Skip to main content

Tróndur Jógvansson

 

us and them david sedaris online essay how to write a paper in first personCCF 100 D 

TSB E 93 

 

1 Enntá mælti Hákun jall 

við sín fosturson: 

"Mála tær heima 

at biðja tær konu!" 

 

2 "Hoyr tað, mín fosturfaðir,  

sig mær satt ífrá,  

hvar vita tit so væna jomfrú,  

sum mær er sámi at fá?" 

 

3 "Kongur býr her skamt ífrá,  

ið væna dóttur ár,  

hana tókti mær sámiliga,  

kundi tú hana fá." 

 

4 Uppi í miðjum grasgarði  

akslar hann sítt skinn,  

og so búgvin gongur hann  

í høgar hallir inn. 

 

5 Og so búgvin gongur hann 

í høgar hallir inn, 

sum kongurin á borði sat 

við manna hundrað fimm. 

 

6 Sjúrður stendur á hallargólvi,  

ber fram bønarorð síni:  

"Sit væl, reystur kongurin,  

tú gev mær dóttur tína!" 

 

7 "Leingi havi eg kongur verið,  

yvir tí riddara vali,  

eg gevi ongum mína dóttur  

nøkrum stakkali." 

 

8 Sjúrður snúðist av hallini út,  

mestan var hann reiður,  

møtir hann sínum fosturfaðir  

mitt á sínari leið. 

 

9 "Ver vælkomin, Sjúrður,  

higar nú til mín!  

Hvussu tók hann kongurin  

bønarorðum tínum?" 

 

10 "Leingi hevði hann kongur verið 

yvir tí riddara vali, 

hann gevur ongum sína dóttur 

nøkrum stakkali." 

 

11 "Hoyr tað tú nú, Sjúrður, 

tú ver nú ikki so bráður! 

Vit skulum okkum í moynnasal, 

taka av henni ráð!" 

 

12 Enntá var tað Hákun jall,  

hann vindur sín fingur í ring:  

"Statt upp, frúgvin Margreta,  

tú lat meg inn!" 

 

13 Tað var hon frúgvin Margreta,  

hon reiðir upp høgindi blá:  

"Ver vælkomin, Hákun jall,  

tú hvíl her omaná!" 

 

14 "Hoyr tað, frúgvin Margreta, 

tað tali eg til tín, 

vilt tú henda riddara hava, 

komin at biðja tín?" 

 

15 "Hoyr tað tú nú, Sjúrður,  

tú vert nú ei so bráður,  

men gakk fyri mín sæla faðir  

og tak av honum ráð!" 

 

16 "Eg var hjá tygara sæla faðir,  

spurdi hann ráðum at,  

hann meg alt við háði dró,  

at eg ein stakkali var." 

 

17 "Kemur nakar at biðja tín, 

verður tað nú svá, 

halt tíni orð við Sjúrð hin unga, 

gloym ikki tygara ja!" 

 

18 Har kom ein so ungur maður  

sær bar gull á hand,  

nevndur Tróndur Jógvansson  

út av Eysturland. 

 

19 Kastar sínum akkerum 

á so hvítan sand, 

fyrstur steig hann Tróndur 

sínum fótum á land. 

 

20 Fyrstur steig hann Tróndur 

sínum fótum á land, 

tólv brynjaðir av hans monnum 

studdust við hans hand. 

 

21 Tróndur gongur frá strondum niðan,  

var hann við ærum klæddur,  

gullreyðan hjálm á høvdi bar,  

hann var fyri ongum ræddur. 

 

22 Uppi í miðjum grasgarði  

akslar hann sítt skinn,  

og so búgvin gongur hann  

í høgar hallir inn. 

 

23 Og so búgvin gongur hann 

í høgar hallir inn, 

sum kongur yvir borði sat 

við monnum hundrað fimm. 

 

24 Tróndur stendur á hallargólvi,  

ber fram bønarorð síni:  

"Sit væl, reystur kongurin,  

tú gev mær dóttur tína!" 

 

25 Tí so svaraði kongurin, 

í fyrsta orði tá: 

"Vit skulum okkum í moynnasal 

taka av henni ráð." 

 

26 Enntá var tað kongurin,  

hann vindur sín fingur í ring:  

"Statt upp, frúgvin Margreta,  

tú lat meg inn!" 

 

27 Tað var hon frúgvin Margreta,  

hon reiðir upp høgindi blá:  

"Ver vælkomin, mín sæli faðir,  

hvíl her omaná!" 

 

28 "Hoyr tað, frúgvin Margreta,  

tað tali eg til tín,  

vilt tú henda riddara hava,  

komin at biðja tín?" 

 

29 "So er hann Sjúrður 

í hjartanum kær, 

tað verður ikki, meðan eg livi, 

Tróndur játtast mær. 

 

30 So er hann Sjúrður, 

í hjartanum stendur, 

tað verour ikki, meðan eg livi, 

Tróndur fær meg til hendur." 

 

31 "Gangið tykkum í markina út, 

reystar kempur tvær! 

Hann verður lagað at eiga moy, 

ið sigur av øðrum fær!" 

 

32 Árla var um morgunin, 

tá sól um *viðar rann, 

drongur er riðin í markina út 

við sín sjeynda mann. 

 

33 Árla var um morgunin, 

tá sólin roðar við, 

Sjúrður er riðin í markina út, 

tá var hann sjálvur triði. 

 

34 Roðin settist á himmal upp,  

í tí grimma víggi,  

Sjúrður og hann Tróndur  

møttust teir í stríði. 

 

35 Teir høgga títt, teir líva lítt, 

teir lata ei stríðið linna, 

teir høgga so títt á báðar hendur, 

teir klúgva tað stálið stinna. 

 

36 Enntá var tað Sjúrður, 

við sínum svørði brá, 

hann klývur *Trónd Jógvansson 

sundur í lutir tvá. 

 

37 Nú skal falla niður um stund, 

standa við sama hætti, 

Jógvan kongur av Eysturlondum 

síns sonar deyða frætti. 

 

38 Hann læt sær tað liðið samla, 

valdra manna tjóð, 

av teim tveim Blálondum, 

sum eingin skínur sól. 

 

39 Hann kom har við miklum heri, 

hugaði sær til *eyð: 

"Hvør var sá hin mæti maður, 

ið Tróndi veitti deyða?" 

 

40 "Her standi eg Sjúrður, 

her skalt tú meg kenna, 

hvørki tær ella tínum monnum 

vil eg undan renna." 

 

41 Svaraði frúgvin Margreta,  

hon steig á loftisvið:  

"Eg skal mær í markina út  

at veita Sjúrði lið." 

 

42 Svaraði snari Sjúrður,  

kinn bar hann so reyðan:  

"Tungt er mær í stríði í dag  

at síggja upp á tín deyða." 

 

43 Árla var um morgunin,  

tá sólin roðar í fjøll,  

løgdu teir sínar bardagar  

so skamt frá kongins høll. 

 

44 Ein kom maður á vígvøll fram, 

eingin ið hann kendi, 

uttan snari Sjúrður, 

hann eyguni at honum rendi. 

 

45 So ríður hann Sjúrður 

víðan vegin fram, 

klývur hvønn um tvørar herðar, 

ið móti honum rann. 

 

46 So ríður frúgvin Margreta 

víðan vegin fram, 

klývur hon hvønn um tvørar herðar,  

ið móti henni rann. 

 

47 Allan kluvu teir herin niður,  

ongum góvu tey grið,  

sjálvur er riðin Jógvan kongur  

undir borgarlið. 

 

48 Sjálvur er riðin Jógvan kongur 

undir borgarlið: 

"Mín kæri Sjúrður, 

tú gev mær grið! 

 

49 Mín kæri Sjúrður,  

gev mær grið,  

ongan bað eg bóndason  

á míni ævi fyrr!" 

 

50 "Tú komst her við miklum heri, 

hugaði tær til *eyð, 

eg fari ikki úr stríði í dag, 

fyrr enn eg síggi tín deyð." 

 

51 Enntá var tað Sjúrður, 

hann sínum svørði brá, 

hann kleyv sjálvan Jógvan kong 

sundur í lutir tvá. 

 

52 Enntá var tað Sjúrður,  

hann fell upp á síni knæ,  

meðan hann frúnna Margretu  

til ektar festi sær. 

 

53 Hann festi frúnna Margretu 

av so sterkum mátti, 

settist aftur í ríkið tað, 

ið Jógvan kongur átti. 

 

CCF 100 D 

TSB E 93 

 

Handrit: Savn Hammershaimbs. AM, Access. 4c II [4]. 

 

Útgávur:  

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus og Chr.Matras greiddu til útgávu,1967) Band IV, Teil 2, s. 306. 

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2002) 23. bind, s. 35. 

 

Heimild: Úr Suðuroy: Billa Sofía Katrina Dánjálsdóttir  (1821-1871), Fámjin, fødd í Vági. Uppskriftin er frá 1848.