Skip to main content

Tróndur Jógvansson

 

custom nursing papers high school business plan math homework questions thesis google custom search widgetCCF 100 A 

TSB E 93 

 

1 Hetta mælti hann Hákun jall 

við sín fosturson, 

kvittar tú heiman 

at biðja sær konu. 

 

2 "Kongurin býr svá skamt herfrá, 

væna dóttur ár, 

hana tyki eg vera tín javnlíka, 

kundi tú hana fá." 

 

3 "Hann má ikki kongurin, 

taka sær so nær, 

sína dóttur mær at geva, 

eg eigi lítið fæ." 

 

4 Sjúrður gár í hallina inn,  

í forðum var sá siður,  

hevur nú alt í einum orði,  

heilsar og hann biður. 

 

5 Sjúrður stendur á hallargólvi,  

ber fram bønarorð síni:  

"Sit væl, reystur kongurin,  

gev mær dóttur tína!" 

 

6 "Leingi havi eg kongur verið, 

á tí riddara vali, 

eg gevi ikki mína dóttur 

nøkrum stakkali." 

 

7 Sjúrður snúðist av hallini út,  

tók tey orð við vreiði,  

møtir hann sínum fosturfaðir  

mitt á sínari leið. 

 

8 "Ver vælkomin, mín fostursonur, 

higar nú til mín, 

hvussu tók sjálvur kongurin 

við bønarorðum tínum?" 

 

9 "Leingi hevði hann kongur verið, 

á tí riddara vali, 

hann gevur ikki dóttur sína 

nøkrum stakkali." 

 

10 "Hoyr tú nú, mín fostursonur, 

ver nú ei so bráður, 

vit skulu ganga innan høgaloft 

og taka av frúnni ráð." 

 

11 Tað var mæti Hákun jall,  

hann vindur fingur í ring:  

"Statt upp, frúgvin Margreta,  

tú lúk meg inn!" 

 

12 Tað var frúgvin Margreta, 

kastar høgindi blá: 

"Ver vælkomin, Hákun jall, 

tú hvíl hará! 

 

13 Ver vælkomin, Hákun jall, 

higar nú til mín, 

drekk nú hvat tær betur líkar, 

mjøðin ella vín!" 

 

14 "Lítið er mær um mjøðin tín, 

hálvvæl minni um vín, 

vilt tú henda riddara lova, 

komin at biðja tín?" 

 

15 "Hoyr tað tú nú, Sjúrður, 

ver nu ei so bráð,  

gakk nú til mín sæla faðir,  

tak av honum ráð!" 

 

16 "Kemur maður at biðja tín, 

kann hann vera svá, 

tú helt tíni orð við Sjúrð, 

tú breyt ikki tykkara mál?" 

 

17 "Her kom ein so mætur maður,  

søgur ganga frá,  

nevndur Tróndur Jógvansson,  

út av Eysturlandi. 

 

18 Kongurin tók so væl við honum, 

gav honum gangin høgst, 

setti hann so í hásætið, 

bæði við ker og sess. 

 

19 Kongurin tók so væl við hann,  

verður var hann til tess  

setir hann so í hásætið,  

bæði við ker og sess. 

 

20 Tað leið ikki longur um,  

enn [eina] so lítla stund,  

sjálvur er gingin kongurin  

á sín dóttur fund." 

 

21 Tað var frúgvin Margreta,  

kastar upp høgindi blá:  

"Ver vælkomin, faðir mín,  

tú hvíl har omaná! 

 

22 Ver vælkomin, mín sæli faðir,  

higar nú til mín,  

drekk nú, hvat tær betur líkar,  

mjøðin ella vín!" 

 

23 "Lítið er mær um mjøðin tín, 

hálvvæl minni um vín, 

vilt tú henda riddara lova, 

komin at biðja tín?" 

 

24 "So er mær Sjúrður, 

í hjartanum stendur, 

tað verður ikki, meðan eg livi, 

Tróndur játtast *mær." 

 

25 "Farið tygum á markina út, 

søkið tygum her, 

hvør ið tann, ið frúnna skal hava, 

sigur á øðrum ber." 

 

26 Árla var um morgunin,  

sólin roðar um ......  

Sjúrður reið á markina út, 

................. 

 

27 Tað var nú tá Sjúrður, 

sínum svørði brá, 

hann kleyv Trónd Jógvansson 

sundur í lutir tvá. 

 

28 Nú skal falla niður um stund, 

við tí sama hætti, 

Jógvan kongur í Eysturlandi 

sín sons deyða frætti. 

 

29 Hann læt sær tað liðið samla, 

hundrað mann og tjóð, 

av teim somu Blálondum, 

sum eingin skínur sól. 

 

30 Tað var frúgvin Margreta,  

hon steig á loftis 'Rev':  

"Eg skal mær á markina út  

at veita Sjúrði lið." 

 

31 Tí svaraði Sjúrður,  

studdist við brandin reyða:  

"Tungt er mær í stríð í dag  

at síggja á tín deyða." 

 

32 So ríður hann Sjúrður, 

víðan vegin fram, 

hann klývur hvønn um tvørar herðar, 

móti honum rann. 

 

33 So ríður frúgvin Margreta, 

víðan vegin fram, 

klývur hvønn um tvørar herðar, 

móti henni rann. 

 

34 Allan feldu tey herin niður,  

ongum góvu tey grið,  

sjálvur er gingin kongurin  

undir borgarlið. 

 

35 Sjálvur er gingin kongurin 

undir borgarlið: 

"Mín kæri Sjúrður 

gev mær grið! 

 

36 Mín kæri Sjúrður, 

gev mær grið, 

bað eg ongan bóndason 

av av mínari ævi fyrr!" 

 

37 Tað var enntá Sjúrður, 

við sínum svørði brá, 

hann kleyv sjálvan Jógvan kong 

sundur í lutir tvá. 

 

38 Tað var enntá Sjúrður, 

fell upp á síni knæ, 

meðan hann frúnna Margretu 

til ektar festa sær. 

 

39 Drukkið varð teirra brúdleypið, 

kátt var teirra lív, 

bæði gingu í eina song 

Sjúrður og hans vív. 

 

40 Tað var enntá Sjúrður,  

alvæl sum hann mátti,  

settist aftur í ríkið tað,  

ið Jógvan kongur átti. 

 

CCF 100 A 

TSB E 93 

 

Handrit: Savn Hammershaimbs. AM, Access. 4c II [19], Blandingshandrit Schrøters. 

 

Útgávur:   

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus og Chr.Matras greiddu til útgávu,1967) Band IV, Teil 2, s. 295. 

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 23. bind, s. 8. 

 

Heimild: Úr Suðuroy: J. H. Schrøter (1871-1851), Vági, helst frá 1820-unum.  

E 93 Tróndur Jógvansson (Suitor kills rival and rival’s revenging father)

Sjúrður biður kong um dóttur hansara Margretu, men kongur heldur hann ikki vera nóg góðan.

Sjúrður tosar við Margretu sjálva, og hon vil hava hann. Ímeðan kemur annar biðil, Tróndur Jógvansson, og kongur tekur við honum, men Margreta skoytir ikki um hann. Kongur skjýtur upp, at sambiðlarnir skulu berjast, og Sjúrður drepur Trónd.

Pápi Trónd, Jógvan, kemur at hevna sonin. Bæði Sjúrður og Margreta berjast við hann, og at enda drepur Sjúrður hann, hóast hann biður um miskunn. Sjúrður og Margreta giftast, og Sjúrður verður kongur, eftir at Jógvan er fallin.

á føroyskum: CCF 100 (bert á føroyskum)