Gleðin at finna og veita
“Tað, at finna og veita vitan og upplýsing, er ein spennandi og gevandi uppgáva,” sigur Oyvør Dam Lassen, sum er bókavørður í Námi.
Í samrøðu við Skúlablaðið vísir Oyvør á, at stórur munur er á at avgreiða læraran og so onnur fólk á teim bókasøvnum, hon fyrr hevur starvast á.
“Tað fyrsta er, at á einum fólkabókasavni er brúkarin í frítíðarørindum, meðan lærarin kemur í Nám í arbeiðsørindum,” sigur Oyvør og leggur afturat, at "lærarar spyrja um nógv ymisk evni, men ofta ganga somu evni aftur, til dømis um seinna heimsbardaga, víkingatíðina, veðurlagsboytingar og dálking".
“Annars eru fyrispurningar um flokssett, filmar og ljóðbøkur til lesiveikar næmingar. Læraralesandi koma ofta her, tá tey skulu í starvsvenjing og skulu fyrireika undirvísingina.”
“Ein avbjóðing er sjálvandi, at eg kann ikki ráðgeva einum lærara í, hvat undirvísingartilfar er betri ella meira viðkomandi fyri næmingarnar enn okkurt annað. Har koma okkara ráðgevararnir inn í myndina,” sigur Oyvør.
“Men eg kann hjálpa læraranum at finna tilfar og eisini siga, hvat er væl umtókt, hvat er nýtt og so framvegis. Nám er einasti stovnurin av sínum slagi í Føroyum, og nú vit eru ein samanløgd eind, KT-depilin, Skúlabókagrunnurin og Landsmiðstøðin, eru vit eisini serstøk fyri alt danska ríkið. Tað verður spennandi at síggja, hvussu vit fara at menna okkara tænastu til skúlan í framtíðini,” sigur fryntligi bókavørurin í Námi.
Øll samrøðan við Oyvør kann lesast í nýggja Skúlablaðnum.