Eru Føroyar eitt útvarpsland?
Í heimildarfilminum 1700 metrar frá framtíðini (Ulla Boje Rasmussen 1990) síggja vit Gásadalsfólk lurta eftir Útvarpinum. Filmurin er um teirra bygd, sum tá var hin einasta í Føroyum uttan vegasamband. Nám sigur um filmin: “Bygdarfólkið livdi avbyrgt og helt lív í gomlum søgum og sagnum.” Hetta stutta brot er úr byrjanini í filminum:
Uppgávur:
1. Hvat merkir heitið á heimildarfilminum? Er tað eitt gott heiti? Kannið heiti á øðrum heimildarfilmum og finnið minst eitt heiti, sum tit halda vera gott. Greiði frá hví.
2. Lýsið persónarnar, sum lurta eftir Útvarpinum, og tey rúm, sum tey eru í. Er lurtarin aktivur? Hevur lurtarin aðrar møguleikar at fáa tíðindi og kunna seg um gerandisviðurskifti?
Uni um útvarp og upplýsing
Uni Arge skrivar í 2018 eina tíðargrein í Dimmalætting um eina nýggja upplýsingartíð í Føroyum. Yvirskriftin er Upploysn í nýggjari upplýsingartíð. Í flokkinum lesa vit hesa grein í felag og tosa um, hvat er eyðkennið fyri eina tíðargrein. Tá semja er um, hvat ein tíðargrein er, loysa vit hesar uppgávur í felag í flokkinum:
Uppgávur:
1. Hvat er útgangsstøði, tá greinin byrjar og helst orsøkin til at greinin er skrivað?
2. Hvussu eru Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi fyri at miðla teirra politiska boðskap til veljaran og almennu Føroyar?
3. Eftir fyrsta reglubrot verður hugtakið upplýsingartíð nevnt. Hvat er tað?
4. Hvat er endamálið við miðlum, sambært greinaskrivaranum?
5. Hvør er, sambært greinaskrivaranum, politiska avleiðingin úti í stóru verð, tá tíðindi í miðlunum skapa ótryggar tíðir?
6. Hvørjir eru teir siðbundnu miðlarnir?
7. Hvørjar miðlar velja børnini á kømurunum? Hvørjar miðlar halda foreldrini fast í?
8. Hvussu nógvar pengar hevur Kringvarpið at arbeiða við?
9. Hvussu er undirtøkan hjá teim ungu kringvarksbrúkarunum, sambært greinaskrivaranum?
10. Hvønn týdning hevur Facebook í Føroyum?
11. Hvørjar kunnu avleiðingarnar verða, tá flestu fólk brúka Facebook sum fremsta tíðindamiðil?
12. Hvat er Føroysk Miðlafólk? Greið frá fundinum, sum Føroysk Miðlafólk høvdu hóskvøldið undan at greinin varð skrivað.
13 Hvørja tiltrúgv og hvørji krøv hevur greinaskrivarin til føroyska málið í framtíðar miðlum?
14 Hvussu hevur gongdin verið í starvsfólkatalið í føroyskum miðlum frá 2007 til 2017?
Millum siðvenju og modernitet
Í hesum tíðindastubba á heimasíðuni hjá Kringvarpinum verður sagt, at Útvarpið hoyrist ikki í øllum landinum. Orsøkin er, at toran hevur sligið niður í ein sendara á Sornfelli.
Hetta gevur okkum høvi til at hyggja eftir søguliga miðlinum Útvarpið og kanna, um ein sløktur sendari hevur nakra ávirkan á, hvussu lurtað verður í dag.
Fyrstu útvarpslurt vórðu bundin at battaríi, tí einki elektriset var. Tá elektrisetið kom, kundi útvarpslurtið setast í stikkkontaktina. Varð ein líkinda antenna, so bar til at fanga signalið hjá Útvarpinum á millumbylgju.
Fugloy fær elektrisitet
Í 1968 fær Fugloy elektrisitet. Á 50 ára degnum sigur Amalia í Frammistovu frá í Útvarpinum, hvussu hon minnist hendingina, sum Útvarpið sendi frá.
Seinni fór Útvarpið at senda í stereo á FM. Hevði tú eitt gott steroanlegg, so var hetta eitt stórt framstig.
Síðan flestu hús í Føroyum fingu teldu og internet, er vanligt at vit lurta eftir Útvarpinum á netinum. Serliga síðan farteldan og fartelefonir gjørdust vanligar í húsarhaldinum, valdu fleiri og fleiri at lurta á netinum.
Uppgávur:
1. Hvussu nógv teknisk lið eru, tá tú velur at lurta eftir einum tíðindastubba í Útvarpinum, sum sendir beinleiðis og tú lurtar í einum transistorradio?
2. Hvussu nógv teknisk lið eru, tá tú velur at lurta eftir sama tíðindastubba í Útvarpinum á netinum?
3. Hvønn týdning hevur tað, at Útvarpið er á staðnum, tá okkurt týdningarmikið hendir, sum til dømis at elektrisitet kemur til Fugloyar? Greið frá hvussu og fyri hvønn tað kann hugsast at hava týdning.