Risin av Leittrabergi
CCF 11 Aa
TSB E 124
1 Eg veit eina rímuna,
inni hevur ligið leingi,
risin liggur á Leittrabergi,
talar við sínar dreingir.
2 Risin talar við sínar dreingir,
gott er at taka til evna:
“Hvar vita tit mín faðirs bana?
Nú lystir meg hann at hevna.”
3 Allir drýptu høvdið niður,
eingin tordi tala
uttan hansara høvuðsmaður,
betri hevði hann tagað.
4 “Hoyr tú, frægi Filkussonur,
siga skalt tú mær,
ið hvør var mín faðirs bani?
Ella havi eg høvdið av tær.”
5 Tað var frægi Filkussonur,
tá tagdi hann so leingi:
“Um enn eg sigi tín faðirs bana,
á honum vinnur tú einki.”
6 “Hoyr tú, frægi Filkussonur,
sig mær satt ífrá:
hvussu var hann á navni nevndur,
ið mín faðir vá?”
7 Svaraði frægi Filkussonur,
tykir í tí mun:
“So er hann á navni nevndur,
Sjúrður Sigmundarson.”
8 Tað var risin á Leittrabergi,
læt síni orð so snúgva:
“Hoyr tú, frægi Filkussonur,
hvar man Sjúrður búgva?”
9 Svaraði frægi Filkussonur
við trega og tungum vanda:
“Hann býr sær í Hólmgørðum
í Noregis landi.
10 Hann hevur mangan risan dripið
fyri sítt hvassa svørð,
kemur tú fyri Hólmgarðar,
tílíka rakar tú ferð.”
11 Tað var risin á Leittrabergi,
letur á vreiði renna:
“Fyri tú spottar og happar meg,
tú skalt á báli brenna.”
12 “Um tú letur meg steikja,
um tú letur meg brenna,
Sjúrður verður ikki tín fangi,
tað fært tú at kenna.”
13 Svaraði frægi Filkussonur,
klæddur í brynju nýggja:
“Sjúrður verður ei tín fangi,
tað fært tú at síggja.”
14 Risin fór sær haðan burtur
við teirri somu ferð,
so fór hann í smiðjuna
at smíða sær skjøld og svørð.
15 Risin smíðar jarnstongina,
ógvuligt at líta,
átjan alin var hon long,
hon glógvar sum silvurið hvíta.
16 So letur risin av Leittrabergi
síni skipini gera,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli vera.
17 So letur risin av Leittrabergi
síni skipini búgva,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli snúgva.
18 Risin gekk til strandar oman,
fróur í huga full,
hann laðar í sín forgylta knørr
væl tjúgu tunnur gull.
19 Risin gekk til strandar oman,
búðist ei við frið,
Torkil við Strond og Tórir á Grund
teir fóru honum við.
20 Risin gekk til strandar oman,
søgur ganga av,
hann stígur í sín forgylta knørr,
so stokkurin gekk í kav.
21 Vindur upp síni silkisegl,
gull við ráum brann,
strykar ei á bunkan niður
fyrr enn við Noregis land.
22 Vindur upp síni silkisegl,
so er greitt fyri mær,
strykar ei á bunkan niður
fyrr enn við Hólmgarð.
23 Smalasvein í líðini situr,
goymir at smalu og geit:
“Eg sær skip eftir havi koma,
havnir vilja leita.”
24 Allar rekur hann smalurnar
saman á grønan vøll,
síðan akslar hann kápu blá,
hann gár í kongins høll.
25 Síðan akslar hann kápu blá,
hann gár í kongins høll:
“Eg eri mær av einum luti
vísari, enn tær eruð øll.
26 Eg eri mær av einum luti
vísari, enn tær eruð øll,
eg síggi skip eftir havi koma,
seglini hvít sum mjøll.”
27 “Sært tú skip eftir havi koma,
seglini hvít sum lín,
vera man risin á Leittrabergi,
at hevna faðir sín.”
28 Tí svaraði smalasveinur,
fyri breiða borði stóð:
“Tykti mær, at ein grimmur risi
fram eftir bunkan fór.”
29 Tað var Sjúrður Sigmundarson,
tók tey orð í geyma:
“Undarligt hevur fyri mær borist
hesa nátt í dreyma.
30 Meg droymdi, at Grani
úti saðlaður stóð,
meg droymdi, at fyri honum
rann so mikið blóð.
31 Meg droymdi, at spjótið mítt
fell frá mínum belti,
meg droymdi, at mítt góða svørð
á blonkum brynjum gelti.
32 Meg droymdi, at hjálmurin
í mínum hondum var,
meg droymdi, at mítt góða svørð
ígjøguum risar skar.”
33 Føgur var tann snekkjan,
hon kendi fagurt land,
læt hann síni akker falla
á tann hvíta sand.
34 Læt hann síni akker falla
á tann hvíta sand,
fyrstur steig risin á Leittrabergi
sínum fótum á land.
35 Fyrstur steig risin á Leittrabergi
sínum fótum á land,
og hann hin frægi Filkussonur
undir hans høgru hond.
36 Gingu teir frá strondum niðan,
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu, og jørðin skalv,
teir drógu sín knørr í neystið.
37 Sjúrður stendur í glasglugga,
kann væl randir rjóða:
“Nú skal ein til strandar oman,
risanum frið at bjóða.
38 Sig, Sjúrður býður teim øllum heim,
glaður for uttan ekka,
sita yvir tað breiða borð,
tann brúna mjøð at drekka.
39 Sjúrður býður teim øllum heim,
meiri av monnum og minna,
um teir vilja halda frið
og ongar neisur vinna.
40 Um teir vilja halda frið
og ongar neisur vinna,
men verður oss nakað vanboðið,
so mæli eg um minna.”
41 Risin og allir hansara menn
ganga á hvítum sandi,
tað er hann Sjúrðar sendisvein,
ríður niður til strandar.
42 “Sjúrður býður tykkum øllum heim,
glaðir foruttan ekka,
sita yvir hans breiða borð,
tann brúna mjøð at drekka.
43 Sjúrður býður øllum heim,
meiri av monnum og minna,
um tær vilja halda frið
og ongar neisur vinna.
44 Um tær vilja halda frið
og ongar neisur vinna,
men verður oss nakað vanboðið,
so mælir hann um minna.”
45 Risin gekk frá strondum niðan,
niðan frá sínum liði,
tekur hann Sjúrðar sendisvein,
hann beit hann av um miðju.
46 Beit hann hann í miðju sundur,
søgur ganga frá.
Sjúrður stóð í glaslugga,
fullgjølla hann tað sá.
47 Sjúrður býður sínar menn
gyrða seg við svørð:
“Tað síggi eg á risanum,
at nú er ilt á ferð.”
48 Sjúrður biður sínar menn
klæða seg í brynjur góðar,
ikki óttast risans her,
hóast hann sýnist stórur.
49 Sjúrður biður sínar menn
klæðast í brynju bjarta,
standa nú so manniliga,
ikki hava kálvahjarta.
50 Sjúrður bindur sítt hjálmaband,
Gestur stóð honum næst,
ongantíð á ævini
bant hann tað so fast.
51 Mitt í miðjum grasgarði
akslar risin sítt skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn.
52 Og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn,
sum Sjúrður frægi á borði situr
við mann og hundrað fimm.
53 “Ver vælkomin, risin,
higar nú til mín,
drekk nú, hvat tær betur líkar,
mjøðin ella vín!”
54 “Lítið er mær um mjøðin tín,
hálvt væl minni um vín,
eg havi ongar bøtur fingið
fyri sæla faðir mín.”
55 Svaraði Sjúrður Sigmundarson,
fell so væl í lag:
“Hevur tú ongar bøtur fingið,
ongar fært tú í dag.”
56 Risin gekk at borðinum,
reiggjar nevan hátt,
Sjúrður situr í hásæti,
hann bar seg undan brátt.
57 Risin gekk at breiðum borði,
ilsku ætlar at prøva,
knýtir hann neva við miklum alvi,
Sjúrða á nasar at geva.
58 Tekur hann hendur um Sjúrðar háls,
hann eftir hári at draga,
ikki vikaðist kappin reysti,
heldur enn í berg hevði staðið.
59 Svaraði Sjúrður Sigmundarson,
her yppist ein nýggjur siður:
“Tað hevur eingin roynt uttan tú,
meg eftir hári at drigið.”
60 Sjúrður leyp úr hásæti,
er mær ei á tí hól,
bæði borð og borðstól
tað førdi hann fram á gólv.
61 Sjúrður brá sínum bitra brandi,
eg geri tað ei at loyna,
ætlaði risanum banasár,
og odd í hjálmi at royna.
62 Sjúrður brá sínum bitra brandi,
søgur ganga frá,
oddin barst í silvurbjálka,
ikki beit stálið á.
63 Allir sótu Sjúrðar menn,
sum gyrdir vóru við svørð,
vistu ikki, hvar ið teir vóru,
himli ella á jørð.
64 Teir høgga títt, teir líva lítt,
tá var brak í høll,
øvigan bardi hann risan tá
út á grønan vøll.
65 “Eg fór mær av Leittrabergi,
búðist ei við frið.
Sjúrður, kom av hallini út,
tú brynja út alt títt lið!”
66 Árla var um morgunin,
sólin roðar í fjøll,
tá hevði Sjúrður Sigmundarson
brynjað út hundrað øll.
67 Tá hevði Sjúrður Sigmundarson
brynjað út hundrað øll,
teir løgdu sínum bardøgum
so skamt frá kongins høll.
68 Teir løgdu sínum bardøgum
eftir hvøssum gróti,
tað var risin á Leittrabergi,
hann ríður har ímóti.
69 Tað er risin á Leittrabergi,
hann ríður har ímóti,
búkar fullu á jørðina,
sum teir kasta gróti.
70 So ríður frægi Filkussonur
víðan vøllin fram,
klývur hann hvønn um tvørar herðar,
móti honum rann.
71 Sjúrður sjálvur talar tá
til snarpa Nornagest:
“Tú saðla mær nú Grana,
mín góða gangarahest!”
72 Sjúrður ríður í stríðið fram,
royndi góðar gripir,
niður feldi hann risans menn,
tíggju fyri hvørja sipan.
73 So ríður hann Filkussonur,
hevur ei handahóv,
klývur hann hvønn um tvørar herðar,
varpar út á sjó
74 Sjúrður tokar í herin fram,
av bar barnagaman,
møtir honum frægur Filkussonur,
nú bar báðum saman.
75 Møtir honum frægur Filkussonur,
ógvuligt at líta,
hann var allur í jarni klæddur,
einki svørð kann bíta.
76 Teir høgga títt teir líva lítt,
av bar barnagaman,
eldur dreiv úr svørðunum,
tá ið oddar bóru saman
77 Teir høgga títt teir líva lítt,
teir troða jørð til kálva,
dvørgamál sang í hvørjum hamri,
vørildin tók at skelva.
78 Sjúrður høgdi ógvuliga,
mangt var honum til meina,
ikki beit svørð á heysi hans,
heldur enn knívur á hørðum steini.
79 Tað var Sjúrður Sigmundarson,
høgdi nú til so fast,
heysurin á Filkusson
forinnan hjálmin brast.
80 Tað var Sjúrður Sigmundarson,
sínum svørði brá,
hann kleyv frægan Filkusson
sundur í lutir tvá.
81 Tað var Sjúrður Sigmundarson,
seg tilbaka sá,
alt var fallið liðið hans,
tað livdu ganska fá.
82 Sjúrður tokar í herin fram,
ei var barnagaman,
møtir hann risan á Leittrabergi,
nú bar báðum saman.
83 Sjúrður tokar í herin fram,
royndi góðar gripir,
niður feldi hann risans menn,
tíggju fyri hvørja sipan.
84 Risin reiggjar jarnstongini
ógvuliga fast,
Grani skákaði undan honum,
hann misti fyrsta kast.
85 Risin reiggjar jarnstongini,
kundi væl tann list,
Grani skákaði undan honum,
tað annað slagið hann misti.
86 Risin reiggjar jarnstongini
ógvuliga fast,
stongin kom í jørðina,
í tríggjar lutir brast.
87 Tað var risin á Leittrabergi,
fór eftir grønari jørð
aftur í sítt góða skip
at søkja sær skjøld og svørð.
88 Tað var risin á Leittrabergi,
firrar ei sínum lívi,
átjan alin í hvørt lop
har aftur av skipi.
89 “Hoyr tú, Sjúrður Sigmundarson,
tó tú kanst væl at ríða,
nú skalt tú koma fyri tann,
ið teg skal læra at stríða.”
90 Teir høgga títt, teir líva lítt,
dvørgamál sang í fjøllum:
“Betri var mær inni at ligið
enn berjast móti trøllum.”
91 Gestur hann stóð honum næst,
vildi ikki undan flýggja,
setir hann niður á Sjúrðar høvur
trinnar hjálmar nýggjar.
92 Tað var risin av Leittrabergi,
vildi ei undan flýggja,
høggur hann niður av Sjúrðar høvdi
trinnar hjálmar nýggjar.
93 Sjúrður bindur upp hjálmin tann,
skein sum gullið reyða,
tann hann fekk frá dvørgamoynni
eftir tann Dagmars deyða.
94 Gestur hann stóð honum næst,
ógvuligt á at líta:
“Høgg nú, Sjúrður Sigmundarson,
nú man einki á bíta!”
95 Teir høgga títt, teir líva lítt,
teir troða jørð til kálva,
dvørgamál sang í hvørjum hamri,
vørildin tók at skelva.
96 Svaraði Sjúrður Sigmundarson,
letur so orðum lúka:
“Nú er at taka upp listir tær,
ið eg havi sjáldan brúkað.”
97 Tað var Sjúrður Sigmundarson,
kundi væl tann list,
snarliga vendi hann Grana burtur
til at ríða dyst.
98 Sjúrður reið tann fyrsta dyst,
stakk hann inn at beini,
ikki beit tá svørðið á
heldur enn knívur á hørðum steini.
99 Sjúrður reið tann annan dyst,
stakk hann inn at hjarta,
eitur dreiv í himmalin upp,
tá sortnaði sólin bjarta.
100 Sjúrður reið tann triðja dyst,
øllum tykti undur,
høggur hann risan á Leittrabergi
av í kníggjum sundur.
101 Høggur hann risan á Leittrabergi
av í kníggjum tá:
“Ligg nú her á grønum vølli
Filkussoni hjá!”
102 Sjúrður vendi Grana aftur
bæði við gleði og gleim,
svørji tann eið á mína trú,
hann reið til hallar heim.
103 Sjúrður settist í hásæti
glaður foruttan ekka,
talar til snarpan Nornagest,
hann biður hann skeinkja drekka.
104 Tá ið hann hevði drukkið
alla sína lyst,
gramdi hann seg um Grana,
sín góða gangarahest.
105 Sjúrður gekk til strandar oman
fróur í huga full,
har fekk hann á risans skipi
tjúgu tunnur gull.
106 Eg kann ikki kvøða meir,
enn sagt er í hesum tátti,
Sjúrður settist í stólin tann,
ið hann sjálvur átti.
107 Eg kann ikki kvøða meir,
enn kvøðið er fyri mær,
Sjúrður ræður fyri Hólmgørðum
líka enn sum fyrr.
CCF 11 Aa
TSB E 124
Handrit: Handrit Schrøters av Sjúrðar kvæði. Ny kgl. Saml. 345, 8vo. Nr. 10, s. 182.
Útgávur:
1. Chr. Matras (ed.): J. H. Schrøters optegnelser af Sjúrðar kvæði (Færoensia 3), 1953, s. 74.
2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band I, Teil 3, s. 326.
3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 5. bind, s. 50
Heimild: Úr Suðuroy. Jóhan Henrik Schrøter (1771-1851), Hvalba, 1818.
E 124 Risin av Leittrabergi (Giant wants revenge on Sigurd for his father’s death but is killed)
Ein risi vil vita, hvør ið drap pápa hansara, og ein annar risi sigur honum, at Sjúrður í Hólmgørðum drap pápan. Risin byggir skip, fyllir tað við gulli og fer við tí til Hólmgarðar.
Sjúrður sær skipið nærkast og sendir boðbera at bjóða risanum og monnum hansara í veitslu, um teir vilja halda frið. Risin bítur boðberan sundur í tvey. Hann kemur inn í høllina og krevur skaðabøtur fyri pápa sín.
Sjúrður sýtir, og ógvisligur bardagi brestur á. At enda vinnur Sjúrður á risanum og hevur gullið hjá honum.
á føroyskum: CCF 11 (bert á føroyskum)