Skip to main content

Óðin í Ásgørðum ella Frúgvin Málníða

 

business essay writing service dissertation on solid waste managementCCF 79 Aa

TSB E 46

 

1 Geyti kongur á Upplondum,

gevur í huga full,

allur hansara borðbúnaði

er av skínandi gull.

 

2 Geyti er á leikvøllum,

talar við sínar dreingir:

“Hvar vita tygur mín javnlíka?

Tað havi eg hugsað leingi.”

 

3 Svaraði ein av sveinunum,

honum stóð íhjá:

“Best manst tú vita við sjálvum tær,

hvør tín stár hugur á.”

 

4 “Sá er eingin í verðini,

mín stár hugur á,

uttan frúnna Málníðu,

kundi eg hana fá.”

 

5 “Vænta tær tá, harra mín,

konga døtur og jalla,

ognast ta, ið annar eigur,

tað man lukkast valla.”

 

6 Hermóður gav henni gull og fæ

innan á tí hól,

hundrað merkur av reyðargulli

fram á brúðarstól.

 

7 Hermóður rendi hesti sínum

eftir víðum vølli,

søkti ein reyðan dretnarring

av tí grima trølli.

 

8 Hermóður blæs í lúður sín,

vindur blæs aftur ímóti,

har misti hann eygun síni

av tí hvassa gróti.

 

9 Kongurin bindur upp boga sín,

lystir út at ríða,

hann kom niður av Upplondum,

sum vegir lógu víða.

 

10 Tað var sjálvur Geyti kongur

heim í garðin fór,

úti frúgvin Málníða

fyri honum stóð.

 

11 “Væl standin I, frúgvin Málníða,

vil I lovast mær?

Hundrað merkur í reyðargulli

vil eg geva tær.”

 

12 Kongurin steig úr saðli niður,

hug hevði hann á vívi:

“Eg skal teg við sømdum fáa,

jallin taka av lívi.”

 

13 “Drepur tú Hermóð, harra mín,

leggur tú til tess ráð,

svørji tann eið á mína trú,

meg skalt tú tó ikki fá.”

 

14 Mjúkar legði hann armarnar

um frú Málníðu háls,

svørji tann eið á mína trú,

har búði ei undir fals.

 

15 Úti í miðjum grasgarði

akslar hann sítt skinn.

og so búgvin gongur hann

tær høgu hallir inn.

 

16 Og so búgvin gongur hann

tær høgu hallir inn,

sum Hermóð jallur á borði situr

við monnum hundrað fimm.

 

17 Jallin tók so væl við honum,

virðin var til *tess,

setir hann so í hásæti,

manni sær ínæst.

 

18 Setir hann so í hásæti,

manni sær ínæst,

næsta mann hjá sjálvum sær

bæði til ker og sess.

 

19 “Blindur eri eg á mínum  eygum,

tað eru mínar lastir,

meg hevur ikki í fimtan vetur

søkt ein slíkur gestur.”

 

20 “Blindur ert tú á tínum eygum,

at tú ikki sær,

tað er frúgvin Málníða,

ið situr tær so nær.”

 

21 “Blindur eri eg á mínum  eygum,

at eg hana ikki sær,

men tað er Kráka kalsdóttir,

ið situr mær so nær.”

 

22 Jallin leyp eftir svørðinum,

ilskan fylti hann brátt,

hundrað vá hann á hallargólvi

á teirri somu nátt.

 

23 Hundrað vá hann á hallargólvi

av so tungum stríði,

hevði hann havt síni bæði eygun,

kongur hevði latið lívið.

 

24 Hundrað vá hann á hallargólvi,

so er greint fyri mær,

sló so við til Geyta kong,

at niður fell hann á knæ.

 

25 Tað var sjálvur Geyti kongur,

sínum svørði brá,

hann kleyv sjálvan Hermóð jall

sundur í lutir tvá.

 

26 Sára græt frúgvin Málníða,

tann fagrasta rósa reyða,

tá ið hon fell í óvit niður,

hon sá sín harras deyða.

 

27 Neyðartók hann frú Málníðu,

tí hitt væna vív,

flutti hana so til Upplanda,

seint lættir orðastríði.

 

28 Kongurin gár innan høgaloft,

eina við hana at telja:

“Her er skrúður og skarlak,

tað besta tú kanst velja.”

 

29 Kongurin stendur í høgaloft,

eina við hana at røða:

“Nógv er gullið á Upplondum

sjálva teg at gleða.”

 

30 Drukkið varð teirra brúdleypið,

gott var teirra lív,

gingu bæði í eina song

Geyti og hans vív.

 

31 Tí svaraði  Geyti kongur:

“Nú man tað so vera,

nú skal lata boðini

í Ásgarðar gera.

 

32 Tú bið hann taka sítt skjøld og svørð,

ringar og brynju síða,

í morgin ríða á víðan vøll,

sum Hermóð plagdi at stríða!”

 

33 Sveinin reið í Ásgarðar,

inn á hallargólv:

“Geyti vil nú halda stríð

og stevnir tygur á hólm.”

 

34 “Slíkt hevur eingin boðið mær

innan grøna líð,

óspart haldi eg hólmgangar

eina so lítla tíð.

 

35 Slíkt hevur eingin boðið mær

innan grøna lund,

óspardan haldi eg hólmgangin

um eina so lítla stund.

 

36 Tú bið hann taka sítt skjøld og svørð,

ring og brynju síða,

í morgin ríða á víðan vøll,

sum Hermóð plagdi at stríða!

 

37 Í morgin ríða á víðan vøll,

sum Hermóð plagdi at stríða,

har skal hann finna ta avrekskempu,

ið honum torir at bíða.”

 

38 Enntá var tann sendisvein,

heim í garðin fór,

úti sjálvur Geyti kongur

fyri honum stóð.

 

39 “Ver vælkomin, sendisvein,

higar nú til mín,

hvussu tók Óðin í Ásgørðum

við herboðunum tín?”

 

40 “Hann biður teg taka títt svørð og skjøld,

ring og brynju síða,

í morgin ríða á víðan vøll,

sum Hermóð plagdi at stríða.”

 

41 Kongurin eigur eitt sigurker,

søgur ganga frá,

sá er eingin í verðini,

ið honum vinnur á.

 

42 “Hoyr tað, frúgvin Málníða,

tú høtta mínum  lívi,

lat ikki kerið av hendi á tær,

meðan eg eri í stríði!”

 

43 Roðin settist á himmalin upp

av tí grimma víggi,

Geyti kongur og Óðin sjálvur

møttust teir í stríði.

 

44 Geyti kongur og Óðin sjálvur

møttust teir í móti,

líka so glymdi á jørðini,

sum teir kasta gróti.

 

45 Teir høgga títt, teir líva lítt,

av bar barnagaman,

eldar ruku úr svørðunum,

tá ið oddar bóru saman.

 

46 Teir bardust fullar tríggjar dagar,

hvørgin sigur vann,

inntil tann hin fjórða,

ið sól *til viðar rann

 

47 Inntil tann hin fjórða,

ið sól *til viðar rann,

tá møddist Óðin í Ásgørðum,

tann hin raska mann.

 

48 Tað var Óðin í Ásgørðum,

fann upp á onnur ráð:

“Lata skal Málníðu boðini bera,

at Geyti er fallin frá.”

 

49 Sveinar riðu til hallar heim,

sviku so tað vívið:

“Deyður er Óðin, harri mín,

og Geyti er tikin av lívi.”

 

50 Sára græt frúgvin Málníða,

tann fagrasta rósa reyða,

tá ið hon fell í óvit niður,

hon frætti sín harras deyða.

 

51 Slepti so kerið úr hendi á sær

av so grimum hætti,

Geyti kendi við sjálvum sær,

at møðin at honum setti.

 

52 Óðin veipar høggini tung,

tá ið hann hetta nam,

ikki hevði Geyti meira megi

enn annar menskur mann.

 

53 Tað var Óðin í Ásgørðum,

upp sítt svørðið brá,

síðan kleyv hann Geyta kong

sundur í lutir tvá.

 

54 Sára græt frúgvin Málníða,

tann fagrasta rósa reyða,

tá ið hon fell í óvit niður,

hon frætti sín harras deyða.

 

55 Frúgvin sær við barni gongur

níggju mánar taldar,

til at teirri stundini leið,

hon føðir ein svein so baldan.

 

56 Sveipar hon hann í klæði væl,

tá ið hann kom í heim,

Hermóð bað hon nevna tann

hin geviliga svein.

 

57 Sveipar hon hann í klæði væl,

komin til góðs og evna,

síðan læt hon presti bera,

Hermóð biður hon nevna.

 

58 Hann varð borin frá kirkjuni

aftur for móður sín,

meira legði hon røkt á hann

enn alt sítt gull í skrín.

 

59 Hann vóks upp hjá síni móður

skjótt og ikki leingi,

til hann gjørdist í høggum tungur,

hann feldi raskar dreingir.

 

60 Niður settust sveinarnir,

vreiðir vóru báðir:

“Líkari var tær faðir at hevnt

enn berja os so sára.”

 

61 Sveinur kastar skildrinum,

lystir ei longur at leika,

gongur so til sína sælu móður

við reyðar kinnar og bleikar.

 

62 “Hoyr tað, mín hin sæla móðir,

sig mær satt ífrá,

varð mín faðir við vápnum vigin,

ella doyði hann á strá?”

 

63 Hon fór eftir skjúrtuni,

sum øll var í blóði drigin:

“Her skalt tú síggja, mín sæli sonur,

hvat tín var faðir í vigin.”

 

64 Hon tekur upp ta skjúrtuna,

kastar honum á knæ:

“Hetta gav tín hin sæli faðir

mær í festarfæ.”

 

65 “Hoyr tað, mín hin sæla móðir,

sig mær satt ífrá,

hvaðan av landi var sá riddari,

ið mín faðir vá?”

 

66 “Eg kann ikki sannari

siga tær ífrá,

tað var Óðin í Ásgørðum,

ið tín faðir vá.

 

67 Tað var Óðin í Ásgørðum,

ið tín faðir vá,

tú manst ikki, meðan tú livir,

sømdir av honum fá.”

 

68 Sveinur svarar síni móður,

alvæl sum hann kundi:

“Ofta hevur vaksið ungum hvølpi

hvassar tenn í munni.”

 

69 Hermóður so til orða tekur:

“Nú má tað so vera,

eg skal lata boðini

í Ásgarðar gera.

 

70 Tú bið hann taka sítt svørð og skjøld,

ring og brynju síða,

í morgin  ríða á grønan vøll,

sum Hermóð plagdi at stríða!

 

71 Í morgin  ríða á grønan vøll,

sum Hermóð plagdi at stríða,

har skal hann finna ta avrekskempu,

ið honum torir at bíða.”

 

72 Sveinurin reið í Ásgarðar,

fagur sum rósan reyða:

“Hermóður vil nú halda stríð

og hevna sín faðirs deyða.”

 

73 “Slíkt hevur fáur boðið mær

innan grøna lund,

óspart haldi eg hólmgangar

um eina so lítla stund.”

 

74 Tað var so hin sendisvein,

heim í garðin fór,

úti sjálvur Hermóð ungi

fyri honum stóð.

 

75 “Ver vælkomin, sendisvein,

higar nú til mín,

hvussu tók Óðin í Ásgørðum

við herboðunum tínum?”

 

76 “Slíkt høvdu fáir boðið honum

innan grøna lund,

óspardan helt hann hólmgangin

um eina so lítla stund.”

 

77 Hermóður letur tingið seta,

býður til so brátt,

býður til Óðin í Ásgørðum

bæði dag og nátt.

 

78 Svaraði Óðin í Ásgørðum,

hann klæðist í brynju nýggja:

“Glaður skal eg til tinga ríða,

ikki undan flýggja.”

 

79 So var Óðin í Ásgørðum

til hesar ferðir fús,

klæddi seg innan høgaloft

alt við eitt kertiljús.

 

80 Svaraði Óðin í Ásgørðum,

ríður fram yvir skógar:

“Hvør hevur hetta tingið sett

og gjørt várar gangarar móðar?”

 

81 “Tú tarvt ikki, Óðin í Ásgørðum,

røða um gangara tín,

eg havi so lítlar bøtur fingið

fyri sæla faðir mín.”

 

82 Svaraði Óðin í Ásgørðum,

hann bresti sær á skegg:

“Tú skalt fáa lambið tað,

ið loðið er á legg.”

 

83 Roðin settist á himmalin upp

av tí grima víggi,

Hermóður ungi og Óðin sjálvur

møttust teir í stríði.

 

84 Hermóður ungi og Óðin sjálvur

møttust teir í stríði,

so bardust teir langa tíð,

at hvørgin annan lívdi.

 

85 Tað var enntá Hermóð ungi,

við sínum svørði brá,

hann kleyv Óðin í Ásgørðum

sundur í lutir tvá.

 

86 Fyrst vá hann Óðin í Ásgørðum

so hans hirðir allar,

so mátti lítlum sigri rósa,

eingin kom heim til hallar.

 

87 Gyltur var sá saðilin,

bokslið út av fleim,

so glaður ríður Hermóð ungi

til breiða búða heim.

 

88 Gyltur var sá saðilin,

bokslið út av tann,

so glaður ríður Hermóð ungi

til breiða búða fram.

 

89 So ríður hann Hermóð ungi

við sítt blóðiga svørð,

úti stendur móðir hans,

hon fagnar væl hans ferð.

 

90 “Hoyr tú tað nú, Hermóð ungi,

hvat ið eg tali til tín,

hvat hevur tú í bøtur fingið

fyri sæla faðir tín?”

 

91 “Eg kann ikki sannari

siga tær ífrá,

deyður er Óðin í Ásgørðum

og alt tað lið, hann ár.”

 

92 Síðla var um aftanin,

fólkið lysti at sova,

so ríður Hermóð í Ásgarðar

dóttrina at lova.

 

93 Inn kemur ein so lítin svein,

sigur teim øllum frá:

“Eg síggi mann at borgum ríða,

mikil í brynju blá.

 

94 Eg síggi mann at borgum ríða,

mikil í brynju blá,

ongum manni líkari

enn Hermóði at sjá.”

 

95 Tað var Hermóð, kongins son,

heim í garðin fór,

úti Ásla í Ásgørðum

fyri honum stóð.

 

96 “Væl standin I, Ásla í Ásgørðum,

vil I lovast mær?

Hundrað merkur í reyðargulli

vil eg geva tær.”

 

97 Svaraði Ásla í Ásgørðum,

stóð í ein kjortil reyð:

“Eg verði ikki drotning tín,

tú voldi mín faðirs deyð.”

 

98 “Vilt tú ikki verða drotning mín,

er tað ikki við tín vilja,

eg skal við hesum bitra mæka

títt høvur frá búki skilja.”

 

99 Svaraði Ásla í Ásgørðum,

tann fagrasta moyin ljósa:

“Eg veit ikki mætari mann

mær til handa at kjósa.”

 

100 Tað var enntá Hermóð ungi,

fell upp á síni knæ,

meðan hann Áslu í Ásgørðum

til ektar festi sær.

 

101 Drukkið varð teirra brúdleypið,

hirðin var so fegin

sum tann fuglur, á viði situr,

er móti ljósum degi.

 

102 Drukkið varð teirra brúdleypið

við so mikið geingi,

ráddi so fyri Ásgørðum,

hann var har kongur leingi.

 

CCF 79 Aa

TSB E 46

 

Handrit: Savn Hammershaimbs. AM, Access. 4c I [13].

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1945) Band  III, Teil 2, s. 226.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 17. bind, s. 74

 

Heimild: Úr Suðuroy:  J.H. Schrøter (1771-1851),  Vági

E 46 Óðin í Ásgørðum (Man kills the slayer of his father and marries slayer’s daughter or widow)

Frábr. A: Geyti kongur drepur Hermóð jall og fer av stað við konu hansara Málníðu. Geyti bjóðar Óðini av í einstaklingsstríð. Geyti eigur gandakopp, sum veitir honum sigur. Hann gevur Málníðu koppin at ansa eftir og biður hana ikki lata hann frá sær, meðan bardagin er.

Óðin fer at møðast, men hann finnur upp á at senda tey boð til Málníðu, at Geyti er dripin. Hetta fær hana at svíma og missa koppin. Geyti verður dripin. Málníða føðir son Geyta, Hermóð.

Hermóður bjóðar Óðini av í bardaga at hevna deyða faðir sín. Hann drepur Óðin og noyðir dóttur Óðin at giftast við sær. Frábr.B og C: Geyti tekur Málníðu frá manni hennara, Óðini. (C: Geyti og Óðin eru brøður.) Óðin og Geyti berjast, og Geyti verður dripin. Við Geyta eigur Málníða son, Hermann, sum vinnur á Óðini (B: drepur hann.) Hermann giftist við seinnu konu Óðins. C: Seinni doyr Óðin.

á føroyskum: CCF 79 (bert á føroyskum)