Skip to main content

 

 

Heimsins lond   →   Evropa


Bosnia/Hersegovina


Lyklatøl

Høvuðsstaður:
Sarajevo

Vídd: 51.130 km2

Fólkatal: 3.935.000

Almentmál: serbokroatiskt

Átrúnaður: 
kristindómur 50%, islam 40% og aðrir 10%

Stýrirlag: tjóðveldi

Gjaldoyra: bosn. dinarur (BAM)

Bosnia/Hersegovina

Samanløgdu ríkini Bosnia og Hersegovina vóru tey síðstu londini í gamla samveldisríkinum Jugoslavia, sum í 1992 lýstu seg sum sjálvstøðug ríki. Í øldir hava ymisk fólkasløg búð her, t.d. muslimskir bosniar, katólskir kroatar, ortodoksir serbar og jødar. Tá ið londini tóku sjálvstýri, elvdi stríð ímillum fólkasløgini til blóðugt borgarakríggj. Friðarsamráðingar í Dayton í USA fingu partarnar at leggja vápnini síðstí 1995.

Fyri borgarakríggið var høvuðsstaðurin, Sarajevo, nýmótans stórbýur, men tá ið kríggið brast á, víggirdu serbar seg í fjøllunum uttan um býin og bumbaðu hann í trý ár, og mong fólk doyðu. Tey, sum vórðu eftir í býnum, toldu nógv hesi árini, og trot var á øllum neyðsynjarvørum.

Tá ið serbar tóku seg inn í Bosnia, gjørdu teir tað, ið verður kallað fólkareinsan. Endamálið varð at rudda økið fyri muslimar og kroatar, hóast teir og serbar høvdu búð síð um síð so leingi, nakar visti. Tíggjutúsundtals fólk, ið ikki vóru serbar, vórðu myrd. Upp aftur fleiri flýddu av landinum. Mangir bosniskir muslimar búgva nú sum flóttafólk í m.ø. Týsklandi og Svøríki.

Vesturbalkan

Stórur partur av Vesturbalkan er fjallalendi. Orðið "balkan" merkir "fjøll". Fyrstir at nýta hetta orð um hesi lond vóru turkar, sum ráddu á øllum Balkannesi úr 15. øld til fyrst í 20. øld. Frá 1918 til 1991 vórðu øll londini á Vesturbalkan uppi í samveldisríkinum Jugoslavia, tó ikki Albania, sum varð verandi frælst, óheft ríki. Meðan sterki kommunistaovastin Tito ráddi, eydnaðist myndugleikunum at hava tamarhald á spenninginum ímillum øll fólkasløgini; men tá ið hann doyði, og kommunisman í Eysturevropa og Sovjetsamveldinum fall, kyknaði avgamla stríðið ímillum fólkasløgini upp aftur. Tað elvdi til, at Jugoslavia varð syndrað, og herviligt borgarakríggj brast á. Kríggið vardi í 4 ár frá 1991-95.

Alt síðan fornøld hava mong ymisk heimsríki havt hesi lond undir sær, og hvørt teirra hevur havt sína ávirkan á málið, klædnabúnan og átrúnaðin hjá fólki. Her í bosniska býnum Mostar daga kirkjuspírini á ortodoksu kirkjuni, á rómversk-katólsku kirkjuni og islamsk moskutorn upp ímóti luftini. Islam kom henda vegin við turkum, tá ið teir tóku hesi lond í 15. øld. Nú á døgum koma aðrar mentanir aftur at teimum, ið hava verið frammi, so hvørt ymsu tjóðirnar royna at endurskapa samleika sín.

Í mongu dølunum veksur nógvur leyvskógur og nálaskógur. Men bratta og grunna fjallalendið er frálíkt til landbúnað. Mesti landbúnaðurin er fram við áirnar, serliga við Donau. Har verður nógv grønmeti dyrkað, t.d. hvítkál, paprika og bønir; á víðu, grasgóðu fløtunum er nógv neytahald.