Skip to main content

Náttúra og tøkni

Tíðindi

Setið X í álmanakkan

10.06.2009

Savnsfagnaður verður aftur í ár í heystfrítíðini. Í vikuni eftir, frá 19. til 23. oktober, verður serligt skúlatiltak fyri 4., 5. og 6. flokkarnar. Høvuðsevnið í ár er orka, men søvnini fara eisini at taka onnur evni upp. Søvnini leggja upp til fjølbroyttar upplivingar, har næmingar fáa spennandi avbjóðingar. Fýra søvn bjóða skúlaflokkum læruríkar upplivingar í flestu lærugreinum. Søvnini eru: Náttúrugripasavnið, Listasavnið, Sjósavnið og Fornminnissavnið.

Heystfagnaðurin hevur síðan 2002 verið eitt familjutiltak á Náttúrugripasavninum. Vitjanartalið hevur verið javnt vaksandi, og um 1500 børn, ung og vaksin hava brúkt heystfrítíðina til at læra meira um føroysku náttúruna við spennandi upplivingum. Í fjør var fyrstu ferð roynt at fáa hini søvnini við, og høvdu fleiri søvn í Havnini opið. Samstundis var eitt serligt tiltak fyri skúlaflokkar í vikuni eftir heystfrítíðina.

Í ár verður tiltakið víðkað. Ein arbeiðsbólkur við umboðum frá Jarðfeingi, Náttúrugripasavninum, Listasavninum, Sjósavninum, Landsmiðstøðini og Skúlabókagrunninum hava fyrireikað tiltakið. Nú verða søvnini opin fyri familjur í heystfrítíðini og fyri skúlaflokkar í vikuni eftir. Ætlanin er at varpa ljós á  evnið orka í framsýningunum og tí verður serliga hugsað um flokkarnar, sum hava náttúru og tøkni.

Skúlar fáa nærri kunning um tilmelding o.a. eftir summarsteðgin. Á SNAR er ætlanin at savna tilfar um Savnsfagnaðin, soleiðis at lærarar og flokkar kunnu kunna seg um framsýningar og evni bæði áðrenn og aftaná savnsvitjan. Plakat um tiltakið verður send skúlunum í hesum døgum, hon er viðfest tíðindaskrivinum sum pdf. Setið kross í álmanakkan og kunnið tykkum meira um Savnsfagnaðin 2009 á www.snar.fo/savnsfagnadur.

Lagt út: Wenche Andreassen