Fjølmiðlar
Tíðindi
Børn, ung og kunningartøkni

Hvussu ávirkast tann likamliga, sálarliga og sosiala menningin hjá børnum og ungum av kunningartøkni?
Hvørjir fyrimunir og vansar eru hjá børnum í kunningarsamfelagnum?
Hvørji eru tilmælini á økinum?
Endamálið við temadegnum er, at fakfólk fáa meira vitan og soleiðis gerast betur før fyri at stuðla barninum og tí unga í avbjóðingum og trupulleikum, sum standast av kunningartøkni.
Fyrilestrarhaldararnir starvast sum serfrøðingar í spurningum um film og telduspøl.
Anne Mette Thorhauge hevur eina phd innan telduspøl og samskifti og arbeiðir á deildini fyri miðlar og samskifti á universitetinum í Keypmannahavn.
Tine Jensen, er lektari á deildini fyri sálarfrøði og gransking innan útbúgving á universitetinum í Roskilde.
Temadagurin vendir sær til fakfólk innan barna- og ungdómsøkið, heilsufrøðingar, sjúkrarøktarfrøðingar, lærarar, námsfrøðingar, sosialráðgevarar, sálarfrøðingar og onnur áhugað. FBS skipar fyri temadegnum.
Temadagurin verður týsdagin 14. september 2010 klokkan 09.00 – 15.00 í hølunum hjá Starvsmannafelagnum J. H. Schrøtersgøtu 9, Tórshavn.
Kostnaðurin er 1.000 krónur. Íroknaður er døgurði og kaffi. Limir í FBS gjalda hálvan prís.
Tilmelding fer fram við at gjalda á konto hjá FBS í EIK: 9181 – 9882105.
Minnist til at viðmerkja navn.
Tilmeldingarfreistin er 1. september.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til FBS á tlf. 594791
FBS, Føroyskir Barnasjúkrarøktarfrøðingar er ein áhugabólkur undir Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Limirnir starvast sum heilsufrøðingar og sjúkrarøktarfrøðingar á barna- og ungdómsøkinum.
Lagt út: Rói Joensen