Skip to main content

 

 

Heimsins lond   →   Evropa


Rumenia


Lyklatøl

Høvuðsstaður:
Bukarest

Vídd: 237.500 km2

Fólkatal: 21.428.000

Almentmál: rumenskt

Átrúnaður: 
kristindómur 82%, aðrir 18%

Stýrirlag: fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: Leu (RON)

Rumenia, sum einaferð var partur í Rómverjaríkinum - navnið merkir land rómverjanna - er av størstu londum í Evropa. Karpatafjøll eru sum ein ovurstórur bugur suður og eystur ígjøgnum landslutin Transsylvania. Norðan fyri og vestan fyri fjøllini er landsluturin Transylvania. Lendið sunnan fyri og eystan fyri fjøllini er avbera fruktagott. Landið tók loysing frá Turkalandi í 1878, men kríggj hava havt við sær, at landamørkini fleiri ferðir eru flutt síðan tá. Í kollvelting í 1989 varð fyrilitsleysa kommunstastyrið, ið hevði vanrøkt landið, felt. Síðan kollveltingina eru viðurskiftini batnað, men enn er Rumenia fátækt land, vinnuloysið er stórt og matur ógvuliga dýrur.

Frá 1965, til hann varð rendur frá og avrættaður í 1989, stýrdi kommuninstaovastin Nicolae Ceaucescu Rumenia. Hann var eirindaleysur einaræðisharri. Eitt av málum hansara var, at meiri fólk skuldi vera í landinum, og tí eggjaði hann konum at eiga mong børn, men mong vórðu so niðurundirkomin, at tey kundu ikki hava børnini og sendu tey á barnaheim. Summi børn vórðu ættleidd burtur, men enn eru mong børn á barnaheimi.

Til tess at nútímansgera ídnaðin og skapa størri virksemi, hevur stjórnin eggjað útlendskum fyritøkum at gera íløgur í Rumenia. Bæði franskar, spanskar, itlaskar, amerikanskar og suðurkoreanskar fyritøkur hava nú verksmiðjur í Bukarest.

Nógvur skógur er í Rumenia, og tí er viður vanligt byggitilfar, og hús og kirkjur eru av viði um alt landið. Uttan um er ofta rimaverk av viði við vakurt útskornum grindarstólpum. Húsaklædningurin verður lagdur tvørturum, og ikki upp og niður, sum annars er vanligt nógvastaðni í Evropa. Annars er byggisniðið ymist úr einum landsluti í annan. Húsini við reystu reisingini eru úr Karpatafjøllum, har nógvur kavi legst um veturin. Húsini í vínlendinum hava rúmligan kjallara, sum verður nýttur at goyma vín og frukt í.

Í Rumenia eru mong ymisk fólkasløg; fjølmentastir eru rumenar, men har eru eisini ungarar, týskarar og sigoynarar, og við strondina við Svartahav, har ið nú eru mangir frítíðarstaðir, hava turkar og ukreinar búsett seg. Fyrr búði mesta fólkið á bygd og livdi av landbúnaði, men so hvørt ídnaðurin hevur ment seg, eru alt fleiri og fleiri fólk flutt til býirnar at búgva.

Nú á døgum búgva um 250.000 sigoynarar (ella rómanar) í Rumenia. Fyrr vóru sigoynarar flakkfólk, ið fóru víða um, men nú búgva teir flestu í útryðjunum í býunum og liva t.d. av at selja ross og gamalt jarn. Sigoynarar hava lívliga mentan, og teimum dámar væl dans og tónleik.

Rumenia og Bulgaria eru rættiliga lík lond. Donau er mark ímillum londini næstan heilt eystur at Svartahavi. Lendið fram við Donau er av bestu landbúnaðarjørð; og bæði í líðunum í Karpata-fjøllum og í Balkanfjøllum eru stórir eiki-, furu- og grannskógir. Bæði londini hava sjóvegis skipasamband við umheimin um Svartahav. Til dømis hava býirnir Constanta í Rumenia og Burgas í Bulgaria í øldir verið stórir altjóða havnabýir.

Vakra náttúran og fjølbroytta fólkalívið hava gjørt Rumenia til væl umtókt ferðavinnuland. Søgnin um Drakula greiva, ið var úr skógarlandinum Transsylvania, dregur mong ferðafólk hendavegin, tí at fólk vilja sleppa at síggja borgina, hann skal hava búð í. Í báðum londum er ferðavinna bæði summar og vetur.

Stórir partar av Bulgaria eru velt jørð. Fyri sunnan, í Maritsadali, dyrka tey nógv tubbak til útflutnings. Í Rumenia er høvuðsgrøðin mais, hon verður dyrkað at eta og at brenna. Sumstaðni í báðum londum vaksa vínber ógvuliga væl.