Skip to main content

Angankári

 

 

CCF 34 A

TSB E 13

 

1 Árla var um morgunin,

sólin roðar í fjøll,

tá var hin blindi Bavint snildi

riðin burtur á vøll.

 

Har var leikur, har var troðið,

har vóru trodnar organspipur

 millum Jútland og Rípur.

 

2 Tá var hin blindi Bavint snildi

riðin í skógin fram,

møtir honum mikil kempa,

meiri enn menskur mann.

 

3 “Far tú teg til hallar heim

at siga riddara frá,

nú man koma gripur á ferð,

sum eitur Angankári!

 

4 Far tú teg til hallar heim

at siga riddara reyða,

bið hann mær til matar ætla

tríati talið seyða!

 

5 Oksan ein og geitir fimm

og flykkini tólv av svíni

bið hann mær til matar ætla

fyrstu máltíð mína!

 

6 Flykkini tvey og gæsnar sjey,

tríati seyðatal,

bið hann mær til matar ætla

av tann Dynjadal!”

 

7 Hann fór seg til hallar heim

at siga riddara frá:

“Nú man koma gripur á ferð,

sum eitur Angankári.”

 

8 Allir veggir *svignaðu,

har hann kom í tún,

allar hurðar klovnaðu,

áðrenn hann fekk rúm.

 

9 Allir beinkir brotnaðu,

har hann gekk í sæti,

Sjúrður hugsar við sjálvum sær:

“Slíkt er trøllalæti.”

 

10 Sjúrður so til orða tók,

leit sær undan skildri:

“Sig mær, frægur Angankári,

hvat tú higar vildi!”

 

11 Tí svaraði Angankári,

læt sær máli byrja:

“Fyrst er at geva manni mat,

og síðan tíðindi spyrja.”

 

12 Oksakroppin át hann upp

og ellivu svínaflykki,

tólv tunnur av stumpabreyði,

áðrenn hann kravdi drekka.

 

13 Oksan ein og geitir fimm

lógvaði hann á tíni,

tunnubreyð og laksir sjey

og flykkini tólv av svíni.

 

14 Hann vildi ei av kerum drekka,

ei av smáum skálum,

teir máttu honum á stongum vega

tey stóru bryggjukar.

 

15 Tí svaraði Sjúrður,

leit sær undan skildri:

“Sig mær, reystur Angankári.

hvat tú higar vildi!”

 

16 Tí svaraði Angankári:

“Eg geri tað ei at loyna,

til tess eri eg higar komin

roysni við teg at royna.

 

17 Vit skulum berjast í Tyrnisdal,

har býr maðkur og mý,

har skín eingin sólin á

uttan hægsta summarstíð.

 

18 Vit skulum berjast í Tyrnisdal,

har býr maðkur og mýra,

ikki heimi í borgunum,

sum kattar liggja og klórast.”

 

19 Riðu teir í Tyrnisdal

fast av miklum móði,

tá sprakk hestur Angankára,

Grani *sveittaði blóði.

 

20 Niður settist Sjúrður

og kendi sær møði í hand:

“Lova mær, frægur Angankári.

at binda mítt hosuband!”

 

21 “Gjarna lovi eg, Sjúrður,

tær at hvíla teg;

hvar veitst tú so fræga kempu.

berjast kann við meg?”

 

22 Upp leyp Bekkur Berintsson

á sín annan fót,

so høgg hann til Angankára.

egg í beinið tók.

 

23 Bardust fullar tógva dagar,

hvørgin sigur fekk,

inntil tann hin triðja,

ið sól til viðar gekk.

 

24 Bardust fullar tógva dagar,

hvørgin sigur vann,

inntil tann hin triðja,

sól til viðar rann.

 

25 Inntil tann hin triðja,

sól til viðar rann,

tá fell Bekkur Berintsson,

tann hin raski mann.

 

26 Burtur fóru ørvurnar,

tær bóru ei seint at,

tær komu upp úr jørðini,

sum Virgar fyri sat.

 

27 “Sjúrður sendi meg til tín

at bjarga nakað sær.

Mimmaring er tað besta svørð,

tú greið úr hendi mær!

 

28 Sjúrður sendi meg til tín

at bjarga sínum lívi,

hann stendur í Tyrnisdal

í tí tunga stríði.

 

29 Hann stendur í Tyrnisdal

í tí tunga verki,

bað teg læna sær svørðið tað,

ið átti Virgar sterki.”

 

30 Aftur komu ørvurnar,

tær bóru ei seint at,

komu upp úr jørðini,

sum Sjúrður fyri sat.

 

31 Niður settist Angankári,

kendi sær møði í hand:

“Hoyr tað, Sjúrður Fávnisbani,

tú hevur lænað brand!

 

32 Tá ið tú hevur felt meg til jørð,

tað er tær eingin munur,

tað var mær av sonnum sagt,

eg eri tín systursonur.”

 

33 “Tó ið tú ert mín systursonur

og so mín onkabróðir,

eg giti ikki grøða teg,

tað voldi á hesum móði.”

 

34 Tað var frægur Sjúrður,

sínum svørði brá,

hann hjó reystan Angankára

sundur í lutir tvá.

 

Har var leikur, har var troðið,

har vóru trodnar organspipur

millum Jútland og Rípur.

 

CCF 34 A

TSB E 13

 

Handrit: Kvarthandrit Svabos, Gl. kgl. saml. 2894, 4to, vol. II, Nr. 7, s. 725.

 

Útgávur: 

1. Christian Matras (legði til rættis) “Svabos Færøske Visehaandskrifter”, 1939 s. 291.

2. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1941) Band  II, Teil 1, s. 23

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1999) 10. bind, s. 33

 

Heimild: Jens Christian Svabo (1746-1824), føddur í Miðvági.

E 13 Angankári (Sjúrður kills warrior with borrowed miraculous sword)

Blindur maður møtir hermanninum Angankára, sum biður hann fara heim at boða frá, at Angankári fer at koma og vil hava nógv at eta og drekka.

Tá ið hann hevur etið, spyr Sjúrður, hvat ið hann vil. Angankári sigur, at hann vil berjast við Sjúrð.

Teir berjast, til teir eru farnir at møðast.

Annar maður kemur í Sjúrðar stað í bardagan og verður dripin. Ímeðan sendur Sjúrður boðbera (frábr. A: pílar sínar) til Virgar og biður læna sær svørðið Mimmaring.

Við tí drepur hann Angankára.

á føroyskum: CCF 34 (bert á føroyskum)