Svarti sveinur
CCF 172
TSB F 23
1 Svarti sveinur fór at biðja sær konu,
- kol og smiður við -
alt sum ein annar bóndasonur.
- Ungir kallar, kátir kallar,
gangið upp á gólv, sláið lætt í ring!
2 Svarti sveinur heim í garðin fór,
úti frú Jutta fyri honum stóð.
3 “Væl standin I, frú Jutta, fagur og fín,
og vilt tú vera allarkerasta mín?”
4 “Svarti sveinur, ríð tær hiðan burt,
eg vil ikki vera av tínum klæðum svørt.
5 Gud lati meg aldri líða tann harm,
at svarti sveinur svevur á mín ljósa arm.
6 Gud lati meg ikki tað barnið bera,
sum svarti sveinur skal faðir at vera.”
7 Svarti sveinur heim í garðin fór,
og úti hans móðir fyri honum stóð.
8 “Ver vælkomin, svarti sveinur, sonur mín,
hvussu tók frú Jutta við bønarorðum tín?”
9 “Hon bað Gud ei lata seg líða tann harm,
at svarti sveinur svevur á sín ljósa arm.
10 Mín kæra móðir, tú legg mær ráð,
hvussu eg skal frú Juttu fá!”
11 “Tak tú tær ein hvítan hest,
og ríð, sum tú vart harra Karl prest!”
12 Hann tók sær ein hvítan hest,
og reið, sum hann var harra Karl prest.
13 Svarti sveinur heim í garðin fór,
úti frú Jutta fyri honum stóð.
14 “Ver vælkomin, harra Karl prest,
tú stíg av hest, og ver vár gest!”
15 Fyrst fóru tey í drykkjustovu,
og síðan fóru tey til songar at sova.
16 Har lógu tey ta longu nátt,
tey larmaðu lítið, men svóvu fátt.
17 “Nú mást tú, frú Jutta, líða tann harm,
at svarti sveinur svevur í tín ljósa arm.
18 Nú skalt tú, frú Jutta, tað barnið bera,
- kol og smiður við -
sum svarti sveinur skal faðir at vera.”
- Ungir kallar, kátir kallar,
gangið upp á gólv, sláið lætt í ring!
CCF 172
TSB F 23
Handrit: Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4) Uppskrift úr Vestmanna. b: Savn Jakob Jakobsens 1887 (Føroya landsbókasavn, Tórshavn): Vísubók hjá Rasmusi Petersen, Rasmusi í Koytu (1868-1943) av Sandi.
Útgávur:
1. Danmarks gamle Folkeviser VI, Udgivet 1895-98 af Axel Olrik, s. 322.
2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 209.
3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 35. bind, s. 139.
Heimild: Úr Streymoy: Uppskrift úr Vestmanna.
F 23 Svarti sveinur (Man disguises himself as a clergyman to seduce a woman)
Flent verður at svarta sveini (F: fær krakk frá tí kvinnu, hann biður um), tí hann er so svartur.
Hann spyr mammu sína, hvussu hann kanska kann tøla eina ávísa kvinnu, frú Juttu (F: hana, sum hevur givið honum krakk), og mamman mælir honum til at látast vera harra Karl prestur.
Ílatin sum harra Karl prestur sleppur svarti sveinur inn í kamarið hjá frú Juttu og er hjá henni um náttina. Morgunin eftir sigur hann henni, hvør ið hann er. D, N: Hon biður hann vera verandi, tí, tá ið samanum kemur, er hann ikki so svartur.
á føroyskum: CCF 172 (eisini á donskum og norskum)