Skip to main content

Náttúra og tøkni

Tíðindi

Norðurlendskur veðurlagsdagur 2011

07.08.2011

Fríggjadagurin 11.11.11 er norðurlendskur veðurlagsdagur, og í hesum sambandi verður skipað fyri ymsum undirvísingartiltøkum. Evnið í ár er matur og veðurlag.

Hetta er triðja árið, at Ráðharraráð Norðurlanda skipar fyri veðurlagsdegnum. Endamálið við tiltakinum er at menna norðurlendskt skúlasamstarv og at geva lærarum og næmingum íblástur og áhuga í veðurlagi og veðurlagsspurningum. Norðurlendski veðurlagsdagurin er eisini knýttur at norðurlendsku málherferðini, sum hevur til endamáls at menna grannamálsfatan í norðurlondum, tískil er alt samskifti viðvíkjandi veðurlagsdegnum á norskum, svenskum og donskum.

Skipað verður fyri undirvísingartiltøkum og kappingum fyri alt skúlaverkið, og virðislønir verða latnar. Í ár verður m.a. møguleiki at senda uppskriftir inn til eina norðurlendska kókibók.

Faldari um norðurlendska veðurlagsdagin 2011

www.klimanorden.org

Lagt út: Sólvá Jónsdóttir, ráðgevi