Útgávur
Eiturkoppur - Næmingabók
Næmingabókin er eins og undanfarnu bøkur í heimstaðarlærurøðini, Grindalokkur til 1. og Høgguslokkur til 2. flokk, uttan orð, men við nógvum myndum og tekningum. Lagt verður upp til, at næmingarnir ogna sær vitan út frá tí teir síggja á myndunum, vita frammanundan og fáa at vita…
Eiturkoppur - Arbeiðsbók
Arbeiðsbókin til Eitukoppin hevur fleiri uppgávur enn arbeiðsbøkurnar til Grindalokkin, 1. flokkur og Høgguslokkin, 2, flokkur. Men færri evnir. Uppgávurnar eru eisini torførari, og lagt verður upp til at arbeitt verður næmingalagað.
Arbeiðsbókin er eins og næmingabókin býtt…
Eiturkoppur - Lærarabók
Í lærarabókini til Eiturkoppin eru uppskot um, hvussu arbeiðast kann við hvørjari einstakari opnu. Í lærarabókini verður víst á, hvat til ber at práta um bæði í bólki og í flokkinum. Lærarabókin leggur upp til, at næmingarnir bæði práta tveir og tveir, í smáum bólkum ella allur…
(Bókadeild Føroya Lærarafelags) Forkunnug og sera snotulig fotobók. Heystsuita er ein bók við fotomyndum um slakt í Føroyum, frá rakstri til rullupylsu. Hetta er fyrst og fremst ein søga í myndum við smáum tekstabrotum og yrkingum, sum fyri ein stóran part er søgd úr barnsins…
Høgguslokkur - Arbeiðsbók
Arbeiðsbók til Høgguslokkin. Arbeiðsbókin er eins og næmingabókin býtt sundur eftir evnum. Til hvørja opnu í næmingabókini eru í arbeiðsbókini síður, sum næmingurin kann arbeiða við. Hvør opna í arbeiðsbókini byrjar við, at næmingurin skal skriva dagfesting og ár og lýsa veðrið.…
Høgguslokkur - Lærarabók
Lærarabókin vísir á, hvussu næmingarnir kunnu arbeiða við arbeiðsbókini, og víst verður eisini til ymsar aktivitetir. Í lærarabókini eru eisini ymisk fakta um tey ymsu evnini, sum verða viðgjørd í næmingabókini. Lærarin sær eisini í lærarabókini, hvussu leingi ætlanin er, at…
Høgguslokkur - Næmingabók
Næmingabókin er bók, sum við tekningum og fotomyndum og við ongum orðum viðger 30 ymisk evni á 30 opnum.
Viðgjørdu evnini eru: Heima hjá mær, Hvar eru vit?, Spæl, Í ferðsluni, Tíðin, Ættargransking, Maturin, Krambúðin, Kelidjór, Grindahvalur, Grindadráp, Á havsins…
Fløgan er ætlað foreldrum, børnum, lærarum og pedagogum, teimum sum tørvar eina fløgu við grundstøði í teknmáli, tá ið tey skulu samskifta við fólk, ið eru tunghoyrd ella deyv. Men fløguna kunnu eisini tey nýta, sum hvønn dag arbeiða saman við fólki, ið onkursvegna skulu…
Køkin
Henda bókin er um køkin. Hon er ætla at brúka í triðja flokki í heimstaðarlæru. Í bókini kanna vit køkin og tey amboð, har eru. Vit læra okkum at lesa eina uppskrift og at gera mat. Vit kanna eisini søguna um mat í gomlum døgum og hvørji evni fjala seg í matinum, vit eta.…
Bilin
Henda bókin er um bilin. Hon er ætla at brúka í øðrum flokki í heimstaðarlæru. Í bókini kanna vit bilar, sum koyra og brúka orku. Vit kanna rørslu, mótstøðu og onnur fyribrigdi, sum knýta seg at nýggjum og gomlum bilum. Martin Næs hevur týtt úr íslendskum og Spf Gramar hevur…
Kroppin
Kroppin Henda bókin er um kroppin. Hon er ætla at brúka í fyrsta flokki í heimstaðarlæru. Í bókini kanna vit beinagrindina og hvussu kroppurin hjá okkum starvast. Vit kanna eisini hvussu vit verða til og hvønn týdning matur og svøvnur hevur, so vit orka at ganga í skúla.…
Grindalokkur - Arbeiðsbók
Arbeiðsbókin er eins og næmingabókin býtt sundur eftir evnum. Hvør opna í arbeiðsbókini byrjar við, at næmingarnir lýsa veðrið júst hendan dagin. Teir skulu t.d. lita hitastigini í hitamátaranum og seta ring um, hvussu veðrið annars er (skýggjað, sól, regn…
Grindalokkur - Lærarabók
Í lærarabókini sær lærarin, hvussu leingi ætlanin er at arbeiða við hvørjum evni. Víst verður á, hvussu til ber at arbeiða við bordanum, og upplýsingar um ymiskt í bordanum síggjast í lærarabókini, t.d. nær fuglur fer, og nær hann kemur, nær vit flyta klokkuna frá summartíð…
Grindalokkur - Næmingabók
Næmingabókin er bók við myndum uttan tekst. Lagt verður upp til, at næmingarnir ogna sær vitan út frá tí teir síggja á myndunum, vita frammanundan og fáa at vita frá læraranum og øðrum næmingum.
Næmingabókin er skipað bæði eftir árinum og í evnum. Hon hevur 30 opnur,…
Á hesum spæli lærir barnið at skyna á klokku og lærir at knýta ymsu tíðirnar á degnum at sínum egnu ítrivum. Spælið er vælegnað at spæla heima, kann nýtast í frálæruni í yngstu flokkum fólkaskúlans, í barnagørðum, dagrøkt og frítíðarskúla. Spælið er stimbrandi og…
Á veg í barnagarð
Bókin er um tey bæði Onnu Lisu og Ára, og vinmann teirra, Klæna, sum er ein rúmdarmaður. Tey trý fara at læra barnið ferðslureglurnar saman. Ætlanin við bókini er, at barnið skal læra at ansa sær í ferðsluni og at birta í kjak millum foreldur og barn um evnið. Á bókini verður…
Áin
Bókin er ætlað greinini heimstaðarlæru á byrjanarstigi, tó kunnu tey torførastu evnini sum t.d. fjallgonga, ull, ferðslureglur verða tikin um aftur í flokkunum í miðdeildini. Lærarin eigur tá at taka meira við um hesi evni og laga undirvísingina eftir tí aldursstigi, sum…
Øvut
Vátt ella turt, opið ella aftur, heitt ella kalt. Hvørt fyribrigdi hevur sín mótsetning. Barnið lærir at skilja fyribrigdið mótsetningar við at brúka lutir úr gerandisdegnum á slíkan hátt, at einans teir røttu mótsetningarnir hóska saman.
Spælið stimbrar eisini málið…
Bein og vøddar
Bein og vøddar lýsir bein og vøddar í kroppi okkara.
Talvurnar eru 52 x 76 cm, plastaðar og tí haldgóðar. Hettar eru myndatalvur, ið væl kunnu prýða skúlastovur, stovnar og heim.
Á bókini verður sagt frá 13 av teimum vanligastu blómusløgunum í Føroyum. Blómurnar eru: brobber, undirløgugras, líragras, svínasólja, smæra, blákolla, silkiband, berjalyngur, hjálpirót, børkubóndi, sjógras, mýrisólja og summardái. Bókin er ætlað at brúka í…
Hent handbók, tá farið verður út at kanna fjøruna. Bókin er ætlað fólkaskúlanum, men kann nýtast av øllum, ið hava áhuga fyri lívinum í fjøruni.
Síðurnar eru plastviðgjørdar, so tær tola meir enn vanligt pappír, og støddin ger, at hon er løtt at hava hjá sær. Góðar…
Bókin er um eina blinda gentu. Men hetta er eisini ein bók um, hvussu tað er at vera brekaður í einum umhvørvi, sum er fyri vanlig fólk. Á bókini eru nógvar fotomyndir og tekningar, ið saman við tekstinum lýsa støðuna hjá sjónbrekaðum. Bókin hóskar væl til evnislesnað.
Føroya Skúlabókagrunnur hevur við hesum verki givið út fyrstu fullfíggjaðu føroysku floruna í litum. Føroysk flora er skrivað teimum mongu, sum hava áhuga fyri plantum, men er tó í fyrsta lagi ætlað sum undirvísingarmiðil í skúlunum. Á floruni eru plantuættirnar, plantuskipanin,…
Fuglar í Føroyum - Myndatalva
Stødd 70 x 90 cm. Á talvuni eru 42 myndir av vanligastu fuglum í Føroyum. Myndirnar eru talmerktar, og navnið á fuglinum stendur undir sama tali í heftinum. Nøvnini standa á føroyskum, donskum, enskum og latíni. Summir fuglar eru bert nevndir, um aðrar er stutt frágreiðing.
Á talvuni eru 42 myndir av vanligastu fuglum í Føroyum. Myndirnar eru talmerktar, og navnið á fuglinum stendur undir sama tali í heftinum. Nøvnini standa á føroyskum, donskum, enskum og latíni. Summir fuglar eru bert nevndir, um aðrar er stutt frágreiðing.
Ein biltúrur
Bókin er um tey bæði, Onnu Lisu og Ára, og vinmann teirra, Klæna, sum er rúmdarmaður. Tey trý fara at læra barnið ferðslureglurnar saman. Ætlanin við bókini er, at barnið skal læra at ansa sær í ferðsluni og at birta í kjak millum foreldur og barn um evnið. Í bókini verður…
Bókin er um fuglin í Føroyum, Áslandi, Hetlandi, Orknoyggjum og Ytru Suðuroyggjunum (Hebridunum). Hon er handbók, sum er ætlað at hava hjá sær at greina fugl eftir. Nøvnini á teimum fuglunum, sum eru sæddir í Norðuratlantshavi, 466 í tali, eru dagførd at 1. juni 1990. Einar 500…
Myndabók í litum, ið á løttum máli greiðir børnunum frá, hvussu tað gongst, tá ið geitin lembir. Fyrst í bókini verður stutt sagt frá geitarhaldi í Føroyum fyrr í tíðini. Bókin hóskar væl til evnislesnað.
Grót og steinar í Føroyum
Myndatalvan Grót og steinar í Føroyum er gjørd í samstarvi við Jarðfeingi. Við lýsandi myndum vísir hon tey vanligastu grót- og steinsløgini í Føroyum. Høvuðsbólkarnir eru: Basalt, kvartssteinar, soðsteinar, kol og legugrýti.
Myndatalvan er 52 x 76 cm til støddar.
Grót og steinsløg
Myndatalva, ið vísir myndir av kendum steinsløgum. Talvan er 52x76 cm til støddar, plastaðar og tí haldgóðar.
Grønland, Føroyar og Ísland
Á heftinum um hesi trý londini í Útnorðri eru viðkomandi upplýsingar og nógvar tekningar og myndir av stórslignu náttúruni, vinnulívinum, mentanarlívinum og gerandisdegnum í hesum oyggjum í Atlantshavi. 5 sjónbond um londini eru til láns í Námi.
Bóka- og…
Havið. Hvat gat eg sagt...
Føroya Skúlabókagrunnur hevur í samprenti við enska forlagið Dorling Kindersley givið 3 bøkur út við felags heitinum : Hvat gat eg sagt... Hetta eru bøkur, sum við føgrum myndum og greiðum tekstum lýsa nakrar av mongu loynidómunum í náttúruni. Køn fakfólk hava ráðgivið enska…
Heimsatlasið byrjar í Føroyum, fyrst við yvirlitskorti og síðan oyggj fyri oyggj, so út á grunnar og havleiðir okkara, og síðan til okkara næstu grannar.
Um Evropa verður farið til hinar heimspartarnar og heilt út í sólskipan okkara. Aftast eru navnaskráir,…
Heimurin
Veggjastødd 160 x 120 cm. Lutfall 1 : 25 mió.
Kortið er umhvørviskort við nýggjastu landamørkum og dagføringum annars. Harumframt er havbotnsrelieff við. 195 av heimsins fløggum eru prentað niðast á kortinum.
Kortið verður selt ómonterað frá Bókamiðsøluni, tel. 31 37 56.…
Heimurin
Heimurin er heimskort við nøvnum á londum, høvuðsstøðum og øðrum stórbýum. Heimsins høv eru nevnd, og harafturat kunnu vit fylgja tíðarlinjuni um allan heimin.
Talvurnar eru 52 x 76 cm, plastaðar og tí haldgóðar. Hettar eru myndatalvur, ið væl kunnu prýða skúlastovur, stovnar…
Keldan
Bókin er ætlað heimstaðarlæru á byrjanarstigi. Nógv av tilfarinum kann viðgerast sum prát millum lærara og næmingar. Hugsanin er, at hvør blaðsíða skal birta upp undir samtalu. Aftaná kann so hvør næmingur tekna, skriva ella klippa út.
Jørðin
Jørðin, ið Jens Petur Gaard týddi, sigur við hugtakandi myndum og greiðum teksti frá stórfingna heimstaði okkara – Jørðini. Her kann lesarin uppliva vanlukkur og vakurleika, alt frá oyðandi gosfjøllum til leikandi fossar.
Í samprenti við enska forlagið Dorling…
Myndaspæl
Eitt spæl við djórum og øðrum úr kenda umhvørvi barnsins. Í hesum spæli er dentur lagdur á at læra nøvn á djórum og øðrum í náttúruni. Umframt at læra at kenna djór og annað, so lærir barnið eisini orðamyndina. Spælið hóskar væl sum stuðul undir lesivenjing…
Norðurlond
Veggjastødd 160 x 120 cm. Lutfall 1 : 2 mió.
Kortið er umhvørviskort. Harumframt er havbotnsrelieff við. Føroyska sjómarkið við føroysku fiskigrunnunum er við, umframt grunnar aðrastaðni.Tey 8 norðurlendsku fløggini eru prentað niðast á kortinum.
Kortið verður selt…
Oyrað
Myndatalva av Oyranum við stuttari kunnandi frágreiðing og føroyskum heitum.
Sjey myndatalvur í røðini eru komnar út. Tær eru 52 x 76 cm, plastaðar og tí haldgóðar. Hettar eru myndatalvur, ið væl kunnu prýða skúlastovur, stovnar og heim.
Sólskipanin
Sólskipanin greiðir frá gongustjørnunum í okkara sólskipan og ferð teirra kring sólina.
Talvurnar eru 52 x 76 cm, plastaðar og tí haldgóðar. Hettar eru myndatalvur, ið væl kunnu prýða skúlastovur, stovnar og heim.
Súgdýr
Súgdýr, ið Harry Davidsen hevur týtt, hevur m.a. frásagnir um apur, hvalir, kópar, bjarnir og kamelar. Dentur verður lagdur á at lýsa teir ótrúligu eginleikarnar, sum mong súgdýr hava.
Í samprenti við enska forlagið Dorling Kindersley eru 4 aðrar bøkur komnar út við…
Sodningarleiðin
Myndatalvan lýsir sodningarleiðina við stuttari kunnandi frágreiðing og við føroyskum heitum.
Sjey talvur eru komnar út í røðini. Tær eru 52 x 76 cm til støddar. Tær eru plastaðar og tí haldgóðar. Hettar eru myndatalvur, ið væl kunnu prýða skúlastovur, stovnar og…
Myndabók í litum, ið á løttum máli greiðir børnunum frá egginum, og hvat ið hendir innan í tí, frá tí at tað er vorpið, og til ungi kemur úr. Bókin hóskar væl til evnislesnað.
Vatnið
Bókin er tann triðja í røðini, og er, eins og Keldan og Áin, ætlað greinini heimstaðarlæru á byrjanarstigi. Tilfarið í bókini er ætlað at birta upp undir samtalu millum lærara og næming. Uppgávurnar eru soleiðis, at flestallir næmingar skuldu kunnað loyst tær, men ein treyt…
Tekn til børn er ætlað børnum, foreldrum og pedagogum og øllum teimum, sum tørvar eina bók við grundstøði í teknmáli, tá ið tey skulu hava samskifti við fólk, ið eru tunghoyrd ella eru deyv. Men bókina kunnu eisini tey nýta, sum hvønn dag arbeiða saman við fólki, ið…