Skip to main content

Altíð dagførd

Tað, ið vit lesa, hoyra og síggja í miðlunum er tíðarbundið. Eins og kronos merkir klokka, so er ein kronikkur ein tíðargrein. Greinin skal fanga okkurt sum er í tíðini í tí landinum, har vit búgva. At vera journalistur merkir at vera ajouropinion essay help world order essay dissertation fashion 6000 words, tað er altíð at vera dagførdur, sama hvør miðilin er.

Umframt at lesa, fara vit í hesum tema eisini at spæla journalistar. Við støði í galdandi námsætlanum fara vit at skriva og læra okkum ymsu sløgini av journalistiskum tekstum og at brúka keldur.


Ikki bara tvístøður

Journalisturin Thomas Ravn-Pedersen stjórnar Heimsins bestu tíðindum, sum Dimmalætting hevur endurgivið í sambandi við Heimsmálini hjá ST. Til tess at skapa góð og konstruktiv tíðindi, vísur Thomas til fleiri mið enn bara tvístøðuna at arbeiða eftir. Tað er sum tá útróðrarmaðurin brúkar fleiri mið at raka rætta fiskigrunnin. Her eru fimm uppskot úr tankunum hjá Thomas um journalistisk arbeiðsmið at brúka, tá vit skriva tíðindi:

Týdningarmesta arbeiðsmið hjá journalistinum er at vera aktuellur og kunna siga frá um tað, sum fer fram í samfelagnum beint nú. Annað arbeiðsmið er, at journalisturin spyr seg sjálvan, um aktuella evnið er viðkomandi hjá fólki flest í samfelagnum. Triðja arbeiðsmið er at spyrja um søgan, sum journalisturin nú skrivar, kann skapa innliving hjá lesarunum úti um landið. Fjórða journalistiska arbeiðsmið, er at royna at spyrja seg sjálvan sum virkandi journalist um tíðindini, sum eg borðreiði við í dag, vekja ans í samfelagnum. Í fimta lagi kunnu vit spyrja okkum sjálvi, um tíðindini byggja á eina tvístøðu, sum ger tíðindini løtt at selja, tí okkum dáma so væl at síggja kend fólk klandrast í miðlunum.

Fleiri onnur journalistisk arbeiðsmið kunnu vera viðkomandi at byggja tíðindini á. Hesi fimm nevndu er tey, sum semja oftast er um at byggja eini góð og konstruktiv tíðindi á. 


Er alt tíðindi?

Tíðindarenslið er sum ein fabrikk, har øll arbeiða. Men er alt renslið tíðindi?

Brúka vit miðlarnar, so síggja vit skjótt at hvør dagur ber nakað nýtt í sær. Journalistiski kjarnin í einum miðli er at visa okkum á tað nýggja, sum var tað ein vøra, og bera hana fram fyri okkum sum vørukunning, helst í eini greining, ið til ber at skilja hjá teimum, sum vanliga lesa og brúka miðilin.

Endamálið við hesum tilfari er, at vit skulu vera kritisk, tá vit taka vøruna til okkara. Umframt at viðurkenna at talan er um tíðindi, sum vit skifta orð um, skulu vit eisini læra okkum at fata tíðindini sum vøru.


Næmingurin sum tíðindastova

 

Tilfarið um miðlar er býtt í smáar stubbar við kjakevnum at taka upp í flokkinum. Lagt verður upp til at brúka og fata miðlarnar, og at næmingurin er virkin við egnum amboðum ella útgerð, sum skúlin útvegar. Tað er annan vegin at halda og lesa bløð, lurta eftir útvarpi og hyggja eftir Degi og Viku. Hin vegin er tað ikki minni umráðandi, at næmingurin sjálvur brúkar amboð sum fartelefon og teir skiftandi møguleikar, sum eru á sosialu miðlunum at skapa egin tíðindi og senda tey í umfar.

Eisini er umráðandi at kunna seg við pressufrælsi, her og úti í heimi, um keyp og sølu av lýsingum í miðlum, og um miðlar sum málgagn at skapa sær politiska ella aðra makt. At miðlar verða nevndir fjórða samfelagsmaktin skal eisini gerast púra greitt.


Til fólkaskúlan

 

Hetta tilfar um fjølmiðlar er fyrst og fremst ætlað at brúka í vallærugreinini fjølmiðlar í 8.-10. flokki, sum lýst í námsætlanini. Tilfarið kann eisini brúkast á miðlabreyt, í samfelagsfrøði og í føroyskum í hádeild. Tilfarið byggir á skúlabókina Fjølmiðlar, sum Birgir Kruse skrivaði fyri Føroya Skúlabókagrunn, ið fyrstu ferð gav bókina út í 2007. Grafikkin í bókini og á hesi temasíðu gjørdi Ole Wich.


Upphavsrættindi

 

Teksturin kann lættliga dagførast, rættast og víðkast í samráð við ritstjórnina á Snar, sum hevur gjørt hetta tilfarið um miðlar til undirvísing. Rætturin at broyta tilfarið er soleiðis ikki bundin, men fríur og opin at brúka hjá lærarum og næmingum í føroyska fólkaskúlanum, so leingi tilfarið ikki verður gjørt til søluvøru, ella sett inn í annan samanhang enn undirvísing í miðlum.