Skip to main content

Hústrú og bóndi

 

CCF 179

TSB F 33

 

1 Árla var um morgunin,

høsnini tóku at gala,

hústrú vekir upp bónda sín,

biður hann fara at mala.

 

2 Tað var Jógvan stolti,

snippar og hann grætur:

“Skamm fái tíni høsn,

ið tíðliga gala um nætur.

 

3 Annað havi eg heimi at gera,

ganga burtur um haga,

røkta kýr og baka teim

og strúka teim undir maga.

 

4 Annað havi eg heimi at gera

enn ganga burtur á fjalli,

røkta kýr og baka teim

og tita niðan úr hjalli.

 

5 Bádi havi eg kirnað

og feiað havi eg hús,

statt nú upp, kæra hústrú mín,

og nú gerst dagurin ljús!

 

6 Bádi havi eg kirnað

og so havi eg kæst,

øll míni húsini

tey standa afturlæst.”

 

7 Aldri er so veðrið ilt,

tað regnar undir vegg,

Jógvan nú gongur at hyggja at,

nær høsnini hava egg.

 

8 Úti standa grannar hans,

halda sær at gaman,

Jógvan gongur um allan bøin,

jagar høsnini saman.

 

9 Úti standa grannar hans,

halda sær at gleim,

Jógvan gongur um allan bøin,

jaktar høsnini heim.

 

10 Jógvan leyp í skarndíkið,

hálsin mundi hann brotið:

“Skamm fái tú, reyða toppa,

tað mundi eg av tær notið!”

 

11 Inn kemur Jógvan stolti,

riðar á sínum beinum:

“Øll so hava høsnini vorpið

uttan reyða toppan eina.”

 

12 Inn kemur hon reyða toppan,

vimpar við sínum veli:

“Eymur skalt tú eta tað egg,

eg verpi tær í degi.”

 

13 Jógvan gár til grannkonu sína:

“Selj mær tey egg, tú hevur,

vilt tú ikki trúgva mær,

eg seti mína hond í veður.”

 

14 “Gakk tú tær á oksabás,

har liggja eggini sjey,

eymur skal tín ryggur verða,

tekur tú meiri enn tvey!”

 

15 Tað var Jógvan stolti,

skuldi taka tvey,

tá kom á hann skjálvti,

hann molaði eggini sjey.

 

16 Tað var Jógvan stolti,

skuldi taka salt,

hann reiv niður eitt sóttræ,

spilti so smørið alt.

 

17 “Hoyr tað, Jógvan stolti,

tvá tú mær um tær,

kemur tú nakað longri upp,

so liggur tær rísið nær.

 

18 Opnar skalt tú dyrnar halda,

meðan eg gangi inn,

kemur dusm í høvdið á mær,

so geldur ryggur tín.”

 

19 Hon sló hann úr ánni,

haðan oman í garð,

har kom prestur gangandi,

og møtti hann honum har.

 

20 Tað var Jógvan stolti,

snippar og hann grætur,

tá kom prestur gangandi,

spyr, hví hann so lætur.

 

21 “Eg eigi mær eina ónda konu,

eg kann ikki ráða við henni,

prestur, tak tú maltið og saltið,

les mær yvir henni!”

 

22 Presturin tók við malti og salti,

skuldi lesa yvir henni,

hon tók upp ein eikiklepp,

hon sipaði prestin í ennið.

 

23 Hon tók upp tann eikiklepp,

dró hann fram við síðu,

tað var eingin av kongsins monnum,

móti henni tordi at stríða.

 

CCF 179

TSB F 33

 

Handrit: a: Savn Schrøters 1825 (Ny kgl. Saml. 346,8°), nr. 19; b: Savnið, ið verður nevnt Schrøters Blandinger - í savni Hammershaimbs (AM, Access. 4), nr. 23.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 263.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 35. bind, s. 142.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Johan Hendrik Schrøter (1771-1851), Vági 1825.

F 33 Hústrú og bóndi (Man does all housework for lazy wife)

Í dimmalættingini vekir bóndakona mannin og biður hann fara til verka. Hann noyðist at gera alt húsarhaldsarbeiðið á garðinum og harumframt varta konu sína upp. Hon er seint á fótum, ger ikki penings verk og deilir mannin.

á føroyskum: CCF 179 (eisini á donskum, íslendskum, norskum, hetlendskum og svenskum)