Risin av Leittrabergi
CCF 11 C
TSB E 124
1 Eina veit eg rímuna,
ið inni hevur ligið leingi,
risin liggur á Leittrabergi,
hann talar við sínar dreingir.
Grani bar gullið av heiði,
brá hann sínum brandi av reiði,
Sjúrður vá á orminum,
Grani bar gullið av heiði.
2 Risin talar við sínar dreingir,
gott er at taka til evna:
"hvar vitið tær mín faðirs bana,
nú lystir meg hann at hevna."
3 Allir drýptu høvdið niður,
eingin tordi at svara,
uttan frægur Filkusson,
og betra hann hevði tagað.
4 "Hoyr tað frægi Filkusson,
kant tú svara mær and,
snarliga skalt tú vísa mær
mín faðirs banamann."
5 Svaraði frægi Filkusson
í fyrsta orði tá:
"um enn eg sigi tín faðirs bana,
tú vinnur har einki á."
6 "Hoyr tað frægi Filkusson,
sig mær satt ífrá:
hvussu var hann navni nevndur,
ið mín faðir vá?"
7 "Tað man vera kappin tann,
ið øllum tykir mun,
so er hann av navni nevndur:
Sjúrður Sigmundarson."
8 Tí svaraði risin,
hann læt síni orð so snúgva:
"sig mær frægi Filkusson,
hvar man Sjúrður búgva?"
9 Svaraði frægi Filkusson,
hann heldur á búnum brandi:
"hann býr sær í Holmgørðum
í Noregis landi.
10 Hann hevur mangan risan dripið
fyri sítt hvassa svørð,
kemur tú fyri Holmgarðar
tílíka rakar tú ferð."
11 Ivri dró at risanum,
hann letur af reiði renna:
"fyri tú spottar og happar meg,
tú skalt á báli brenna."
12 "Um enn tú letur meg steikja,
um enn tú letur meg brenna,
Sjúrður verður ei tín fangi,
tað fært tú at kenna."
13 Risin gekk sær haðan burt,
frá man frættast víða,
so fór hann í smiðjuna
sær eina jarnstong at smíða.
14 Risin fór í smiðjuna
við teirri somu ferð,
siðan læt hann gera sær
bæði skjøld og svørð.
15 Risin smíðar stongina
ið væn var á at líta,
átjan alin er hon long,
hon skein sum silvurið hvíta.
16 So letur hann risin
síni skipini gera,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli vera.
17 So letur hann risin
síni skipini búgva,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli snúgva.
18 Risin gekk til strandar oman,
frøknur í huga full,
hann letur laða í bæði borð
tjúgu tunnur gull.
19 Risin gekk til strandar oman,
hann bjóðst ei við frið:
Tórir af Strond og
Torkil af Grund, teir fóru honum við.
20 Risin gekk til strandar oman,
so er greint fyri mær,
hann stígur so fast á stóran knørr,
at stokkurin gekk í kav.
21 Vindur hann upp síni silkisegl,
so er greint fyri mær,
hann strikar ei á bunka niður
fyrr enn við Holmgarð.
22 Smaladrongur í liðini situr,
goymir at smalu og geit,
hann sær skip eftir havi koma,
ið havnir vilja leita.
23 Allar rekur hann smalurnar
saman á grønan vøll,
siðan akslar hann kápu blá,
hann gongur í Sjúrðar høll.
24 Síðan akslar hann kápu blá,
hann gongur í Sjúrðar høll:
"eg eri mær í einum luti
vísari enn tær eru øll.
25 Eg eri mær í einum luti
vísari enn tær eru øll,
eg síggi skip eftir havi koma,
seglini hvít sum mjøll."
26 "Sært tú skip eftir havi koma,
seglini hvít sum lín,
vera man risin af Leittrabergi
at hevna faðir sín."
27 Tí svaraði smalasveinur,
fyri breiðaborði stóð:
"tókti mær sum grimmur risi
fram eftir bunka fór."
28 Svaraði Sjúrður Sigmundarson,
hann orðið gav væl í geyma:
"undarligt hevur fyri mær borist
hesa nátt í dreymar."
29 Tað er Sjúrður Sigmundarson,
hann sigur sín dreym so brátt:
"undarligt hevur fyri mær borist
alla hesa nátt.
30 Meg droymdi, at Grani
úti saðlaður stóð,
meg droymdi, at fyri honum
rann so mikið blóð.
31 Meg droymdi, at fyri honum
rann so mikil droyri,
meg droymdi, at skjøldurin
hann sang fyri mínum oyrum.
32 Meg droymdi, at spjótið
tað fell frá mínum belti
meg droymdi, mítt góða svørð
á blonkum hjálmum gelti.
33 Meg droymdi, at skjøldurin
í míni hendi var,
meg droymdi, mítt góða svørð
ígjøgnum risar skar."
34 Lata síni akker falla
á so hvítan sand,
fyrstur er risin af Leittrabergi
sínum fótum á landi.
35 Fyrstur er risin af Leittrabergi
sínum fótum á landi,
og hin frægi Filkusson
undir hans høgru hond.
36 Sjúrður talar við sínar menn,
hann mælir af øllum góðum:
"nú skal ein til strandar ríða
risanum frið at bjóða.”
37 Sjúrður býður teim øllum heim
glaðir fyri uttan ekka,
sitja yvir breiðaborði
tann brúna mjøð at drekka.
38 Sjúrður býður teim øllum heim
meiri monnum og minni,
um teir vilja halda frið
og ongar neisur vinna.
39 Um teir vilja halda frið
og ongar neisur vinna,
men verður tað nakað vanboðið,
so mæli eg um minna."
40 Risin og allir hans reystu menn
ganga á hvítum sandi,
nú er hann Sjúrðar sendisvein
riðin niður til strandar.
41 Sjúrður býður tykkum øllum heim
glaðir fyri uttan ekka,
at sitja yvir breiðaborði
tann brúna mjøð at drekka.
42 Sjúrður býður tykkum øllum heim
meiri monnum og minni,
um tær viljið halda frið
og ongar neisur vinna.
43 Um tær viljið halda frið
og ongar neisur vinna,
men verður tað nakað vanboðið,
so mælir hann um minna."
44 Risin gongur frá strondum niðan
við øllum sínum liði,
tekur hann Sjúrðar sendisvein,
bítur hann af um miðju.
45 Bítur hann um miðju av,
sum søgur ganga frá,
Sjúrður stendur í Holmgørðum,
so gjølla hann tað sá.
46 Sjúrður biður sína menn
girða seg við svørð:
"tað síggi eg á risanum,
at nú er ilt á ferð."
47 Sjúrður biður sína menn
klæðast í brynjur bjartar,
standa nú so menniliga,
og ei hava kálvahjarta.
48 Sjúrður biður sína menn
klæðast í brynjur góðar,
ikki óttast risans her,
tó at hann sýnist stórur.
49 Sjúrður bindur sítt hjálmaband,
Gestur stóð honum næst,
onga tíð á ævini
bant hann tað so fast.
50 Uppi í miðjum grasagarði
akslar hann sítt skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn.
51 Og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn,
sum Sjúrður yvir borði sat
við monnum hundrað fimm.
52 Risin gongur frá strondum niðan,
ið gull bar sær á kinn,
setti sínar menn í borgargarði,
sjálvur gekk hann inn.
53 Tað var risin af Leittrabergi,
hann inn í høllina gekk,
Sjúrður situr í hásæti,
hann ymsar litir fekk.
54 Tað var risin af Leittrabergi,
hann gekk í høllina inn,
allir sita Sjúrðar menn,
teir bliknaðu undir kinn.
55 "Ver vælkomin, risin,
higar nú til mín,
drekk nú hvat tær betur líkar
mjøðin ella vín."
56 "Lítið er mær um mjøðin tín
alvæl minni um vín,
eg havi ongar bøtur tikið
eftir faðir mín."
57 Svaraði Sjúrður Sigmundarson,
tað fell so væl í lag:
"hevur tú ongar bøtur fingið,
ongar fært tú í dag."
58 Risin tá til orða tekur,
mælir so fyri sær:
"eg vil ongar bøtur hava
uttan høvdið af tær."
59 Risin gongur at breiðum borði,
reiðjar nevan hátt,
Sjúrður situr í hásæti,
hann bar seg undan brátt.
60 Risin gongur at breiðum borði,
ilsku ætlar at prøva,
knýtir nevan af miklum alvi
Sjúrða á nasar at geva.
61 Tekur hann hendur um Sjúrðar háls,
hann eftir hári at draga,
ikki vikaðist kappin reysti,
heldur enn í bergi stæði.
62 Sjúrður so til orða tekur:
"her elvist ein undarligur siður,
tað hevur eingin roynt uttan tú
meg eftir hári drigið."
63 Ivri dró at kappanum,
hann sínum borði skeyt,
allur tann hin brúni mjøður
á hallargólvið fleyt.
64 Sjúrður leyp úr hásæti,
er mær ei á tí hól,
bæði borð og borðstólar,
tað førdi hann fram á gólv.
65 Sjúrður brá sínum bitra brandi,
eg geri tað ei at loyna,
ætlaði risanum banasár,
odd í hjálmin at royna.
66 Sjúrður brá sínum bitra brandi,
sum søgur ganga frá,
oddurin kom í silvurbjálka,
ei beit stálið á.
67 Teir høgga títt, teir líva lítt,
alt fyri uttan sút,
øvugan bardi hann risan tá
av høgum borgum út.
68 Teir høgga títt, teir líva lítt,
braka tók í høll,
øvugan bardi hann risan tá
út á grønan vøll.
69 Allir sita Sjúrðar menn,
girdir teir vóru við svørð,
vistu ikki hvar teir vóru
í himli ella á jørð.
70 "Tá ið eg fór af Leittrabergi,
bjóst eg ei við frið,
Sjúrður, kom af høllini út,
brynja nú alt títt lið."
71 Árla var um morgunin,
sólin roðar í fjøll,
tá hevði Sjúrður Sigmundarson
brynjað út hundrað øll.
72 Tá hevði Sjúrður Sigmundarson
brynjað út hundrað øll,
leggja teir sínar bardagar
skamt frá Sjúrðar høll.
73 Filkus riður í herin fram,
hann roynir góðar gripir,
hann fellir niður Sjúrðar menn
tíggju fyri hvørji sipun.
74 Risin reiðjar jarnstongina,
hon var ei mjúk at strúka,
hvørjum hon møtir af Sjúrðar monnum,
høvur af herðum fúka.
75 So ríður frægur Filkusson
víðan vegin fram,
hann klývur hvønn um tvørar herðar,
ið móti honum rann.
76 Hann klývur hvønn um tvørar herðar,
sum søgur ganga frá,
Sjúrður stendur í Holmgørðum,
so gjølla hann tað sá.
77 Sjúrður sjálvur talar tá
við snarpan Nornagest:
saðla mær nú Grana
mín góða gangarahest.
78 Sjúrður ríður í herin fram
við fullgóðum móti,
hvørjum hann møtti af risans monnum,
tá hevði hann høvur á spjóti.
79 Sjúrður ríður í herin fram,
av bar barnagaman,
møtir honum frægur Filkusson,
tá bar báðum saman.
80 Møtir honum frægi Filkusson,
ógvuligur at líta,
hann var allur í jarni klæddur,
einki svørð kann bíta.
81 Teir høgga títt, teir líva lítt,
ei var barnagaman,
eldur reyk úr svørðunum,
tá ið eggjar bóru saman.
82 Teir riða saman á grønum vølli,
hvørgum mundi bella,
hoyrast mátti langa leið,
hvussu svørð á brynjum gella.
83 Sjúrður brá sínum brandi á loft,
hann høgg til so fast,
heysurin á Filkusyni
fyri innan hjálmin brast.
84 Ogvuligt var at líta á,
tá ið Sjúrður spenti við kolva
klývur nú frægan Filkusson
búkin niður í nalva.
85 Tað var Sjúrður Sigmundarson,
hann seg tilbaka sá,
alt var fallið liðið hans,
tað livdu ganska fá.
86 Tað var Sjúrður Sigmundarson,
á Grana aftur vendi,
ógvuliga við miklari reiði
hann fram í herin rendi.
87 Sjúrður riður í herin fram,
hann var ei mjúkur at strúka,
hvørjum hann møtir af risans monnum,
høvur av herðum fúka.
88 Sjúrður ríður í herin fram,
øllum tókti undur,
av lagi gekk hann risans her,
hann trongdi hann víða sundir.
89 Sjúrður riður í herin fram,
mátturin í honum veks,
av lagi gekk hann risans her,
hann trongdi hann sundir í seks.
90 Sjúrður ríður í herin fram,
ei var barnagaman,
møtir honum risin af Leittrabergi,
tá bar báðum saman.
91 Risin reiðjar jarnstongini,
tað var alt so fast,
Grani kundi at skáka væl,
hann misti fyrsta kast.
92 Risin reiðjar jarnstongini,
kundi væl ta list,
Grani kundi at skáka væl,
tað annað slag hann misti.
93 Risin reiðjar jarnstongini
ógvuliga fast,
stongin kom í jørðina niður,
í tríggjar lutir brast.
94 Tað var risin af Leittrabergi,
tá firraði hann sínum lívi,
fimtan favnar í hvørt lop
haðan og aftur á skipið.
95 Tað var risin af Leittrabergi,
hann leyp eftir grønari jørð
aftur á sítt góða skip
at søkja skjøld og svørð.
96 "Hoyr tað Sjúrður Sigmundarson,
kant tú væl at ríða,
nú skalt tú koma fyri hann,
ið teg skal læra at stríða.
97 Teir høgga títt, teir líva lítt,
ei bóru barna gaman,
eldur reyk af svørðunum,
tá ið eggjar bóru saman.
98 Teir ríða saman á grønum vølli,
dvørgamál syngur í fjøllum,
betra var nú inni at liggja
enn berjast móti trøllum.
99 Teir høgga títt, teir líva lítt
fast af miklum móði,
tá var Sjúrður illa staddur,
Grani sveittar blóð.
100 Tað var hin snarpi Nornagestur,
hann vildi ei undan flýja,
setur hann upp á Sjúrðar høvur
tvinnar hjálmar nýjar.
101 Risin gevur høggini tung,
mangt man honum tálma,
klývur niður af Sjúrðar høvdi
tvinnar gyltar hjálmar.
102 Tað var hin snarpi Nornagestur
vil ikki undan flýja,
setur aftur á Sjúrðar høvur
trinnar hjálmar nýjar.
103 Risin gevur høggini tung,
mangt man honum tálma,
klývur niður af Sjúrðar høvdi
trinnar gyltar hjálmar.
104 Sjúrður bindur upp hjálmin tann,
ið skín sum gullið reyða,
tann hann fekk af dvørgamoynni
eftir tann Dagmars deyða.
105 Tann hann fekk af dvørgamoynni
eftir tann Dagmars deyða,
leingi hevði ligið á kistubotni,
settur við ringar reyðar.
106 Gestur so til orða tekur,
kinnar ber hann so baldar:
"høgg nú Sjúrður Sigmundarson,
nú munnu hjálmar halda."
107 Gestur hann stóð honum næst,
ógvuligur at líta:
"høgg nú Sjúrður Sigmundarson,
nú mann einki bíta."
108 Teir høgga títt, teir líva lítt,
teir troða jørð til kálva,
dvørgamál sang í hvørjum hamri,
vørildin tók at skelva.
109 Einki kann Sjúrður annað gera,
enn verjast við henda púka:
"nú má taka upp listir tær,
ið eg havi sjaldan brúkað."
110 Tað var Sjúrður Sigmundarson,
hann kundi væl ta list,
snarliga vendi hann Grana burt
til at ríða dyst.
111 Tað var Sjúrður Sigmundarson,
Grana burtur vendi,
ógvuligur við miklari reiði
aftur mót risanum rendi.
112 Sjúrður reið tann fyrsta dyst,
stakk hann inn at beini,
tað bítur ei svørð á heysi hans
heldur enn knívur á hørðum steini.
113 Sjúrður reið tá annan dyst,
stakk hann inn at hjarta,
eitrið dreiv til himna hátt,
tá sortnaði sólin bjarta.
114 Sjúrður reið tann triðja dyst,
øllum tókti undur,
klývur nú risan af Leittrabergi
av í kníjum sundir.
115 Klývur nú risan af Leittrabergi
sundir í luti tvá:
"ligg nú deyður á grønum vølli
Filkusi íhjá."
116 Sjúrður vendi Grana aftur
bæði við gleði og gleim,
eg svørji tann eið á mína trú,
hann reið til hallar heim.
117 Sjúrður gongur í høllina inn,
glaður fyri uttan ekka,
talar hann nú til Nornagest,
biður hann skeinkja drekka.
118 Tá ið hann hevði drukkið
alla sína list,
gramdi hann seg um Grana
sín góða gangara hest.
119 Sjúrður gongur til strandar oman,
frøknur í huga full,
har fekk hann á risans skipi
tjúgu tunnur gull.
120 Eg kann ikki kvøða longur,
enn sagt er í hesum tátti,
Sjúrður setist í stólin tann,
ið hann sjálvur átti.
121 Eg kann ikki kvøða longur,
enn søgur ganga frá,
Sjúrður ræður fyri Holmgørðum
líka enn sum áður.
CCF 11 C
TSB E 124
Uppruni: V.U. Hammershaimb: “Færøiske kvæder I”, 1851
Útgávur:
1. V.U. Hammershaimb: “Færøiske kvæder I”, 1851, s. 120
2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band I, Teil 3, s. 337.
3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 5. bind, s. 78
Heimild: V.U. Hammershaimb (1819-1909).