Noreg
Lyklatøl
Høvuðsstaður: Oslo
Vídd: 323.900 km2
Fólkatal: 4.707.270 (2012)
Almentmál: norskt
Átrúnaður: kristindómur 92%, aðrir 8%
Stýrðislag: fólkaræði, fleirflokkaskipan
Gjaldoyra: norsk króna
Noreg
Noreg hevur strond ímóti Atlantshavi. Tað er langt land, sum smalkar longri norður, ið kemur. Har smalast er, eru bara 15 km frá sjónum og eystur at svenska markinum. Hóast Noreg fer væl norður um 70°, frysta firðir og havnir ikki, tí at flógvi Golfstreymurin gongur norður og eystur við allari strondini. Størsti parturin av landinum er fjallalendi, og fram við allari strondini er skergarður við túsundtals oyggjum. Mong fólk arbeiða í ídnaðinum; týðandi vinnuvegir eru oljuvinna, skipasmíð og námsvinnan. 6% av arbeiðsfólkinum arbeiðir í fiskivinnu, skógarvinnu og landbúnaði.
Bara 3% av Noregi er egnað til dyrkilendi; annars eru mest fjøll, berligar víddir og djúp vøtn. Mesta og besta landbúnðarjørðin er fram við og innast á botni í firðunum. Mongu, longu og djúpu firðirnir vórðu til, tá ið skriðjøklar skriðu av fjøllunum út ímóti strondini og grovu seg niður i dalarnar. Firðirnir eru frá náttúrunnar hond góðar havnir, og har búgva nógvir útróðrarmenn og bøndur. Mong ferðafólk sigla við ferðamannaskipi a føgru norsku firðunum.
Handilsflotin í Noregi er ein av heimsins størstu. Mong túsund fólk arbeiða á skipasmiðjum og sigla við farmaskipum og ferjum, sum javnt og samt sigla ímillum býirnar og oyggjarnar á vesturstrondini. Størsti havnabýur er høvuðsstaðurin, Oslo. Sløk hálv millión fólk býr í hesum ferðarmikla býi, sum er mentunarligur, útbúgvingarliður og ídnaðarligur miðdepil í landinum.
Ta ið komið varð fram at olju og gassi í Norðsjónum í 1969, hevði tað stórar búskaparligar broytingar við sær í Noregi, og landið er nú størsta oljuland í Evropa. Mong túsund fólk starvast í oljuvinnuni, annaðhvørt á boripøllum, á reinsiverkum ella í smiðjum, ið gera t.d. skip og pallar til oljuvinnuna. Noreg selur hinum londunum í Evropa meginpartin av oljuni og gassinum.
Skíðítróttin tók seg upp í Noregi. Leivdir av elstu skíðum, nakar veit um, vórður funnar í einum jøkli í Noregi, og altjóða orðið "ski" er runnið úr fornnorrønum. Norðmonnum dámar væl at standa á skíðum um veturin, og skíðbakkar eru í næstan øllum býum í landinum. Árligar skíðkappingar, t.d. strok, snirr, lop og langrenn, hava alstóran áhuga ímillum norska fólkið.
Gamlar stavkirkjur eru víða hvar í Noregi. Afturímóti træsmáttum og stokkastovum, har stokkarnir eru lagdir tvørturum, eru stavkirkjurnar bygdar av stokkum, settir upp eftir enda, stokkarnir verða nevdir stavar. Ikki ein spíkari ella nagli er í stórviðinum, og kortini tola tær, at nógvur kavi legst á tær um veturin.