Hvítarussland
Lyklatøl
Høvuðsstaðurautodesk inventor lt free corelcad 2013 acad autodesk autocad ita cheapest autodesk mentalray standalone 3.6.1a: Minsk
Vídd: 207.600 km2
Fólkatal: 9.689.000
Almentmál: hvítarussiskt
Átrúnaður: kristindómur 68%, aðrir 32%
Stýrirlag: fólkaræði, fleirflokkaskipan
Gjaldoyra: hvítarussiskur rubil (BYR)
Hvítarussland
Hvítarussland er fátækt landbúnaðarland, tað er strálbygt, og náttúrutilfeingið er lítið. Kortini eru korini nógv batnað síðan 1960-árini, tá ið farið varð at menna ídnaðin og byggja betri hús. Spreingingin á kjarnorkuverkinum í ukrainska býnum Tjernobyl í 1986 elvdi stóran skaða í Hvítarusslandi, mong fólk máttu verða flutt heiman, og mong gjørdust og gerast alsamt sjúk av geislavirknu dálkingini, ið stóðst av vanlukkuni. Tveyhundrað ár við russiskum yvirræði endaðu í 1991 við falli Sovjetsamveldisins, og Hvítarussland gjørdist sjálvstøðugt land.
Minsk er miðskeiðis í landinum. Hóast býurin var skotin í sor í seinna heimsbardaga, hevur hann í friðartíð verið stjórnarbýur og miðdepil í útbúgving, mentan og samskifti. Seinastu árini hevur menningin í ídnaðinum havt við sær, at býurin er nógv vaksin. Minsk er høvuðssæti hjá SNG, ið er ríkjasamband við 12 sovjetlýðveldum, ið vóru.
Tungídnaður, sum oljureinsing og maskinur, hava stóran týdning fyri Hvítarussland. Tá ið sovjetstýrið ráddi, vórðu bygdar stórar verksmiðjur, sum virkaðu ráevni úr Russlandi og Ukraina. Virðismikil ráevni, t.d. olja, steinsalt og ymisk sandsløg, eru funnin í landinum. Sandurin verður nýttur til glasgerð.
Tá ið sovjetstýrið ráddi, lærdu næstan allir hvítarussar at lesa og skriva, og næmingarnir høvdu undirvísingarskyldu í 10 ár. Góða skúlagrundarlagið hevur ríkað mentanina, og bókmentir og tónleikur eru høgt í metum ímillum manna.
Stór øki í í syðra parti í Hvítarusslandi eru mýrilendi, og Pripetmýrarnar báðumegin Pripetánna eru størstu mýrar í Evropa. Her veksur nógvur skógur, t.d. fura, eik, elri og askur, og skógarvinna er týðandi ídnaður á hesum leiðum. Nógv dýr, t.d. elgur, geypa, villsvín og rýpa, halda til í mýrunum og í skógunum.
Nógvur soppur veksur í tættu og slavnu skógunum; og so væl dámar fólki at henta soppar, at tað verður nevnt tjóðarítrótt Hvítarusslands. Soppar og epli eru høvuðsføðsla. Kókað epli, gjørd til á ymsan hátt, verða etin til morgunmat, døgurða og nátturða. Soppar í súrróma verða etnir aftur við steiktum kjøti av t.d. kanin og svíni. Hvítarussar bæði salta, turka og súlta soppar, men teir verða eisini etnir feskir.