Skip to main content

Ráðgevi til Nám (endurlýsing)

19.03.2024

Starv sum námsráðgevi í føroyskum á yrkis- og miðnámsskúlaøkinum

Vilt tú standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning í lærugreinini føroyskum á yrkis- og miðnámsskúlaøkinum? So hevur tú møguleika at gera tína ávirkan galdandi sum námsráðgevi.

Nám sóknast eftir námsráðgeva í føroyskum á yrkis- og miðnámsskúlaøkinum til setanar 1. mai 2024. Til ber tó eisini at byrja 1. august 2024. Talan er um tíðaravmarkað hálvtíðarstarv fyri námsráðgeva í farloyvi til 31. juli 2025. Møguleiki er at leingja setanina við tveimum árum, um umstøðurnar loyva tí.

Um starvið

Ráðgevin skal fylgja við í tí, sum hendir innan lærugreinaøkið, og skal sum part av hesum kunna seg um námsætlanir, námsfrøðiliga gransking, fakligar avbjóðingar og menning á økinum í londunum kring okkum, serliga í Norðurlondum.

Ráðgevin skal virka fyri at seta í verk nýggju námsætlanina í føroyskum. Hann/hon skal vegleiða, geva íblástur og samskifta við skúlar, umframt at hann/hon skal kunna svara námsfrøðiligum og fakligum spurningum við atliti at námsætlanini.

Ráðgevin skal eisini ráðgeva um skeiðsvirksemi, undirvísingartilfar, próvtøkur, próvtøkuuppgávur og breytarverkætlanir.

Hevur ráðgevin undirvísingarførleika í fleiri lærugreinum, skal hann/hon vera til reiðar at ráðgeva í viðkomandi lærugreinum, um tørvur er á tí. Ráðgevin skal eisini kunna átaka sær aðrar viðkomandi uppgávur á stovninum.

Førleikakrøv

Umsøkjari skal hava undirvísingarførleika sambært kunngerð nr. 23 frá 7. apríl 2014 um fakligan førleika í gymnasialu miðnámsútbúgvingunum.

Dygdir hjá umsøkjara eru, at viðkomandi skal:

  • vera fakliga og námsfrøðiliga á tryggari grund
  • hava áhuga fyri fakligari og námsfrøðiligari menning
  • hava royndir sum próvdómari og vegleiðari
  • hava góð samstarvsevni og vera fyrikomandi
  • hava góðar samskiftisførleikar
  • hava góðan teldukunnleika

Setanarviðurskifti

Ráðgevin verður knýttur at Námi, men skal frammanundan eisini vera í starvi sum undirvísari á yrkisnámi ella gymnasialum miðnámi. Ráðgevastarvið telur umleið 50% av einum ársverki, og arbeiðstíðin er tveir til tríggjar dagar um vikuna í Námi.

Ráðgevin verður løntur sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Yrkisfelagið Miðnám og fær eina mánaðarliga viðbót, sum er 9,5% av mánaðarlønini hjá cand. mag. á 8. stigi. Talan er um tíðaravmarkað hálvtíðarstarv, har setanartíðin er frá 1. mai 2024 til 31. juli 2025 við møguleika at leingja setanina við tveimum árum, um umstøðurnar loyva tí.

Umsóknir

Umsókn saman við avriti av viðkomandi prógvum og C.V. skal verða Námi í hendi í seinasta lagi mánadagin 1. apríl 2024.
Umsóknin skal sendast til:
Nám
Hoyvíksvegi 72
FO-100 Tórshavn

ella við t-posti á eydun@nam.fo

Tey, ið vilja hava fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til Eyðun Gaard, stjóra, tlf. 555150.

 


 

Nám er stovnur undir Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, sum veitir tænastur og undirvísingarmiðlar til skúlaverkið. Høvuðsvirkisøkini eru at útvega fjølbroyttar undirvísingarmiðlar - prentað og talgilt tilfar, undirvísingarportalin Snar, fakliga og undirvísingarliga ráðgeving, skeiðsvirksemi, miðlasavn, útlán og skeið. Í Námi eru 29 starvsfólk. Próvstovan er partur av Námi, og har arbeiða 7 fólk.

Onnur tíðindi

19.03.2024

Starv sum námsráðgevi í føroyskum á yrkis- og…

Les meira
12.03.2024

Í sBókini Plantur til matna eru meira enn 150…

Les meira
04.03.2024

Nám gevur út tvey nýggj Hey!-hefti, sum eru ætlað…

Les meira
04.03.2024

Kambodja evnið á næsta Holocaustdegi.

Les meira