Nám-avgreiðslan letur aftur
Tey 22 starvsfólkini hjá Námi skulu í framtíðini verða savnað á einum staði, og undir fyrireiking av hesum verður neyðugt at lata Náms-avgreiðsluna aftur. Umbyggingin verður væntandi liðug 1. februar í 2012.
Soleiðis húsast vit í hesum tíðarskeiði
Meðan avgreiðslan er afturlatin, húsast Nám á trimum støðum: KT-toymið heldur fram í hølunum á Hoyvíksvegi 72, og bókatoymið húsast í Lützenstrøð 4. Snartoymi, ráðgevar og savnsfólk fara at halda til í hølunum hjá Bókamiðsøluni á Hjalla 7b. Hvat skeiðunum viðvíkur framyvir, fáa luttakarar so hvørt í útsendu áminningini boð um, hvar tey verða hildin.
Vit eru framvegis at hitta á tlf. 755150 og umvegis teldupostaadressuna nam@nam.fo. Telefaksið er ikki virkið í nevnda tíðarskeiði.
Útlán:
Meðan umbyggingin fer fram, verður bert gjørligt at læna flokssett, filmar, frílesikassar og ljóðbøkur. Alt annað tilfar í savninum verður niðurpakkað og er tí ikki tøkt. Gevið gætur, at øll avgreiðsla út úr húsinum fer í tíðarskeiðinum fram umvegis Posta. Møguligt verður at lata tilfar aftur við at seta tað í gongina í Mentamálaráðnum — við hurðina inn í Nám.
Vit vóna, at vit framhaldandi kunnu veita tykkum góða tænastu, hóast hon verður nakað skerd og darvað, meðan umbyggingin fer fram.
Vinaliga
Nám
Magnus Tausen, stjóri