.

 

Nú fellur ríman

yvir tann breiða fjørð,

har liggur ein bóndi

deyður í døkkari jørð.

Og nú fellur ríman.

 

2 Viljið tær lýða og ljóð geva mær,

eg bróti á brigdartátti,

kongur ræður fyri Nøríki,

hann sær tvey børn átti.

 

3 Vuksu upp í ríkinum

kongabørnini tvey,

áðrenn tey gótu á gólvi ganga,

tey drógu skarlak reyð.

 

4 Vuksu upp í ríkinum

kongabørnini bæði,

áðrenn tey gótu á gólvi ganga,

tey drógu skarlaksklæði.

 

5 Kongurin eigur ein ungan son,

Eirikur eitur hann,

hann er bæði vitur og vænur

og væl við bogan kann.

 

6 Hvørki læt hann fyri sær ráða

moyggj ella mannavív,

so fór hann um í nakra stund,

í haska stóð hans lív.

 

7 Hvørki læt hann fyri sær ráða

moyggj ella mannakonu,

so fór hann um í nakra stund,

í vanda mundi hann koma.

 

8 Bøndur gingu saman í ring

bæði til tinga og stevna,

kæra fyri Ólavi kongi,

skaða sín at hevna.

 

9 Kongurin steig á tingið inn,

fell so væl í lag,

gjørdi Eirik útlagdan

upp á tann sama dag.

 

10 Eirikur gekk fyri sína systur

við reyðar kinnir og baldar:

“Nú er antin av Noregi at fara

ella móti at halda.”

 

11 “Eg skal leggja tær ráðini góð,

tey skulu ikki tróta,

far tú heldur av Noregi út,

tí ilt er mót mongum at bróta!

 

12 Eg skal leggja tær ráðini góð,

meðan tú spyrt meg so,

far tú heldur av Noregi út,

ilt er mót mongum at stá! “

 

13 Eirikur kvittar úr faðirs síns garð,

sjálvur mundi hann tað sanna,

fylgdi honum Torstein skósvein hans

og eingin annar mann.

 

14 Teir gingu fullar átta dagar,

klumpar og harðar kvistar,

eg fái ikki við orðum greint,

íhvar teir nætur gista.

 

15 Teir gingu fullar átta dagar,

klumpar og harðar strætir,

hvør sum kemur í tílíka neyð,

hann missir gleði og kæti.

 

16 Teir gingu fullar átta dagar,

klumpar og harðar stígar,

komu fram í *avdalin,

sum vegir liggja víða.

 

17 Gingu fullar átta dagar,

klumpar og harðar skógar,

komu fram í *avdalin,

sum fyri var jettin góða.

 

18 Hann gekk fullar átta dagar

langa leið og drúgva,

sóu eld í fjalli brenna,

høgar neistar fljúgva.

 

19 Eirikur hugsar við sjálvum sær:

“Úti má eg ei standa,

antin her búgva fólk ella trøll,

eg fari her inn at ganga.”

 

20 Eirikur gekk í skálan inn,

tað var so síðla á kvøldi,

bóndin lá í tvørbeinki,

var rørdur í skinnafeldi.

 

21 “Eg eri bæði blindur og deyvur,

mong eru míni mein,

hvaðan eru hesar frægar kempur,

meg hava søkt her heim?”

 

22 “Kongasonur av Noregi,

Eirik skalt tú meg kalla,

meg lystir ikki at skemta longur,

nú tekur mín ríma at falla.”

 

23 “Eg eri bæði blindur og deyvur,

mong eru míni verstu,

meg hava ikki á fimtan árum

søkt heim slíkir gestir.”

 

24 Hann settist upp í beinkinum,

ræður á kvendi at heita:

“Tú skalt seggjum føðslu fáa

og allan virðin veita.”

 

25 Tá kom inn ein annar maður,

Eirikur ikki kendi,

jútskan hatt á høvdi bar

og finskan boga í hendi.

 

26 Tá kom inn ein annar maður,

vá við eggjateini,

jøttasvørð á belti bar,

og knept var brók at beini.

 

27 Við fótum tróð hann heitan eld,

síðan gekk hann út,

hann kom aftur á skamri stund,

var klæddur væl í skrúður.

 

28 Teir sótu so leingi um aftanin,

áðrenn teir gingu at borði,

so var sagt, at Gripur beiddi

Eirik fyrst til orða.

 

29 “Eirikur, tú skalt siga mær,

hvørt víkur tín ferð,

yvriga veit eg *ætlanina,

tú hevur í ráðgerð.”

 

30 “Eg fari meg til Svítjóðar

kongins dóttur at fáa,

hann hevur ikki aftur komið,

har hevur skeiðir vágað.”

 

31 “Ríður tú til Svítjóðar

kongins dóttur at gilja,

hann hevur ikki aftur komið,

tey ørindi hevur viljað.”

 

32 Gripur so til orða tók:

“Tann man hana fáa,

ið førir høvdið av fostruni

og hjálmin omaná.

 

33 Áðrenn tú førir henni borðbúnan,

ið væl til hóvar stendur,

vænur og so tekkiligur,

allur í gulli rendur.

 

34 Áðrenn tú førir henni borðbúnan

og hjálmin á høvdi hans,

tað verður ikki talv at leypa

og leika við frúvur í dans.”

 

35 Teir sótu so leingi um aftanin,

áðrenn teir gingu at sova,

Eirikur talar til skósvein sín:

“Mær lystir frúvur at lova.”

 

36 Hann stóð upp í Beyðu song

at gilja fagurt sprund,

mangur fremur hvíluna

hjá tekkiligum fund.

 

37 Tá var brak í Beyðu song,

naglar gingu sundur,

Gripur liggur og lýðir á,

hann vakir um langa stund.

 

38 “Hvat skalt tú hjá Svítjóð gera,

bleytur ert tú og veikur,

lítlan kenni eg vera tín mátt

í hørðum handaleikum?

 

39 Hvat skalt tú hjá Svítjóð gera,

eg veit væl av teim vón,

har eru so harðir handaleikir,

teir sipa teg allir við sjón?”

 

40 Árla var um morgunin,

dagurin var ljús,

Gripur og Eirikur kongins son

teir vóru til klæði fús.

 

41 Tá reistist upp tann gamli kallur,

talar til sonin sín:

“Hvar býst tú so bítid burtur,

Gripur, sonur mín?”

 

42 “Eg fari meg til Svítjóðar,

tað er ein leið so long,

eg skal fáa míni fostru

vín og føðslu í hond.”

 

43 Hann reistist upp í beinkinum:

“Nú tekur mín gleði at falla,

illa skiltist tú við faðir og móður,

nú søkir elli kallin.”

 

44 Grímur gekk av hallini út

í tí sama sinni,

møtti honum Fetbreiði, fostra hans,

hann legði sær í minni.

 

45 “Heilsa nú mínum faðir og móður

og so mínum heimamanni,

bið ongan vera seint á kvøldi

staddan úr hans ranni!”

 

46 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull við reyðan brand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Svítjóðland.

 

47 Halga stendur í glasglugganum,

von er hon og vitur:

“Mær tóktist, sum skýggjaflóki

dró fram yvir skipið.”

 

48 Halga stóð í glasglugganum,

tekur so sárt at gráta:

“Tað síggi eg á hesi ferð,

eg man mína fostru láta.”

 

49 Higar ið teirra snekkja

kendi fagurt land,

fyrstur steig Eirikur kongins son

sínum fótum á land.

 

50 Fyrst steig Eirikur kongins son

sínum fótum á land,

og hann Gripur bóndans son

undir hans høgru hond.

 

51 “Eirikur, tú skalt siga mær,

tí annað mást tú ljóta,

hvat vilt tú við risan berjast

ella við ørvum skjóta?”

 

52 “Krevur hvør tann kunniliga,

mong eru andsvar veldig,

lítið eri eg á bogan kønur,

tó kjósi eg mær hann heldur.”

 

53 Tað var Eirikur kongins son,

hann gekk í hallina inn,

sum Jarnskjøldur yvir borði sat

við manna hundrað fimm.

 

54 “Situr tú inni, Jarnskjøldur,

eg vil tær til brúdleyps bjóða,

til virtur og vín og aldansvín

og oksakropp at sjóða.

 

55 Situr tú inni, Jarnskjøldur,

eg vil tær til brúdleyps møta,

tú skalt søkja jomfrúfund

og oksakroppin eta.

 

56 Er hon Halga manni givin,

telvt verður um tað fljóðið,

eg skal henni til brúdleyps føra

hjørt av skógvi góð.

 

57 Er hon Halga manni givin,

telvt verður um tað vív,

eg skal henni til brúdleyps føra

hjørt av skógvi dýra.”

 

58 Risin sprakk úr hásæti,

hann treiv eftir búnum spjóti,

Eirikur leyp av hallini út,

hann tordi ei halda ímóti.

 

59 Eirikur leyp av hallini út,

hann tordi ei fyri at vera,

tá ið hann sá, at Jarnskjøldur

hann ætlaði ilt at gera.

 

60 Hann leyp úr ranni í urðasvanni,

fátt mundi illum granda,

meinti at skúgva fríðan fálk

út av Harralandi.

 

6l. Gripur stóð við aftara stavn,

søgur ganga frá,

vundu skip í miðjum sundi,

síðan ráddust á.

 

62 Teir bardust fullar tógvar dagar.

hvørgin sigur vann,

inntil tann hin triðja,

sól til viðar rann.

 

63 Teir høgga títt og líva lítið,

traðka jørð í kálva,

dvørgamál sang í hvørjum hamri,

jørðin tóktist skelva.

 

64 Teir høgga títt og líva lítið,

traðka jørð til kníggja,

Gripur stóð mót risanum

í fullar dagar tríggjar.

 

65 Teir høgga títt og líva lítið,

mong eru andsvar veldig,

Gripur stóð mót risanum

til triðja dag at kvøldi.

 

66 Tá vildi Gripur einki hava

meiri við risan at gera:

“Enn mundi mær meiri tørvur

á míni fostru vera.”

 

67 Einki vildi Gripur hava

at gera við henda púka,

Fetbreiði kom úr dølum oman,

tá tekur av skøllum at rúka.

 

68 Fetbreiði kom úr dølum oman,

risanum veitir hann skamm:

“Eg havi sæð í allan dag

og ikki náað fram.”

 

69 Tað var risin Fetbreiði,

sínum svørði brá,

hann kleiv risan Jarnskjøldur

sundur í lutir tvá.

 

70 Snarliga vá hann Jarnskjøldur

goyst av grimmum huga,

Eiriki fekk hann høvur upp,

hann bant til saðilbuga.

 

71 “Fá tú hetta tínari frú,

tá tú kemur heim til landa,

stíg ikki fyrr í favnlag frítt,

enn lat meg sjálvan hjá standa!”

 

72 Eirikur gekk í hallina inn,

hann tekur sær sess við borð,

Gripur ruddi fyri sær gongd

og talar ikki eitt orð.

 

73 Gripur stóð á hurðarbaki,

rørdur í skinnabjálva,

hettan hekk fyri eygum síð,

og moyggjar taka at skelva.

 

74 “Fátt var tær til valdra sveina

heiman úr Noregis veldi,

tá ið tú flutti tað trøllabarn,

var brotið av illum bergi.

 

75 Fátt var tær til valdra sveina

heiman úr Noregis ríki,

tá ið tú flutti tað trøllabarn,

var brotið av illum líki.”

 

76 “Hatta sama trøllabarn,

uttan við dyrnar stendur,

hann hevur riðið mót fostru tíni,

hann vá á báðar hendur.”

 

77 Gripur festi Halgu,

tá var lokin vandi,

Eirikur festi Beyðu,

teir gjørdu so skil fyri landi.

 

Nú fellur ríman

yvir tann breiða fjørð,

har liggur ein bóndi

deyður í døkkari jørð.

Og nú fellur ríman.

 

CCF 57 A

TSB E 150

 

Handrit: Kvarthandrit Svabos Gl. kgl. Saml. 2894, 4to, vol. I, Nr. 17, s. 303.

 

Útgávur: 

1. Chr. Matras legði til rættis: Svabos Færøske Visehaandskrifter, 1937-39,  s. 118.

2. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1942) Band  II, Teil 3, s. 358.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 14. bind, s. 44.

 

Heimild: Úr Vágum: Jens Christian Svabo (1746-1824), Miðvági, 1781-82.