Skip to main content

Ásmundur trøllabani

 

CCF 39

TSB E 121

 

1 Viljið tær nú lýða á,

ljóðið geva mær,

jallur ræður for Upplondum,

synir átti sær.

 

Gár í dans frúgva,

sprund fagurt tú ann,

dansa við hvønn annan,

so fagurliga sum tú kann.

Gár í dans frúgva.

 

2 Jallur ræður for Upplondum,

tikin til góðar at evna,

hann eigur sær tógvar synir,

báðar kann eg væl nevna.

 

3 Ólavur var eldri,

Ásmundur var yngri,

hann var av øllum frægari,

fall honum forlag tyngri.

 

4 Ólavur vóks í faðirs garði,

kinnar bar hann reyðar,

vildi ei í tí víggi vera,

hjørtur varð skotin til deyða.

 

5 Ólavur vóks í faðirs garði,

so er greint fyri mær,

tað varð av mongum munni mælt,

hann veikur í huga var.

 

6 Ólavur vóks í faðirs garði,

fagur sum nøkur kvinna,

Ásmundur ríður á skógvar burtur,

gullið vil hann vinna.

 

7 Ásmundur ríður á skógvar burtur,

hann gerst í høggum tungur,

jallur unnar væl sínum syni,

hann var av aldri ungur.

 

8 Árla var um morgunin,

dagurin var ljús,

tá var Ásmundur, jalsins son,

til síni klæði fús.

 

9 Ásmundur reið á skógvar burtur

eina morguntíð,

risan fann hann sovandi,

hann lá í grønari líð.

 

10 Risan fann hann sovandi

opnan á vølli tá,

mikið gull og mentarsnót

undir hans herðum lá.

 

11 Ámundur so til orða tekur,

ei man hugur tróta:

“Ikki skal tann grimmi risi

tað gull við friðum njóta.”

 

12 Ásmundur brá sínum bitra brandi,

tað gekk honum, sum hann vildi,

tað var fyri fyrsta høgg,

hann høvur frá buli skildi.

 

13 Høvur fell frá buli burtur,

hendur fastar í vøll.

“Hevði eg verið vakandi - !”

so talaði tungan snjøll.

 

14 Hann tók bæði gull og silvur,

undir hans herðum var,

legði upp á folan sín,

ikki meira enn hestur bar.

 

15 Tað var Ásmundur, jalsins son,

heim til hallar dró,

úti Grímur, hans faðirbróðir,

fyri honum stóð.

 

16 “Tú veri vælkomin, Ásmundur,

ver vælkomin her!

Tá hevur verið í snákasveit,

tú blóð í hjálmi ber.

 

17 Ver vælkomin, Ásmundur,

tú ert so nýtur drongur!

Tú hevur verið í snákasveit,

blóð á brandi hongur.”

 

18 Grímur gongur í hallina inn,

hann talar orðum tvørt:

“Ásmundur hevur á skógnum burtur

gjørt sítt avreksverk.”

 

19 Grímur gekk í hallina inn,

tað var armað orð:

“Ásmundur hevur á skógnum burtur

vunnið eitt avreksmorð.”

 

20 Drekka teir á Upplondum

bæði úti og inni,

drukku mjøð og kláran vín

so glaðir á hvørjum sinni.

 

21 Drekka teir á Upplondum

eftir fornum vana,

tá var hansara heiti skift,

teir kallaðu hann trøllabana.

 

22 Árla var um morgunin,

dagurin var ljús,

tá var Ásmundur trøllabani

til síni klæði fús.

 

23 Ásmundur reið á skógvin burtur

eina morguntíð,

møtir honum ein jagarsvein,

goymir geit í líði.

 

24 Jagarsvein til orða tekur,

stóð í grønari líð:

“Tað ið tú nakin á skógvar ríður,

kortar um tína tíð.”

 

25 Jagarsvein til orða tekur,

geri tað ei at dylja:

“Tað ið tú nakin á skógvar ríður,

kann teg við lívið skilja.”

 

26 Jagarsvein til orða tekur

alt for uttan vanda.

“Eg man vita lagnað tann,

ið tær man fyri standa.”

 

27 Jagarsvein til orða tekur,

væl kann randir rjóða:

“Lat tær skjøld av nýggjum gera,

bjarta brynju sjóða!

 

28 Lat tær eina brynju gera

av tí silvuri hvíta,

uttan yvir við syprisheggi,

ei kunnu brandar bíta.

 

29 Uttan yvir við syprisheggi,

tað bíta ei brandar á,

hjálmurin av sama slagi

fastur omaná.”

 

10 Ásmundur sínum hesti vendi,

heim til hallar at ríða,

hann kom ikki fyri høgaloft,

áður enn dagurin tók at líða.

 

31 Ólavur gongur borða milli,

hann skeinkir mjøðin reyða,

meira tonkti Ásmundur,

hvat Jagarsveinur segði.

 

32 Ólavur gongur á hallargólvi,

hann skeinkir mjøð um borð,

meiri tonkti Ásmundur

um jagarsveinins orð.

 

33 Árla var um morgunin,

dagurin var ljús,

tá var Ásmundur trøllabani

inn fyri faðir fús.

 

34 Ásmundur so til orða tekur:

“Lat tað nú so vera,

eina bøn, ið eg teg biði,

hana skalt tú mær gera.

 

35 Tú skalt mær eina brynju gera

av tí silvuri hvíta,

uttan yvir við syprisheggi,

ei kunnu brandar bíta.

 

36 Tú skalt mær eina brynju gera,

eg sigi tær satt ífrá,

hjálmin av sama slag

fastan omaná.”

 

37 Jallur so til orða tekur:

“Tað er ikki gott at vera,

eg veit hann ongan í hesum landi,

sum slíka brynju kann gera.”

 

38 Ásmundur so til orða tekur,

hann elvdi faðir sorg:

“Letur tú mær ikki brynju gera,

eg rými burtur av borg.”

 

39 Ásmundur so til orða tekur,

hann elvdi faðir vanda:

“Letur tú mær ikki brynju gera,

eg rými burtur av landi.”

 

40 Ásmundur so til orða tekur,

mælir fyri munni sínum:

“Meir skal eg ikki aftur koma

fyri eygum tínum.”

 

41 Tað var tá, sum oftum er,

snild eru kvinnuráð,

svaraði hans sæla móðir,

so tók hon uppá.

 

42 Svaraði hans sæla móðir,

heldur á gyltum keri:

“Dvørgur undir fjalli býr,

mikið man hann gera.

 

43 Hoyr tú, jallurin, harri mín,

elv tær onga neyð,

før honum gull og mentarsnót,

bið hann búgva í heyg!

 

44 Hoyr tú, jallurin, harri mín,

elv tær ongan vanda,

før honum gull og mentarsnót,

tú gev honum frið í landi!”

 

45 Jallur var í vanda staddur,

hann sat yvir breiðum borði,

noyddist at leggja eiðin á

og játtaði hvørjum orði.

 

46 Jallur var í vanda staddur,

illa komin í ekka,

hann mundi ikki á teirri nátt

nakran mjøðin drekka.

 

47 Jallur var í vanda staddur

av so tungum váða,

samlaði saman mentarsnót,

ið dvørgurin skyldi fáa.

 

48 Jallur leyp á gangara sín,

tað var til mans at leita,

so reið hann undir fjallið fram,

ræð á dvørgin heita.

 

49 Jallur reið undir fjallið fram,

hann gjørdi so lítið av,

hann komst niður á heygin tann,

ið dvørgurin inni svav.

 

50 Hurðin var av syfristræ,

gripir av gulli reina,

hongslini vóru av syfrisheggi,

stólpar av hildarteini.

 

51 Jallur lyftir lokur frá,

fáir finnast slíkir,

Gudis frið í hallir biður,

hann setist í durabríkir.

 

52 Dvørgurin undan skikkju leit,

talar orðum brátt:

“Hvat er tað fyri mikil maður,

meg hevur gist í nátt?”

 

53 Dvørgurin undan skikkju lítur,

tað glitrar á gulum lokki,

tað mátti síggjast silkidúkar,

silvur á songarstokki.

 

54 Jallur so til orða tekur:

“Lat tað nú so vera,

eina bøn eg teg biði,

hana skalt tú mær gera.

 

55 Tú skalt bæði grið og frið

her í heygnum nýta,

vilt tú mær ta brynju gera,

ei kunnu brandar bíta.”

 

56 Dvørgurin tók við mentarsnót,

setist at sínum borði,

sjálvur legði hann eiðin á,

játtar í hvørjum orði.

 

57 Jallur helt av heygnum út

í tí sama sinni:

“Tú skalt lata mær brynju gera,

legg tær væl í minni!”

 

58 Sólin tekur á himli lækka,

dagur líður á kvøld,

dvørgurin gongur í smiðju inn,

hann leggur stál í eld.

 

59 Dvørgurin gongur í smiðju inn,

væl kann randir rjóða,

síðan legði hann stál í eld,

stengur saman at sjóða.

 

60 Setir hann á seg dvørgahettu,

beltið breitt um miðju,

meðan hann smíddi brynjuna,

login leikar um smiðju.

 

61 Dvørgurin smíddi brynjuna,

sum jallur segði frá,

uttan yvir við syprisheggi,

ei bitu brandar á.

 

62 Dvørgurin smíddi brynjuna,

hann fór ikki við tí hátt,

hann bar hana so úr fjalli oman

døkku vetrarnátt.

 

63 Hann bar hana so úr fjalli oman,

gjørdi so lítið av,

hongdi hana á hallarhurð,

sum Ásmundur inni svav.

 

64 Árla var um morgunin,

sól tók fagurt at branda,

Ásmundur klæðist for síni song,

hann skuldi av borgum ganga.

 

65 Ásmundur klæðist for síni song,

hann skuldi av borgum ganga,

tá sá hann ta bjørtu brynju

har á hurðum hanga.

 

66 Ásmundur fór í brynjuna,

sum dvørgurin hevði honum borið,

honum var hon víð og síð,

sum skapað var og skorið.

 

67 Ásmundur fór í brynjuna,

gull bar litur á,

honum var hon víð og síð,

javnt við lindar lá.

 

68 Ásmundur gekk í hallina inn,

so vænur var garpur at líta:

“Nú havi eg fingið brynjuna,

ið lívir mítt holdið hvíta.”

 

69 Ásmundur stendur á hallargólvi,

hann talar orðum frítt:

“Nú havi eg fingið hjálmin tann,

ið lívir høvur mítt.”

 

70 Drekka teir á Upplondum

bæði við spekt og ráði,

drukku mjøð og kláran vín,

jalsins synir báðir.

 

71 Drekka teir á Upplondum,

tað fell so væl í lag,

jallur letur gildi gera

at halda sín føðsludag.

 

72 Síðla var um aftanin,

alt gekk fólk at sova,

jallinum kom tað fyrst í hug

at hekta hurð í klova.

 

73 Jallur so til orða tekur,

áður hann gekk at sova:

“Ásmundur, far í borgarlið

og hekta hurð í klova!”

 

74 Tað var Ásmundur trøllabani,

hann gekk í borgarlið,

tá sá hann tann jagarsvein,

ið har studdist við.

 

75 Jagarsveinur til orða tekur,

mælir á tungan hátt:

“Ger tað fyri fornar sakir,

skýl mær her í nátt!”

 

76 Jagarsveinur til orða tekur,

mælir fyri munni á sær:

“Ger tað fyri fornar sakir,

at tú skýlir rnær!”

 

77 Ásmundur so til orða tekur,

studdist á brandin blúgva:

“Veitst tú nakra fíggjaván

at siga, hvar ið risar búgva?”

 

78 Ásmundur so til orða tekur,

hann studdist á brandin beyga:

“Veitst tú nakað at siga frá,

hvar risar mest gullið eiga?”

 

79 “Tað býr ein risi á skógnum burtur,

hann er so ljótt eitt trøll,

hann hevur meira reyðargull,

enn tín hevur faðir í høll.

 

80 Tað havi eg til risan sætt,

vanur í víggi standa,

tað er ikki talv at leika

fyri hans hendur ganga.

 

81 Tað havi eg til risan sæð,

hann líkist til trøllasóma,

tað er ikki eins mans føri

fyri hans hendur koma.

 

82 Nógv hevur hann gullið,

hann søkir um eftir kosti,

einki stál á holdi stendur

uttan beint fyri brósti.

 

83 Kostin søkir hann víða,

nógv hevur hann gullið bjarta,

einki stál á holdi stendur

uttan beint fyri hjarta.

 

84 Tað havi eg til risan sætt,

hvar hann gongur á gróti,

um enn hann fer eftir hægstu fjøllum.

so rivnar fyri fóti.

 

S5 Tað havi eg til risan sætt,

hann líkist til trøllajøkla,

tá ið hann niður av fjøllum fer,

so gongur hann upp um økla.

 

86 Kemur tú fyri risan tann,

tað fært tú at síggja,

tá ið hann kemur á djúpan dal,

har gongur hann upp til kníggja.”

 

87 “Takk havi tú, jagarsvein,

fyri higarkomu tína,

fylg tú mær til hallar heim,

sum dreingir drekka vín!”

 

88 Gingu teir til hallar heim,

mangt var teim til mála,

Ásmundur fór í sveinastovu,

rnen hin í drykkjuskála.

 

89 Ásmundur so til orða tekur,

mælir av tungum minni:

“Risan skal eg á máli finna

innan skemri sinni.”

 

90 Árla var um morgunin,

dagurin var ljús,

tá var Ásmundur trøllabani

til síni klæði fús.

 

91 Ásmundur klæðist árla morgun,

hann fór í brynju síða:

“Statt upp Grímur, mín faðirbróðir

tú saðla mær folan fríða!”

 

92 Grímur snúðist úr húsabrík,

snarur var hann tá,

góðan loysti hann gangaran

fríðum folum frá.

 

93 Góðan loysti hann gangaran

fríðum folum frá,

síðan leggur Grímur

tann gylta saðil á.

 

94 Ásmundur stendur á hallargólvi,

sum kvinnur leika við jøklum,

hann treiv um ta stinnu stong,

hann kipti svørð av nøglum.

 

95 Ásmundur kom av høllini út,

hann dvaldist ikki leingi,

so leyp hann í saðilin upp

við stokk og svørð í fangi.

 

96 Ásmundur sló sín hest við sporar,

hann sparir hann ei at springa,

tað hoyrdi jallur, faðir hans,

hvøssu gyltir sporar ringja.

 

97 Tað svaraði jallin, faðir hans,

í songum sum han lá:

“So manst tú á skógvar ríða,

tær spyrji eg deyðan frá.”

 

98 Ásmundur reið í skógvar burtur

eina morguntíð,

høgan sá hann eldin brenna

í grønari líð.

 

99 Ásmundur reið at báli fram

við so lítið veldi,

har stóð bæði mann og kvinna

sprytað upp við eldi.

 

100 Ásmundur so til orða tók,

svørð av slíðrum dregur:

“Hetta man vera ein mikil maður,

tílíkar krásir hevur.”

 

101 Ásmundur situr á sínum hesti,

næstan var í vanda,

nú sær hann ein grimman risa

fram eftir fjøllum ganga.

 

102 Risin eftir fjøllum kemur

eldinum ímóti,

hvar hann steig á foldina niður,

rivnar fyri fóti.

 

103 Risin kom úr fjalli niður,

hann líkist til trøllajøkla,

svørji tann eið á mína trú,

tá gekk hann upp um økla.

 

104 Ásmundur situr á sínum hesti,

hann undrast á at síggja,

tá ið hann kom á djúpan dal,

har gekk hann upp til kníggja.

 

105 Ásmundur sló sín hest við sporar,

har hann var á vølli,

so reið hann undir fjallið fram,

hann rakar á risans helli.

 

106 Ásmundur stendur á grønum vølli,

hann meinti at fara við frið,

bant hann sín góða hest

har við borgarlið.

 

107 Risin reikar at báli fram,

honum var leiðin kunnig,

tekur um heitar jarnteinar,

hann heldur sær krás at munni.

 

108 Risin trívur um heitan tein,

tað mundu tegnar vara,

so er íðum fyri mær greint,

hann gjørdi teinar barar.

 

109 Við fótum tróð hann heita eld,

hann vildi ei undan lúta,

so mundi logi um føtur leika,

sum hægstu eldar rúka.

 

110 Við fótum tróð hann heita eld,

hann vildi ei undan renna,

so mundi logi um føtur leika,

sum hægstu eldar brenna.

 

111 Risin vendi føtur í fjall,

har hann var á vølli,

kunnig vóru honum lokabrøgð

aftur at sínum helli.

 

112 Tá hann kom at hellinum,

honum varð so illa við,

fann hann hansara góða hest,

stóð bundin við borgarlið.

 

113 Risin knýtir harðan neva,

tað vóru eingi undur,

sló so hansara góða hest

høvur og heila sundur.

 

114 Ásmundur reikar um risans helli,

nú líður á trølla tátti,

hann laðaði gull í barm á sær,

so mikið hann bera mátti.

 

115 Ásmundur gekk av hellinum út,

hann meinti at fara við frið,

møtti honum tann grimmi risi

har við borgarlið.

 

116 Sannur faðir av himmiríki,

hann verði oss øllum kunnur!

Møtti honum tann grimmi risi,

men mikil var mannamunur.

 

117 Risin inn í hellið fór,

tað var honum at deyða,

hann saknaðist burtur gull og silvur

og mangar ringar reyðar.

 

118 “Eg havi hvørki røvað ei stolið ,

mítt mátti eg notið!”

Risin gjørdist grimmur og reiður,

hann mundi hellið brotið.

 

119 Risin rundan um hellið leyp,

búgvin til at springa,

hann treiv um so stóra stong,

hann kipti svørð av ringum.

 

120 Risin út av hellinum leyp,

gullið vildi hann verja,

hann helt á so stórari stong,

ræð á Ásmund at herja.

 

121 Risin reiggjar jarnstongina,

søgur ganga frá,

høggið skrapp av hørðum skildri,

ei beit stálið á.

 

122 Risin reiggjar jarnstongina,

ógvuligt var at líta,

høggið skrapp av hørðum skildri,

tað blánaði holdið hvíta.

 

123 Risin gav so vont eitt høgg,

frá man frættast víða,

tað var Ásmundur trøllabani,

hann mátti til jarðar níga.

 

124 Ásmundur stóð frá vølli upp,

tann hin menska mann,

meðan greiddi hann brandin til,

ilskan at honum rann.

 

125 Ásmundur steig frá vølli upp,

hann treiv um brandin bjarta,

førdi hann so fyri risans bróst,

at oddurin stóð í hjarta.

 

126 Ásmundur treiv um bitran brand,

hann gav honum fast til ferða,

hann førdi hann fyri risans bróst,

oddin út millum herða.

 

127 Risin skar so sára við,

svørð í hjarta stóð,

tað skulvu bæði dalir og fjøll,

tað fullu trø á skóg.

 

128 Risin skar so sára við,

áður hann lívið læt,

tað hoyrdi jallurin, faðir hans,

yvir breiðum borði sat.

 

129 Jallur so til orða tekur,

hann heldur á búnum ker:

“Óttist eg um mín sæla son,

ikki er frítt á ferð.”

 

130 Jallur so til orða tekur,

hann talar við sínar dreingir:

“Óttist eg um mín sæla son,

ikki er gott á geingi.”

 

131 Seinast skar hann sárast við,

áður hann lívið misti,

tað skulvu bæði dalir og fjøll

og fuglar niður av kvisti.

 

132 Ásmundur stendur á grønum vølli,

so gjølla hann tað sá,

har mundi droyri á vølli dynja

sum stríður streymur í á.

 

133 Ásmundur stendur á grønum vølli.

fullgjølla hann tað sá,

hvar ið hansara fríði foli

deyður á vølli lá.

 

134 Tá tóktist Ásmundur trøllabani

vera komin í vanda:

“Vant er nú til ráða at taka,

eg eri ikki førur at ganga.”

 

135 Hann kom ikki fyrr til hallar heim.

enn dagurin tók at líða,

Ólavur stendur fyri breiða borði,

hann skeinkir mjøðin fríða.

 

136 Ásmundur so til orða tekur,

móður av teim ekka:

“Hoyr tað, Ólavur, bróðir mín,

skonk mær vín at drekka!”

 

137 “Ver vælkomin, mín sæli son,

ver vælkomin her!

Til hevur verið í snákasveit,

tú blóð í hjálmi ber.”

 

138 Jallur so til orða tekur,

mælir fyri munnin sín:

“So manst tú á skógvar ríða,

eg spyrji deyða tín.”

 

139 Svaraði hans sæli faðir,

so tók hann nú á:

“So manst tú á skógvar ríða,

tær spyrji eg deyðan frá.”

 

140 “Eg havi verið á skógnum burt,

sett mítt lív í váða,

har havi eg tann risan vegið,

ið nógv átti gull at ráða.

 

141 Hoyr tú, Ólavur, bróðir mín,

eg vil tað fyri tær týða,

í morgin, tá ið sólin rennur,

vit skulum á skógvin ríða.”

 

142 Ásmundur gekk til song at sova,

tá vildi hann hava frið,

hann svav bæði dag og nátt,

áður hann vaknar við.

 

143 Árla var um morgunin,

dagurin var ljús,

tá vóru teir brøður tveir

til síni klæði fús.

 

144 “Hoyr tað, Ólavur, bróðir mín,

eg skal fyri ríða!

Mær eru kunnig lokabrøgd

og allir loynistígar.”

 

145 Tá ið teir koma í skógvar burt,

sum tað stríðið stóð,

úlvin funnu teir sundur rivnan,

roðaður í risans blóð.

 

146 Tá ið teir komu betur fram,

sum tað líkið var,

úlvin funnu teir sundur rivnan

og deyðar bjarnir tvær.

 

147 Tá ið teir komu at hellinum,

sum tað líkið lá,

Ólavur fell í óvit niður,

tá hann risan sá.

 

148 Hann tordi hann ikki deyðan síggja,

ið Ásmundur hevði vunnið,

Ólavur misti andaleyp

og lustar tennur í munni.

 

149 Tað var Ásmundur trøllabani,

treiv um ringin bjarta:

“Satt er tað, ið talað er,

bleytt er bróðurs hjarta.”

 

150 Tað var Ásmundur trøllabani,

hann helt á ringinum sæla,

síðan vakti hann bróður sín

upp úr døkkum dvala.

 

151 Ásmundur skuldi sítt svørð søkja.

ígjøgnum risan stóð,

tá var svørðið skeftiskotið,

rodnað rætt sum blóð.

 

152 Gingu teir í hellið inn

alt for uttan neyða,

tað mátti síggja innanveggja

skína sum gullið reyða.

 

153 Teir tóku alt, ið inni var,

vaks teim virðin full,

førdu heim á folum tveim

tríggjar tunnur gull.

 

154 Ólavur og Ásmundur,

jalsins synir tveir,

eingin er á Upplondum,

slíkt gull eigur sum teir.

 

CCF 39

TSB E 121

 

Handrit: Savn Hammershaimbs. AM, Access. 4c I.

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1941) Band  II, Teil 1, s. 88

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 11. bind, s. 9

 

Heimild: Úr Sandoy: Thomas Hansen, Tummas á Trøðini (1782 -1867), Skálavík 1847. 

E 121 Ásmundur trøllabani (Man kills giant after acquiring shirt of mail)

Ein jallur eigur tveir synir, Ólav og Ásmund. Ásmundur er góður stríðsmaður. Hann drepur eitt trøll og fær eyknevnið trøllabani.

Hann hittir ein veiðimann, sum mælir honum til at fáa sær eina brynjuskjúrtu, sum kann standa ímóti øllum vápnum. Mamma Ásmund veit um ein dvørg, sum kanska kann gera hana, og pápi hansara fer hagar. Dvørgurin ger brynjuskjúrtuna.

Veiðimaðurin kemur á gátt, og Ásmundur spyr hann, um hann veit, hvat trøll eigur mest gull. Veiðimaðurin sigur honum, hvagar hann skal fara, og Ásmundur fer av stað. Hann hittir trøllið, sum drepur hestin hjá honum, og teir berjast. At enda drepur Ásmundur trøllið, og síðani noyðist hann at ganga heim. Seinni fer hann aftur hagar við beiggja sínum eftir trøllagullinum.

á føroyskum: CCF 39 (bert á føroyskum)