Ívar á Bretlandi
CCF 69 Aa
TSB E 108
Fyrsti táttur
1 Gevið ljóð og lýðið á,
gangið nú í dans,
kvøði um Ívar, Bretlands kong,
og trettan brøður hans.
Gyltur spori veri mítt fótaspenni,
so temji eg mín gangara góðan,
lati renna.
2 Hesir hansara trettan brøður,
allir voru sterkir,
tað var mær av sonnum sagt,
at allir kallaðust kempur.
3 Ívar mundi vera
tann sterkasti av øllum,
tá ið hann var fimtan ár,
tá stóð hann mót øllum.
4 Ísmal hann var honum næst,
tann hin sterki alvi,
eftir honum kom Raðal jall,
sum leikar ofta í talvi.
5 Teir tíggju, sum nú eftir eru,
nevnast ei við navn,
tó var so mikið um allar røtt,
at allir kallaðust javnir.
6 Ívar hugsar við sjálvum sær,
javnt er nú tað ráð,
hvar hann skuldi fara sær,
eitt javngott vív at fá.
7 Ívar talar til faðir og brøður:
“Meg lystir ei longur at tiga,
nú lystir meg til Messuland
hertugans dóttur at biðja.”
8 Svaraði ein av Ívars monnum:
“Hoyrt havi eg frásagt,
ein kempa er í hertugans ríki,
sum frúnna tekur í akt.”
9 Tað var reystur Ívar kongur,
hvessir brandin bjarta:
“Ikki orð frá nakrari kempu,
ið náa skal mítt hjarta.”
10 So letur hann Ívar kongur
síni skipini gera,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli vera.
11 So letur hann Ívar kongur
búgva skipini stór,
bæði letur hann á tey laða
virtur og so bjór.
12 Bæði letur hann á tey laða
virtur og so bjór,
tó hann siglir fimtan vetur,
skortar hann ikki fóður.
13 Ganga teir til strandar oman,
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu, jørðin skalv,
tá knørrur var drigin úr neysti.
14 Bræddir vóru brandar,
borðini vóru blá,
stevn og stýri av reyðargulli,
har skein sólin á.
15 Bræddir vóru brandar,
skorin var hvør stokk,
stavn og stýri av reyðargulli,
so var segl í topp.
16 Vant hann upp síni silkisegl,
gull við vovin rand,
strykar ei á bunkan niður
fyrr enn við Messuland.
17 Føgur var tann snekkjan,
kendi fagurt land,
lótu síni akker falla
á so hvítan sand.
18 Kastaðu sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur steig hann Ívar kongur
sínum fótum á land.
19 Fyrstur steig hann Ívar kongur
sínum fóti á land,
albrynjaðar herkempur
undir hans høgru hand.
20 Ívar gekk frá strondum,
honum fylgdu brøður fimm,
og so búnir ganga teir
í høgu hallir inn.
21 Og so búnir ganga teir
í høgu hallir inn,
sum hertug Óli á borði sat
við monnum hundrað fimm.
22 Ívar stendur á hallargólvi,
ber fram kvøðu sína:
“Sit væl, reystur hertug Óli,
gev mær dóttur tína!”
23 Hertugi so til orða tekur:
“Ei skal slíkum spara,
heintið frúgv í hallina inn
sjálv fyri seg at svara!”
24 Boðini komu frá hallarborg,
talar til Elinu frú:
“Her er Ívar av Bretlandi,
vil hava tína trú.”
25 Tí svaraði heidningurin,
Glóoddur eitur hann:
“Tú fært ikki Elinu frú,
fyrr enn eg havi barst við hann.”
26 Sendisveinur aftur fór
og talar til Ívar helt:
“Tú fært ikki Elinu frú,
fyrr enn tú hevur Glóodd felt.”
27 Elin gekk í hallina inn,
sær so stívt á dreingir.
“Hoyr tú tað, mín sæla dóttir,
hví hevur tú dvølst so leingi?”
28 Ívar leyp úr hásæti,
hann læt síni orð so byrja:
“Tað eru míni ørindi
teg Elinu frú at gilja.”
29 Elin gekk í hallina inn
við fylgismoyggjar fimm,
og so búgvin gongur hon
í høgu hallir inn.
30 Og so búgvin gongur hon
í høgu hallir inn,
sum hennara faðir á borði sat
við monnum hundrað fimm.
31 Ívar sprakk úr hásæti,
hann læt síni orð so ráða:
“Tað eru míni ørindi
teg Elinu frú at fáa.”
32 Svaraði frúgvin Elin,
hon hugsaði um tað leingi:
“Eg vil hava Glóodd,
sum raskari er av dreingjum.”
33 Tað var reysti Ívar kongur,
skortar hann ei fíggja:
“Hvar er kempan Glóoddur?
Nú vil eg hann síggj á.”
34 Svaraði frúgvin Elin,
hon mælir títt og hart:
“Ríður tú út mót Glóoddi, ´
hann doyvir teg niður snart.”
35 Svaraði frúgvin Elin:
“Tær Ívari satt at siga,
hann er høgur átta alin,
breiður hálva triðju.”
36 Glóoddur kom í hallina inn,
slerdi fót í gólv:
“Eg skuldi vegið átta sum tú,
um enn teir vóru tólv.”
37 Tá ið hertugin hetta hoyrdi,
sprakk hann yvir borð,
Ívar tókti, kongins vinur
skal hava tað væna flor.
38 Ívar klæðist árla morgun,
dregur brynju á:
“Tú skalt ikki frúnna njóta,
um enn eg liva má.”
39 Svaraði kempan Glóoddur,
mál ber yvir allar:
“Tá ið tú kemur á banan út,
tá krýpur tú undir stallar.”
40 Svaraði Ívar av Bretlandi,
grimur og harður til víggja:
“Tá ið eg komi á banan út,
tá fært tú annað at síggja.”
41 Tí svaraði heidningurin,
hann mælir, sum hundar goyggja:
“Hoyr tú, Ívar av Bretlandi,
hví vilt tú her doyggja?”
42 Ívar so til orða tekur,
hann stendur í brynju ljósa:
“Hoyr tú, Glóoddur, kempan reyst,
enn hevur tú einki at rósa.”
43 Svaraði kempan Glóoddur,
lítið man hann virða:
“Hoyr tú, Ívar av Bretlandi,
hvat skal eg teg hirða?”
44 “Tú gert einki, Glóoddur,
at mæla tær so títt,
hesin sami búgvin brandur
skal særa hjarta títt.
45 Tú gert einki, Glóoddur,
so spottiliga at tala,
hesin sami búgvin brandur
skal leggja títt hjarta í dvala.”
46 Glóoddur talar til hertugin,
væl má tað so *heita:
“Tú skalt allar Ívars brøður
í myrkastovu seta.”
47 Mælti tað kempan Ísmal,
fyri breiða borði stóð:
“Aðrenn eg fari í myrkastovu,
skal eg *vekja blóð.”
48 Glóoddur talar til Ísmal,
hann rekkir út armin langa:
“Tá ið Ívar er fallin frá,
skalt tú í gálgan hanga.”
49 Tað var Ívar av Bretlandi,
hann gat ikki hoyrt tey orð:
“Her skalt tú hava tað fyrsta høgg,
alt fyri tað væna flor.”
50 Glóoddur gegndi høggið stórt,
so øllum tókti undur,
hjálmurin og brynjan brast,
fyri herðunum gekk hann sundur.
51 Glóoddur sær á Elinu frú,
hann vildi nú megi royna,
høgdi so á Ívar helt
og ætlaði hann at doyva.
52 Ívar loftaði høgginum,
tað frættist tá í høll,
Glóoddur misti svørðið sítt
niður á grønan vøll.
53 “Hoyr tú, Ívar av Bretlandi,
tú lat meg svørðið fá,
illa er tað spott fyri teg meg
*vápnaleysan at slá!”
54 Ívar honum svørðið fekk,
sum øllum tókti undur,
tá fekk Glóoddur sárið stórt,
at brynjan hon gekk sundur.
55 Ívar høgdi annað høgg,
og øllum tókti undur,
hjálmur støkk, og brynjan brast,
fyri herðum gekk tað sundur.
56 Glóoddur høgdi annað høgg,
ymsar litir hann fekk,
høgdi so á Ívar sterka,
at hjálmur av høvdi gekk.
57 Tað var Ívar av Bretlandi,
hann gav tað høggið triðja,
tá fekk Glóoddur banasár,
hann kleyv hann av um miðju.
58 Elin gekk í hallina inn
alt fyri uttan sorg,
sigur sínum faðir frá,
at Ívar vann sigur í borg.
59 Ívar sprakk av sínum hesti,
væl man drongur duga,
høgdi høvur av Glóoddi
og bant við saðilbuga.
60 Ívar gekk til hertugan,
honum man einki bella:
“Her er høvur av Glóoddi,
sum ætlaði meg at fella.”
61 Hertugin so til orða tekur:
“Ei skal slíkum spara,
leiðið frú í hallina inn
sjálv fyri seg at svara!”
62 Frúgvin varð bæði studd og leidd
inn í sítt faðirs veldi,
so skein hennara gula hár,
sum skygdi av tignareldur.
63 Frúgvin varð leidd í hallina inn
fyri faðir sín,
so skein hennara gula hár,
sum gullið skín á skrín.
64 “Ver vælkomin, mín sæla dóttir,
tú skalt væl biðlinum svara,
her er Ívar av Bretlandi,
vil teg til ektar hava!”
65 Svaraði frúgvin Elin,
við fylgismoyggjar tólv:
“Eg vil hava Ívar kong,
vil eg mær ráða sjálv.”
66 Tá svaraði hertugin
alt undir sítt hvíta lín:
“Hoyr tú tað, mín veldiga søta,
tað stendur alt til tín!”
67 Tað var frúgvin Elin,
hon heldur á ringi reyða:
“Eg vil hava Ívar kong,
sum Glóodd varð á deyða.”
68 Tað var reysti Ívar kongur,
tók sær frú at festa,
snarliga læt til brudleyps ætla,
læt ikki longur *fresta.
69 Lótu tey til brúdleyps ætla
við so mikið meingi,
kom so mangur maður til
sum fjøður á fuglaveingi.
70 Lótu tey til brúdleyps ætla,
tað var ei at tvørra,
átjan borgum boðið varð,
tólv hundrað av hvørji.
71 Drukkið varð teirra brudleypið,
kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song
Ívar og hans vív.
72 Gingu bæði í eina song
Ívar og hans vív,
síðan fór hvør, sum boðin var,
haðan heim til sín.
Annar táttur
73 Elin klæðist árla morgun,
niður á ringin sá,
henni fylgdu vinir og frændur,
tá hon fór londum frá.
74 Elin klæðist árla morgun,
tekur gull á hond,
henni fylgdu vinir og frændur
niður til sjóvarstrond.
75 Silki og so perlur
var eftir jørðini breitt,
so var frúgvin Elin
niður til strandar leidd.
76 Vant hann upp síni silkisegl,
forgylt var lyfting hálv,
so helt Ívar í havið út
við brúður og brøður tólv.
77 Vant hann upp síni silkisegl,
gull við vovin rand,
strykar ei á bunkan niður
fyrr enn við Bretland.
78 Føgur var tann snekkjan,
kendi fagurt land,
læt hann síni akker falla
á so hvítan sand.
79 Kastaðu sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur steig hann Ívar kongur
sínum fóti á land.
80 Fyrstur steig hann Ívar kongur
sínum fóti á land,
so hon frúgvin Elin
undir hans høgru hond.
81 Tað var frúgvin Elin,
hon tekur til orða svá:
“Tað kenni eg á sjálvum mær,
eg komi á veguskál.”
82 Gingu teir frá strondum niðan,
fullvæl vegin kendu,
møttu teir einum fjallatussa
við sigurtalv í hendi.
83 Tá var eingin gleði
og einki kátt at elva,
risin biður Ívar kong
um bjarta brúður telva.
84 Ívar svaraði og segði nei,
og ei má tað so vera:
“Eg havi ei lært at leika talv
ella nakra skemtan gera.”
85 Ívar so til orða tekur,
sortnaði sum ein mold,
biður nú risan høggast við seg,
hann tekur sær svørð í hond.
86 Risin so til orða tekur,
hevur nú tað á máli:
“Eg kann betri talvi leika
enn við jarni og stáli.”
87 Ívar so til orða tekur,
mælir so fyri seg:
“Hoyr tú, ungi Jaðalrann,
tú leika talv fyri meg!”
88 Risin so til orða tekur,
sjálvur hann vívið kjósa:
“Kosta skal tað høvur mítt
ella tað sprundið ljósa.”
89 Risin talar til Jaðalrann,
og mælir hann so títt:
“Kosta skal tað brúður bjarta
ella hálsbein mítt.”
90 Lótu teir tá leika talv,
tað var sum tað skyldi,
risin tapti tað fyrsta talv,
tóast hann trekur vildi.
91 “Hoyr tað, breiði Bjarnatussi,
hvat hevur tú at rósa?
Nú skal høgga høvur av tær,
sum tú sjálvur vildi kjósa.”
92 Risin talar til Jaðalrann
við reyðar kinnar og bleikar:
“Vit skulum osum á talvi nú
tríggjar terningar leika.”
93 Lótu teir tá leika talv
væl í tímar sjey,
Bjarnarisi mátið fekk,
og nú eru talvini tvey.
94 Risin setir upp triðja talv,
sukkar hann so títt:
“Tað kenni eg á sjálvum mær,
eg missi høvur mítt.”
95 Leika teir við terningar,
satt er frá at siga,
Bjarnarisi mátið fekk,
nú er talvið triðja.
96 “Hoyr tú, Ívar bróðir mín,
nú havi eg fyri teg telvað,
risin hevur fingið sorg,
einki kátt at elva!”
97 Ívar svarar honum aftur
alt fyri uttan vreiði:
“Nú skal eg við brandi bjarta
hans høvur frá búki sneiða.
98 Tú hevur telvað um brúður bjørtu
móti mínum já,
nú skal eg við svørðinum
høgga títt høvur frá.”
99 Risin bað um frið og lív,
og svør undir reyðum skildri:
“Tú skalt fáa gull og silvur
og hvat tú meira vildi.”
100 “Tú hevur telvað um brúður bjørtu
móti mínum vilja,
eg skal nú á somu stund
høvur frá búki skilja.”
101 Tekur hann hendur um Ívars háls,
kallar hann søta sín:
“Eg skal teg úr víggi hjálpa,
loysir tú mítt lív.
102 Tú skalt fáa hornið tað,
sum goymt er heimi í høll,
tað gevur bæði buldur og ljóð
yvir dalar og fjøll.”
103 Risin lovaði lyfti stórt,
sum enn er eftir tað mesta,
hestar tveir og brynjur tvær
og hjálmur, sum ei kann bresta.
104 “Tú skalt fáa hestar tveir,
sum tú skalt væl á líta,
tú skalt fáa hjálmin tann,
sum einki svørð kann bíta.
105 Tú skalt fáa svørðið tað,
mikið er tað vert,
tað er av tí bara stáli,
í eitri er tað hert.”
106 “Kanst tú mær tað higar flyta,
kanst tú mær tað fá,
eg skal svørja tær trygdareið,
at lívið skalt tú fá.
107 Kanst tú mær tað higar flyta,
kanst tú við at fara,
eg skal svørja tær trygdareið,
teg vissuliga spara.”
108 Risin tekur talv í hond,
talar tá so frítt,
biður Ívar og alt hans lið
heim í helli sítt.
109 Ívar so til orða tekur:
“Ei man tað so vera,
uttan tú svørt osum trygdareið,
tú skalt os einki gera.”
110 Risin so til orða tekur,
væl má tað so vera,
hann svór teimum trygdareið,
hann skuldi teim einki gera.
111 Risin skundar síni ferð,
heim í hellið vildi,
Ívar kongur og alt hans lið
honum eftir fylgdi.
112 Risin gekk í hellið inn
við so mikið veldi,
gomul kona á beinki sat
við trimum monnum á eldi.
113 Tók hann upp hesar deyðu kroppar
allar á eini stund.
“Eya meg!” segði Ísmal,
“her er ikki friður í lund.”
114 Tekur nú tríggjar jarnteinar,
her um vil eg kvøða,
leggur teir í heita bál,
í reyðum loga at gløða.
115 “Aftur latist helli mítt
við tínar sterku lásar,
verið vælkomnir, ungir menn,
mær til øskukrásar!”
116 Risin heilsar síni konu:
“Ei man tað so vera,
eg havi svorið teim trygdareið,
eg skal teim einki gera.”
117 Risans kona til orða tekur:
“Hvat er nú á vási,
gevur tú Ívari gull og silvur,
sum liggur undir lási?”
118 Hann skal fáa gull og silvur,
tað við góðum happi,
tí hann frelsti lívið mítt
fyri talvið tað eg tapti.”
119 Kelling seg so harmiliga
niður á pallin setti:
“Gevur tú Ívari gull og silvur,
armur verður tú eftir.”
120 Kelling leyp av palli upp
bæði tjúkk og høg,
tekur hon Ísmal, Ívars bróður,
setir sær á knæ.
121 Tekur hon hann á knæ sítt upp,
tað var alt við blíðum,
klappaði honum við tveimum fingrum,
tað brotnaði riv í síðu.
122 “Tú gert einki, gamla kona,
mær so hart at klappa,
tú skalt ei við miklum alvi
meg í barmin stappa.”
123 Tekur hon Ísmal, Ívars bróður,
leiðir í eina vrá,
leggur hann so í myrka krók,
so risin ikki sá.
124 Leggur hann so í myrka krók,
so risin ikki sá,
síðan fór hon eftir sjálv,
hon legðist honum hjá.
125 Risin reikar um borgina,
ei var tað í lagi,
saknaði Ísmal og sína konu,
burtur vóru bæði.
126 Risin reikar um borgina,
tungt var slíkt at tiggja,
sær hann tey í myrka króki
bæði í rekkju liggja.
127 Dregur hann Ísmal úr myrka króki,
tekur hans kropp at strúka:
“Hevði eg ei svorið trygdareið,
so skuldi eg teg slúkað.”
128 Risin tekur skarpa rís
sína konu at slá,
Ísmal sprakk so fimur
honum burtur frá.
129 Risin berjir hart og skarpt
bæði um kropp og síðu:
“Hoyr tú, Ívar av Bretlandi,
nú leingist tær at bíða !”
130 Risin samlar gullið saman,
leggur í eina vrá,
brynjur tvær og hjálmin ein
og svørðið omaná.
131 “Tær skal bæði gull og silvur
koma væl til handa,
tú skalt fáa hestar tveir,
sum bak við hellið standa.”
132 Ívar tekur upp brynju og hjálm,
svørð og gullið reyða,
risin sjálvur gullkistuna
sær á herðar legði.
133 Ganga teir frá hellinum
glaðir for uttan sorg,
bæði gull og gangarar tveir,
ríða so glaðir av borg.
134 Risin setir kistur av sær
niður á grønan vøll:
“Eftir liggur tað hvølla lúður
heimi í míni høll.
135 Eftir liggur tað hvølla lúður,
tað skal eg tær siga,
hoyr tú, Ívar á Bretlandi,
vilt tú nakað bíða ?”
136 Ívar saktar síni ferð,
hann lystir ikki longur at ríða,
setti seg á grønan vøll
eftir Bjarnatussa at bíða .
137 Tá kom risin leypandi
á einum svørtum hesti:
“Her hevur tú tað hvølla lúður,
tað man vera tað besta”.
138 Riðu teir við gullinum
gjøgnum grøna lund,
møtir teim ein so stórur herur,
ei býst friður um stund.
139 Møtir teim ein so stórur herur,
vegin vildi bróta,
skundaðu sær til Ívar kong
og vildu gullið njóta.
140 Risin rivur upp eik við rót
og tekur til at berja,
setir kistu bak við seg
gullið alt at verja.
141 Setir gullið bak við seg
og Ívars drotning hjá,
berjir so við eikirót,
so mangur deyður lá.
142 Har kom fram ein stórur maður,
hann æt Viljorm svinni,
hann drap Ívars brøður tólv
allar á einum sinni.
143 Uttan kempan Ísmal,
hann tekur til at kvetta,
risin berjir við eikirót,
so eingin livdi eftir.
144 Viljormur [sprakk] tá fimur á føtur,
læt ikki á sær finna,
tóast hann høgg av risanum fekk,
hann bardist *ikki minni.
145 Tað var Viljormur franski,
sínum svørði brá,
reiggjaði høgg av miklum alvi,
risanum ætlaði hann tá.
146 Reiggja høgg av miklum alvi,
tóast tað einki sakti,
risin loftaði við eikirót,
so Viljormur ikki rakti.
147 Viljormur brá tað annað høgg,
svørð í hondum *vegur,
rakti hann í eikirót,
so hon gekk sundur um miðju.
148 Ívar brá tað góða svørð,
sum hann frá risanum fekk,
høgdi so á Viljorm svinna,
høvur av herðum gekk.
149 Riðu teir úr vígginum
glaðir fyri uttan sorg,
risin hann bar gullkistuna
og setir so heim í borg.
150 “Nú havi eg tær til hallar borið
tað silvur og gullið reyða,
eg havi tær av víggi hjálpt,
eingin var tær á deyða.”
151 Ívar gekk í hallina inn
alt fyri uttan ekka,
skeinkir mjøð og kláran vín,
gav Bjarnatussa at drekka.
152 Risin tekur gullkistuna
og lyftir hana á loft,
hann sum frúvur hava vil,
sorgir fær hann ofta.
153 Ívar svav ta somu nátt
kátur á brúðrararmi,
risin fór aftur í helli sítt
so tungur og troyttur av harmi.
Triði táttur
154 Ívar talar til bróður sín:
“Gott er sprund at eiga,
hvar stendur tær hugur á
eitt javngott vív at biðja?”
155 Ísmal svarar honum aftur:
“Hvar skal eg hana fá?
Hoyr tað Ívar, bróðir mín,
tú legg mær bestu ráð!”
156 “Hoyr tað Ísmal, bróðir mín,
tú ger eftir mínum vilja,
far tú tær til Fraklanda
Viljorms konu at biðja!”
157 Ísmal svaraði honum aftur:
“Eg tað gjarna vil,
læna mær tað skipið frítt
hagar at sigla til!”
158 “Far tú tær til Fraklanda
eftir mínum vilja,
tær býðst ikki frægari frúgv,
kanst tú hana gilja.”
159 “Gjarna skal eg hartil fara
eftir tínum ráð,
sjálvur skalt tú fylgja mær,
so vinnur os eingin á.”
160 “Eg skal vera tín stýrimaður,
til Fraklanda fara,
tað verður eingin fraklendingur,
osum fellir til jarðar.”
161 So letur hann Ísmal
búgva skipini stór,
bæði letur hann á tey leggja
virtur og so bjór.
162 Ganga teir til strandar oman
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu, jørðin skalv,
teir drógu knørr úr neysti.
163 Vant hann upp síni silkisegl,
fáir finnast slíkir,
stryka ei á bunka niður
fyrr enn við Fraklands ríki.
164 Kastaðu sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur steig hann Ísmal
sínum fóti á land.
165 Fyrstur steig hann Ísmal
sínum fóti á land,
so hann Ívar, bróðir hans,
undir hans høgru hand.
166 Gingu teir frá strondum niðan,
alt for uttan sveinar,
Ívar kongur og Ísmal,
ræddust tey fyri teimum.
167 Uppi í miðjum grasagarði
aksla síni skinn,
og so búnir ganga teir
í høgu hallir inn.
168 Og so búnir ganga teir
í høgu hallir inn,
sum Margreta á borði sat
við monnum hundrað fimm.
169 Ísmal stendur á hallargólvi,
tílíkan eingin sá:
“Tað eru míni ørindi,
teg, Margreta, at fá.”
170 Svaraði frúgvin Margreta,
heldur á ringi reyða:
“Tú skalt ikki ekta meg,
tí Viljormur er ikki deyður.
171 Viljormur var á Bretlandi,
honum fylgdu nógvir sveinar,
riðu teir móti Bretlands kongi
tólv ímóti einum.”
172 Svaraði Ívar av Bretlandi,
hann stóð har skamt ífrá:
“Hoyr tú, frúgvin Margreta,
sjálvur eg hann vá!”
173 Ísmal stendur á hallargólvi,
heldur á gyltum spjóti:
“Hoyr tú, frúgvin Margreta,
sigur tú nakað ímóti?
174 Hoyr tað, frúgvin Margreta,
kann eg teg ikki fáa,
tað skal mangur lívið láta,
tú skalt borgini frá!
175 Hoyr tað, frúgvin Margreta,
kann eg teg ikki vinna,
tað skal mangur lívið láta,
tú skalt brenna inni.”
176 Margreta hugsar við sjálvum sær:
“Ei skal slíkum spara,
tungt er at seta lívið til
og so frá borgum fara.
177 Hoyr tað, kempan Ísmal,
her hevur tú mítt ja,
tungt er at seta lívið í váða
og fara so borgum frá!”
178 Tað var reysti Ísmal,
hann tekur sær frú at festa,
snarliga læt til brúdleyps ætla,
læt ikki longur *fresta.
179 Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song
Ísmal og hans vív.
180 Ísmal hevur konu fest,
sum sigst í hesum tátti,
setist aftur í stólin tann,
sum Viljorm franski átti.
181 Ísmal festi Margretu,
tað hitt væna sprund,
eingin hevur betri staðið
á Fraklands grund.
182 Fest er frúgvin Margreta,
sum hon tað fullvæl mátti,
ræður fyri Fraklandi,
sum Viljormur kongur átti.
183 Ísmal var á Fraklandi,
fyri góðan øll hann kendu,
síðan livdi við frið og rógv
alla ævi til enda.
Gyltur spori veri mítt fótaspenni,
so temji eg mín gangara góðan,
lati renna.
CCF 69 Aa
TSB E 108
Handrit: Kvæðasavn hjá Napoleoni Nolsøe . FLB F IV vol. III, Nr. 98, s. 63.
Útgávur:
1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1944) Band III, Teil 1, s. 107.
2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 16. bind, s. 55.
Heimild: Úr Streymoy: Napoleon Nolsøe (1809-1877), Tórshavn, 1851
E 108 Ívar á Bretlandi (Successful suitor is later forced to play dice for his bride and to fight army)
Ívar á Bretlandi eigur trettan brøður, allir riddarar. Teir fara til Messulands, har Ívar biður um Elina, eina hertogadóttur.
Glóoddur riddari vil ikki lata Ívar fáa hana uttan svørðslag, og hon sjálv vil heldur hava Glóodd.
Menninir báðir berjast, og at enda drepur Ívar Glóodd. Nú vil Elin hava Ívar, og tey giftast. Tá ið tey fara aftur til Bretlands, hitta tey ein risa, sum vil sleppa at leika við terningum um Elina og leggur høvur sítt á. Ein av brøðrum Ívars leikar hansara vegna og vinnur. Risin rindar fyri lív sítt við gulli og lovar dugna sín framyvir.
Á vegnum frá risaholuni møta tey einum heri, sum Viljormur av Fraklandi stendur á odda fyri, sum vil hava hendur á gulli teirra. Harður bardagi verður. Risin hjálpir Ívari. Viljormur drepur tólv brøður Ívars, men harafturímóti drepur Ívar hann.
Ívar fer heim aftur við konu síni og bróðrinum Ísmali. Hann mælir Ísmali til at biðja um einkjuna eftir Viljorm, Margretu, og Ísmal fer til Fraklands. Margreta fær at vita, at Viljormur er deyður, og hon noyðist at taka við bønarorði Ísmals. Tey verða gift.
á føroyskum: CCF 69 (bert á føroyskum)