Skip to main content

 

 

Heimsins lond   →   Asia


Tadsjikistan


Lyklatøl

Høvuðsstaður:
Dusjanbe

Vídd: 143.100 km2

Fólkatalwriting essay for college executive resume writing services: 7.349.145

Almentmál: usbekiskt

Átrúnaður: islam 90% (85% sunni 5% shia) aðrir 10%

Stýrirlag: fólkaræði

Gjaldoyra: somoni (TSJ)

Tadsjikistan

Fjallalandi Tadsjikistan, har bara 6% av jørðini kunnu verða velt, var fátækasta lýðveldið í gamla Sovjetsamveldinum. Flestu fólk eru bøndur og liva av at dyrka frukt, bummull og tubbak og av at halda húsdýr, ella tey arbeiða á smáum virkjum, sum gera klæði og teppi. Eftir at Tadsjikistan fekk sjálvstyri í 1991, var borgarakríggj ímillum stjórnina og uppreistrarbólkar fram til 1997. Stabilari politisk viðurskifti eftir borgarakríggið og hjálp uttanífrá hava havt búskaparligan vøkstur við sær.

Um 100.000 fólk búgva í dølunum í Pamir. Tey liva av landbúnaði, dyrka korn og frukt í djúpu dølunum ella halda seyð og jakkneyt á karga háslættanum eystari. Dalarnir eru ógvuliga ringir at koma til, og tí er lítið samband ímillum fólkið í dølunum. Tað hevur við sær, at har eru ógvuliga mong fólkasløg, mál og bygdamál.

Um várið, tá ið kavin tinar í Tien Shan og í Pamirfjøllum, taka áirnar, ið renna oman ígjøgnum Ferganadal og aðrar áardalar í Tadsjikistan, nógva runu og nógv sølt við sær. Áirnar verða veittar á markir og fruktlundir, og væl fruktar.

Miðasia

Miðasia er langt burtur frá heimshøvunum. Vindurin er turrur, og har er lítið avfall, so nógvastaðni er lendið kargt og berligt. Av tí at ógvuliga turt er bæði vetur og summar, eru skerpingur og turkur stórir trupulleikar hjá bóndunum. Fyri norðan eru víðar grasfløtur, nevndar steppur. Miðskeiðis eru tvær stórar oyðimerkur, Kyzilkum (Reyðisandur) og Karakum (Svartisandur). Fyri sunnan eru langir, høgir kavataktir fjallaryggir, sum ganga suður at Himaleia. Alt Miðásia, tá ið Afganistan er frá, var partur í gamla Sovjetsamveldinum. Ídnaðarmenning og felagslandbúnaður hava elvt til stórar broytingar í hesum londum. Í gomlum døgum vóru bara flakkfólk her

Í 1991 fell kommunistastýrið í Sovjetsamveldinum, og londini í Miðasia fingu sjálvræði. Tá ið londini vóru uppi í Sovjetsamveldinum, ið varð miðstýrt úr Moskva í Russlandi, búsettu mangir russar seg her, og russiskt trokaði burtur málini í hesum londum. Nú stríðist fólkið at vinna rættindini aftur og at menna mentan og samleika.

Nógv olja og nógv gass eru í norðaru londunum í Miðásia. Kasakstan er farið at pumpa olju upp úr einum av heimsins størstu oljukeldum í Kaspiskahavi. Turkmenistan er farið at vinna út gass úr ovurstórum gassøki uppi á landi. Peningatrot og ov lítil yrkislærd arbeiðsmegi hava við sær, at seint gongur at menna oljuvinnuna.

Aralvatn, sum einaferð varð fjórðstørsta vatn í heiminum, er í ferð við at torna upp. Náttúruvanlukkan stendst av, at áirnar Amu-Darja og Syr-Darja, sum renna í Aralvatn, verða veittar á dyrkilendi. Stórt øki liggur nú turt og er púra ónýtiligt, tí tað er hult í sanddusti og salti, sum rýkur í vindi og ger stóran skaða.

Kaspiskahav er størsta vatn í heiminum, tað er 371.000 km2 í vídd, og fimm lond eru uttan um tað. Vatnið er í støðugari minking, og fjarar samstundis. Har er nógvur fiskur, m.a. styrja, ið er dýrur fiskur, tí í kvennfiskinum eru nógv rogn - russiskur kaviarur. Fiskastovnarnir eru hóttir av ovveiðu og nógvu dálkingini, m.a. av oljuvinnuni í Baku.

Mong fólkasløg búgva í Miðásia. Upprunaligu fólkasløgini eru kashakar, turkmenar og usbekar, sum eru turkisk fólkasløg, og tadsjikar og afganar, ið eru eysturiransk fólkasløg. Øll hava tey sínar sermerktu húgvur, ofta vovnar úr silki og prýddar við mátaðum mynstrum.

Mong fólk í Miðásia eru flakkfólk og fara víða um við fenaði sínum eftir beitilendi. Flakkfólkini búgva í tjøldum og eiga fáar ognarlutir, tí at tey javnan skulu flyta. Tey lívbjarga sær við at halda dýr sum kamelar, seyð og geitir, og soleiðis fáa tey mjólk, kjøt og ull. Sumt verður selt, men meginpartin hava tey eftir sjálv. Flakkfólkini eru alsamt á ferð og steðga bara á í býum, tá ið tey skulu keypa og selja.

Islam er størsti átrúnaður í Miðasia. Hann kom higar fyrst í 8. øld. Tá ið Miðasia stóð undir Sovjetsamveldinum, var átrúnaðurin hildin niðri, og muslimskir brúdleypssiðir vórðu bannlýstir. Fólkið helt tó alla tíðina fast um átrúnað sín og dýrkaði hann í loyndum; og tá ið kommunisman fall, blómaði átrúnaðurin upp aftur.