Skip to main content

Sigmundar kvæði nýggja

 

CCF 216 A

Einki TSB-nr.

 

1 Í Føroyum búgva høvdingar tveir,

- frú, gloym ikki meg –

Tróndur og Sigmundur eita teir.

- Eg troði so lættlig,

har gár ein dans for Dúna,

frú, gloym ikki meg,

har dansa bæði jomfrúur og moyar,

eg troði so lættlig.

 

2 Sigmundur búði sær Skúvoy á,

Tróndur búði á Gøtuvág.

 

3 Tróndur situr í sínari lon:

“Heintið mær Sjúrða Tollaksson!

 

4 Tit heintið mær *Gutta og lága Tórð!”

Snarliga boð eftir øllum fór.

 

5 Tróndur er argur og hugsar ilt:

“Sigmundur hevur os veitslu spilt.”

 

6 Inn koma sveinar og stedast for borð:

“Hvat vilt tú, Tróndur, tú sendi os boð?”

 

7 “Eg læt senda boðini tey,

tit skulu hjálpa til Sigmunds deyð.

 

8 Tit hvessið spjót og brýnið knív,

tað skal gelda Sigmunds lív!

 

9 Hetta mítt ráð man vera gott,

tit skulu herja á hann á nátt.”

 

10 Samlaðust saman sveinar og menn,

fylgdust til strandar allir í senn.

 

11 Tróndur siglir um Skúvoyarfjørð,

skútan bognaði sum ein gjørð.

 

12 Myrk var náttin, skútan gekk,

blíðan byrin Tróndur fekk.

 

13 Myrk var náttin, skútan rann,

teir hildu so beint mót Skúvoy fram.

 

14 Eingin vardi, teir komu hartil,

alt ber til, sum Tróndur vil.

 

15 Buldraðu teir við váknum hart,

hurðar gingu í smildur snart.

 

16 Sigmundur vaknar úr svøvni brátt:

“Hvør brýtur inn hjá mær í nátt?”

 

17 “Tann, ið nú brýtur tínar dyr,

tað er tann maður, tú hánaði fyrr.”

 

18 Sigmundur brá sítt svørð ímót,

trý fullu høvur for Tróndar fót.

 

19 Tróndur rópar alt so fús:

“Tit setið eld á Sigmunds hús!”

 

20 Sigmundur talar til frænda sín:

“Nú má eg rýma av húsi mínum.”

 

21 Einar av Suðuroy og frændin Tórð,

eingin annar við Sigmundi fór.

 

22 Gingu teir fram við grøna lund,

dvøldust við gjótuna eina stund.

 

23 Sigmunds húsfrú stendur við vegg:

“Hoyr tú, Tróndur Gøtuskegg!

 

24 Stríðist tú mót konu og børn,

tá ert tú glúpskari enn ein bjørn.”

 

25 “Tit sløkkið út eld, og stingið inn knív,

eg stríðist bert mót Sigmunds lívi!”

 

26 Tróndur hann vendist húsum frá,

beint ímóti, sum Sigmundur lá.

 

27 Tróndur hevur tað manndómsorð:

“Eg kenni royk av Sigmunds spor.”

 

28 Tróndur biður teir hava mót:

“Eg kenni royk av Sigmunds fót.”

 

29 Tróndur talar orðum brátt:

“Sigmundur, krógvar tú teg í nátt?”

 

30 Sigmundur tvørtur um gjótu brá,

Steingríms høvur á vølli lá.

 

31 Sigmundur aftur um gjótu sprakk,

svørðið úr hans hondum glapp.

 

32 Sigmundur aftur um gjótu steig,

svørðið úr hans hondum gleið.

 

33 Sigmundur í havið kastar seg,

Einar og Tórður sama veg.

 

34 Tá ið Tróndur hetta sá,

aftur at báti skundaði tá.

 

35 Aftur at báti skundaði tá,

men ikki kundi hann Sigmundi ná.

 

36 Svimja teir tríggir við sterkari ferð,

sum stríður streymur á firði er.

 

37 Tórður aftur um seg sá:

“Nú tekur Einar at dragna frá.”

 

38 Sigmundur gjørdi sær tann ómak,

 hann legði Einar á sítt bak.

 

39 Tórður rætti Sigmundi hond:

“Nú hevur Einar givið upp ond.”

 

40 Sigmundur slepti Einari av:

“Suðuroyarfjørður varð tín grav.”

 

41 Sigmundur svimur og frændi hans:

“Enn er fjórðingur eftir til lands.”

 

42 Tórður leggur seg bylgju ímót:

“Eg eri givin í hond og fót.

 

43 Tú svim til lands, tonk ikki pá meg,

eg eri farin, redda teg!”

 

44 Svaraði Sigmundur, í sjónum sat:

 “Ikki, frændi, skiljast vit at.

 

45 Vit vóru saman í mangari ferð,

ikki skulu vit skiljast her.”

 

46 Sigmundur var í orðum trúgvur,

hann legði Tórða á sín rygg.

 

47 Sigmundur svimur av kraft og makt:

“Nú hava vit at landi lagt.”

 

48 Brimið breyt sum boðaslóð,

tað Tórða niður at botni dró.

 

49 Sigmundur var ein menskur mann,

ikki bóru beinini hann.

 

50 Tá ið hann hevði svomið tann veg so langan,

hann legði seg stillan niður í tang.

 

51 Torgrímur átti Sandvík fyrr,

hann sá ein morgun út fyri dyr.

 

52 Torgrímur hyggur mót tara út:

“Eg meini, eg síggi ein reyðan klút.”

 

53 Torgrímur talar til sveinar tveir:

“Vitið um har er nakað meir!”

 

54 Inn koma dreingir og siga frá,

at stórur maður í tara lá.

 

55 At stórur maður í tara lá,

ongum líkari enn Sigmundi at sjá.

 

56 Torgrímur tekur sær øksi í hond,

so ganga teir at sjóvarstrond.

 

57 Torgrímur niður í tara sær,

maktarleysur lá Sigmundur har.

 

58 Torgrímur talar til sveinar sínar:

“Sigmunds ringur skal vera mín.

 

59 Dreingir, tit haldið mær í hans hár,

meðan eg gevi honum banasár!

 

60 Dreingir, tit haldið hans hár í topp,

meðan eg skilji høvur frá kropp!”

 

61 Dreingirnir hildu í hans hár,

meðan hann gav honum banasár.

 

62 Dreingirnir hildu hans hár í topp,

meðan hann skildi høvur frá kropp.

 

63 Ringin bóru teir heim til hús,

kroppin gróvu teir í sand og grús.

 

64 Slíkan enda Sigmundur fekk,

- frú, gloym ikki meg -

hans líki ikki av Føroyum gekk.

- Eg troði so lættlig,

har gár ein dans for Dúna,

frú, gloym ikki meg,

har dansa bæði jomfrúur og moyar,

eg troði so lættlig.

 

CCF 216 A

Einki TSB-nr.

 

Handrit: a: Kvæðasavnið hjá Napoleoni Nolsøe (Føroya landsbókasavn, Tórshavn) II (1842), s. 91, nr. 61; b: Hanus Hanusson: Fugloyarbók (fyri 1854), nr. 45 (AM, Access. 4).

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu 1972), Band VI, s. 409.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2003) 29. bind, s. 38.

 

Heimild: Úr Tórshavn. Napoleon Nolsøe (1809-1877) Tórshavn, 1842.

Sigmundar kvæði nýggja