Skip to main content

 

 

Heimsins lond   →   Evropa


Spania


Lyklatøl

Høvuðsstaður: Madrid

Vídd: 505.992 km2

Fólkatal: 44.279.000

Almentmál: spanskt (kastilianskt)

Átrúnaður: kristindómur 99%, aðrar 1%

Stýrirlag: fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: evra

Spania

Spania verður ofta sett í samband við fiesta og flamenko. Flestu fólk eru katolikkar, og tá ið teir halda fiesta, er tað tíðum at minnast ymisk halgimenni; tá ganga teir skrúðgongu, spæla tónleik og dansa. Eftir blóðugt borgarakríggj frá 1936-39 tók einaræðisharrin Francisco Franco við og stýrdi øll árini til 1975. Eftirmaður hansara, Juan Carlos kongur 1., setti fólkaræði aftur í gildi. Nú á døgum er Spania sterkt ídnaðarland; mong fólk arbeiða eisini í landbúnaðinum, og ferðavinnan er í støðugum vøkstri. Størsta menningin og mesta virksemið er fram við strendurnar.

Um 55 milliónir ferðafólk koma til Spania á hvørjum ári at njóta lívið á vøkru, sólljósu baðistrondunum og at síggja føgru, sjáldsomu byggifrøðilistina í býum sum Barcelona og Sevilla. Norðurevropeiskum ferðafólki dámar best at fara til strendurnar við Costa del Sol og Mallorka. Tarvafikting er vanligt undirhald í øllum stórum býum.

Fleiri fólkasløg við egnum máli og serstakari mentan eru í Spania. Málini eru fleiri, t.d. katalónskt, gæliskt og euskera. Baskar, ið búgva í Norðurspania og nakað inn í Frakland, tala euskera, sum als ikki er skilt við spanskt eins og hini bæði málini eru. Almenna málið í Spania er kastilianskt, og allir skúlanæmingar læra tað, umframt enskt ella franskt. Sponsk børn bera orð fyri at leggjast seint; tey eta lítla máltíð, tá ið tey koma úr skúla, so spæla tey uttandura, til alt húskið fær sær nátturða um níggjutíðina.

Madrid gjørdist høvuðsstaður í Spania, tí Filipi kongi 2. dámdi so væl veðurlagið har, eisini helt hann býin liggja væl fyri, mitt í landinum. Nú búgva 4 milliónir fólk í býnum, og hann er fíggjarmiðdepil og stjórnarbýur landsins. Barcelona er næststørsti býur í Spania og høvuðsstaður í landslutinum Katalónia. Býurin er mitt í stórum ídnaðarøki. Í 1992 vóru OL-summarleikirnir í býnum.

Flamenko er navnið á fólkadansi og tónleiki, sum tók seg upp ímillum sigoynarar í Andalusia í 15. øld. Dansararnir eru í tjóðbúna - menninir í svørtum og konufólkini í síðum, prýddum kjólum. Teir smella hælirnar í gólvið og sláa kastanjetturnar í samlag við lagfasta gittartónleikin.

Landbúnaður og fiskivinna vóru grundarlagið undir spanska búskapinum. Nú á døgum er stórur stálídnaður í landinum, meginparturin er miðsavnaður uttan um Barcelona. Har eru eisini nógvar bilverksmiðjur. Í 1980-árunum komu nógvar elektróniskar og hátøkniligar verksmiðjur; nógv av tí fíggjaðu útlendskar fyritøkur. Týdningarmestu landbúnaðarvørurnar eru korn, oljuber, vínber og aldinfruktir, helst appilsinir úr fruktagóða lendinum við Sevilla.

Lítla bretska hjálandið Gibraltar er 6,5 km2 í vídd, og um 30.000 fólk búgva har. Bretar tóku Gibraltar í 1704 at vissa sær, at teir kundu fáa siglt inn í Miðjarðarhav. Spania krevur ognarrættin; men á fólkaatkvøðu í 1967 var stórur meiriluti fyri at vera undir Bretlandi. Í mong ár var markið stongt, men í 1985 varð tað latið uppaftur.