Skip to main content

Angankári

 

autodesk infrastructure design suite ultimate 2016 download autodesk robot structural analysis professional 2011 cheap autodesk autocad 2009 where to buy autodesk buy autocad mep autodesk building design suite premium 2015 where to buy autocad purchase autocad 2005CCF 34 B

TSB E 13

 

1 Árla var um morgunin,

roðar fyri sól,

tá var hin blindi Bevintsson

riðin burt á skógv.

 

2 Tá var hin blindi Bevintsson

riðin á skógvin fram,

møtir honum Angankári,

meiri enn annar mann.

 

3 “Far tú teg til hallar heim,

konginum sig tú frá,

bið hann lata av seigum jarni

sínar hallir slá!

 

4 Far tú teg til hallar heim,

konginum loyn tað ikki,

bið hann lata av seigum jarni

slá sínar hallarbekkir!”

 

5 Hann fór seg til hallar heim,

konginum segði frá,

hann skuldi lata av seigum jarni

sínar hallir slá.

 

6 “Nú skal koma gripur á ferð,

ið eitur Angankári,

tú skalt lata av seigum jarni

tínar hallir slá!”

 

7 Úti standa kongins menn,

halda sær á gleim:

“Ei man gesturin frægur vera,

os man vitja heim.”

 

8 Hundar tóku at goyggja hátt,

gripur at garði dró,

stígur so sterkt á stinnan legg,

jørð við kálva vóð.

 

9 Hundar tóku at goyggja hátt,

gripur at garði dregur,

stígur so sterkt á stinnan legg,

jørð við kálvan veður.

 

10 Veggir allir svignaðu,

hvar hann kom í tún,

hurðar allar klovnaðu,

áðrenn hann fekk rúm.

 

11 Veggir allir svignaðu,

hvar hann studdist við,

beinkir allir brotnaðu,

hvar hann settist niður.

 

12 Beinkir allir brotnaðu,

hvar hann gekk í sæti,

tí svaraði Sjúrður Sigmundarson:

“Slíkt eru trøllalæti.”

 

13 Tí svaraði Angankári,

kinnar ber so baldar:

“Eg haldi tað ei vera kongsborgir.

ikki skal kempum halda.”

 

14 Svaraði Sjúrður Sigmundarson,

sær undan reyðum skildri:

“Sig mær, frægur Angankári,

hvat tú higar vildi!”

 

15 Tí svaraði Angankári:

“Eg geri tað ei at loyna,

til tess eri eg higar komin

roysni við teg at royna.”

 

16 Svaraði Sjúrður Sigmundarson,

kinnar ber so baldar:

“Sig mær, frægur Angankári,

hvar skal stríðið standa?”

 

17 “Uppi norður í Tyrnisdal,

har er maðkur og mý,

har skín ikki sólin á

uttan hægst um summarstíð.

 

18 Uppi norður í Tyrnisdal,

har er maðkur og móra,

ikki liggja í øskuni,

sum kattar bítast og klórast.”

 

19 Árla var um morgunin,

teir leiða sínar hestar til bekkja,

Sjúrður bindur hjálm á seg,

og Angankári eftir.

 

20 Riðu teir í Tyrnisdal

fast av miklum móði,

so sprakk hestur Angankára,

Grani sveittaði blóði.

 

21 Teir bardust fullar tógvar dagar,

hvørgin sigur fekk,

inntil tann hin triðja,

ið sól til viðar gekk.

 

22 Teir bardust fullar tógvar dagar,

hvørgin sigur vann,

inntil tann hin triðja,

ið sól til viðar rann.

 

23 Niður settist Sjúrður,

hann kendi sær møði í hand:

“Lova mær, frægur Angankári,

at binda mítt hosuband!”

 

24 “Gjarna vil eg, Sjúrður,

at tú hvílir teg,

hvar veitst tú so fræga kempu,

berjast kann við meg?”

 

25 “Eg veit hann ongan føddan vera

uttan adalsonin bjarta

og hann balda Benjarlín,

væl kann spenna við kappa.

 

26 Hevði hann Bekkur Baraldsson

havt sínar føtur báðar,

hann hevði givið tær banahøgg,

tað hevði staðið í váða.”

 

27 Upp leyp Bekkur Baraldsson

við sín eina fót,

so høgg hann til Angankára,

egg í beini stóð.

 

28 Tað var reystur Angankári,

sínum svørði brá,

hann kleyv Bekk Baraldsson

sundur í lutir tvá.

 

29 “Hoyr tað, tú hin Snarvan,

tú ert mær so kær,

gakk tú teg til Virgar sterka,

bið hann læna mær svørð!”

 

30 So var henda Snarvan

undir jørðini snar,

hon kom har á kvøldinum,

sum Virgar fyri var.

 

31 “Ver vælkomin, Snarvan,

higar nú til mín,

drekk nú, hvat tær betur líkar.

mjøðin ella vín!”

 

32 “Lítið er mær um mjøðin tín,

hálvu minni um vín,

onnur havi eg ørindini

higar í dag til tín.

 

33 Sjúrður sendi meg til tín

at bjarga sínum lívi,

hann stendur í Tyrnisdal

í tí tunga stríði.”

 

34 “Sendi Sjúrður teg til mín

at bjarga nakað sær,

Mimingur er tað besta svørð,

eg greiði av hendi á mær.”

 

35 So var henda Snarvan

undir jørðini snar,

hon kom har á morgninum,

sum Sjúrður fyri var.

 

36 Teir bardust fullar tógvar dagar,

hvørgin sigur fekk

inntil tann hin triðja,

ið sól til viðar gekk.

 

37 Teir bardust fullar tógvar dagar,

hvørgin sigur vann,

inntil tann hin triðja,

ið sól til viðar rann.

 

38 Inntil tann hin triðja,

ið sól til viðar rann,

tá fell reystur Angankári,

tann hin raska mann.

 

39 Niður settist Angankári,

kendi sær møði í herðum:

“Tað sær eg á tær, Sjúrður,

tú hevur lænað svørðið.”

 

40 Sjúrður gav so vænt eitt høgg,

alt fór eftir væri,

mækin skeindi, brynju skar,

hann kvistaði niður við læri.

 

41 Mækin skeindi, brynju skar,

hann kvistaði niður við læri,

stykki burtur úr læri hans,

meiri enn hestur bæri.

 

42 “Tóast tú hevur vigið meg,

tað er ikki meiri enn so,

kynjaður eri eg av Sjólondum,

eg eri tín systurson.”

 

43 “Um enn tú ert mín systurson

og eg tín sæli bróðir,

so fái eg ikki reddað teg,

tað voldi, eg var so móður.”

 

44 Tað var Sjúrður Sigmundarson,

sínum svørði brá,

hann kleyv reystan Angankára

sundur í lutir tvá.

 

45 Bulurin lá á vølli,

tungan tók at tala:

“Grav tú meg í heyggin tann,

hermenn rópa Dvala!”

 

46 “Bein tíni skulu á bjørgum rekast.

'perlur leag' í blóma,

Dvalur eitur heyggjurin,

harí skalt tú ikki koma!”

 

CCF 34 B

TSB E 13

 

Handrit: J. Klemmensen: Sandoyarbók. Dansk Folkemindesamling 68, Nr. 72, s. 705.

 

Útgávur:

 

1. Rikard Long: Sandoyarbók II, 1970-82, s. 230.

2. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1941) Band  II, Teil 1, s. 25

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1999) 10. bind, s. 38

 

Heimild: Úr Sandoy: J. Michael Widerøe, Mikal á Reyni (1787-1870), á Sandi, 1823.

 Angankári

 

CCF 34 B

TSB E 13

 

1 Árla var um morgunin,

roðar fyri sól,

tá var hin blindi Bevintsson

riðin burt á skógv.

 

2 Tá var hin blindi Bevintsson

riðin á skógvin fram,

møtir honum Angankári,

meiri enn annar mann.

 

3 “Far tú teg til hallar heim,

konginum sig tú frá,

bið hann lata av seigum jarni

sínar hallir slá!

 

4 Far tú teg til hallar heim,

konginum loyn tað ikki,

bið hann lata av seigum jarni

slá sínar hallarbekkir!”

 

5 Hann fór seg til hallar heim,

konginum segði frá,

hann skuldi lata av seigum jarni

sínar hallir slá.

 

6 “Nú skal koma gripur á ferð,

ið eitur Angankári,

tú skalt lata av seigum jarni

tínar hallir slá!”

 

7 Úti standa kongins menn,

halda sær á gleim:

“Ei man gesturin frægur vera,

os man vitja heim.”

 

8 Hundar tóku at goyggja hátt,

gripur at garði dró,

stígur so sterkt á stinnan legg,

jørð við kálva vóð.

 

9 Hundar tóku at goyggja hátt,

gripur at garði dregur,

stígur so sterkt á stinnan legg,

jørð við kálvan veður.

 

10 Veggir allir svignaðu,

hvar hann kom í tún,

hurðar allar klovnaðu,

áðrenn hann fekk rúm.

 

11 Veggir allir svignaðu,

hvar hann studdist við,

beinkir allir brotnaðu,

hvar hann settist niður.

 

12 Beinkir allir brotnaðu,

hvar hann gekk í sæti,

tí svaraði Sjúrður Sigmundarson:

“Slíkt eru trøllalæti.”

 

13 Tí svaraði Angankári,

kinnar ber so baldar:

“Eg haldi tað ei vera kongsborgir.

ikki skal kempum halda.”

 

14 Svaraði Sjúrður Sigmundarson,

sær undan reyðum skildri:

“Sig mær, frægur Angankári,

hvat tú higar vildi!”

 

15 Tí svaraði Angankári:

“Eg geri tað ei at loyna,

til tess eri eg higar komin

roysni við teg at royna.”

 

16 Svaraði Sjúrður Sigmundarson,

kinnar ber so baldar:

“Sig mær, frægur Angankári,

hvar skal stríðið standa?”

 

17 “Uppi norður í Tyrnisdal,

har er maðkur og mý,

har skín ikki sólin á

uttan hægst um summarstíð.

 

18 Uppi norður í Tyrnisdal,

har er maðkur og móra,

ikki liggja í øskuni,

sum kattar bítast og klórast.”

 

19 Árla var um morgunin,

teir leiða sínar hestar til bekkja,

Sjúrður bindur hjálm á seg,

og Angankári eftir.

 

20 Riðu teir í Tyrnisdal

fast av miklum móði,

so sprakk hestur Angankára,

Grani sveittaði blóði.

 

21 Teir bardust fullar tógvar dagar,

hvørgin sigur fekk,

inntil tann hin triðja,

ið sól til viðar gekk.

 

22 Teir bardust fullar tógvar dagar,

hvørgin sigur vann,

inntil tann hin triðja,

ið sól til viðar rann.

 

23 Niður settist Sjúrður,

hann kendi sær møði í hand:

“Lova mær, frægur Angankári,

at binda mítt hosuband!”

 

24 “Gjarna vil eg, Sjúrður,

at tú hvílir teg,

hvar veitst tú so fræga kempu,

berjast kann við meg?”

 

25 “Eg veit hann ongan føddan vera

uttan adalsonin bjarta

og hann balda Benjarlín,

væl kann spenna við kappa.

 

26 Hevði hann Bekkur Baraldsson

havt sínar føtur báðar,

hann hevði givið tær banahøgg,

tað hevði staðið í váða.”

 

27 Upp leyp Bekkur Baraldsson

við sín eina fót,

so høgg hann til Angankára,

egg í beini stóð.

 

28 Tað var reystur Angankári,

sínum svørði brá,

hann kleyv Bekk Baraldsson

sundur í lutir tvá.

 

29 “Hoyr tað, tú hin Snarvan,

tú ert mær so kær,

gakk tú teg til Virgar sterka,

bið hann læna mær svørð!”

 

30 So var henda Snarvan

undir jørðini snar,

hon kom har á kvøldinum,

sum Virgar fyri var.

 

31 “Ver vælkomin, Snarvan,

higar nú til mín,

drekk nú, hvat tær betur líkar.

mjøðin ella vín!”

 

32 “Lítið er mær um mjøðin tín,

hálvu minni um vín,

onnur havi eg ørindini

higar í dag til tín.

 

33 Sjúrður sendi meg til tín

at bjarga sínum lívi,

hann stendur í Tyrnisdal

í tí tunga stríði.”

 

34 “Sendi Sjúrður teg til mín

at bjarga nakað sær,

Mimingur er tað besta svørð,

eg greiði av hendi á mær.”

 

35 So var henda Snarvan

undir jørðini snar,

hon kom har á morgninum,

sum Sjúrður fyri var.

 

36 Teir bardust fullar tógvar dagar,

hvørgin sigur fekk

inntil tann hin triðja,

ið sól til viðar gekk.

 

37 Teir bardust fullar tógvar dagar,

hvørgin sigur vann,

inntil tann hin triðja,

ið sól til viðar rann.

 

38 Inntil tann hin triðja,

ið sól til viðar rann,

tá fell reystur Angankári,

tann hin raska mann.

 

39 Niður settist Angankári,

kendi sær møði í herðum:

“Tað sær eg á tær, Sjúrður,

tú hevur lænað svørðið.”

 

40 Sjúrður gav so vænt eitt høgg,

alt fór eftir væri,

mækin skeindi, brynju skar,

hann kvistaði niður við læri.

 

41 Mækin skeindi, brynju skar,

hann kvistaði niður við læri,

stykki burtur úr læri hans,

meiri enn hestur bæri.

 

42 “Tóast tú hevur vigið meg,

tað er ikki meiri enn so,

kynjaður eri eg av Sjólondum,

eg eri tín systurson.”

 

43 “Um enn tú ert mín systurson

og eg tín sæli bróðir,

so fái eg ikki reddað teg,

tað voldi, eg var so móður.”

 

44 Tað var Sjúrður Sigmundarson,

sínum svørði brá,

hann kleyv reystan Angankára

sundur í lutir tvá.

 

45 Bulurin lá á vølli,

tungan tók at tala:

“Grav tú meg í heyggin tann,

hermenn rópa Dvala!”

 

46 “Bein tíni skulu á bjørgum rekast.

'perlur leag' í blóma,

Dvalur eitur heyggjurin,

harí skalt tú ikki koma!”

 

CCF 34 B

TSB E 13

 

Handrit: J. Klemmensen: Sandoyarbók. Dansk Folkemindesamling 68, Nr. 72, s. 705.

 

Útgávur:

 

1. Rikard Long: Sandoyarbók II, 1970-82, s. 230.

2. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1941) Band  II, Teil 1, s. 25

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1999) 10. bind, s. 38

 

Heimild: Úr Sandoy: J. Michael Widerøe, Mikal á Reyni (1787-1870), á Sandi, 1823.