Makedónia
Lyklatøl
Høvuðsstaður:
Skopje
Vídd: 25.715 km2
Fólkatal: 2.038.514
Almentmál: makedónskt
Átrúnaður:
kristindómur 67%, islam 30% og aðrir 3%
Stýrirlag: fólkaræði, fleirflokkaskipan
Gjaldoyra: dinarur (MKD)
Makedónia
Makedónia lýsti seg frælst ríki í 1991, hóast Serbia noktaði at viðurkenna granna sín sum sjálvstøðugt land. Sama gjørdi Grikkaland, ið sigur seg hava hevdsrætt at nýta navnið Makedónia um Norðurgrikkaland - hetta hevði við sær, at tá landið fekk ST limaskap var tað undir enska heitinum The former Yugoslav Republic of Macedonia. Avleiðingarnar av ósemjuni eru, at bæði Serbia og Grikkaland hava stongt markið til Makedónia. Hóast hetta er komið landinum illa við, hevur tað góðar møguleikar at standa seg. Lýggja miðjarðarhavsveðurlagið ger, at fruktgrøðin er tíðliga staðin, og bummull, tubbak og rís vaksa eisini væl. Mongu vatnorkuverkini veita klædna-, evnfrøði- og stálídnaðinum ravmagnsorku.
Høvuðsstaðurin Skopje er bygdur beint har, ið fleiri jarðfrøðiligar umskaringar ganga saman, og tí er vandin fyri jarðskjálvta stórur. Fýra ferðir er býurin illa farin av jarðskjálvta. Seinast var í 1963, tá varð býurin mest sum oyðilagdur i í einum skjálvta, ið varð máldur til 6,8 á Richter-talvuni. Gamli turkiski býarparturin - elstu húsini eru frá 1392 - fekk tíbetur ongan skaða.
Í hálendinum í útsynningspartinum í Makedónia eru av vakrastu vøtnum í Evropa. Fyri kríggið, tá ið ferðavinnan blómaði í gamla Jugoslavia, komu mong ferðafólk til Ohridvatn og Prespavatn, ið er heldur minni, at njóta yndisligu náttúruna og síggja gomlu smábýirnar fram við vøtnunum. Nógvur fiskur er í báðum vøtnunum, vanligastu sløgini eru karpa, eyðrriði og álur. Á Prespavatni er stórt fuglameingi, m.a. pelikanur og skarvur.
Vesturbalkan
Stórur partur av Vesturbalkan er fjallalendi. Orðið „balkan" merkir „fjøll". Fyrstir at nýta hetta orð um hesi lond vóru turkar, sum ráddu á øllum Balkannesi úr 15. øld til fyrst í 20. øld. Frá 1918 til 1991 vórðu øll londini á Vesturbalkan uppi í samveldisríkinum Jugoslavia, tó ikki Albania, sum varð verandi frælst, óheft ríki. Meðan sterki kommunistaovastin Tito ráddi, eydnaðist myndugleikunum at hava tamarhald á spenninginum ímillum øll fólkasløgini; men tá ið hann doyði, og kommunisman í Eysturevropa og Sovjetsamveldinum fall, kyknaði avgamla stríðið ímillum fólkasløgini upp aftur. Tað elvdi til, at Jugoslavia varð syndrað, og herviligt borgarakríggj brast á. Kríggið vardi í 4 ár frá 1991-95.
Alt síðan fornøld hava mong ymisk heimsríki havt hesi lond undir sær, og hvørt teirra hevur havt sína ávirkan á málið, klædnabúnan og átrúnaðin hjá fólki. Her í bosniska býnum Mostar daga kirkjuspírini á ortodoksu kirkjuni, á rómversk-katólsku kirkjuni og islamsk moskutorn upp ímóti luftini. Islam kom henda vegin við turkum, tá ið teir tóku hesi lond í 15. øld. Nú á døgum koma aðrar mentanir aftur at teimum, ið hava verið frammi, so hvørt ymsu tjóðirnar royna at endurskapa samleika sín.
Í mongu dølunum veksur nógvur leyvskógur og nálaskógur. Men bratta og grunna fjallalendið er frálíkt til landbúnað. Mesti landbúnaðurin er fram við áirnar, serliga við Donau. Har verður nógv grønmeti dyrkað, t.d. hvítkál, paprika og bønir; á víðu, grasgóðu fløtunum er nógv neytahald.