Norna-Grímur
CCF 56 Aa
TSB E 35
1 Viljið tit lýða og ljóð geva mær,
eg bróti av bragdartátti,
kongur ráddi for Bretlandi,
tvey onkarbørn hann átti.
Har var leikur, har var troðið,
har vóru trodnar urganspípur
millum Jútlanda og Rípur.
2 Frúgvin gekk seg í høgaloft
við sín saks og seym,
hon hevði fleiri biðlarnar,
enn snekkjan rennur í streym.
3 Henni buðust mangir menn,
kongasynir og sveinar,
hon var seg so biðlavond,
hon bað teir sita heima.
4 Henni buðust mangir menn,
kongasynir og jallar,
hon var seg so biðlavond,
hon segði teir burtur allar.
5 Tað var tá, sum oftum man vera,
sól skín bjart á dag,
gingin er sjálvur Bretlands kongur
í sín dóttur sal.
6 “Hoyr tað, mín hin sæla dóttir,
hví eykar tú mær tann vanda,
at tú noktast hvørjum ráði,
ið tær býðst til handa?
7 Hoyr tað, mín hin sæla dóttir,
hví eykar tú mær ta sorg,
at tú noktast hvørjum manni,
ið her ríður í borg?”
8 Frúgvin læt seg við barni ganga
níggju mánar sínar,
til at hennara stundum leið,
hon føðir ein svein so fínan.
9 Tað er nú, sum ofta er,
dult er døpult mein,
frúgvin er gingin í høgaloft,
hon føðir ein ungan svein.
10 Sveipar hon hann í klæði væl,
komin til góðar at evna,
síðan læt hon presti bera,
Grím biður hon nevna.
11 Barnið var borið frá kirkjuni
aftur for móður sín,
meiri læt hon røkta hann
enn alt sítt gull í skrín.
12 Dúkar vóru breiddir,
knívar alvæl reiddir,
tað var tá tað fyrsta,
nunnur vóru framleiddar.
13 Dúkar vóru breiddir,
knívar til reiðar vóru,
nunnur settar saman í ring
á sínum sorgarstóli.
14 “Bæði er hann vænur og vøksturligur
riddarin tann hin besti,
hann er eingin á Bretlandi,
situr við hann á hesti.”
15 Svaraði onnur nunnan til,
drotning mundi hoyra:
“Hann skal verða bani hans,
gullið ber í oyra.”
16 Svaraði triðja nunnan til,
við tað gekk hon út:
“Hann skal verða faðirs bani,
vinna móður sút.”
17 Hurðin fell í klova,
drotning vildi sova,
báðar hendur um kertið treiv,
hon vildi ikki lata loga.
18 Tað er tá, sum ofta er,
fell so væl í lag,
drotning krevur Justin jall
for seg í eintal.
19 “Flyt mín son á skógvin burt,
lindra míni kvíðu,
hann má ikki koma for míni eygu.
tann stund eg eri á lívi!
20 Flyt mín son á skógvin burt,
lindra míni trá,
hann má ikki koma for míni eygu,
tann stund eg liva má!”
21 Grímur veks á skógnum burt,
Gud gav honum vøkst,
meiri vaks hann í ein mánað
enn onnur børn í seks.
22 Grímur veks á skógnum burt
undir reyðum skildri,
lærdi allar listir teir,
ið meistar kjósa vildi.
23 Árla var um morgunin,
sólin skín so víða,
Grímur og hansara fosturfaðir,
skuldu á skógvin ríða.
24 Tað er ungi Grímur,
hann svarar so frá sær:
“Hoyr tað, mín hin fosturfaðir,
hvør er faðir at mær?”
25 “Faðir og móðir fjóna teg,
so tín frændurs ætt
fyri tað harða nunnukvæði,
tú hevur ei frá tí frætt.
26 Faðir og móðir fjóna teg,
øll tann ætt, tú ár,
fyri tað harða nunnukvæði,
tú hevur ei frætt tí frá.
27 Eg kann ikki sannari
siga fyri tær:
tað er vándur Bretlands kongur,
ið tín faðir er.”
28 Gud gevi ongan tílíkan son
til tílíkar lutir lysta!
Tá vá hann sín fosturfaðir,
tað var hans tað fyrsta.
29 Árla var um morgunin,
sólin skín so víða,
Grímur saðlar gangaran sín,
hann lystir nú heim at ríða.
30 Mitt í miðjum grasagarði
akslar síni skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn.
31 Grímur gekk í hallina inn
undir silkihúgvu,
kinnin reyð sum hummarsklógv,
eygað sum í dúgvu.
32 Grímur stendur á hallargólvi,
ber upp kvøðju sína:
“Sit væl, reystur Bretlands kongur,
gev mær dóttur tína!”
33 “Hoyr tað, Grímur mín sæli son.
tú kanst mítt mál væl greina,
bæði eiga tit faðir ein
og móður alvæl reina!”
34 Gud gevi ongan tílíkan son
til tílíkar lutir sanna!
Tá vá hann sín sæla faðir,
tað var hans tað annað.
35 Tað er ungi Grímur
sveipar at sær skinn,
og so búgvin gongur hann
for sína systur inn.
36 “Sit væl, frúgvin Ingibjørg,
hin káta sum hin ljósa,
vilt tú ikki meg ein høvdinga
tær fyri Bretland kjósa?”
37 “Hoyr tú, Grímur, bróðir mín,
tú kanst mítt mál væl greina,
bæði eiga vit faðir ein
og móður alvæl reina!”
38 Gud gevi ongan tílíkan svein
til tílíkar lutir spyrja!
Tá vá hann sína sælu systur,
tað var hans tað triðja.
39 Tað var frúgvin Anna,
stígur á krykkjur fram:
“Gud fyriláti tær, sonur mín,
fyri hatta verk, tú vann!”
40 Tí svaraði Grímur,
heldur á brúnum knívi:
“Vart tú ikki móðir mín,
tá skuldi tú latið lívið!
41 Hoyr tað, mín hin sæla móðir,
sig mær satt ífrá,
hvar veitst tú so væna jomfrú,
mær er sámi at fá?”
42 “Eg kann ikki sannari
siga tær ífrá,
Girtlands kongur dóttur eigur,
hon er sámi at fá.
43 Girtlands kongur dóttur eigur,
hagar vil eg tær vísa,
um enn tú kanst ta jomfrú fá,
hon kann títt lív væl prísa.
44 Girtlands kongur dóttur eigur,
mektiga og so mæta,
einans er hon arvingin
til góðs og landa at gæta.”
45 “Er hon so von og tekkilig,
sum tú sigur frá,
biðja skal dóttur Girtlands kongs,
tað stendst hvat av, ið má.”
46 So letur ungi Grímur
síni skipini gera,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli vera.
47 Bræddar hevði hann brandar,
skorin var hvør stokk,
stavn og stýri av reyðargulli,
so var segl í topp.
48 Vindur hann upp síni silkisegl,
gull við vovin brand,
strykar ei á bunkan niður
fyrr enn við Girtland.
49 Higar ið hansara snekkjan
kendi fagurt land,
læt hann síni ankør falla
á so hvítan sand.
50 Læt hann síni ankør falla
á so hvítan sand,
fyrstur stígur Grímur
sínum fótum á land.
51 Fyrstur stígur Grímur
sínum fótum á land
tólv brynjaðar herkempur
undir hans høgru hand.
52 Grímur gekk frá strondum niðan,
forðum drongur treystur:
“Hvat skulu vit til kongin fara
ella til frúvu fyrst?”
53 Svaraði ein av sveinunum
fyrsta orðið tá:
“Far teg heldur í moynnasal,
leita við frúnna ráð!”
54 Mitt í miðjum grasagarði
akslar síni skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn.
55 Grímur gekk í hallina inn
undir silkihúgvu,
kinnin reyð sum hummarsklógv,
eygað sum í dúgvu.
56 “Sit væl, frúgvin Ingibjørg,
hin káta og hin ljósa,
vilt tú ikki meg ein høvdinga
tær fyri Bretland kjósa.”
57 Svaraði frúgvin Ingibjørg,
sló úr sínum gamni:
“Ert tú nakað borin til
at taka við konganavni?
58 Tú hevur dripið faðir tín
og aðrar reystar dreingir,
illa hevur tú Bretland reitt,
sum gitið man verða leingi.
59 Tú hevur dripið faðir tín
og aðrar reystar menn,
illa hevur tú Bretland reitt,
sum gitið man vera enn.”
60 “Heiðin eri eg sum annar hundur,
hjá trøllum eri eg aldur,
eg fái ikki kongur verið
fyri mongum sorgarbragdi.
6l Heiðin eri eg sum annar hundur,
hjá trøllum eri eg uppalin,
eg fái ikki kongur verið
fyri mongum sorgarbragði.”
62 Svaraði frúgvin Ingibjørg
fyrsta orðið tá:
“Far tú teg at Jaldris á,
vaska tær og tvá!”
63 Hann fór land av landi
so mangan villan stíg,
uppi við Jaldrisbakka
har læt hann sítt lív.
64 Uppi undir Jaldrisbakka
har hvíla hans ljósu bein,
tað skuldi sálin siga honum,
hvat títt var í annans heim.
65 Ingibjørg situr á Girtlandi,
bíður tann sorgin tunga,
hon vil ongan ediling lova
eftir tann Grím hin unga.
66 Ingibjørg situr á Girtlandi,
bíður tann harmin mesta,
hon vil ongan ediling lova
eftir tann Grím hin reysta.
Har var leikur, har var troðið,
har vóru trodnar urganspípur
millum Jútlanda og Rípur.
CCF 56 Aa
TSB E 35
Handrit: J. Klemmensen: Sandoyarbók. Dansk Folkemindesamling 68, Nr. 44, s. 481.
Útgávur:
1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1942) Band II, Teil 3, s. 345.
2. Jóannis í Króki: Sandoyarbók I, 1968, Rikard Long legði til rættis, s. 88.
3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 14. bind, s. 9.
Heimild: Úr Sandoy: Jens Jensen, Biritu-Janus (1786-1868), Sandi, 1822.
E 35 Norna-Grímur (Prophecy fulfilled when man kills foster-father and father)
Drotningin ber son undir belti. Spátt er, at hann fer at beina fyri faðir sínum og elva móðurini mikla sorg.
Tí verður drongurin Grímur sendur út í skógin at vera. Hann veksur til, og fosturfaðir hansara sigur honum frá um foreldrini og spádómin. Hann drepur fosturfaðirin og fer til pápa sín, kong. Frábr. B: Hann drepur kong og drotning, foreldur síni. Onnur frábr.: Hann biður kong um hond dóttur hans. Tá ið kongur greiðir frá, at hon er systir Grím, drepur Grímur bæði faðir og systur. Móðir hansara mælir honum til at biðja um eina aðra prinsessu. –
Grímur siglir til fremmant land og biður um kongsins dóttur. Hon minnir hann á allar syndirnar, hann hevur útint, og biður hann fara til eitt ávíst stað og vaska sær. Tá ið Grímur kemur hagar, doyr hann, og sál hansara fer til himmals.
á føroyskum: CCF 56 (bert á føroyskum)