Tróndur Jógvansson
CCF 100 Ca
TSB E 93
1 Tað var hann Hákun jall,
krevur sín fosturson,
maður býðst í heimaferð
at biðja sær konu.
2 "Tú gert einki, kongurin,
at taka tær so nær,
mær at geva tína dóttur,
eg havi einki fæ."
3 Til tað svaraði Hákun jall:
"Tað veit eg við mær,
oftum hevur ein lítil 'slin,
gávi stuium av'."
4 Sjúrður gongur í hallina inn,
fyrr hevur verið siður,
hevur nú alt í einum orði,
heilsar og hann biður.
5 Sjúrður stendur á hallargólvi,
ber upp kvøðu sína:
"Sit væl, reystur kongurin,
gev mær dóttur tína!"
6 Leingi sat hann kongurin,
tonkti sær til ráð,
hvussu hann skuldi Sjúrði
eitt hániligt andsvar fá.
7 "Eg havi leingi kongur verið
á tí riddara veldi,
aldri gevi eg mína dóttur
einum stakkali."
8 Sjúrður snúðist av hallini út,
næstan er hann vreiður,
møtir hann sínum fosturfaðir
mitt á sínari leið.
9 "Ver vælkomin Sjúrður,
higar heim til mín,
hvøssu tók hann kongurin
við bønarorðum tínum?"
10 "Eg havi verið hjá konginum,
boðið honum gull og fæ,
tað var alt við háð og spott,
eg hans dóttur bað."
11 "Hoyr tú tað nú, Sjúrður,
ver nú ei so bráður!
Vit skulum osum í moynnasal
at taka av frúnni ráð."
12 Tað var hann Hákun jall,
tekur sín fingurring:
"Statt upp, frúgvin Margreta,
lova osum inn!"
13 Upp steig frúgvin Margreta,
ristir silki blá:
"Ver vælkomin, Hákun jall,
sit her omaná!
14 Ver vælkomin, Hákun jall,
higar nú til mín,
drekk nú hvat tær betur líkar,
mjøðin ella vín!"
15 "Lítið er mær um mjøðin tín,
hálvvæl minni um bjór,
onnur hevði eg ørindi,
tá eg heiman fór.
16 Lítið er mær um mjøðin tín,
hálvvæl minni um vín,
vilt tú henda riddara lova,
komin at biðja tín?"
17 Leingi sat frúgvin Margreta,
tonkti sær til ráð,
hvøssu hon skuldi Sjúrða
eitt sámiligt andsvar fá.
18 "Hoyr tú tað, Sjúrður,
ver nú ei so bráður,
far tú til mín sæla faðir,
tak av honum ráð!"
19 "Eg var hjá tínum sæla faðir,
beyð honum gull og fæ,
tað var alt við háð og spott,
eg hans dóttur bað."
20 Tróndur stendur á hallargólvi,
ber fram kvøðu sína:
"Sit væl, reystur kongurin,
gev mær dóttur tína!"
21 Leingi sat hann kongurin,
tonkti sær til ráð,
hvøssu hon skuldi Tróndi
eitt sámiligt andsvar fá.
22 "Hoyr tú tað, Tróndur,
ver ei so bráður!
Vit skulum osum í moynnasal
at taka av frúnni ráð."
23 Tað var hann kongurin,
tekur av fingurring:
"Statt upp, frúgvin Margreta,
lova osum inn!"
24 Upp steig frúgvin Margreta,
ristir høgind blá:
"Ver vælkomin, sæli faðir,
setst her omaná!
25 Ver vælkomin, sæli faðir,
higar nú til mín,
drekk nú hvat tær betur líkar,
mjøðin ella vín!"
26 "Lítið er mær um mjøðin tín,
hálvvæl minni um vín,
onnur havi eg ørindini
higar í dag til tín.
27 Lítið er mær um mjøðin;
hálvvæl minni um vín,
vilt tú henda riddara lova,
komin at biðja tín?"
28 Leingi sat frúgvin Margreta,
tonkti sær til ráð,
hvøssu hon skuldi Tróndi
eitt hániligt andsvar fá.
29 "So er mær Sjúrður
í hjarta vorðin kær,
tað verður ikki, meðan eg livi,
Tróndur, eg játti tær."
30 "Farið tykkum á markir út,
samlið tykkum her,
hann skal frúnna njóta,
ið sigur av øðrum ber!"
31 Árla var um morgunin,
sólin hon lá við,
út fór frægur Sjúrður,
hann var væl sjálvur triði.
32 Árla var um morgunin,
sólin ei upp rann,
út reið frægur Tróndur
við sín sjeynda mann.
33 Bardust fullar tríggjar dagar,
hvørgin sigur fekk,
inntil tann hin fjórða,
sólin niður gekk.
34 Bardust fullar tríggjar dagar,
hvørgin sigur vann,
inntil tann hin fjórða,
sólin niður rann.
35 Inntil dagin fjórða,
sólin niður rann
tá vann [reystur] Sjúrður,
tann [hin] raska mann.
36 Gartur feldi undir fót,
alt var, sum hann mátti,
Jógvan kongur á Eysturlandi
sonardeyða frætti.
37 So letur hann Jógvan kongur
búgva skipini sín,
bæði letur hann á tey leggja
virtur og so vín.
38 So letur hann Jógvan kongur
síni skipini gera,
allar letur hann streingimar
av reyðargulli vera.
39 Hann læt sær tað liðið samla,
valdra manna *tjóð,
av teim øllum Blálondum,
sum eingin skínur sól.
40 Hann læt sær tað liðið samla,
sum teir høvdu frætt,
ikki mátti á fjøllum síggja
himin í ta ætt.
41 Ganga teir til strandar oman,
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu, jørðin skalv,
teir drógu knørr úr neysti.
42 Átjan letur hann herskipini
út í havið ganga,
annaðslíkt skal eftir koma
undan einum loynitanga.
43 Átjan letur hann herskipini
út á sjógvin gá,
annaðslíkt skal eftir koma
við svørð og brynju blá.
44 Skutu síni skipini
í tað myrka hav,
kendu teir tá ikki aftur
náttina frá dag.
45 Bræddir vóru brandar,
borðini vóru ný,
forgyltur leikar 'Vedelin'
uppi í miðjum ský.
46 Forgyltur leikar 'Vedelin'
upp í miðjum ský,
dreingir sigla tann salta sjógv,
teir leika hvør øðrum í.
47 Kastaðu sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur steig hann Jógvan kongur
sínum fótum á land.
48 Jógvan gongur frá strondum niðan,
hugdi sær til frama:
"Hvar er tann mikli maður,
Tróndi varð at bana?"
49 Til tað svaraði Sjúrður:
"Her skalt tú meg síggja,
hvørki tær, ei tínum lið
skal eg undan flýggja."
50 Enntá svaraði Sjúrður:
"Her skalt tú meg kenna,
hvørki tær, ei tínum monnum
skal eg undan flýggja."
51 Tað var frúgvin Margreta,
stendur í borgarlið:
"Eg skal mær í víggið í dag
Sjúrði dugna lið."
52 Til tað svaraði Sjúrður,
heldur á ringi reyða:
"Tungt er mær í stríð í dag
at síggja pá tín deyða."
53 "Eg skal lána tær brynju mína,
væl má hon tær líva,
hon er av tí bara stáli,
ikki kann brandur á bíta."
54 So reið hann Sjúrður
beinan vegin fram,
kann kleyv hvønn um tvørar herðar,
móti honum rann.
55 So reið frúgvin Margreta
víðan vegin fram,
hon kleyv hvønn um tvørar herðar,
móti henni rann.
56 Kluvu hvønn um tvørar herðar,
móti teimum rann,
eftir stóð tá Jógvan kongur
við sín triðja mann.
57 Kongurin er kropin
undir borgarlið:
"Mín kæri Sjúrður,
gev mær grið!
58 Mín kæri Sjúrður,
gev mær grið!
Um tað bað eg ongan
bóndason fyrr."
59 "Tú kom her við miklum heri,
hugdi tær til frama,
eg fari ei úr vígginum,
fyrr enn eg síggi tín bana.
60 Tú kom her við miklum heri,
hugdi tær til eyð,
eg fari ikki úr vígginum,
fyrr enn eg síggi tín deyð."
61 Tað var frægur Sjúrður,
sínum svørði brá,
meðan kleyv hann Jógvan kong
sundur í lutir tvá.
62 Festi frúnna Margretu,
við so mikið meingi,
ráddi fyri Eysturlondum,
var har kongur leingi.
Handrit: Savnið hjá Napoleon Nolsøe. Føroya Landsbókasavn. B F IV vol. II, Nr. 85, s. 204.
Útgávur:
1. Føroya kvæði (N. Djurhuus og Chr.Matras greiddu til útgávu,1967) Band IV, Teil 2, s. 302.
2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 23. bind, s. 27.
Heimild: Úr Streymoy: Napoleon Nolsøe (1809-1877), Tórshavn, 1842.