Miðafrikalýðveldið
Lyklatøl
Høvuðsstaður:
Bangui
Vídd: 622.290 km2
Fólkatal: 4.511.488
Alment mál: franskt
Átrúnaður:
afrikanskir átrúnaðir 24% islam 15% kristindómur 50% aðrir 11%
Stýrislag: fólkaræði, fleirflokkaskipan
Gjaldoyra: CFA frankur (XOF)
Miðafrikalýðveldið
Mitt inni í Afrika er Miðafrikalýðveldið. Norðari partur er turrur og berligur, syðri partur er vátur og avtakin við regnskógi. Turkur og politiskur ófriður hava elvt til svára neyð. Í 1965 kom ræðslustýrið hjá Bokassa keisara til valdið, og tá ið hann mátti rýma av landinum, tók hernaðarstyri við. Fyrstu ferð, fólkið slapp at velja stýri sítt, var í 1993; men búskapurin í landinum liggur framvegis í skeljum, og landið er eitt tað fátækasta í heiminum.
Stórur partur av inntøkunum í landinum er av diamantvinnuni. Her eru eisini góðir møguleikar at menna aðra vinnu, tí bæði gull, jarn, kopar og uran eru í jørðini. Stór vantflóð í regntíðini er kortini stórur bági fyri allari námsvinnu.
Miðafrikalýðveldið kemur ikki út til havið - har er eingin strond, eingin jarnbreyt og asfalteraðu vegirnir fáir. Tí er mesti flutningurin og mesta sambandi ímillum fólk eftir áunum. Næstan tríggir fjórðingar av allari vøru verða fluttir eftir áum og veitum, sum tilsamans eru 7.000 km langar. Mesta útflutningsvøran verður flutt til Brazzaville í Kongo og haðan koyrd við toki út til havnabýir á strondini við Atlantshav.
Langt inni í skóginum í Miðafrikalýðveldinum kanst tú koma fram á lágar smáttur av bananbløðum. Her halda fólk til, ið verða nevnd pygmear, tí at tey eru so lágvaskin - sjáldan hægri enn 150 sentimetrar. Pygmear liva sum veiðifólk og savnarar og lívbjarga sær av teirri føði, teir veiða og savna í regnskóginum. Teir eru gott dømi um fólk, ið liva í samljóði við náttúruna og skaða ikki lendið sítt.
Miðafrika
Í Miðafrika báðumegin Miðkring eru tað stóru, grøðiligu regnskógirnir og ovurstóra Kongoá, sum eyðkenna landslagið. Tað var her, ræðuligi trælahandilin, ið evropearar settu í verk, byrjaði í 14. øld; síðst í 19. øld vórðu øll londini í Miðafrika evropeisk hjálond. Londini tóku loysing í 1960-árunum, men striltið hevur gingið at sett fólkaræðiliga stýrisskipan í gildi. Ójavnt er, hvussu londini eru fyri; í Kamerun hava politisku viðurskiftini verið trygg, men í Miðafrikalýðveldinum hava harðrend hernaðarstýri rátt, og landið er sera fátækt.
Fjølbroytta landslagið er alt eftir, hvussu veðurlagið er. Við Miðkring vaksa stórir og tættir regnskógir, tí at har er veðurlagið heitt og slavið, og nógv regn er alt árið. Longri burturi frá Miðkringi eru regntíð og turrtíð, og her eru savanna og spjaddur runnavøkstur. Norðast í Miðafrika, í Kjad, er glóðheit sandoyðimørk.