Skip to main content

Stelka táttur

 

CCF 205

Einki TSB-nr.

 

1 Stelkur fer eftir mølini,

við sín tjúkka svíra,

hann sær seg í havið út:

“Hvussu man Brestingur stýra?”

 

Ærligir menn, dans skulu vit fremja,

er ikki dagur enn, orlov biðjum væl.

 

2 Stelkur fór eftir mølini,

feitur er hann sum spik:

“Hvat skal hann við kumpass gera,

sum ikki veit norðstrik.”

 

3 Stelkur fer eftir mølini,

feitur er hann sum líri:

“Hvat skal hann við kumpass gera,

sum ikki kann at stýra.”

 

4 Út kemur hon Mutlatutla,

oman eftir geil:

“Eg síggi eitt skip við flesina,

eg meini, tað hevur feil.”

 

5 Ryssan meig, og báturin gleið,

alt tók eftir hæli:

“Góða nátt,” segði Endi,

“nú eru vit skildir frá dali.”

 

6 Endi setst í eysrúmið,

biður leggja út vørr,

Brestingur í annað borðið

aftur móti sær.

 

Ærligir menn, dans skulu vit fremja,

er ikki dagur enn, orlov biðjum væl.

 

CCF 205

Einki TSB-nr.

 

Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4), uppskriftin er frá Gudmundi Effersøe, Vestmanna, 1846.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 358.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2005) 36. bind, s. 129.

 

Heimild: Úr Streymoy. Gudmund Effersøe, f. í Havn (1827-1916), Vestmanna, 1846.