Torvatrøll og fluga
CCF 187
TSB F 67
1 Torvatrøllið og trani,
tey løgdu ráðini saman.
2 Torvatrøllið tekur í trana[n]s hand,
so gingu tey til flugukongsins land.
3 “Her situr tú, flugukongur, yvir títt borð,
torvatrøllið sendir tær orð.
4 Tað sendir tær orð og blíðan já,
tað vil tína dóttur til drotning fá.
5 Tað sendir tær orð og blíðan tala,
tað vil tína dóttur til drotning hava.”
6 Flugukongur svarar so for seg:
“Sjálv skal fluga lítla svara for seg.”
7 Fluga lítla svarar so for seg:
“Torvatrøllið, eg vil ikki hava teg.
8 Tá eg eti mat yvir kongsins borð,
tá liggur tú í eitt rossaspor.
9 Tá eg eti mat av kongsins fat,
tá liggur tú við eitt rossaræ.”
10 Torvatrøllið tekur í flugu lítlu flættu,
rykkir hana so aftur av krakki.
11 Fluga lítla undir, og torvatrøllið á,
eingin visti, hvar tey ‘huggjavust’ tá.
12 Upp stóð fluga lítla, skakaði seg:
“Skamm fái tú, torvatrøllið, for meg.”
CCF 187
TSB F 67
Handrit: a: Savn Hammershaimbs (AM, Access. 4), Kristian Joensen av Sandi skrivaði upp eftir Siggu Sofie Pedersdatter av Sandi 1873; b: tvey ørindi eftir Christiane Schrøter.
Útgávur:
1. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 274.
2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2004) 35. bind, s. 155.
Heimild: Úr Sandoy: Sigga Sofie Pedersdatter, Sigga á Klettum (1832-1922), Sandi 1873.
F 67 Torvatrøll og fluga (The beetle marries fly)
Ein klukka (D, cS: oksafluga) ber upp bønarorð fyri einari flugu (cD: sendir eina meyru, cN: ein mýggjabita at gera tað fyri seg; S: klukkan sendir oksafluguna). Flugan heldur seg vera ov góða til klukkuna og sigur nei. Klukkan slær hana. D, N, S: Hon eftirlíkar, tey giftast, og øll hini flogkyktini verða boðin.
á føroyskum: CCF 187 (eisini á donskum, norskum og svenskum)