Angankári
CCF 34 D
TSB E 13
1 Árla var um morgunin,
roðar fyri sól,
tá var hin blindi Bevintsson
riðin burt á skóg.
2 Tá var hin blindi Bevintsson
riðin á skógvin fram,
møtir honum Angankári,
frægari enn annar mann.
3 Úti standa kongins menn,
greppur at garði dró,
stígur so fast á stinnar leggir,
hann jørð um kálva vóð.
4 Úti standa kongins menn,
halda sær á gleim:
“Ei man greppurin linur vera,
os man vitja heim.”
5 Allir veggir svignaðu,
hvar hann gekk í tún,
allar hurðar klovnaðu,
áðrenn hann fekk rúm.
6 Beinkir allir brotnaðu,
hvar hann gekk í sæti.
Svaraði Sjúrður Sigmundarson:
“Slíkt eru trøllalæti.”
7 Svaraði kappin Angankári:
“Tað vil eg ikki valda,
eg haldi tað ei vera kongaligt.
ikki kann kempum halda.”
8 Oksakroppin át hann upp,
tríati svínaflykki,
tólv tunnur av stumpabreyði,
áðrenn hann kravdi drykkir.
9 Hann vildi ei av skálum drekka,
ei av smáum kerum,
tey máttu honum á stongum vega
í stórum bryggjukørum.
10 “Hoyr tú, Sjúrður Sigmundarson,
hvat eg spyrji teg,
veitst tú nakra fræga kempu,
ið berjast kann við meg?”
11 “Eg veit hann ongan føddan vera
uttan adalsonin bjarta
og hin unga Benjarlund,
sum væl kann spenna við kappa.
12 Hevði hann Bekkur Baraldsson
havt sínar føtur báðar,
hann hevði givið tær banahøgg,
títt lív hevði staðið í váða.”
13 Upp leyp Bekkur Baraldsson
á sín eina fót,
so høgg hann til Angankára,
at egg í beini stóð.
14 Bardust fullar tógvar dagar,
hvørgin sigur fekk,
inntil tann hin triðja,
sól til viðar gekk.
15 Bardust fullar tógvar dagar,
hvørgin sigur vann,
inntil tann hin triðja,
sól til viðar rann.
16 Inntil tann hin triðja,
sól til viðar rann,
tá fell Bekkur Baraldsson,
tann hin raska mann.
17 “Hoyr tú, Sjúrður Sigmundarson,
hvat eg spyrji teg,
veitst tú nakra frægari kempu,
berjast kann við meg?”
18 “Eg veit hann ongan føddan vera
uttan adalsonin bjarta
og hin unga Benjarlund,
sum væl kann spenna við kappa.”
19 “Førum okkum á Tyrnisdal,
har er maðkur og móra,
ikki at liggja í øskuni,
sum kattar liggja og klóra!
20 Førum okkum á Tyrnisdal,
har er maðkur og mý,
har skínur ikki sólin á
uttan hægsta summarstíð!”
21 Riðu teir á Tyrnisdal,
sólin roðar á bekki,
Sjúrður bindur hjálm at sær,
og Angankári eftir.
22 Riðu teir á Tyrnisdal
fast av miklum móði,
so sprakk hestur Angankára,
at Grani sveittaði blóði.
23 Teir høgga títt, teir líva lítt,
av dró barnagaman,
eldur reyk av svørðunum,
tá eggjar bóru saman.
24 Teir høgga títt, teir líva lítt,
troða jørð um kálva,
bjargamál sang í hvørjum hamri,
vørildin tók at skelva.
25 Niður settist Sjúrður,
kendi sær møði á hond:
“Lova mær, reystur Angankári,
at binda mítt hosuband!”
26 “Gjarna lovi eg tær, Sjúrður,
at tú hvílir teg,
veitst tú nakra frægari kempu,
ið berjast kann við meg?”
27 “Eg veit ongan føddan vera
uttan adalsonin bjarta
og hin unga Benjarlund,
sum væl kann spenna við kappa.
28 Hoyr tað tú nú, Snavran,
ert tú nakað snør,
far tú teg til Virgar sterka,
bið hann læna mær svørð!”
29 Snavran hon snúðist
undir jørðini snar,
hon kom har á kvøldi,
sum Virgar fyri var.
30 “Ver vælkomin, Snavran,
higar nú til mín,
drekk nú, hvat tær betur líkar,
mjøðin ella vín!”
31 “Lítið er mær um mjøðin tín,
hálvæl minni um vín,
onnur havi eg ørindini
higar í dag til tín.
32 Sjúrður sendi meg til tín
at bjarga sínum lívi,
hann stendur í Tyrnisdali
í so tungum stríði.”
33 “Sendi Sjúrður teg til mín
at bjarga nakað sær,
Mimmingur er tað besta svørð.
eg lati av hond á mær.
34 Her skalt tú hava svørðið tað,
mikið er tað vert,
átjan alin er tað langt,
við eitri er tað hert.
35 Her skalt tú hava svørðið tað,
nú er um tað at røða,
hvør ið skeinu av tí fær,
eingin kann hana grøða.”
36 Snavran hon snúðist
undir jørðina snar,
hon kom har á morgni,
sum Sjúrður fyri var.
37 Sjúrður gav so vænt eitt høgg
alt fyri uttan vari,
mækin skeindi, brynju skar,
hann kvistaði niður við læri.
38 Mækin skeindi, brynju skar,
hann kvistaði niður við lær,
stykki burt av læri hans,
meiri enn hestur bar.
39 Sjúrður gav so vænt eitt høgg,
alt fór eftir tykki,
mækin skeindi, brynju skar,
hann kvistaði niður við rivjum.
40 Niður settist Angankári,
kendi sær møði á herðum:
“Tað síggi eg á tær, Sjúrður,
at tú hevur lænað svørð.
41 Hóast tú hevur vegið meg,
tað er ikki meiri so,
kynjaður eri eg av Sjólondum,
eg eri tín systurson.”
42 “Um enn tú ert mín systurson,
og eg tín sæli bróðir,
fái eg ikki reddað teg,
tað voldi, eg var so móður.”
43 Tað var Sjúrður Sigmundarson,
sínum svørði brá,
hann kleiv reystan Angankára
sundur í lutir tvá.
CCF 34 D
TSB E 13
Handrit: Savnið hjá Napoleon Nolsøe, Føroya Landsbókasavn F IV vol. I, Nr. 20, s. 113.
Útgávur:
1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1941) Band II, Teil 1, s. 30
2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1999) 10. bind, s. 51
Heimild: Úr Streymoy: Napoleon Nolsøe (1809-1877), Tórshavn, 1840.