Skip to main content

Artal kongur í Atlandi

 

CCF 35

TSB E 164

 

Fyrsti táttur

 

1 Havið tær eina rímu hoyrt,

inni hevur ligið leingi,

Artal kongur í Atlandi

hann vinnur reystar dreingir.

 

Vítt um vøllir gyltir hjálmar syngja,

stíga teir á sínar hestar, teir springa,

hoyrast mátti langt av leið, tá ið teirra sporar ringja,

vítt um vøllir gyltir hjálmar syngja.

 

2 Havið tær eina rímu hoyrt,

sum inni hevur ligið enn,

Artal kongur í Atlandi

hann vinnur reystar menn.

 

3 Tað varð sagt av Artal kongi,

sum væl kann við svørði berja,

tað hevur hann til óviljan,

til Gudmund kong at herja.

 

4 Artal situr í breiðu borg,

hann talar til sínar dreingir:

“Hvat vitið tær um Gudmund kong?

Og dyljið tað ikki longur!”

 

5 “Tað er sagt frá Gudmund kongi

og allar hansara menn,

hann ríður út av Oldursborg

og fellir hundrað í senn.”

 

6 Tað var frægi Artal kongur,

talar til dreingir stinnar:

“Antin hann fellir hundrað ella meir

so skal eg hann tó finna.”

 

7 “Kelling býr í fjallinum uppi,

hon er bæði klók og vís,

kanst tú fáa av henni lært,

so vinnur [tú] góðan prís.”

 

8 Árla var um morgunin,

tá ið dagurin tekur at tynna,

Artal heldur í fjallið upp

ta gomlu kelling at finna.

 

9 “Hoyr tú, kelling, vís og klók,

vilt tú meg nakað læra

av tí stóra rúnarlisti,

eg skal tær gott betala.

 

10 Lær meg til at rúna,

lær meg til at fljúga,

mikið skalt tú fáa í verð,

meir enn mannamúga!”

 

11 Kellingin fer eftir rúnarbók

til Artal kong at læra,

lærdi hann bæði ilt og gott

av sínum kunstri harða.

 

12 Hon lærdi hann at rúna,

so lærdi hon hann at flúgva,

hann kundi tá so ljótur vera,

sum Sátans andir smúgva.

 

13 “Hoyr tú, Artal kongurin,

nú má tær einki baga,

far tí, hvar tú fara vilt,

eingin ger tær skaða!”

 

14 “Hoyr tú, kelling, gamli toppur,

eg skal tær viljan gera,

fylg nú mær til hallar heim

til drotningsnavn at bera!”

 

15 Bæði fóru til hallar heim

á teirri somu stund,

setir hana í gyltan stól

bæði til garð og grund.

 

16 Artal setist hjá kelling niður,

letur so lýða upp:

“Eg skal ekta kellingina,

tann gamla og stóra topp.”

 

17 Artal tekur kellingina

sjálvum sær til festi,

læt so reiða brúdleyp til

helst út av tí besta.

 

18 Alt var komið til hallar heim,

sum kelling Toppa átti,

uttan reysta rúnarbók,

sum mest tað gera mátti.

 

19 Artal gongur á salin út,

vita hvat dugir at flúgva,

Toppa stendur og lýðir á,

hvat hann kann til at smúgva.

 

20 “Hoyr tú, adal Artal mín,

tú hvess so væl tín mæka,

Gudmund kongur vil deyða meg,

tú skalt hann av lívi taka!”

 

21 Hann tekur til at flúgva tá

upp í tað høga ský,

tá fekk eingin av at vita,

hann kom fyri Ríkalands bý.

 

22 Artal helt í loftið upp,

hann gekk so væl til hand,

hann kom niður standandi

á Gudmunds Ríkaland.

 

23 Kongurin ríður út árla morgun,

hyggur um seg so víða,

hann sær henda Artal kong

á leikvøllunum ríða.

 

24 “Hoyr tú, Artal kongurin,

sig mær satt ífrá,

hvat eru tíni ørindi

higar til landa vára?”

 

25 Tað var Artal kongurin,

hann rættir út sín mæka:

“Tað eru míni ørindi

teg sjálvan av lívi taka.”

 

26 Gudmund tók sær vákn og spjót,

nýggja brynju blá,

so var hann við hjálmi klæddur,

sum ei skal bíta á.

 

27 So var hann við vákni búgvin,

tykist væl at líta,

har var svørðið við eitur hert,

gjørt av silvuri hvíta.

 

28 Stórur er hann í útreiðini,

sum fáur torir at síggja:

“Kom tú fram, tú Artal kongur,

her er ikki at flýggja!”

 

29 Fyrstu ferð teir saman riðu,

alt for uttan vanda,

svørðið mundi hjá Artal kongi

fast í brynju standa.

 

30 Av svørði fekk hann sárið stórt,

so blóðið rann á vøll:

“Eg eigi so vænan fosturson,

hann situr heima í høll.”

 

31 Hann hevði fingið sárið stórt,

fyri gekk hjálmur reyði:

“Hákun situr heima í høll,

hann hevnir víst mín deyða.”

 

32 Aðra ferð teir saman riðu,

Gudmund tá høggið gav,

høggið kom á hestin tá,

hann kleyv hann um miðju av.

 

33 Upp leyp Artal kongurin

við so miklari fart:

“Nú skal taka til listir tær,

sum kelling hevur lært.”

 

34 Hann settist á ein annan hest,

dvølst nú ikki longur:

“Kom nú fram, tú Gudmund kongur,

vita, hvøssu gongur!”

 

35 Triðju ferð teir saman riðu,

tá varð hvølt í leyv,

høggið kom av miklum alvi,

hjálm av høvdi kleyv.

 

36 Hartil svaraði Gudmund kongur:

“Hetta er ei tað besta,

tað kenni eg á sjálvum mær,

tú ert av djevlinum versta.

 

37 Eg havi allan sigur vunnið,

hvar ið eg fram reið,

nú tekur aldur at boyggja meg,

eg vinni ei av monnum meir.”

 

38 Fjórðu ferð teir saman riðu

við tann tunga vanda,

svørðið gekk hjá Gudmund kongi

av ímillum handa.

 

39 “Fá tær nú eitt annað svørð,

meðan eg leggi til ráð,

tað má vera spott fyri meg

ein váknleysan at slá!”

 

40 Hann tók sær eitt annað svørð,

sum dvørgar høvdu smíðað:

“Komið nú saman fimtu ferð,

áðrenn dagur tekur at líða!”

 

41 Hartil svaraði Gudmund kongur,

skeyt tað orðið fram:

“Tað kenni eg á sjálvum mær,

tú verður mín banamann.”

 

42 Fimtu ferð teir saman riðu

fast av miklum dundur,

tá kleyv Artal Gudmund kong

miðja helvtina sundur.

 

43 Gudmund liggur á grønum vølli,

hann rennir so mikið blóð:

“Hilda skal nú fylgja mær,

tað hitt væna fljóð.”

 

44 Hákun kom av hallini út,

hann sá tað sorgargildi:

“Annað skal tær verða lagt

enn Hildu fljóð at fylgja.”

 

45 Hákun rópar á sínar menn,

biður snart upp standa:

“Latið ikki Artal kong

sleppa í sínar landar!”

 

46 Artal sá tann stóra her,

manga kempu mæta,

snarliga letur hann venda nú

aftur til landa at gæta.

 

47 Artal fleyg í loftið upp

við búgvið svørð í hand,

hann kom niður standandi

á ríka Atland.

 

48 Hann kom niður á Atlands ríki,

tað var í ein fart,

fyri stóð hon kellingin,

sum hetta hevði lært.

 

49 “Vælkomin higar, Artal mín,

setst nú mær íhjá,

hvat er títt í ferðini,

tað skalt tú siga frá.”

 

50 “Eg havi verið á Ríkalandi,

dripið Gudmund sterka,

Hákun hevnir honum aftur,

hann brýtur bugans verki.”

 

51 Kelling so til orða tekur,

sum flættað hevur skegg:

“Um hann kemur at hevna hann,

vit geva honum nógv.

 

52 Verið ei við friðum búgvin,

gangið so inn og út,

ger teg væl til vákna búgvin

bæði til skjøld og spjót!”

 

53 So var hann í Atlandi,

hann búddist ei fyri gott,

inntil tað líður betur um

til Hákuns annan tátt.

 

Annar táttur

 

54 Hákun situr í Oldursborg,

kongur á Ríkalandi,

fáir eru í vørildini,

sum beita honum á brandi.

 

55 Hákun situr í Oldursborg,

fáir finnast slíkir,

tað er eingin í vørildini,

sum vera kann hans líki.

 

56 Hákun situr í Oldursborg,

ræður fyri ríkum landi,

tað er eingin í vørildini,

sum beitir honum á brandi.

 

57 Tað er eingin í vørildini,

sum beitir honum á brandi,

tað segði ein so ræðimaður,

uppvaksin í kongins landi.

 

58 Hákun situr í hásæti,

talar til dreingir stinnar:

“Nú lystir meg til Atlanda

Artal kong at finna.”

 

59 Hákun stendur á síni borg,

bindur upp hjálmin góða:

“Fari eg til Atlanda

at standa í mannablóði.”

 

60 Hann læt sær tað liðið samla,

*lendra manna *tjóð,

av teim átjan Blálondum,

sum eingin skínur sól.

 

61 Hann læt sær tað liðið samla.

valdra manna son,

valdi sær út av Ríkalandi

tólv túsund mans og meir.

 

62 Tólv letur hann herskipini

út á sjógvin ganga,

annaðslíkt skal eftir koma

undan tí loynitanga.

 

63 Tólv letur hann herskipini

út á sjógvin gá,

annaðslíkt skal eftir koma

við skjøld og brynju blá.

 

64 Hákun heldur í havið út,

aldan reisist í sjógv,

brýtur hart um bæði borð,

tá fekk skutur nógv.

 

65 Hákun heldur í havið út,

so strangan byrin fekk,

tordi ikki segl at føra,

so stokkur í kavið gekk.

 

66 Hákun heldur í havið út

við sín stóra flota,

harður streymur og sterkur vindur

teimum kom ímóti.

 

67 Stórar sjógvar skipið fekk,

mastrar gingu undir,

fullvæl visti Hákun ungi,

skipinum stýra kundi.

 

68 So var veður á sjónum hart,

ódnin mátti bella,

so stýrdi hann Hákun ungi,

hvørgum borði hella.

 

69 So var veður á sjónum hart,

ódnum mátti líta,

meðan stýrdi Hákun ungi,

frá dró bjøllin hvíta.

 

70 Brýtur hart um bæði borð,

tað brakar í hvørjum bjálka,

heilir slongdust kongins garpar

í ymsi borð at spjálka.

 

71 Bylgjan breyt, og aldan treyt,

hart mót knørrum rendi,

illgerningar í havið komu,

teir sóu for ongum vendi.

 

72 Svaraði ein, á bunka stóð,

av so miklum vanda:

“Hvat er hetta fyri hestarið,

sum eftir havi ganga?”

 

73 “Hatta eru eingir hestar,

ei heldur nøkur ross,

hetta eru illgerningar,

reistar eftir oss.

 

74 Sterkar eru illgerningar,

reistar eftir oss,

tó skal eg við fagurt orð

seta Gudi kross.”

 

75 Hákun í ta rúnarbók,

sum hann hevði borið synd,

burtur fleyg fyri skipinum,

rætt sum fjøður í vind.

 

76 Her var líkt at sigla

sum við villivond,

Hákun eftir bunkanum fer,

tekur sær stýri í hond.

 

77 Hákun stendur við stýringina,

ymsar litir fekk,

har var bæði knak og brak,

tá ið skútan beinan gekk.

 

78 Átjan dagar Hákun ungi

í eysturmála stendur,

tá ið hann stýrdi tí breiða knør.

í blóði vant tá hendur.

 

79 Átjan dagar Hákun ungi

í eysturmála stóð,

tá ið hann stýrdi tí breiða knør,

úr skjúrtu vant hann blóð.

 

80 Tá ið hann stýrdi tí breiða knør,

úr skjúrtu vant hann blóð:

“Tað kenni eg á sjálvum mær,

ei verður ferðin góð.”

 

81 So var veður á sjónum hart,

aldan reisist úr sjó,

tað voldi hann Artal kongur,

við illgerningar stóð.

 

82 Artal kongur illgerningar

út í havið sendi,

Hákun við tí somu reiði

teimum tá aftur vendi.

 

83 Sterkar sendir hann illgerðir

honum í havið út mót,

ei læt Hákun lystra tað,

hann sperti inn for fót.

 

84 Ei læt Hákun lystra tað,

hann sperti inn for fót,

sendi inn til Atlanda

til Artal kong ímót.

 

85 So hart heitti í havið út,

sterkari aftur sendi,

illgerðsmaður í havi var,

hann kundi fyri sær venda.

 

86 Hákun vendi rúnirnar

og greiðir fyri sær ferð,

stýrir so á landið upp,

sum Artal kongur er.

 

87 Letur hann sínum akkerum fella

á so hvítan sand,

Hákun kongur við miklari ferð

hann treður fyrstur á land.

 

88 Hákun fyrstur á landið gekk,

so allur tann stóri skari,

óttast tekur Artal kongur

bæði til góðs og ræði.

 

89 Artal kongur til strandar gekk,

tekur teim væl ímót,

biður teim frið og góðan grið,

og fellur teim for fót.

 

90 “Hoyr tú, Hákun kongurin,

tú ert mín besti frændi,

hvøssu gekk um ferðin tín

higar at hesum landi?”

 

91 “Illa var statt í havinum,

sum eg má tað fyri halda,

hetta mundi tú, Artal kongur,

sjálvur mær tað valda.”

 

92 “Hoyr tú, Hákun ungi,

íhvat eg nú tali til tín,

hví komst tú við øllum skipum

higar heim til mín?”

 

93 Hartil svaraði Hákun ungi:

“Hetta má vera tað sama,

tá ið tú vart á Ríkalandi,

har vart tú mín faðirs bani.

 

94 Dvølst nú ikki leingi við,

tú gyrð títt mannalið,

eg eri tí til landa komin,

ei at búgva við frið!”

 

95 Klæddir vóru Hákuns menn

allir í hjálminum reyða:

“Standið væl og manniliga,

hevnið mín faðirs deyða!”

 

96 Artal klæðir eitt tólvhundrað,

annaðslíkt aftrat,

so teir stóru risarnar

hann har ímóti læt.

 

97 “Kelling, tú skalt sita nær

og síggja, hvøssu gongur,

gerst mær ilt í nøkrum verki,

tá bíða ikki við tí longur!”

 

98 Riðu teir saman á grønum vølli

av bar barnagaman,

stórir vóru herirnir,

tá ið teir komu til saman.

 

99 Hákun rennur í herin fram

við alt sítt mannalið ,

fellir niður eitt tólvhundrað

so glaður í grønari líð.

 

100 Hákun rennur í herin fram

so glaður um morgunstund,

fellir niður eitt tólvhundrað

so glaður í grønari lund.

 

101 Tað var Artal kongurin,

tekur á stáli stjálpa,

kelling roynir sínar rúnir,

lítið kann henni hjálpa.

 

102 Tað var Hákun ungi,

her um vildi hann greina:

“Hvar er Artal kongurin?

Nú vil eg hann royna.”

 

103 Artal stendur á borgarhall,

rópar út so hátt:

“Fari nú fyrsti stóri risi,

ger av honum kátt!”

 

104 Risin tekur at renna hart,

ei mundi hann seg eira,

hann fell niður í djúpan dal,

hann stóð ikki upp aftur meira.

 

105 Fram kom annar tann stóri risi,

hann var ei tess minni,

so kom hann á leikvøllin

mót Hákun kong at finna.

 

106 Vesæligur var hann at stríða

og stórur til at síggja,

ikki vildi Hákun ungi

undan honum flýggja.

 

107 Hákun brá sítt góða svørð,

tað upp í veðrið setti,

høggið kom á risan fast,

hann kleyv hann av um belti.

 

108 “Ligg nú deyður á grønum vølli,

klovin í lutir tvá,

kom nú fram, tú Artal kongur,

her skal eg teg sjá!”

 

109 Møttust teir á grønum vølli,

av bar barnagaman

Hákun ungi og Artal kongur

nú barst teimum saman.

 

110 Til tað svaraði Hákun ungi,

ei var mikil vandi:

“Tú skalt hava tað fyrsta høgg

her í tínum landi.”

 

111 “Hvøssu skal eg høgga til,

og hvøssu skal eg stinga?

Eg skal fáa mær hestin tann,

sum væl kann til at springa.”

 

112 Artal setst á hestabak,

helt seg at kunna til,

so spældi hann undir honum

sum eitt ótamt fyl.

 

113 Hesturin springur í loftið upp

vildi av sær kasta,

kelling rópar á grønum vølli,

bað hann sita fastan.

 

114 Tað var reysta herkempa,

og svaraði so fyri seg:

“Eg havi dripið risar tveir,

samlíkt drepi eg teg.”

 

115 “Tá ið eg var so ungur sum tú.

tá mundi eg nakað duga,

nú tekur aldur at boyggja meg,

harfyri má eg grúa.”

 

116 Hákun letur á reiði renna

svør um tað hvíta lín:

“Nú skal eg mær bøtur fáa

fyri sæla faðir mín.”

 

117 Artal skuldi í lofti flúgva,

royna tey kellingsráð,

so hevði kelling rúnir lært,

eingin var dugur á.

 

118 Artal skuldi í lofti flúgva,

royna sítt foriga verk,

so hevði Hákun rúnað hann,

ei var maktin tá sterk.

 

119 “Statt nú væl, og høgg so fast,

nú skulum vit vápin bera,

her skal gjalda roysni stórt,

hvør annan í lutir skera.”

 

120 Kelling sær pá henda leik

av so tungum vanda,

hon sær Artal kongin tá

sjálvan í stríði standa.

 

121 Sær hon Artal kongin tá

fast í stríði at standa,

Hákun brá sínum bitra brandi

við álvi og stórum vanda.

 

122 Hákun brá sínum bitra brandi

við álvi og stórum vanda,

kleyv so Artal kongin tá

av um lívið langa.

 

123 Tað var Hákun kongurin,

hann helt so væl sítt lyfti,

hann drap so kelling, gomlu Toppu,

í tí sama syfti.

 

124 “Ligg nú, kelling, gamla Toppa,

Artal kongi hjá,

so tað alt tað valda lið,

sum her er fallið frá!”

 

125 So var sagt frá Hákun unga,

sum stríðið hevði vunnið,

vigið so mangar herkempur,

kong og kelling brunnið.

Triði táttur

 

126 Nú skal leggja niður um stund,

vilja nú leggja í minni,

senda so boð til Ringarálv,

higar til lands at finna.

 

127 “Hoyr tú, fríði Finnur,

vilt tú vera mítt besta?

Eg skal bjóða Ringarálvi

higar at landi at gesta.”

 

128 Finnur setst á hestabak

á teirri somu stund,

ríður so til Ringarálv

so glaður í grønari lund.

 

129 “Vert vælkomin, Finnur fríði,

higar heim til mín,

drekk nú, hvat tær betur lystir

mjøðin ella vín!”

 

130 “Mær er ei um brúna mjøð,

minni um klára vín,

eg eri sendur frá Hákun unga,

hann biður teg finna sín.”

 

131 Hartil svaraði Ringarálv,

hann heldur á silvurbúnum knívi:

“Eg skal finna Hákun unga

og taka hann so av lívi.”

 

132 Finnur so til orða tekur,

hann vildi ei undan flýggja:

“Tú vinnur einki á Hákun unga,

tað fái eg at síggja.”

 

133 Álvur tekur sítt hvassa spjót,

sum hann hevði fingið frá dvørgi,

hann høgdi til við miklum alvi,

so eldur stóð í bjørgi.

 

134 Tá ið Finnur hetta sá,

at bjørgið tók at loga:

“Tú ert ikki í hvørjum verki,

hvat sum dreingir duga.”

 

135 “Sit væl, Finnur fríði,

sit her væl og leingi,

meðan eg ríði til Oldursborg

at royna reystar dreingir.”

 

136 Finnur sprakk á føtur snart,

hann vildi ikki longur bíða,

fór so aftur til Ríkaland,

so snarliga mundi ríða.

 

137 “Sit væl, Hákun kongurin,

væl í góðum evni,

nú kemur hann Ringarálvur

sínari systur at hevna.”

 

138 Hákun víkur út árla morgun,

búgvin var við frið,

har var komin Ringarálvur

við sínum valdra lið.

 

139 Tá ið Hákun hetta sá,

at herurin kom til borg,

valdi tá út eitt hundrað mans

for uttan nakra sorg.

 

140 Sjálvur Hákun fyrstur gekk.

tá var sum tað vildi,

síðan hetta fræga hundrað mans,

honum eftir fylgdi.

 

141 Hákun rennur í herin fram,

ei var tað barnagaman,

tá varð buldur á Ríkalandi,

tá ið slíkir funnust saman.

 

142 Tá ið slíkir saman funnust,

ríkir garpar og reystir,

so hann Ringur kellingsbróðir,

sum Hákun drap við treysti.

 

143 “Tú drapst Toppu, mína systur.

tað gekk mær hart ímóti,

harfyri eri eg higar komin

at fella teg við spjóti.”

 

144 Møttust teir á grønum vølli,

har vóks upp stríðið langa,

so fullu teimum høggini tung,

rætt sum trummur ganga.

 

145 Teir høgdust títt, teir lívdu lítt,

eldur fleyg á baki,

hvørgin vildi undan flýggja,

hvørgan kundi tað raka.

 

146 Svaraði hann Ringarálvur,

er gyrður við rúnir sterkar:

“Lat meg síggja buðlung tín,

eg leggi tað væl til merki!”

 

147 Hákun setir út buðlungs drong,

ta fyrstu ferð at ganga,

tá ið Ringur at síggja hann fekk.

har kundi hann ikki standa.

 

148 Ringarálvur fúsur gerst,

tá hann sær buðlung ríða

ógvuliga við svørðinum tá,

hann tóktist for langt at bíða.

 

149 Burtur hvarv tann buðlungs drongur

og aðrir garpar fleiri,

ikki kundi Ringarálvur

síggja hann aftur meira.

 

150 Hákun setir út buðlungs drong

ta aðru ferð at ríða:

“Gyrð nú teg við váknum væl

mót Ringarálv at stríða!”

 

151 Ringarálvur fúsur gerst,

tá ið hann sær buðlung ganga,

vápnleysur mundi hann tá

á grønum vølli standa.

 

152 “Kom nú fram, tú buðlungs drongur,

eg vil tær ikki meina,

vit skulum nú á grønum vølli

roysnisverkið royna.”

 

153 Burtur hvarv tann buðlungs drongur,

tá ið hann Ringar sá,

fleyg so langt av garði burt,

hann sást ikki aftur tá.

 

154 Hartil svaraði Hákun ungi,

var klæddur alvæl ný:

“Ræddir eru buðlungs dreingir,

teir tora ei síggja stríð.”

 

155 Hákun setir út buðlungs drong,

triðja og fjórða til:

“Venda tit aftur á miðjari leið,

so sapli eg báðar niður.”

 

156 Fram riðu teir buðlungs dreingir.

sum hann sjálvur sendi,

so vóru teir til stríðið fúsir,

at báðir aftur vendu.

 

157 Tá ið Ringar hetta sá,

at buðlungar vóru flýddir:

“Her kemur eingin higar í dag,

sum meg torir at síggja.”

 

158 Vreiður gjørdist Hákun ungi,

tá ið hann hetta sá:

“Kom nú her á banan út,

eg má teg sjálvan sjá!”

 

159 Møttust teir á grønum vølli,

av bar barnagaman,

eldur goysti, og eitur spruttar,

tá teir rendu saman.

 

160 Hetta sóu so mangir menn,

tá eldur fleyg á baki,

tungt hava teir við stríðið sítt,

sum eru hvør annans maki.

 

161 Hartil svaraði Hákun ungi,

tá hann fekk slíkt at hoyra:

“Sig mær navn og eiti títt,

áðrenn eg stríðist meira!”

 

162 Svaraði reysti Ringarálvur,

sum tagdi í eina stund:

“Eg skal siga tær eiti mítt

her í grønari lund.

 

163 Sjálvur eiti eg Ringarálvur,

borist mót buðlunga merki,

kappin tann, ið reystur var,

høvdingskongur sterki.

 

164 Kappin tann, sum reystur var,

frægðarfaðir tín,

Gudmund kongur á Ríkalandi

var faðirsbróðir mín.

 

165 Tisla kallast móðir mín,

er komin frá Svøríkis landi,

Raðal eitur faðir mín,

so sigi eg satt frá sannum.”

 

166 Hákun kastar vákn á vøll,

lystir ei longur at stríða:

“Hvøssu skal tað vorðið vera,

Ringur, bróðir mín?

 

167 Nú skal lata stríði av

bæði snart og brátt,

fara so til hallar heim

at drekka mjøðin kátt.”

 

168 Hákun situr í Oldursborg,

drekkur mjøð og vín,

glaður býður hann sínum monnum

øllum at drekka til sín.

 

169 Drekka mjøð og klára vín,

halda seg væl glaðar,

Ringur skal til Atlanda

moyggjafrúur at klæða.

 

170 “Hoyr tú, Ringur, besti bróðir,

hvat eg nú sigi tær,

bið tær frúgv í Atlandi,

eg gevi so gott eitt far.

 

171 Skipið stórt fyri bryggju liggur,

set tí seglið á,

stryka so ei á bunkan niður,

fyrr enn tú landið fár.”

 

172 Vant hann upp síni silkisegl,

bæði gul og blá,

strykaði ei á bunkan niður

fyrr enn á Atlands vág.

 

173 Kastar sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig hann Ringarálvur

sínum fótum á land.

 

174 Fyrstur steig hann Ringarálvur

sínum fótum á land,

so akslar hann kápu blá,

gongur niðan frá strand.

 

175 Uppi í miðjum grasgarði

har akslar hann sítt skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

176 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Hilda frúgv á borði sat,

gull bar henni á kinn.

 

177 “Sit væl, frúgvin Hilda,

tú drekk bæði mjøð og vín,

tað eru míni ørindi

higar at biðja tín.”

 

178 “Eg havi sitið í míni hall

fyri uttan allar sveinar,

fáir hava higar komið,

biðið meg so eina.”

 

179 Ringur talar aðra ferð,

leggur sær betur í minni:

“Sig mær antin nei ella ja,

eg biði ei triðja sinni.”

 

180 Leingi tagdi Hilda frúgv,

tonkti seg til ráð,

hvat hon skuldi Ringarálvi

til andsvar aftur fá.

 

181 “Hoyr tú, frægi Ringarálvur,

tað verður ikki í vetur,

jallurin situr á Longulund,

honum líkst mær betur.

 

182 Jallurin situr á Longulund,

eingin er hansara líki,

so er hann mær í hjarta kærur,

eg kann hann ikki svíkja.” ,

 

183 Ringur stendur á hallargólvi

við slíðrabundnum knívi:

“Eg skal mær til Longulund

at taka hann av lívi.”

 

184 “Um enn tú fert til Longulund

ímóti jallinum at stríða,

vita skalt tú, Ringarálvur,

til skalt tú ikki bíða.”

 

185 Ringur stendur á hallargólvi,

talar hart og skarpt:

“Eg havi mangar slíkar vegið,

sum kongar hava lært.”

 

186 Ringur fór til Longulund

upp á tann sama dag,

hevði við sær brynju og svørð,

og ikki gloymdi hann tað.

 

187 So gekk hann í hallina inn

við vreiði og miklum huga,

sjálvur jallur inni sat,

sum báðir tyktust at duga.

 

188 “Hoyr tú, jallur í Longulund.

her skulum vit gista,

hevur tú frúgv til handar tikið,

sum mær líkst nú at festa?“

 

189 Vreiður varð hann jallurin,

tá ið hann fekk tað at vita,

hann kundi ikki við friðum tá

í gyltum stóli sita.

 

190 Jallurin leyp á gólvið fram,

hann tekur í Ring so fast,

bæði borð og borðstólar

tað brutu teir í ein hast.

 

191 Bardust teir í hallini inni

av so miklum alv,

bæði borg og borgarlið

tá undir teimum skalv.

 

192 Bardust teir í hallini inni

av so miklum váða,

ikki kundi jallurin

tá nakran sigurin fá.

 

193 Stríddust teir í hallini inni,

hvørgin vildi flýggja,

Ringur tók so fort hará,

so hann fell niður til kníggja.

 

194 Bæði við alvi og tungum vanda.

størsta stríðið inni,

ikki kundi jallurin tá

nakran sigurin vinna.

 

195 Hann tók jallin í Longulund.

fór so við tí neyð,

varpaði hann niður á hallargólv,

skildi hann sundur í sjey.

 

196 Hann tók jallin í Longulund,

fór ikki við tí alv,

varpaði hann so á hallargólv,

skildi hann sundur í tólv.

 

197 Ringur tekur jallins høvur,

syftir upp á sítt bak,

so fer hann til Hildu frúgv

bæði við knak og brak.

 

198 Kastar hann høvur á Hildu knæ,

ei var mjúkt at strúka:

“Antin skal eg festa teg

ella skilja títt høvur frá búki!

 

199 Vilt tú nú ikki gifta teg,

sum her gár søgur frá,

ella skalt tú, Hilda frúgv,

snarliga deyðan fá!”

 

200 Tað var frúgvin Hilda,

so illa vart hon við,

tá ið hon hetta at hoyra fekk,

í óvit fell hon niður.

 

201 “Hoyr tú, frægi Ringarálv,

tú hevur boðið mær bakið,

tú hevur dripið jallin tann,

sum var mín besti maki!”

 

202 “Tú vilt ei at brigda mær

her í hesari ferð,

mangan havi eg slíkan mann

niður felt við svørð.

 

203 Hoyr tú, frúgvin Hilda,

her skal eg teg festa,

so skal eg til brúdleyps ætla,

ikki longur fresta.”

 

204 Frúgvin rætti hondina fram,

so læt hon tað gera:

“Nú skulu vit til brúdleyps ætla,

meðan tað skal so vera.”

 

205 Lótu tá til brúdleyps ætla

við so mikið meingi,

kom so mangur hovmaður til

sum fjøður á fuglaveingi.

 

206 Lótu tá til brúdleyps ætla,

tá var ei at tvørra,

átjan borgum boðið varð,

tólv hundrað á hvørji.

 

207 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

bæði gingu í eina song,

Ringar og hans vív.

 

208 Gingu so bæði í eina song,

Ringar og hans vív,

síðan hvør, sum biðin var,

haðan heim til sín.

 

 

Fjórði táttur

 

209 Nú skal leggja niður um stund.

vilja tær leggja í minni,

so skal kvøða um jallins faðir.

sum stríðast fór á sinni.

 

210 Holdi talar til sínar menn,

biður teir taka til evni:

“Nú skal taka svørð í hond

til Ringarálv at hevna.”

 

211 Svaraði hansara væna frúgv,

slíkt vildi hon ikki hoyra:

“Herjar tú á Ringarálv,

eg síggi teg ei aftur meira.”

 

212 Svaraði Holdi gamli,

hann tekur við svørðið at spæla:

“Hevði tú ikki mín hústrú verið,

eg skuldi teg lagt í dvala.”

 

213 “Um enn tú letur meg høgga,

um enn tú letur meg skjóta,

Ringur verður bani tín,

tú mást fyri honum róta.”

 

214 Svaraði Holdi gamli,

hann letur á reiði renna:

“Tá ið eg komi úr vígginum,

tú skalt á báli brenna.”

 

215 “Tað tykist eg at síggja,

sum mær kann ganga ímóti,

tú brennir ikki nakra frúgv,

tá tú liggur deyður fyri spjóti.”

 

216 Reiður varð hann Holdi tá,

vildi hana ikki hoyra:

“llla sámir svørðið mítt

at leggja við kvinnu droyra.”

 

217 Holdi snýst av hallini út

við tí somu fart,

velur sær eitt trý hundrað,

tað gekk honum nakað snart.

 

218 Setast teir á hestar,

og setast teir at ríða,

kvitta so til Ringarálv,

hvør vildi ikki eftir øðrum bíða.

 

219 Ringur stendur á síni borg.

sær hann út so víða:

“Her kemur Holdi, gamli kallur.

við miklum heri at stríða.

 

220 Her kemur Holdi, gamli kallur.

klæddur alvæl ný,

tó skal eg mót honum ríða,

ikki undan flý.

 

221 Hoyr tú, Holdi, gamli kallur,

hvat eg sigi tær,

hvat eru tíni ørindi

higar til landa vár?”

 

222 Svaraði Holdi, gamli kallur,

heldur í hjálmin reyða:

“Tað eru míni ørindi

at hevna mín jallins deyða.”

 

223 Svaraði Holdi, gamli kallur,

heldur á gyltum mæka:

“Tað eru míni ørindi

teg sjálvan av lívi taka.”

 

224 Ringur velur av sínum monnum

fimmti vallara sveina,

harímót kall til stríðið fer,

sær sjálvum til sømdir royna.

 

225 Saman riðu herirnir,

har vóru tá bæðir sterkir,

rivu upp eikir úr seigum við,

løgdu so til tess merki.

 

226 Ringur rennur í herin fram,

so vreiður var hann tá,

ikki ein av Holdans monnum

har kundi líta á.

 

227 So rennur hann á grønum vøll,

sum hestar gramla á gróti,

ikki tordi Holdi gamli

halda tá harímóti.

 

228 So renna teir á grønum vølli,

tróðu jørð til kníggja,

har varð sagt um Holda gamla,

undan mátti flýggja.

 

229 Holdi heldur í fjallið upp,

snart brá hann av stað,

Ringur koyrir á bakið hans,

teim bar væl í lag.

 

230 Tá ið hann kom í fjallið upp,

sær hann meiri vanda,

stóran royk og høgan loga

sær fyri eygum ganga.

 

231 “Her er vandi fyri hond,

tað tykist meg nú at kenna,

skal eg leypa í heita bál,

og lata meg sjálvan brenna.

 

232 Betri er at falla fyri hvassa svørð

enn brenna nú í eldi,

tá verður riðið út um stund,

eg komi ei aftur á kvøldi.”

 

233 Holdi vendi sær ímót,

hann tordi ikki longur halda,

Ringur reiðir honum svørðið mót,

dýrt við jarnið kalda.

 

234 “Tá ið eg var á ungum aldri,

gjørdist mín skjøldur lættur,

nú tekur elli at grípa meg,

tað fer nú at frætta.”

 

235 Ringur strýkur á heiðinmark,

gyrdi seg við sítt svørð:

“Koma nú tínir stríðsmenn djarvir

ella raka teir ferð?”

 

236 Saman riðu herirnir,

sum har var sagt ífrá,

Ringur gevur øllum teim

so snarliga banasár.

 

237 For uttan Holdi gamli,

sum longst livdi eftir av øllum.

tá bað hann um frið og grið

so teim borgum øllum.

 

238 “Tú komst her við miklum heri,

tonkti at vinna frama,

eg fari ei til hallar heim,

fyrr enn eg síggi tín bana.

 

239 Tú komst her við miklum heri,

tonkti at vinna eyð,

eg fari ei til hallar heim,

fyrr enn eg síggi tín deyð.”

 

240Tað var frægi Ringarálvur,

sínum svørði brá,

so høgg hann til Holda gamla.

hann kleyv hann í lutir tvá.

 

241 Ringur tekur at ganga tá

langa leið so drúgva,

hann sær eld í fjalli brenna,

høgar neistar flúgva.

 

242 Ringur hugsar við sjálvum sær:

“Eg eri í stórum vanda,

antin her búgva fólk ella trøll,

eg skal til hellið ganga.”

 

243 Ringur gekk í hellið inn,

fátt varð honum til meina,

risin situr við stoktum krási,

sprytar upp á teinar.

 

244 Ringur gekk í hellið inn,

fátt varð honum til frama,

risin sat í gyltum stóli

við breiðum skjøldi og bana.

 

245 Ringur gekk í hellið inn,

hann sá sín veg so tranga,

stórir bjálvar og víðir ketlar

hann sær í helli hanga.

 

246 Stórir bjálvar og víðir ketlar

sær fyri eygum hanga,

óttast mundi Ringur tá

mót slíkum trøllum ganga.

 

247 Risin reistist úr sessi upp,

stórur var hann at síggja,

tekur upp ta stóru stong,

leggur sær á kníggja.

 

248 Hann lyftir hana betur upp,

sum hann var vanur at taka:

“Hoyr tú, frægi Ringarálvur,

sømir tær henda mæka?”

 

249 Risin reiggjar jarnstongini,

tað var í ein hast,

hon kom eftir endanum,

í bjørginum stóð hon fast.

 

250 Risin rykkir hart og skarpt,

tað kundi ikki ganga,

so hevði Ringur rúnað hana

fast í bjørgið standa.

 

251 So hevði Ringur rúnað fast,

ei gjørdist hann lættur,

risin var í tøkum tungur,

opin fell hann aftur.

 

252 Ringur brá sínum bitra brandi,

tað vil eg nú greina,

rakti risan á brynjubak,

hann kleyv hann fast í beinið.

 

253 Risin rópar eitt ódnarróp,

fast mundi tað gella,

hoyrast mátti langan veg,

rætt sum byrsur smella.

 

254 Risin rópar eitt ódnarróp

fast av orðum langa,

hoyrast mátti langan veg,

rætt sum trummur ganga.

 

255 Risin rennur í hellinum,

einki fær hann til svørð:

“Nú skal taka mín breiða bana,

tílíka rakar tú ferð.”

 

256 Ringur rennir á risan fast,

ei var undan at flýggja,

høggið kom á risan fast,

hann kleyv hann av um kníggja.

 

257 Risin datt í hellið niður,

hann læt ikki á sær finna,

setir stubban niður í jørð,

hann bardist ei tess minni.

 

258 Risin stendur á stubbunum,

hevur tað orðið fagra:

“Líka skal eg stríðast enn,

um enn eg eri lægri.

 

259 Tá ið eg hevði bæði bein,

mundi eg nakað duga,

nú tekur maktin at svekkja meg,

harfyri má eg grúa.”

 

260 Tað var frægi Ringarálvur,

sínum svørði brá,

høgdi so til risan fast,

hann hevði hans høvur frá.

 

261 Ringur hugsar við sjálvum sær:

“Nú er ikki longur at bíða,

eg skal taka tað reyðargull,

heim til hallar ríða.”

 

262 Ringur tekur tað reyðargull,

leggur sær á hest,

ríður so til hægstu hall,

sum hann kundi allarbest.

 

163 Ringur kvittar av skógum heim

alt for uttan sorg,

kátur smýgur Ringarálvur

aftur í sína borg.

 

264 Kátur smýgur Ringarálvur,

sum hann tað full mátti,

setist aftur í sína borg,

sum hann sjálvur átti.

 

265 Ringur eigur ein fosturson,

sum væl hann gera mátti,

hann setir hann aftur í borgina,

sum Holdi gamli átti.

 

266 Nú er leingi kvøðið,

nú er um at venda,

Ringur situr á sínari borg

allar ævir til enda.

 

CCF 35

TSB E 164

 

Handrit: Fugloyarbók. AM Access. 4a, nr. 19, s. 115.

 

Útgávur:

 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1941) Band  II, Teil 1, s. 33

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1999) 10. bind, s. 61

 

Heimild: Úr Fugloy: Hanus Hanusson, Sjeyndi Hanus (1794-1854),  Hattarvík fyri 1854.

 

E 164 Artal kongur í Atlandi (Witch’s brother is reconciled with her slayer, kills rival and rival’s avenging father and fights giant)

Artal kongur ætlar sær at oyða land Gudmunds kongs. Ein gandakelling lærir hann gandakynstur, og hann giftist henni.

Hann fer til land Gudmunds, drepur hann og fer heim aftur.

Hákun, fostursonur Gudmunds, heldur av stað at fáa hevnd. Artal og kona hansara royna at steðga honum við stormi, men Hákun nýtir mótgand og sleppur á land. Hann drepur Artal og konu hansara.

Ringarálvur, bróðir gandakellingina, kemur at hevna deyða systur sínar. Hann berjist við Hákun, men teir fáa greiðu á, at teir eru brøður og gerast væl aftur.

Ringarálvur fer til Atlands at biðja um Hildu, men hon sigur seg heldur vilja giftast jallinum av Longulund. Ringálvur drepur jallin og noyðir Hildu at giftast við sær.

Holdi, faðir jallin, vil hevna deyða son sín. Í bardaganum, sum spyrst burturúr, sigrar Ringarálvur og drepur Holda og allar menn hansara. Tá ið hetta er av, fer Ringarálvur í eitt risahelli. Hann berjist við risan, og við galdraráðum vinnur Ringarálvur bardagan. Hann drepur risan og fer við gulli hansara.

á føroyskum: CCF 35 (bert á føroyskum)